mikudagur 11. juni 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 107 - 11. juni 2003
Nr. 107 - 11. juni 2003
9
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í gjár, týsdagin 10. juni,
fylti Jacob Lindenskov,
fyrrverandi løgtingsmað-
ur, landsstýrismaður og
fyrrverandi
fólkatings-
maður 70 ár.
Jákup, sum er sonur
Biritu og Edvard Linden-
skov, tók realprógv í 1950.
Eftir hetta fór hann á
tryggingarsambandið sum
lærlingur og seinni gjørd-
ist hann starvsmaður har. Í
1954 fór hann á danskan
handilsskúla og arbeiddi
síðani á donskum trygg-
ingarfelag eina tíð.
Hann hevur verið sera
virkin í fráhaldsrørsluni.
Var ein av teimum, sum
setti
hondbóltsfelagið
Kyndil á stovn, og var
somuleiðis virkin skri-
bentur í fráhaldsblaðnum
Glaðastrok. Á heilt ungum
árum byrjaði Jákup at leita
sær niðan á prentsmiðjuna
á Heygsbreyt, har m. a.
Sosialurin varð prentaður,
og førdi hetta við sær, at
hann eitt skifti í seksti-
árunum gjørdist blaðstjóri
á Sosialinum, saman við
Villa Sørensen, sála. Síð-
ani hevur Sosialurin verið
eitt av hjartabørnunum hjá
Jákupi. Í dag situr hann
sum nevndarlimur í P/F
Sosialinum.
Bert 25 ára gamal varð
Jákup Lindenskov valdur á
ting í 1958. Í hesum um-
farinum sat hann sum
tingmaður til 1966. Hann
fekk tá fleiri álitisstørv
litin upp í hendi. M.a. var
hann tingsskrivari og um-
boðaði javnaðarflokkin í
fleiri týðandi løgtings-
nevndum. Í tveimum um-
førum hevur Jákup Lind-
enskov sitið sum løgtings-
formaður. Hann hevur eis-
ini
umboða
javnaðar-
flokkin í álitisstørvum
uttan fyri løgtingið. Eitt nú
í nevndini fyri P/F Sosial-
inum sum nevnt er framm-
an fyri.
Tá Petur Mohr Dam,
løgmaður sáli í november
1968 legði árarnar inn, og
táverandi varaløgmaður,
Kristian Djurhuus, tók við
sum løgmaður, var tað
heilt náttúrligt, at javnað-
arflokkurin skuldi hava
tveir landsstýrismenn, og
líka náttúrligt var tað, at
Jákup Lindenskov skuldi
verða annar av teimum.
Jákup sat sum landsstýris-
maður í samfull 11 ár. Hin
landsstýrismaðurin, ið tók
við tá, var Villi Sørensen,
sáli.
Jákup Lindenskov varð
afturvaldur sum løgtings-
maður á valinum í 1970 og
sat tá sum tingmaður í
umleið 20 ár. Seinni var
hann aftur á tingi sum
varamaður fyri Atla Dam,
meðan hesin sat sum løg-
maður. Í 1979, tá Johan
Nielsen, sáli valdi ikki at
lata seg stilla uppaftur til
fólkatingsval, varð Jákup
Lindenskov valdur fólka-
tingsmaður. Jákup sat sum
fólkatingsmaður í umleið
10 ár.
Jákup er giftur við Jónu
Jacobsen, sum er ættað úr
Fuglafirði og eiga tey
børnini Elina, Eirik og
Biritu.
Mangt
annað
kundi
verið sagt um Jákup. Men
lat hetta verða nóg mikið á
hesum sinni. Restin verur
at bíða til hann rundar tey
áttati. Vit - javnaðarflokk-
urin og Sosialurin - ynskja
tær Jákupi hjartaliga til-
lukku við teimum sjeyti,
og vón okkara er, at tú
eigur nógv góð ár eftir. Vit
ynskja tær og tínum alt tað
besta í framtíðini. Eina
ferð enn, hjartaliga til-
lukku við sjeyti ára føð-
ingardegnum.
Javnaðarflokkurin heilsar
Jacob Lindenskov
á sjeytiára føðingardegnum
Hin 30. mei fylti henda
vælkenda konan á Tvør-
oyri áttati.
Inger varð fødd í Keyp-
mannahavn, pápin var
hovmeistari hjá D. F. D.
S. og var kendur í Føroy-
um. Hann doyði, tá Inger
var 6 ára gomul.
Í Danmark hitti hon
Hjørleif Enni av Tvør-
oyri. Tað rann saman
teirra millum. Tey giftust
í 1944. Heim til Føroya
fluttu tey tá seinni heims-
bardagin var av. Tá fór
Hjørleif at starvast í
handlinum hjá pápa sín-
um, Dánjal Jákup Enni,
ið ættaður var úr Øravík.
Inger og Hjørleif eiga 3
børn, syninir Tórður og
Helgi, sum í dag reka
handilin eftir pápan, og
síðan Birgir ið hevur ar
beitt sum kavari, men
seinnu árini er kendur
sum skipari á Norðlýsin-
um. Eisini eiga tey bæði
nógv ommu og abbabørn.
Eitt langabba- og ommu-
barn er eisini.
Hetta skuldi alt saman
verið bæði gleði og gam-
an, men so skuldi ikki
verða. Bert 32 ára gomul
gjørdist Inger sjúk av
scelrosu, ein sjúka hon
hevur drigist við nú í
skjótt 2 mannsaldrar.
Hóast nívandi sjúku, ið
helst hevði tikið móti frá
teimum flestu, so hevur
Inger ótroyttiliga tikið
bardagan upp, heldur enn
at geva skarvin yvir.
Nógvar ferðir hevur hon
verið av landinum at
søkja sær heilsubót. Eis-
ini hevur hon sum yngri
roynt at hildið sjúkini
niðri við at vant, t. d. við
at svimja; - men tó kunnu
tey ið kenna viðurskiftini
sanna, at besta heislu-
bótin hevur verið eitt
ókúgandi mót, eins og
eitt
lívsjáttandi
ljóst
sinnalag,
saman
við
góðum stuðli frá teimum
nærmastu. Serliga hevur
maðurin, Hjørleif, verið
henni hollur stuðul. Men
sum hann sjálvur so ofta
sigur. "Vit eru framvegis
eins góð við hvørt annað
sum fyrsta dag"
Hvør ið býr á Tvøroyri,
ella kemur higar, kennir
ikki býarmyndina við
konuni í rullustóli og so
ein nakað eldri mann, nú
nakað kropin, ið trúfastur
rullar konuna , tað verður
seg til handils, ella bert
fyri at hitta fólk. Og fólk
kenna tey bæði nógv.
80 ár verður nevndur
kempualdur, henda aldur
hevur Inger nátt, ikki tí
fortreytirnar hava verið
til staðar, men hon er
saman við manninum
Hjørleif, ið er 87, væl
fyri. Hetta takka einum
framhaldandi góðum og
ljósum sinni.
Vinir tínir frøðast sam-
an við tær og ynskja tær
nógv góð ár framyvir.
Dan
Dagurin
11. juni. Barnabas. Verður fleiri ferðir umtalaður í Ápostlasøguni, men at siga altíð í
sambandi við ápostulin Paulus. Var við á fyrstu trúboðanarferðini hjá ápostlinum.
Evangelisturin Markus og hann vóru systkinabørn. Halgisøgan sigur, at hann á føðioynni
Kýpros varð tikin av jødum og brendur á báli í árinum 62, halda teir. Í fornkirkjuni var
hildið, at hann skrivaði Hebrearabrævið.
Inger Enni 80 ár
Summarið
nærkast
og
harvið eisini allar tær
mongu
summarlegurnar,
sum Heimamissiónin skip-
ar fyri. Og tekningarnar
streyma inn.
Í ár skipar Heimamissi-
ónin fyri tveimum summ-
arlegum í Sørvági, einari á
Viðareiði, einari í Porkeri,
og níggju legum í Nesvík –
sjey barnalegum og tveim-
um ungdómslegum.
Á summarlegu er høvi at
møta børnum úr øllum
landinum, samstundis sum
nógv
áhugavert
er
á
skránni. Hvønn dag er
bíbliutími, sum í ár er um
kongin Dávid. Eisini verða
ymisk spøl og kappingar á
skránni.
Á øllum leguplássunum
eru góðir møguleikar at
spæla fótbólt, og fleiri
staðir ber eisini til at rógva
í bátum. Ítriv er eisini á
skránni, og í ítrivinum fara
leguluttakaranir at gera sær
ein lut, sum tey fáa heim
við til minnis um leguna.
Umframt
hetta
verður
kanska tíð til onkra áhuga-
verda náttúruuppliving.
Í løtuni streyma tekn-
ingarseðlarnir inn, men tó
eru pláss eftir enn. Um tú
ætlar tær á summarlegu so
skunda tær og tekna teg.
Tekningarfreistin
til
barnalegurnar er týsdagin
10. juni, og til ungdóms-
legurnar 10. juli.
Tekningarseðilin er at
finna aðrastaðni í blaðnum
í dag. Tekningarseðlar finn-
ast eisini á
www.mission.fo/ssk
Kom við á summarlegu!
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Aaga N. Olsen
Trongisvági
til minnis
"Vinir vit vóru tey farnu ár,
vinir koma og fara,
ei sømist monnum at fella tár,
nú tynnist í vinarskarða"
20. februar í ár andaðist Aage N. Olsen. Hann varð
72 ára gamal.
Ikki gekst Aaga so væl barna og unglingaárini. 5
ára gamal misti hann pápan og 15 ára gamal misti
hann móður sína.
Hann varð eftir hetta fostraður upp hjá Eliesar og
Hansinu ið búðu oman fyri bedingina. Har hevði
hann tað gott. Seinni fór hann í læru á bedingini
sum handverkari. Fosturpápin Eliesar, kallaður
Eliesar á bedingini, var meistari. Aage fekk eisini
hetta tilnavn og varð aldri nevndur annað enn Aage
á bedingini.
Undirritaði kom at kenna Aaga á ungum árum
og fylgdust vit báðir tað verið seg á bedingina har
pápar okkara starvaðust, ella í skúla á Tvøroyri.
Eisini spældu vit saman á Trongisvágssandi. Tað
var um hetta mundi at Trongisvágur hevði sítt egna
fótfóltsfelag, nevnt TGB. Úr hesum felag fóru
fleiri seinni til tað størra felagið TB at spæla.
Um tað mundi tá Aage fór í læru á bedingini fór
eg til skips, men kortini hildu vit sambandið heilt
til tað sísta. Tó skuldi tað vísa seg at vit báðir, í
endanum á okkara arbeiðsføra lívið, skuldi vinna
til dagsins uppihald hjá sama arbeiðsgevara.
Eftir at hava starvast í nøkur ár í Tórshavn, kom
Aage suður aftur at starvast hjá Landsverkfrøð-
inginum. Hann tók starvið upp eftir Brattaberg
sum formaður. Eg havi góð minnir frá hesi
seinastu tíð okkara á arbeiðsmarknaðinum saman.
Í øllum lutum var Aage ein álitismaður, sam-
vitskufullur og álítandi. Tað kom ongin afturum-
aftur, hvørki innan handverk, ella í formannsstarvi
hansara. Seinastu árini var heilsan farin at bila,
hetta nívdi.
Hóast ikki sama politiska lit, Aage var tjóð-
veldismaður og eg javnaðarmaður, so var ongantíð
ilt okkara millum. Vit vóru vinir til tað seinasta.
Aage var giftur við Annu úr Porkeri. Tey eiga 3
børn: Egil, Anniku og Jan. Eisini eru abbabørnini
fleiri. Tað gleddi sum rímuligt Aaga almikið, at
børn hansara vóru væl undankomin, hetta og
trivnaður teirra gekk hann upp í við lív og sál.
Til seinast fari eg at vísa tykkum, konu, børnum
og abbabørnum mína samkendslu og lýsa frið yvir
vinmann mín Aaga á bedingini í Trongisvágur.
Tordenskjold Bech
Leivur á Skála
70 ár
Týsdagin 27. mai fylti
Leivur Johannesen í Havn
70 ár. Hann er skálamaður,
men hevur búð í Havn ein
stóran part av ævi síni.
Leivur fór til Danmarkar
at lesa og tók prógv sum
verkfrøðingur. Hann ar-
beiddi í Íslandi í 60-árun-
um og kom heimaftur um-
leið 1970 og fekk starv sum
verkfrøðingur hjá Tórs-
havnar Kommunu.
Hann hevur havt eftirlit
við nógvum stórarbeiðum
hjá kommununi. M.a. hevði
hann eftirlit við útbygg-
ingini av Molanum í 1972
og við byggingini av keiini
á Sundi í 80-árunum. Eis-
ini hevði hann eftirlitið, tá
R.C. Effersøesgøta varð
gjørd - fyri at nevna nøkur
dømi. Umframt hetta stóð
hann
fyri
asfalterings-
arbeiðinum og hevði um-
sjón við grótbrotinum Und-
ir Varða og á Sundi.
Leivur á Skála var ikki
einans starvsmaður hjá
kommununi.
Sum
íðin
javnaðarmaður varð hann
valdur í Tórshavnar Býráð
fyri flokkin í 1972 og var
býráðslimur í 20 ár. Í 1992
stillaði hann ikki uppaftur,
og sama ár gavst hann sum
starvsmaður hjá komm-
ununi.
Tað er ikki sørt, at hann
eisini hevur roynt seg sum
vinnulívsmann. Saman við
Guttormi Djurhuus, Oddi á
Skipafelagnum
og
Óla
Mikkelsen var hann við til
at fáa aling í lag inni á
Kaldbaksfirði.
Leivur er giftur við
Tordis Johannesen úr Havn,
og tey eiga dóttrina Hallu.
Johnny Joensen
60 ár
Fríggjadagin 6. juni fylti
Johnny Joensen í Havn 60
ár. Hann er vestmenningur,
sonur Judith Olsen úr
Sandavági og Petur Jacob-
sen úr Vestmanna.
Johnny tók læraraprógv í
Havn í 1967. Hann starv-
aðist í Nunnuskúlanum
1967-70 og síðani í Vest-
manna Skúla. Tvær ferðir
hevur hann verið á árs-
skeiði í Danmark, í 1972-
73 og 1991-92.
Hann er giftur við Tór-
unn Patursson, sum er
dóttir Morið og Erlend Pat-
ursson.
TÍÐINDASKRIV
Ein kanning, ið er gjørd av
vinnulívsfólki og umboð-
um frá Tekniska Skúla í
Tórshavn, vísir, at tað er
stórur tørvur á fólki við
millumleiðaraútbúgving í
føroysku vinnuni.
Kanningin er gjørd í
samband við, at fyrstu
føroysku framleiðslutøkn-
ingarnir verða liðugt út-
búnir síðst í hesum mánað-
inum, og at nðggjur flokkur
byrjar í august.
Í kanningini luttóku 40
fyritøkur.
Fyritøkurnar
vóru
tænastufyritøkur,
fiskivinnufyritøkur,
ali-
fyritøkur, maskinverkstøð,
skipasmiðjur,
flutnings-
fyritøkur, bilverkstøð v.m.,
og vísir kanningin, at tørv-
urin á vælútbúnum fólki á
millumleiðarastøði er stór-
ur í øllum vinnugreinum.
Útbúgvingin til Fram-
leiðslutøkning fer fram á
Tekniska Skúla í Tórshavn,
og er ein 2 ára útbúgving.
Kravið til upptøku er, at
umsøkjarin er útbúgvin
handverkari,
atstøðingur
ella hevur miðnáms-skúla-
útbúgving (Student, HTX,
HIF, HH, HF) ella aðra
útbúgving á sama støði.
Fakini í útbúgvingini eru
málrættaði til vinnuna og
umfata: konstruktiónslæru,
tekning (autocad, inventor),
automatisering (luft-elstýr-
ingar, PLC), virkisfyri-
skipan
(virkisbúskapur,
leiðsla og goymslustðring),
kunningartøkni,
inter-
nationalisering,
fram-
leiðslumenning v.m.
Útbúgvingin leggur dent
á, at tann einstaki arbeiður
sjálvstøðugt og hevur før-
leika til at verða bindilið
millum leiðslu og "gólv" í
eini vinnufyritøku.
Stutt og greitt, ein skjótur
vegur frá skúlabeinki til eitt
skapandi starv í vinnu-
lívinum.
TÍÐINDASKRIV
Frá Útoyggjafelagnum
Aftur í ár verður Útoyggja-
stevna hildin. Í ár eru tað
limirnir í Kalsoynni, ið
fyriskipa stevnuna, sum
verður leygardagin 14. juni.
Tiltøk verða í allari oynni
Byrjað verður á Syðradali.
Síðani verður farið norður
eftir oynni til Mikladals,
har Ársaðalfundurin hjá
Útoyggjafelagnum verður
hildin.
Kl. 14 verður stevnan sett
norðuri á Trøllanesi, har
Finnbogi Ísakson setur
stevnuna.
À Trøllanesi verður kon-
sert
við
Frændum
og
Brandur og útfeðr norð á
Kall. Aftaná verður farið
suðuraftur á oynna til
Húsar.
Tað frættist, at nógv út-
oyggjafólk ætla sær at
hittast í Kalsoynni – og
Útoyggjafelagið roynir at
tilrættaleggja ferðamøgu-
leikar fyri tey.
Stevnan er fyri øll – øll
eru væl komin
Tiltøkini eru almen og
verða fyriskipað av: Út-
oyggjafelagnum,
bygda-
deildum felagsins í Kals-
oynni og Mikladals Sóknar
Fráhaldsfelag MSF.
Ferðaætlan fyri leygar-
dagin, sí lýsing í bløðunum.
Skráin:
Fríggjakvøldið 13. juni
Húsar: kl. 20 - 22
Framsýning av gomlum
lutum í Bakkahandlinum
20 - 22
Listaframsýning og søla av
hondgjørdum lutum í skúl-
anum
Mikladalur: kl. 19 - 23
Árliga eydnuhjólið hjá
MSF
Kaffisøla, pylsugrill, fiski-
brunnur v.m.
Leygardagin 14. juni
Syðradalur:
kl. 09-10: Koma til Syðra-
dal, morgundrekka
Kl. 10 -10.30: Asbjørn
Lómaklett greiðir frá minn-
isvarðanum
Mikladalur:
Kl. 11 - 13.45: Ársaðal-
fundur hjá Útoyggjafe-
lagnum í Avhaldshúsinum
við døgurða. (Nýggir limir
kunnu tekna seg)
Trøllanes:
Kl. 14 -15: Setanarhald:
Finnbogi Ísakson flytur
fram røðu og felagssangur
15 -: Konsert við Frændum
og Brandi Enni
(Atgongumerki 100 kr. tá
er íroknað konsert, útferð
og tiltøk fyri børn)
Kl. 16 -18: Útferð norður á
Kallin
Tiltøk fyri børn
Kl. 15 -18: Sølubúðir við
heimagjørdum ísi, kaffi,
køkum og heimavirkaðum
lutum v.m.
Mikladalur:
Kl. 19.00 - 23.00: Árliga
eydnuhjólið hjá MSF
Kaffisøla,
fiskibrunnur
v.m.
Húsar:
Kl. 18.30 -19.30: A n d r a s
Joensen greiður frá Kirkj-
uni
Kl. 19 -: Tombola, skjóti-
breyt og søla av smyrji-
breyði
Kl. 20 -: Eggjakast og tog-
togan
Kl. 19 - 22: Framsýning av
gomlum lutum í Bakka-
handlinum
Kl. 19 - 22: Listaframsýn-
ing og søla av hond-gjørd-
um lutum
Kl. 21-: Dansur við Njál og
Mouritz
og
føroyskur
dansur
Broytingar kunnu koma í
skránna
Vinnuni tørvar fólk við millumleiðaraútbúgving
Útoyggjastevnan í Kalsoynni 14. juni
C
M
Y
K
9
8