Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 107 - 11. juni 2003 Nr. 107 - 11. juni 2003 7 Í sambandi við dystin millum Føroyar og Týskland í dag, fer føroyski tónleika- bólkurin Yggdrasil at spæla til eitt stórt føroyskt tiltak í Berlin. Berlinbúgvar fáa tá høvi at hoyra føroyskan tónleik og síggja landsdystin á stórskíggja TÓNLEIKUR Stefan í Skorini Føroyski tónleikabólkurin Yggdrasil hevur verið á konsertferð seinastu vik- urnar. Fyrst gekk leiðin til USA, har bólkurin hevur spælt nakrar konsertir. Síð- ani er leiðin løgd til Týsk- land, har bólkurin hevur fingið framúr góð ummæl- ir. Landsdysturin millum Føroyar og Týskland, sum verður á Tórsvølli í dag, mikudagin 11. juni, er sjálvsagt eitt gøtt høvi hjá einum føroyskum bólki at gera vart við seg í Týsk- landi. Og hví ikki saman- sjóða eina konsert og ein fótbóltsdyst í einum tiltaki? Yggdrasil hevur eisini notið nakað av tí umrøðu og áhuga, sum fótbólturin kastar av sær. Í sambandi við dystin skal Yggdrasil spæla eina uttandura kon- sert, har pláss er fyri umleið 700 áhoyrarum. Tað er Kulturhaus Spandau í Berlin, sum skipar fyri tiltakinum. Fyrst verður føroyski bólkurin at hoyra, og síðani verður dysturin vístur á stórskíggja. Um veðrið ikki er til vildar, verður tiltakið innandura ístaðin. Í hálvleikinum verður ein filmur um Føroyar vístur. Talan er um filmin hjá Herluf Sørensen, ið kallast »The Faroe Islands - a different experience«. Sam- stundis verður hetta tiltakið eisini eitt átak fyri ferða- vinnu í Føroyum. Eitt nú verður ymiskt tilfar um Føroyar sum ferðamanna- land víst fram, og vónandi fara nakrir týskarar at leggja leiðina hendavegin. Manningin í Yggdrasil til konsertina í Berlin er: Angelika Nielsen, sang, Kristan Blak, klaver, Bran- dur Jacobsen, trummur, Heðin Ziska Davidsen, gittar, og Mikael Blak, bass. Góð ummælir Yggdrasil hevur eisini havt aðrar konsertir í Týsklandi, og týsk bløð hava ummælt teirra framførslur. Blaðið Schwäbisches Tagblatt í suðurtýska býnum Tübin- gen gav Yggdrasil sera gott ummæli eftir eina uttan- dura konsert síðsta hósdag, har umleið 150 áhoyrarar vóru til staðar. Blaðið skrivar, at tónleik- ararnir megnaðu at lyfta tónleikin upp í eina hægri harmoniska eind, og áhoyr- ararnir vóru bergtiknir av hesum sermerkta tónleikin- um. Manningin á hesi konsertini var ikki tann sama, sum skal spæla í sambandi við dystin. Broytingin er, at Kári Sverrison (sang) og saxofonspælarin John Tchicai eisini vóru við, meðan Angelika Nielsen ikki var við tá. Tað var Kristian Blak, sum saman við øðrum fyri tjúgu árum síðani stovnaði bólkin, og hann hevur havt skiftandi manning hesi mongu árini. Tað eydnaðist vágbinginum Jóannesi Djurhuus at verja sína Ph.d. ritgerð fríggjadagin, og hann kann nú kalla seg doktara Ritgerð Stefan í Skorini Ritgerðin, sum Jóannes hevur arbeitt við seinastu árini, kallast "Analytical Investigation of in-situ stresses and hydraulic induced borehole fractures". Í stuttum snýr arbeiðið hjá honum seg um, hvussu man betri frammanundan kann siga, hvar rivur í boriholinum kunnu stinga seg upp, tá borað verður eftir olju, og hvussu man kann nýta hesa vitan. Vitanin kann nýtast til at vita, hvussu nógv eitt borihol tolir. Jóannes greiðir frá, at hann eftir verjuna av ritgerðini hevur fingið at vita frá einum av ummælarunum, at hansara kanningarúrslit samsvara við aðrar kanningar, sum eru nógv meira umfatandi. Fýra ára arbeiði – Eg havi arbeitt við hesi ritgerðini í fýra ár út í eitt, men eg havi eisini undirvíst á Fróðskaparsetrinum hesi árini, sigur nýkosni doktarin. Jóannes Djurhuus er uppvaksin á Nesi í Vági, og hann er cand.scient. í alisfrøði og matematik, sum hann las á Odense Universitet. Hann er serkønur innan háorku alisfrøði. Tvey tey fyrstu árini av lesnaðinum tók hann á Fróðskaparsetrinum í Havn. Seinastu fimm árini hevur hann undirvíst á Fr ó ð s k a p a r s e t r i n u m , samstundis sum hann hevur skrivað ritgerðina. Í níggju ár frammanundan var hann lærari í matematik og alisfrøði á Studentaskúlanum á Kambsdali. Hann býr nú í Søldarfirði. Eisini hevur hann verið í skúla í Noregi í eitt ár, har hann las meira um kolvetnisverkfrøði, sum hann nú undirvísir í á Fróðskaparsetrinum. Føroyar-Týskland: Yggdrasil spælir í Berlin í sambandi dystin Jóannes Djurhuus vardi ritgerð Jóannes Djurhuus úr Vági vardi leygardagin sína Ph.d. ritgerð á Læraraskúlanum í Havn. Hann kann nú kalla skriva doktar á visitkortið MYND: Jens Kr. Vang Føroyski bólkurin Yggdrasil fer í sambandi við landsdystin millum Føroyar og Týskland at hava eina stóra uttandura konsert í Berlin. Á myndini spælir bólkurin í Tübingen, har bløðini góvu honum góð ummælir Týskir fótbólts- ákoðarar, sum komu til Føroya týsmorgunin, vænta at vinna á føroy- ingum í kvøld. Fýra mál móti einum, er boðið, summir teirra hava FÓTBÓLTUR Orð og myndir Edvard Joensen Flogvøllurin: Fýra eitt til Týskland tippar Detlef Tomeinsky, sum er komin at hyggja at fótbóltsdystin- um á Tórsvølli í kvøld. – Eg var í Hannover og sá dystin har. Føroyingar spældu betri, enn eg hevði roknað við, men týskarar ikki so væl, sum teir kundu. Eg vænti ein øðrvísi dyst hesaferð, men ikki so øgi- liga stóra mun kortini. Men trý mál fáa vit fleiri enn føroyingar. Fýra eitt vinna vit, sigur Detlef Tomeinsky, sum saman við umleið 400 øðrum týskarum er komin higar at hyggja at fótbólti í kvøld. Hann er úr lítla býnum Beckum, sum liggur einar 50 kilometrar uttan fyri Dortmund, greiðir hann frá. Er sera áhugaður í Fótbólti, og fylgist við einum vin- manni, ið, sum vitiligt er, hevur sama áhuga. Teir hava verið í Skortlandi og sæð dystin millum Skot- land og Týskland,og teir eru ikki nøgdir við úrslitið hað- ani. 1-1 var ov lítið, halda teir. Teir leggja ikki einki fyri, til tess at koma hendanveg. Koyra við bussi úr Dort- mund til Calais í Fraklandi. Haðani við ferju til Dover í englandi. Aftur við Bussi til Glasgow. Har hava teir ver- ið í einar tríggjar dagar, áðrenn teir komu til Føroya við Atlantsflogi týsmorgun. Steðga her í tveir dagar, og so sama veg heimaftur. – Men vi hava fingið at- gongumerki. Tað keyptu vit frá viðhaldsfelagnum, Bor- ussia, greiða teir frá, og lata skilja, at so heppin eru ikki øll, sum kortini eru komin hendanveg. Um Føroyar vita teir lítið. Siga seg hava frætt, at her er nógvur seyður, og tað er so tað. Men fyrsta teir vóru komnir í land, varð farið til kunningardiskin at fáa sær tað tilfar, sum har fanst um Føryar. Og teir fegnaðust um, at ferðafaldararnir eis- ini vóru at fáa á týskum. Tað hjálpti væl um, hildu teir. Tað var at skunda sær í bussin, har nógvir av ferða- feløgunum longu bíðaðu. Tað vísti seg, at teir skuldi til Gjáar at búgva. Ivaleyst á Gjáargarði. Men teir skuldu helst ikki eta har, uttan í einum býi tætt við, visti onkur at siga. Og tað vildi onkur, sum helt seg hava frætt meira nágreini- liga, halda, skuldi nokk verða einastaðni, sum æt Eiði. Vit vinna við trimum málum Detlef Tomeinsky, h.m., sum saman við vinmanninum er komin til Føroya at hgygja at fótbólti. Teir skulu búgva við Gjógv Løgreglan heldur vakið eyga við fremmandu áksoðarunum. Men Karsten Hansen og Jacob Vestergaard, fyrrverandi løgreglumenn, eru helst ikki innkallaðir kortini. Teir vóru á veg av landinum í politikum ørindum skiltist ARBEIÐSSKAÐI Vilmund Jacobsen Tað hevur ikki eydnast okk- um at fáa fatur á skiparan- um á Ljósafelli, søldfirð- inginum, Ingolfi Rasmus- sen, í samband við skaðan, sum 16 ára gamli, Rógvi Danielsen, fekk umborð á Ljósafelli kristi himmal- ferðardag. Men vit hava tosað við reiðaríið hjá skip- inum á Argjum. Skiparans avgerð Har siga tey, at tað er skip- arin, sum metir um støð- una, tá ið slíkt hendir og tekur avgerð um, hvussu fram skal farast. - Vit ivast onga løtu í, at Ingolf, sum royndur skip- ari, hevur gjørt tað, hann helt vera rætt, tá ið óhappið hendi umborð á Ljósafelli. Reiðaríið sigur, at Ingolf er skilamaður og væl dámdur skipari, sum er góður við fólkið. Umborð á Ljósafelli hevur hann fingið tað besta burtur úr manningini, og tað hevur ikki staðið á hjá honum at fáa fólk. - Tí ivast vit onga løtu í, at hann undir teimum um- støðum, ið vóru, gjørdi tað, hann helt vera forsvarligt og rætt at gera, siga tey á reiðarínum. Skiparin gjørdi tað, hann helt vera rætt Ein kvinna í Fugla- firði vann leygar- dagin 3,35 mió. í Lotto SPÆL Heri á Rógvi Ein kvinna í Fuglafirði gjørdist leygadagin millióningur. Orsøkin var, at hon hevði øll røtt í stóra hvítusunnudráttin- um hjá Dansk Tipstje- neste. Saman við tveimum øðrum í Danmark vann kvinnan 3,35 milliónir krónur. Seðilin varð keyptur hjá Haraldsen í Fugla- firði, og talan var um matematiskt system við átta krossum. Dansk Tipstjeneste sigur í tíð- indaskrivi, at hetta skuldi givið góðar møguleikar til fleiri vinningar – afturat milliónunum. Hon var stødd uttan- lands týsdagin, tá vit royndu at fáa fatur á henni. Lottomillióningur í Fuglafirði C M Y K 7 6