mikudagur 11. juni 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 107 - 11. juni 2003
Nr. 107 - 11. juni 2003
5
Tølini tala
Vit gera eina roynd at
greiða frá verkfallin-
um í tølum. Hesaferð
eitt sindur rættari
VERKFALL
Heri á Rógvi
Í síðstu útgávu av Sosialin-
um umrøddu við semjuna á
privata arbeiðsmarknaðin-
um. Vit settu eisini nøkur
tøl í blaðið, men tíðanverri
eru ymisk tøl, sum ikki
samsvara, komin í blaðið.
Tískil seta vit hesi í av
nýggjum.
Tølini siga okkum so
mikið, at nýggi sáttmálin
gevur eina lønarhækkan
áljóðandi 9,33%, t.e. vøkst-
urin av tímalønini í gamla
sáttmálanum í mun til frá 1.
mai 2004.
Men seta vit hetta upp
ímóti semingsuppskotin-
um, ið skilti partarnir, áðr-
enn verkfallið byrjaði 8.
mai, so hava arbeiðara-
feløgini sum so ikki vunnið
so nógv.
Útrokningar vísa nevni-
liga, at – roknað útfrá
grundlønini einans – at
seminigsuppskotið, og har-
við eingin missur orsakað
av verkfalli, hevði givið
8.304,7 kr. meira í løn yvir
tvey ár. Í hesum verða verk-
falspengarnir ikki roknaðir
við. Siga vit, at verkfallið
vardi í seytjan dagar, so
skuldi
verkfallið
givið
10.146,7 kr., og sostatt
einki hall. Hetta er pening-
ur, limirnir hava goldið inn
av skattaðu løn sínari, og
sum teir nú fáa út, og aftur
skulu gjalda skatt av.
Útrokningar eru gjørdar
útfrá grundløn einans – við
ongum viðbótum ella aðrar
meirinntøku.
Roknað verður við 250
arbeiðsdøgum
um
árið
minus 25 frídagar, og
harvið 225 arbeiðsdagar í
alt. Gingið verður útfrá, at
fólk nýta allar sínar 25 frí-
dagar í hesum sáttmála-
árinum og komandi sátt-
málaári. Hetta tal kann
tilsavarandi verkfallinum
vera tveir dagar minni, og
harvið veksur inntøka og
tapið minkar tilsvarandi.
Gamli sáttmálin
Tímaløn
92,20
Frítíðarløn
11,06
Eftirløn
3,32
Útgoldin tímaløn
106,58
Dagsløn
852,67
Vikuløn
4.263,33
Ársløn
191.849,76
Sáttmáli 1. árið
Tímaløn
96,50
Frítíðarløn
11,58
Eftirløn
3,47
Útgoldin tímaløn
111,55
Dagsløn
892,43
Vikuløn
4.462,16
Ársløn
185.625,86*
Sáttmáli 2. árið
Tímaløn
100,80
Frítíðarløn
12,10
Eftirløn
3,63
Útgoldin tímaløn
116,52
Dagsløn
932,20
Vikuløn
4.660,99
Ársløn
209.744,64
*Frádrigið dagar í verkfalli
Samlaði lønarvøksturin
9,33%
Fakta
Semjan á privata arbeiðsmarknaðinum gevur mest í longdini til verkafólkið
Í sambandi við dystin
mikudagin er rættilig
innrás av týskarum í
Føroyum
DYSTUR
Heri á Rógvi
Við Norrønu í mána-
morgun vóru upp ímóti 500
týskarar við umborð.
Hetta upplýsir Áki Jesp-
ersen, ferðafólkaleiðari hjá
Smyril Line.
Ikki allir eru fótbólts-
áskoðarar, tí nógv eru á veg
til Íslands, men ein fittur
partur er kortini komin til
dystin, verður hildið, men
langt frá øll. Norrøna var
stúgvandi full á túrinum úr
Hanstholm, og hon verður
somuleiðis full til Íslands í
dag. Ein partur av áskoðar-
unum fara avstað við
Norrønu.
Fleiri flogfør
Eisini nógvir týskarar koma
til landið loftvegis.
Finnbogi Niclasen, stjóri
á Flogvøllinum í Vágum,
sigur, at týsdagin og miku-
dagin koma fimm flogfør
úr Skotlandi og eitt kemur
beinleiðis úr Frankfurt.
Flogførini koma bæði úr
Aberdeen og Edenburgh.
Týskland spældi leygar-
dagin javnleik móti Skot-
landi, og týska liðið, fjøl-
miðlafólk og áskoðarar
koma tískil fyri ein part
haðani frá.
Umleið 550 fólk í alt
skulu ferðast til og frá flog-
vøllinum í Vágum í sam-
bandi við dystin - umframt
regluligu rutuflogførini.
Fyri flogvøllin í Vágum
er hetta ein stór avbjóðing,
tí fleiri flogfør skulu steðga
á í Vágum, og hetta ger, at
tey mugu toyggja seg tað,
tey megna, fyri at hýsa
øllum.
Og í Vágum verður sats-
að upp á, at veðrið verður
gott, soleiðis at øll flogfør-
ini megna at lenda.
Umleið 750 týskarar hava
í alt atgongumerki til dystin,
men líkt er til. Fleiri týskarar
eru komnir til landið uttan
atgongumerki, greiða týsk
viðhaldsfólk
frá.
Men
hvussu stórt talið er, veit
eingin at siga við vissu.
Nógvir týskarar í Føroyum
Týskarar streyma til landið í hesum døgum. Líkt er til, at gestirnir verða sjónligir á Tórsvølli
Føroya Banki hevur
keypt økið, ið gongur
undir navninum
Mexico, sum liggur
miðskeiðis í Havn.
Hvørjar ætlanir
bankin hevur, vil
stjórin ikki upplýsa
HAVNIN
Ingi Rasmussen
Hví tað eitur Mexico, er
okkum ókunnugt. Kanska
er tað tí, at eyðkendi garð-
urin einaferð lá eitt fitt petti
uttanfyri Havnina. Uttan
fyri lóg og rætt.
Nú liggur Mexico mitt í tí
pulserandi høvuðsstaðnum.
Beint við eina høvuðsæðr,
R.C. Effersøesgøtu, tætt
við ítróttardepilin Gunda-
dal, ídnaðarøkið á Hálsi og
íbúðaøkið Konmansmýru.
Tí er tað ikki so løgi, at
stórur áhugi hevur verið
fyri at keypt Mexico.
Føroya Banki hevur nú
keypt gamla bóndagarðin
og hagastykkið mitt í Havn-
ini, váttar Janus Petersen,
stjóri í Føroya Banka.
Talan er um einar 25.000
fermetrar. Mexico fevnir
um tað ódyrkaða økið, sum
røkkur frá sjálvum garðin-
um, suður til høvuðsskriv-
stovuna hjá Føroya banka
við SMS og eystur ímóti
Konmansmýru.
Hetta er eitt gott stykki,
og spurningurin er, hvørjar
ætlanir bankin hevur við tí.
– Vit hava onkrar ætlanir,
men tær eru ikki ítøkiligar,
og tí fara vit ikki út við
teimum enn, sigur Janus
Petersen.
Føroya Banki hevur tveir
høvuðsbygningar í høvuðs-
staðnum, og ongar ætlanir
eru um at fara úr teimum,
leggur stjórin dent á. Hann
vísir samstundis aftur, at
ætlanin er at fara undir
íbúðabygging ella aðra
bygging.
Spurdur, um tað er rætt
av Føroya banka at leggja
jørð inn undir seg mið-
skeiðis í Havnini, har pláss-
trot er frammanundan, vísir
Janus Petersen hesum aftur.
– Vit hava ongan áhuga at
leggja inn undir okkum.
Tvørturímóti hava vit gjørt
tað øvugta. Vit hava ikki
viljað átt, og tí hava vit selt
fleiri ognir síðstu árini,
millum annað eina trøð á
Argjum. Eftirhondini eiga
vit næstan onki. Tú kanst
kanska siga, at talan er um
eina íløgu, tí vit hava keypt
fyri at síggja, hvørjir møgu-
leikar liggja í hesum, men
vit leggja ikki inn undir
okkum, sigur Janus Peter-
sen.
Bankastjórin vil ikki
siga, hvussu nógv bankin
hevur latið fyri Meksiko.
Tað er ein upphædd, sum
liggur millum bankan og
seljaran, sigur hann. Eitt
tal, sum er komið Sosialin-
um fyri oyrað, er 12 milli-
ónir krónur. Men tað vil
Janus Petersen hvørki vátta
ella avsanna.
Løgtingsskrivstovan
flytir nú niðan á
ovastu hædd í
hjábygninginum hjá
Føroya løgtingi. Á
ólavsøku verður
fyrsta byggistig í
ætlanini at byggja
gamla Telefonverkið
um til Løgtingið
væntandi liðugt
FLYTING
Ingi Rasmussen
Mánadagin fór Løgtings-
skrivstovan undir at flyta í
síni nýggju høli, sum eru á
ovastu hædd í húsinum, har
Telefonverkið áður helt til.
Enn er bara ovasta hædd-
in liðug, har sjálv Løgtings-
skrivstovan skal halda til.
Súsanna Danielsen, stjóri á
Løgtingsskrivstovuni,
sigur, at væntandi verður
alt liðugt á ólavsøku. Hon
er væl nøgd við umstøðurn-
ar, sum tær síggja út.
Gamli bygningurin hjá
Telefonverkinum, sum nú
verður bygdur um, skal
vera til umsiting og annað
hjá løgtinginum. Á aðru
hædd vera fundarhølini hjá
løgtinginum og á fyrstu
hædd fáa tingmenn einar 70
fermetrar til uppihalds, og
køkur er eisini á tí hæddini.
Kjallarin hevur higartil ver-
ið brúktur til uppihalds-
stovu hjá tingmonnum,
men nú teir fáa betri um-
støður, verður kjallarin bert
brúktur til klædnagoymslu.
Ovastu hæddina, tað er
triðja hædd, fær Løgtings-
skrivsstovan alla, sum hon
er.
Hetta er kortini bara
fyrsta byggistig í tí stóru
ætlanini at geva løgting-
inum nýggjar karmar. Før-
oya Tele kemur framvegis
at halda til í norðaru helvt-
ini av bygninginum, og
sambært ætlanini, sum er
stungin út í kortið, verður
húsið ikki heilt liðugt til
Føroya løgting fyrr enn í
2005. Tá skal Føroya Tele
vera úti við øllum sínum
útbúnaði. Til ta tíð hava
løgtingsmenn eisini fingið
hvør sína skrivstovu at hús-
ast í.
Enn er útsíðan á umsit-
ingarliga partinum av løg-
tingshúsinum ikki liðug,
men ein hóming fæst av
endaligu útsjóndini við at
hyggja at ovastu hæddini.
Vindeyguni vera tey somu í
teimum niðaru hæddunum
og bæði tornið og millum-
bygningurin, sum partvíst
er úr glasi, hava eisini
fingið sítt endaliga skap.
Tað er Heidi Andreasen
arkitektur, sum hevur stað-
ið fyri at geva løgtinginum
nýggja útsjónd og umstøð-
ur. Hon vann upprunaligu
arkitektakappingina
um
nýggj løgtingshús, sum
kortini ikki vann frama av
politiskum ávum.
Løgtingsskrivstovan hev-
ur síðstu árini hildið til í
bygninginum hjá gomlu
Dimmu í Erling Jalsgøtu.
Stóri flytidagur hjá løgtinginum
Mexiko farið undir bankan
Mexico lá uttan fyri lóg og rætt. Nú liggur tað beint við eina høvuðsæðr í Tórshavn, og tí hevur Føroya banki keypt
Mynd: Jens K. Vang
Snotuligt sær tað út á ovastu
hædd, har Løgtings-
skrivstovan nú flytir inn
Mynd: Jens K. Vang
Bioanalytik-
arar hava
fingið nýtt
merki
BÚMERKI
Ingi Rasmussen
Føroyskir bioanalyt-
ikarar hava fingið
nýtt búmerki, sum
Hildigunn Heinesen
hevur gjørt. Tað er
avgjørt á limafundi
hjá felagnum fyri før-
oyskar bioanalytika-
rar.
Nýggja merkið er
ein fimmhyrningur á
grøna bakgrund, har
tað stendur bioanal-
ytikari undir. Merkið
er úrslit av einari bú-
merkjakapping, sum
felagið fyri bioanal-
ytikarar í Føroyum
skrivaði út. Bara eitt
uppskot kom inn til
kappingina, men fel-
agið helt uppskotið
vera so mikið gott, at
nevndin gjørdi av at
arbeiða víðari við tí.
Hildigunn Heine-
sen átti uppskotið.
Hon hevur lagt dent á
fimmhyrningin, sum
skal ímynda sergrein-
ar hjá bioanalytik-
arum. Sergreinarnar
eru klinisk biokemi,
klinisk immunologi,
klinisk mikrobiologi,
klinisk
fysiologi/-
nuklearmedisin
og
klinisk
patologi/-
histologi.
Felagið hjá bio-
analytikarum, áður
nevndir laborantar,
hevur gjørt av, at bara
tey, sum hava út-
búgving sum bio-
analytikarar, kunnu
nýta merkið. Tey,
sum eru limir í fel-
agnum, fáa tað í
gávu.
Nýggja merkið hjá
føroyskum
bioanalytikarum
C
M
Y
K
5
4