Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 • mikudagur • 11. juni 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo - Tá leikararnir so- leiðis eru savnaðir yvir langt tíðarskeið, kann tað blíva eitt sindur keðiligt við bara venjing og dysti, og tí hava leikararnir eisini tørv á at gera okkurt heilt annað, sigur Henrik Larsen UPPTAKT Jákup Mørk Tað verður ikki tað heilt nógva av venjing, sum før- oyska liðið hevur undan dystinum móti Týsklandi. Eftir heimkomuna leygar- kvøldið gistu teir allir á Hotel Vágum, tó at Jákup á Borg fekk loyvi at fara ein túr heim til lítlu familjuna, sum hann nú hevur fingið. Sunnudagin var so ein løtt venjing á Sørvági, og eftir hetta høvdu leikararnir frí í nakrar tímar, áðrenn teir aftur hittust. Hesa ferð á Hotel Føroyum, har landsliðið heldur til fram til dystin. Mánadagin var ætlanin, at tvær venjingar skuldu verða á skránni, men Hen- rik Larsen hevði tó strikað tí seinnu av hesum, og sendi ístaðin leikararnar niðan í Svimjihøllina, har útlop av 5-metur vippuni og annars stuttleiki var á skránni. Tørv á fríløtum Tað er ikki fyrstu ferð, at Henrik Larsen letur leikar- arnar taka sær eitt sindur av løttum undan landsdystum. Onkra ferðina hevur talan verið um at leiga bowling- høllina á Hálsi, meðan biografsalurin hevur verið nýttur aðrar tíðir, og sjálvur hevur Henrik Larsen eisini sína heilt avgjørdu hugsan um, at hetta kann vera rætt at gera við hvørt. - Sjálvandi er dysturin mikudagin umráðandi, men tað ræður eisini um, at leikararnir skulu vera væl fyri til uppgávuna. Tá talan er um tveir dystir á rað, eru vit jú eisini savnaðir nóg so intenst í eina góða viku, og tá kann tað gerast eitt sind- ur keðiligt, um talan bara er um venjing og aftur venj- ing, heldur hann. - Tá kann tað ofta vera gott fyri leikararnar, um teir gera okkurt heilt annað eina løtu, soleiðis at tankar- nir ikki bara snúgva seg um fótbólt, og tað er so tað, sum eg havi valt at gera. Nakað annað er so eisini tað, at vit hava tørv á, at leikararnir eru væl hvíldir til mikudagin, og tað var so eisini ein av orsøkunum til, at eg valdi at strika seinnu venjingina í dag. Sjálvur hevur Henrik Larsen eisini góðar royndir av slíkum tiltøkum, sum fyri ein fótbóltsvenjara mugu sigast at vera eitt sindur ótraditionell. Í øllum førum var ein partur av fyrireikingunum hjá dønum undan EM-hálvfinaluni móti Hollandi í 1992 at fara á McDonalds at fáa sær ein burgara. Nakað sum av flestu serfrøðingum varð mett sum púrasta garvilt, tá leikararnir høvdu ein strævnan dyst fyri framm- an. Hvussu tað spældi av hjá Ricardo, Henrik Larsen og hinum á liðnum, vita helst tey flestu, og um Henrik sigur, at hetta jú er partur av tí sama. At broyta gerandis- dagin eitt sindur, so leikar- arnir ikki møðast av hvørj- um øðrum. Bíðar til seinastu venjinga Tá vent verður aftur til sjálvan dystin, heldur Hen- rik, at tað enn er ov tíðliga at seta nøvn á, hvussu liðið fer at síggja út. - Tað er klárt, at eg havi gjørt mær nakrar tankar, men soleiðis sum leikarar- nir ganga inn fyri venjing- ini, er nokk best, at bíði við at seta liðið til í evstu løtu, sigur hann flennandi. Hetta seinasta skal nokk vísa til eina hending í mánadags- venjingini, har Rógvi Ja- cobsen og Oli Johannesen vóru í eini ordiligari mann- fólkatakling. Men tú hevur í øllum før- um ein positivan trupul- leika í verjupartinum, har tveir leikarar koma aftur. Teir, sum røktu plássini í Íslandi hava í øllum førum ikki spælt seg av? - Nei tað er so heilt víst, at teir ikki gjørdu. Tað var tað nokk ikki nakar sum gjørdi, sjálvt um eg kundi ynskt, at vit høvdu skapt meira. Nú havi eg sæð dyst- in aftur á sjónbandi, og faktist halda vit teimum nógv betri, enn eg trúi, og tað er er heilt víst eitt stórt herðaklapp til alla ta defensivu organisatiónina á liðnum, sigur venjarin. Viðvíkjandi álopspartin- um, skal í øllum førum ein broyting fremjast, nú Andrew er leikbannaður, men heldur ikki her vil venjarin siga nakað um, hvussu stillað verður upp. - Har mugu vit so finna ein nýggjan leikara. Annað fái eg ikki sagt um tað, eru einastu boðini, sum Henrik Larsen hevur at siga í so máta. Um týska liðið heldur hann, at teir eru undir stór- um trýsti undan dystinum. - Teir hava jú ikki spælt so væl í seinastuni, og tað er heilt víst, at tað kann viðføra nakrar frustratiónir. Tað eru fyrst og fremst hesar, sum vit mugu royna at fáa fram í teirra spæli, men sjálvandi verður tað ein ótrúliga torført upp- gáva, og vit skulu í øllum førum spæla upp til okkara allarbesta, um vit skulu hava nakran møguleika, sigur Henrik Larsen at enda. Hitaðu upp í Svimjihøllini - Teir hava jú ikki spælt so væl í seinastuni, og tað er heilt víst, at tað kann viðføra nakrar frustratiónir. Tað eru fyrst og fremst hesar, sum vit mugu royna at fáa fram í teirra spæli, men sjálvandi verður tað ein ótrúliga torført uppgáva, heldur Henrik Larsen um uppgávuna móti Týsklandi 13 12 Nr. 107 - 11. juni 2003 UTTAN ÚR HEIMI OPEC umhugsar niðurskurð Oljuútflytaralondini í OPEC-felagsskapinum halda fund í Doha í morgin, og tað er ikki óhugsandi, at tey fara at gera av at skerja framleiðsluna. Abdullah al-Attiyah, oljumálaráðharri í Qatar og formaður í OPEC, segði í gjár, at fundurin fer at viðgera allar møguleikar. Hann segði, at hóast olju- prísurin er høgur í løtuni, er tað ikki óhugsandi, at OPEC-londini fara at skerja sína framleiðslu. Olju- prísurin er hækkaður umleið 20 prosent seinastu tríggjar mánaðarnar, og í gjár kostaði ein tunna av norðsjóvarolju 27,98 dollarar á marknaðinum í London. Ein høvuðsorsøk til fundin hjá OPEC er, at Irak væntandi fer at útflyta olju aftur seinni í hesum mánaðinum. Dýr ES-krøv Nýggj trygdarkrøv, sum ES krevur sett sett í gildi á samferðsluøkinum, og sum eisini umfata Noreg sam- bært EBS-sáttmálanum, fara at kosta norðmonnum dýrt. Nýggju trygdarkrøvini umfata millum annað ferjur, og tey bera millum annað í sær, at ein ferja, sum kann flyta umleið 100 ferðafólk, skal lúka somu trygdar- krøv sum ein ferja, ið kann flyta meiri enn 2.000 ferðafólk, skrivar Aftenposten. Norska samferðsluráðið sigur, at bara 18 av teim- um 53 norsku ferjunum, sum sigla uttanskers, lúka tey nýggju krøvini, og at tað væntandi fer at kosta einar 2,2 milliardir krónur at byggja nýggjar ferjur, sum lúka krøvini. Men tað er minni enn so alt, tí fleiri aðrar ferjur skulu umbyggjast og aðrar skiftast út, og tí væntar samferðsluráðið, at nýggju krøvini fara at kosta Noregi meiri enn 6,5 milliardir krónur. ES samtykti tey nýggju trygdarkrøvini fyri fimm árum síðani, og málið er, at øll londini skulu lúka tey í seinasta lagi í 2010. Hermenn til Afrika Amerikanska stjórnin hevur gjørt av at senda 69 her- menn til Mauritania og Liberia at verja amerikansku sendistovurnar har og at veita amerikanskum ríkis- borgarum neyðuga trygd. 35 amerikanskir hermenn eru longu farnir til Liberia, har uppreistrardeildir hava tikið seg inn í sjálvan høvuðsstaðin Monrovia. Í gjár ljóðaði, at uppreistrarmenninir vóru stutt frá borgini hjá Charles Taylor, forseta. Samstundis verða 34 amerikanskir hermenn sendir til mauritanska høvuðsstaðin Nouakchott, har stjórnarherurin bardi eina kvettroynd niður hvítusunnudag. USA fyrireikar seg eisini til at flyta amerikanskar ríkisborgarar úr teimum báðum vesturafrikansku londunum, og fleiri flogfør standa til reiðar at fara eftir teimum. USA hevur fyrr mælt sínum ríkisborg- arum til at fara úr Liberia. Leita eftir gomlum milliardum Bretsku myndugleikarnir hava givið amerikanska kavarafelagnum Odyssey Marine Exploration loyvi at leita eftir gullmyntum umborð á einum enskum her- skipi, sum sakk uttan fyri Gibraltar í 1694. HMS »Sussex« hevði eina millión gullmyntir í lastini, tá tað fór úr Portsmouth í desember í 1693 við kós ímóti Miðjarðarhavinum. Men uttan fyri Gibralt- ar sakk skipið, og bert tveir av teimum 500 monnun- um, sum við vóru, sluppu frá vanlukkuni á lívi. Ser- frøðingar meta, at gullmyntirnar eru einar 27 milli- ardir krónur verdar í dag. Amerikanska kavarafelagið hevur seinastu tíðina leitað á leiðini uttan fyri Gibraltar og hevur funnið fleiri skipsvrak har. Eitt teirra er vrakið av MHS »Sussex«. Finna amerikansku kavararnir allar gull- myntirnar, skal bretski ríkiskassin hava umleið helmingin. Annan hvítusunnu- dag fór ísraelski herurin undir at rudda jødiskar niðursetubygdir á Vestara Áarbakka burtur ÍSRAEL Árni Joensen: Í fyrsta umfari ruddaðu hermenninir ávaringarstøð- ir og annað hjá niðursetu- monnunum, men samstun- dis kunngjørdi herleiðslan, at teir næstu dagarnar fáa fleiri niðursetufólk boð um at flyta burtur.Gera tey tað ikki við góðum, verða tey flutt við makt, segði her- leiðslan. Altjóða samfelagið sigur allar tær jødisku niðursetu- bygdirnar vera ólógligar, men kortini hevur ísraelska stjórnin góðkent 145 slíkar bygdir. Sambært friðar- ætlanini skulu ísraelsmenn flytast burtur úr øllum niðursetubygdunum, og palestinsku myndugleik- arnir eru ikki nøgdir við tað, sum ísraelska stjórnin higartil hevur gjørt. Teir halda, at ísraelsku myndug- leikarnir ætla sær bert at tøma hakrar ávaringarstøðir og at flyta tey, sum búgva í húsvognum, meðan hini sleppa at verða verandi. ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, sigur seg tó vera nøgdan við, at Ísrael í hvussu er hevur tikið tað fyrsta stigið, og fyrradagin rósti hann bæði Ariel Sha- ron og Mahmoud Abbas fyri at halda friðarætlanina. Palestinski forsætisráð- harrin segði annan hvítu- sunnudag, at hann ætlar sær at halda fram við royndini at fáa teir víðgongdu palestinsku bólkarnar at semjast um eina vápna- hvíld fyri at fáa enda á ófriðinum. Hillary Rodham Clinton verður hildin at hava ein møguleika at gerast fyrsta kvinn- an í amerikanska forsetaembætinum, men hon ætlar sær ikki aftur í Hvítu Húsini USA Árni Joensen: - Eg havi ongar ætlanir um at stilla upp til forsetaval, svaraði fyrrverandi forseta- frúan, tá sjónvarpið ABC spurdi hana, um hon ætlaði at gera eftir teimum mongu áheitanunum um at royna at gerast amerikanskur forseti eins og maður hennara, Bill Clinton. Hillary Rodham Clinton situr í senatinum, har hon umboðar New York, og hon sigur, at hennara fremsta mál er at verða afturvald á valinum í 2006. Fleiri demokratiskir politikarar og kvinnufelagsskapir í USA hava í seinastuni mælt henni til at stilla upp til forsetavalið í 2008, men hetta tykist ikki hava hennara áhuga - ikki nú í hvussu er. Fyrrverandi forsetafrúan hevur verið nógv umrødd seinastu dagarnar, eftir at hon í síðstu viku gav út eina bók við sínum endur- minningum. Bókin hevur vakt stóran ans, tí hon um- røður millum annað sam- bandið millum Bill Clinton og Moniku Levinsky. Ísrael ruddar ólógligar niðursetubygdir burtur Ikki aftur í Hvítu Húsini Jødisku niðursetumenninir eru í øðini inn á Ariel Sharon, tí hann hevur lovað at flyta teir burtur. Her er ein teirra í hornatøkum við løgreglumenn Hillary Rodham Clinton við nýggju bókini »Living History« C M Y K 12