Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 11. juni 2003 15 14 Nr. 107 - 11. juni 2003 Í altjóða høpi, er tað bara Brasilia, sum kann standa í mát við mótstøðuliðið hjá føroyingum í kvøld. TÝSKA LANDSLIÐIÐ Páll Holm Johannesen Tað mundu vera nógv fót- bóltsáhuga, sum sótu spent frammanfyri sjónvarps- skýggjan fyri sløkum hálv- um øðrum ári síðan, tá luta- kastið til EM-undankapp- ingina var í Portugal. Tað er altíð stórur spenn- ingur, um hvørjar stórtjóðir, vit vera bólkaði við, og hvørjar stjørnur føroyingar kunnu vænta sær at síggja í Føroyum. Gaman í hava nógvar fótbóltsstjørnur ver- ið í dysti í Føroyum, men við undantakinum Spania, so høvdu vit undan hesi undankappingini, ikki havt eitt rættiligt stórlið í okkara bólki. Føroyska landsliðið hev- ur fleiri ferðir verið eystan- fyri, og hóast hesi lið eru sterk, so er lítið at ivast í, at føroyingar heldur vilja hava lond sum Ongland, Frak- land, Italia, Týskland ella Danmark hendavegin. Á middegi í gjár kom so endi- liga ein av hesum tjóðum til Føroya. Týska landsliðið stendur uttan mát við onnur mótstøðulið, sum mætasta fótbóltstjóð, sum nakrantíð hevur vitjað oyggjarnar. Standa seg altíð væl Tað er ikki uttan grund, at fyrrverandi enski framherjin, Gary Lineker, einaferð tók so til: Fót- bóltur er eitt spæl við 22 leikarum, har Týskland altíð vinnur. Týskland hev- ur vunnið HM-heitið tríggj- ar reisur og EM-heitið tvær ferðir. Tað er bara Brasilia, ið kann breggja sær av at hava betri hagtøl, enn Týsk- land. Verandi HM-vinnar- arnir hava vunnið HM fimm ferðir. Fyrstu ferð fyrrverandi Vesturtýskland vann HM- heitið var í 1954. Teir vunnu 3-2 á favorittunum Ungarn í finaluni. Tjúgu ár seinni á heimavølli kom næsta HM-heitið í hús. Við so stórum nøvnum sum Gerd Muller, Franz Beck- enbauer, Sepp Maier, Berti Vogts, Uli Hoennes og Paul Breitner endaðu týskararir aftur ovast á sigursskamlin- um. Í einari vælspældari finalu ímóti Hollandi vísti Vesturtýsklandi seg vera ov stórur gloypibitið hjá hol- lendsku bóltsnillingunum. Finalan endaði 2-1 til Vest- urtýskland Bæði í finaluni í 1954 og 1974 kom Vesturtýsklandi afturum tíðliga í dystinum, men kortini komu teir aft- uríaftur. Hesin eginleikin hevur altíð verið eitt eyð- kenni við týska landsliðn- um, og er tað framvegis í dag. Ein av keðiligastu HM- kappingunum í søguni, var kappingin í Italia í 1990. Ein av fáu glottunum var Vesturtýskland, sum gjøgn- um kappingina sýndi besta spælið. Við leikarum sum Lothar Matthaus, Jurgen Klinsmann, núverandi venjaranum, Rudi Vøller og Andreas Brehme vann Vesturtýskland HM-heitið fyri triðju ferð- og higartil seinastu ferð. EM hevur Týskland vunnið tríggjar ferðir. Fyrstu ferð var í 1972, tá teir vunnu 3-0 á Sovjet. Átta ár seinni vunnu teir aftur EM-heitið og seinn- asta ferðin var í 1996, tá Týskland vann 2-1 á Kekkia í finaluni. Mangan hevur týska landsliðið verið útskeldað, áðrenn tey stóru endaspøl- ini. Liðið verður ikki spátt teir stóru møguleikarnar, men kortini eru týskarar altíð millum tey drúgvastu liðini í endaspølunum. So seint sum seinasta summar prógvaðu týskararnir, at ein skal aldrin undirmeta teir. Teir spældu seg heilt óvæntað framm í finaluna, har Týskland mátti lúta fyri Brasilia. Der Kaiser Nevnir ein týskan fótbólt, so slepst valla undan at nevna navnið Franz Beck- enbauer ella Der Kaiser, sum hann eisini verður kallaður. Beckenbauer er uttan iva ein av bestu leik- arunum og venjarum gjøgnum tíðirnar. Bert 20 ára gamal spældi hann sín fyrsta landsdyst, og fram til 1977 blivu tað í alt 103 landsdystir. Der Kaiser spældi sjálvur við í trimum HM-endaspølum, har hæddarpunktið var í 1974 , tá hann sum liðskipari leiddi Týskland til HM- heitið á heimavølli. Hann spældi libero bæði á týska landsliðnum og frá- líka Bayern Munchen liðn- um í 70 árunum. Týskur fótbóltur var rættiliga í hæddini í 70´inum. Bert Ajax megnaði at standa í mát við Bayern Munchen hesi árini. Beckenbauer og Munchen vunnu Evropa Cup fyri meistarar trý upp í slag, frá 1974-1976. Eftir eina glæsiliga karrieru í Bayern Munchen, valdi 32 ára gamli Franz Becken- bauer at fara um Atlants hav at royna fótbóltseydn- una. Ævintýrið í USA gjørdist ongantíð tað heilt stóra, og hann vendi aftur til týskan fótbólt í 1980, har hann spældi trý ár í Hamburg SV, áðrenn hann setti skógv- arnar á hillina. Eftir miseydnaða EM- endaspælið í 1984, vóru boð eftir Franz Beckenbau- er sum landsliðsvenjara. Keisarin váttaði, og stóð á odda fyri týska landsliðn- um til eftir HM-endaspælið í 1990. Úrslitini vóru als ikki at forsmáa, eitt annað pláss í HM í Meksiko og HM-vinnari í 1990. Einasta vónbrótið var, at hann ikki megnaði at vinna EM- heitið í 1988 á heimavølli. Franz Beckenbauer er í dag næst formaður í týska fótbóltssambandinum, og er ein av høvuðssamskipar- unum av HM-kappingini, sum verður um trý ár í Týsklandi. Tá stendur á hjá Bayern Munchen ella týska landsliðnum, plagar Beck- enbauer ikki at vera fáorð- aður, og gevur vanliga lið- unum av grovfílini, um úrslitini ikki standa í mát við tað, hann væntar av liðunum báðum. Altíð ófriður Eitt eyðkenni við týska landsliðnum er, at tað altíð ófríður um liðið. Serliga til endaspølini hevur ofta stað- ið nógv á, og fjølmiðlarnir eru vanliga skjótir at gera sær dælt av støðuni. Tað hava altíð verið sterkir ein- staklingar á týska lands- liðnum, og hjá venjarunum hevur størsta uppgávan at samansjóða sterku einskak- lingarnar. Tað er onki dulsmál, at ein innanhýsis rivalisering millum týsku feløgini eisini ger seg galdandi á týska landsliðnum. Í 80 árunum vóru tað serliga leikarar úr Bayern Munchen og 1. FC Køln sum ikki kundu ein- ast, og í 90 árunum hevur sami trupulleiki verið mill- um leikararnar hjá Bayern Munchen og Borussia Dortmund. Nógvi ófriðurin á týska landsliðnum hevur eisini havt við sær, at fleiri evnaríkir leikarar tíðliga góvust við við at umboða týska landsliðið. So frægir leikarar sum Bernd Schust- er, Harald Schumacher og Stefan Effenberg steðgaðu allir á landsliðnum í ótíð. Bernd Schuster var ein av mest lovandi týsku stjørn- unum fyrst í 80 árunum, men hann takkaði kortini tíðliga av landsliðnum. Hann fekk eina glæsiliga karrieru í Barcelona, Real Madrid og Atletico Madrid, og hóast hann var umbiðin fleiri ferðir til týska lands- liðið, so spældi hann var bara við í EM-endaspælin- um í 1980. Harald Schumacher var saman við Renat Dassajev og Jean-Marie Phaff besti málverjin í heiminum gjøgnum 80 árini, men landsliðskarrieran fekk kortini ein brádligan enda. Í rættiligari opinskarða ævi- søgu síni avdúkaði hann innanhýsis trupulleikarnir á týska landsliðini og bókin "Anphiff" gav Harald Schumacher sekkin bæði á týska landsliðnum og felag- num 1.FC Køln. Stefan Effenberg var, eins og Schuster, ikki meir enn fyrst í tjúgunum, tá hann gavst á landsliðnum. Til HM-kappingina í 1994 gjørdist Effenberg frá sær sjálvum, eftir hann varð útskiftur, og tá hann gekk av vøllinum, gjørdi hann ikki mætari enn at geva áskoðarunum miðfingurin. Henda myndin varð send um allan heim, og dagin eftir var Effenberg sendur heim úr týsku HM-leguni. Hann spældi einstakar landsdystir eftir hendan tilburðin, men kortini einki merkisvert. Hóast ófríður er eitt eyð- kenni við týska landsliðn- um, so vísur tað seg kortini, at tá harðast leikar á innan- hýsis og fjølmiðlatrýstið er nógv, so hevur týska lands- liðið tann góða eginleikan, at allir leikarar standa sam- an á vøllinum, og geva sítt ítarsta. Eftir javnleikin ímóti skotum á Hampden Park leygardagin fær týska landsliðið av grovfílini frá týsku fjølmiðlunum. Michael Ballack hevur eisini víst sína ónøgd al- ment við avrikið leygardag- in, og tað er ikki vældámt. Hetta er kortini ikki nakað nýtt, og fáur verður tikin av bóli, um týska landsliðið reisur seg manniliga aftur mikukvøldið, sum so mangan áður. Hjá føroying- um er bert at vóna at so ikki verður... Hagtøl um týskan fótbólt Týska fótbóltssambandið, DFB, varð sett á stovn 1900. Fýra ár seinni fekk DFB altjóða limaskap í FIFA. Fyrstu ferð Týskland var við í HM var í 1934, og higartil eru tað blivin til í alt 16 HM-endaspøl. Tríggjar ferðir hava teir vunnið HM, í 1954, 1974 og 1990. EM hava teir eisini vunnið tríggjar ferðir, í 1972, 1980 og 1996. Toppskjúttar: Gerd Muller 68 mál Joachim Streich 55 Rudi Vøller 47 Jurgen Kinsmann 47 Karl-Heinz Rummenigge 47 Flestar landsdystir Lothar Matthaus 150 Jurgen Klinsmann 108 Jurgen Kohler 105 Franz Beckenbauer 103 Týskir landsliðsvenjarar: Otto Nerz 1923-36 Sepp Her 1936-1964 Helmuth Schon 1964-1978 Jupp Derwall 1978-1984 Franz Bechenbauer 1984-1990 Berti Vogts 1990-1998 Erich Ribbeck 1998-2000 Rudi Voller 2000- Mæta fótbóltstjóðin vitjar oyggjarnar Stefan Effenberg er ein leikari, ið gavst á landsliðnum brádliga. Hóast ein glæsiliga karrieru, so spældi hann bert fáar landsdystir eftir tilburðin í HM í USA Franz Beckenbauer er ein institution í týskum fótbólti. Hann megnaði bæði at vinna HM-heitið sum leikari og venjari. Týsdagin á middegi lendu týsku stjørnurnar í Vágum. Týskland er uttan iva mætasta fótbóltstjóð hava havt á vtitjan í Føroyum C M Y K 14