mikudagur 11. juni 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 11. juni 2003
17
16
Nr. 107 - 11. juni 2003
Christian Wörns,
Borussia Dortmund,
46/0
Er generalurin í verjuni hjá
bæði Borussia Dortmund
og
týska
landsliðnum.
Kropssterkur og skjótur
sum hann, eru tað teir
fægstu
álopsleikararnir,
sum klára at renna hann av,
men onkun tíð tykist hann
tó hava trupulleikar, um
spælt verður skjótt fram við
jørðini, men um føroyingar
fáa møguleikan fyri hesum,
er so ein opin spurningur.
Michael Ballack,
Bayern München,
33/12
Enn telist hann ikki millum
teir royndastu á týska lið-
num, men sæð burtur frá
Kahn, er tað neyvan nakar
leikari, sum hevur sama
týdning fyri týska spælið.
At tað eisini var júst hann,
sum varð kosin at taka yvir
eftir Stefan Effenberg í
Bayern prógvar eisini, at
tað býr nakað serligt í
honum. Er mest av øllum at
rokna sum ein komplettur
modernaður fótbóltsleikari.
Sterkur, skjótur, málsøkin
og tekniskt góður. Einasti
veikleikin er kanska sinna-
lagið, sum við hvørt hevur
ov góða tendring, og sum
millum annað viðførdi, at
hann var leikbannaður, tá
Týskland í fjør leikti HM-
finaluna móti Brasilia.
Paul Freier, Bochum,
10/1
Er ein av ungu monnunum,
sum longu nú er um at bíta
seg fastan á liðnum. Er ikki
altíð millum teri fyrstu
ellivu, men tó altíð millum
teir, sum kunnu vænta at
fáa spælitíð, og við fram-
rættaða spælistíli sínum er
hann ofta eisini ein hóttan
fyri kantarnar á mótstøðu-
verjuni.
Torsten Frings,
Borussia Dortmund,
23/2
Sterki miðvallarin hjá Bo-
russia Dortmund stendur
kanska onkun tíð í skugg-
anum á Jeremies og Bal-
lack, men eingin ivi er um,
at leiklutur hansara á mið-
vøllinum eisini er sera
stórur. Megnar at renna
sólina svarta í síni støðugi
verjan av allari síðuni, og er
í so máta ein av orsøkunum
til, at týskarar yvir høvur
kunnu halda fast í 3-5-2
spæliskipanini, uttan at
hetta kostar úti á síðuni.
Jens Jeremise, Bayern
München, 47/1
Jarnmaðurin á týska lands-
liðnum, sum altíð er við,
har sum tað gongur fyri
seg. Er kanska ikki altíð so
øgiliga sjónligur í spælin-
um fram eftir vøllinum,
men tað er ofta fyrst og
fremst hansara arbeiði, sum
ger, at meira framrættaðu
leikararnir
yvirhøvur
kunnu loyva sær at hugsa
so nógv aftureftir. Effek-
tivetur og stríðsvilji eru
kanska størstu kennimerki
hansara, men tað slepst tó
ikki undan, at talan sam-
stundis er um ein sera
tekniskt sterkan leikara,
sum eigur fyrstu og næstu
avleveringarnar í nógvum
týskum álopum.
Sebastian Kehl,
Borussia Dortmund,
17/3
Hevur nú gott og væl trý ár
á baki sum týskur lands-
liðsmaður, men enn tykist
hann ikki hava fingið heilt
sama gjøgnumbrot her, sum
hann hevur í gulu troyggj-
uni hjá felagsliði sínum.
Enn hevur hann tó góða tíð
at bíða, og við sínum bert
23 árum er eingin ivi um, at
hann fer at teljast millum
føstu álitini á liðnum í nógv
ár framyvir.
Carsten Ramelöw,
Bayer Leverkusen,
39/2
Hevur bæði í Leverkusen
og á týska landsliðnum talst
millum stýrandi verjuleik-
ararnar, men hevur ikki
havt eitt eins gott ár hesa-
ferð, sum hann vanliga hev-
ur havt. Ivaleyst hevur hann
eisini verið merktur av
niðurtúrinum, sum felag
hansara hevur havt. Enn er
hann tó fastur fúsur millum
teir fyrstu ellivu hjá Völler,
men tað kann vera, at hann
verður ein av teimum, sum
ikki fær afturval til dystin
móti Føroyum.
Bernd Schneider,
Bayer Leverkusen,
25/1
Leverkusen
miðvallarin
hevur í nógvar mátar stað-
fest seg um lyklaleikara á
týska landsliðnum, har
hann saman við Ballack er
millum mest týðandi lið-
irnar, tá mótstøðuverjan
skal latast upp. Tí er heldur
eingin ivi um, at hann
verður við á vøllinum, tá
dómarin bríkslar dystin
mikukvøldið ígongd, og so
er spurningurin bara, hvørt
hann í størri mun ger seg
uppibornan til hetta, enn
hann gjørdi móti Skotlandi.
Fredi Bobic, Hannover
96, 25/6
Hóast hann í nógv ár hevur
verið roknaður millum teir
vandamestu álopsmenninar
í Týsklandi, so hevur Bobic
enn ongan tíð veruliga
sligið ígjøgnum her. Málið
móti Skotlandi var bert
hansara sætta, síðani hann
fyri 9 árum síðani debu-
teraði á landsliðnum, men
tað hevur eisini ofta verið
langt ímillum dystir hans-
ara. Eftir ´leigumálið til
Bolton fyri tveimum árum
síðani tykist hann tó veru-
liga at verða vaknaður, og í
Hannover hevur hann spælt
somikið væl í ár, at hann nú
aftur verður roknaður mill-
um favorittarnar til annan
álopssessin.
Miroslav Klose,
Kaiserslautern, 28/14
Er kanska tað nærmasta,
sum týskarar koma einum
heimsklassa-álopsmanni
seinnu árini. Er kanska ikki
millum teir størstu og
sterkastu, men er ótrúliga
sterkur í luftspælinum, har
hann hevur sera gott hegni
at smoyggja sær framat
bóltunum úti frá kantunum.
Mál í øðrum hvørjum
landsdysti – millum annað
móti Føroyum í fjør – hava
eisini givið ekkó í altjóða
fótbóltsheiminum, og einki
er at ivast í, at skulu Før-
oyar hava eitt gott úrslit
mikudagin, so er hesin
millum teirra, sum fyrst
skulu steðgast.
Kevin Kuranyi,
Stuttgart, 3/0
Er upprunaliga griggi, men
hevur fingið týskt pass, og
hetta munnu týskarar flestir
fegnast um. Hóast hann enn
ikki hevur skotið nakað mál
á landsliðnum, so rokna
nógv við, at hann kann
verða framtíðar maðurin í
álopinum, og fyri Stuttgart
hevur hann longu sýnt, at
máltevið í øllum førum er
framúr.
Benjamin Lauth, 1860
München, 3/0
Við sínum bert 22 árum er
Benjamin Latuh millum
teir fesku leikararnar á
týska liðnum, og enn eigur
hann so eitt veruligt gjøg-
numbrot til góðar her. Við
sínum skjótleika á fyrstu
metrunum og einum álops-
revi sum Völler sum læru-
meistara eru tó øll útlit fyri,
at dystartalið á landsliðnum
fer at verða nakað væl
meira í framtíðini enn á
teimum núverandi trimum.
Oliver Neuville, Bayer
Leverkusen, 42/4
Lítli Oliver er í mangar
mátar ein favorittur hjá
týsku áskoðarum. Eisini
hóast Ollie ikki telist mill-
um teir álopsmenn, sum
hava skorað mest fyri týska
landsliðið.
Hóast
hann
telist millum teir minstu, so
er hann kvikur á ágangandi
sum teir fáu, og tað telir
eisini rætta vegin fyri
áskoðararnar, at hann altíð
tykist spæla við hjartanum.
Hóst onkur ivamál, so
er líkt til, at allir teir
týsku leikararnir eru
til reiðar at takast við
Føroyar, og tað tykist
heilt víst, at slík
stjørnuparada ongan
tíð áður er sædd í
Føroyum
TÝSKLAND
Jákup Mørk
Teir eru allir klárir. Týsku
stjørnurnar, sum koma til
Føroya týsdagin. Onkur
smávegis ivamál tykjast
hava verið um, hvussu liðið
fer at síggja út, og serliga
hava tað verið trupulleikar
við onkrum av stjørnuleik-
arunum, men sum skilst, er
alt hetta beint av vegnum
nú.
Christian Rau noyddist
av vøllinum í dystinum
móti Skotlandi við einum
skaða, men tað tykist ikki,
sum um hesin er serliga
álvarsligur. Og í øllum før-
um sigur Michael Skibbe,
sum er næsti maðurin hjá
Rudi Völler, at Rau vænt-
andi verður tøkur.
Tað
verður
Michael
Ballack eisini. Stóra stjørn-
an á liðnum, sum tó ikki var
heilt uppi í snúningum í
dystinum móti Skotlandi.
Hetta kemst tó partvíst av
einum skaða, sum Ballack
hevur stríðst við í longri
tíð. Týdningur hansara fyri
liðið er tó somikið stórur, at
tað skal nógv til, áðrenn
venjararnir seta hann av, og
boðini frá Skibbe vóru í
øllum førum, at Ballack er
betri fyri nú, enn hann var
undan dystinum móti Skot-
landi.
Seinasta ivamálið hevur
verið verjuleikarin, Christ-
ian Wörns, sum fleyg beina
leið heim til Týsklands, so
skjótt sum dysturin móti
Skotlandi var av. Hetta
komst av, at sonur hansara
var vorðin álvarsliga sjúk-
ur, men hetta var nú batna
somikið, at Wörns er
lagstur afturat týska hópin-
um.
Koma dagin fyri
Tað er tó avmarkað, hvat
føroyskir fótbóltsfjepparar
koma at síggja til týsku
stjørnurnar, tá tær koma
hendan vegin. Í mun til
flestu mótstøðuliðini, sum
koma higar, so hevur Týsk-
land valt at bíða til dagin
fyri sjálvan dystardagin,
við at koma til landið, og tí
verður talan helst bert um
tað einu venjingina í Før-
oyum.
Restina av fyrireikingun-
um fara fram í Skotlandi,
har týska ferðalagið hevur
búleikast í knappa viku. Úr
Týsklandi
verður
sagt,
hetta verður gjørt av prakt-
iskum ávum, tí týska
ferðalagið er somikið stórt,
at tá alt kortini er fyrireikað
til fyrra dystin á ferðini, er
lættast at hava alt verðandi
á einum stað so leingi, sum
tað á nakran hátt er gjørligt.
Hvat týskarar siga, um
føroyska veðrið fer at arga
vesturi á Flogvøllinum, er
so annað, men fyri upp-
livingina, sum tað er, at fáa
eitt slíkt landslið hendan
vegin, er at vóna, at hetta
ikki kemur upp á tal.
Niðanfyri hava vit í stutt-
um sagt frá, hvørjir menn-
inir eru, sum nú koma
hendanvegin.
Oliver Kahn, Bayern
München 59 dystir/0
mál
Kanska er als ikki neyðugt
at siga frá, hvør Oliver
Kahn er. Seinastu árini
munnu tað hava verið fáir,
sum hava megna tikið
dystin upp við hann um
heitið sum heimsins besti
málverji, og sæð yvir sein-
asta 10-ára skeiðið er helst
eingin ivi um, at hann er
tann størsti.
Eftir at hann síðani 6-ára
aldur hevði leikt við Kais-
erslautern, varð hann í
1994 seldur til Bayern
München, og síðani hevur
talan fyri tað allar mesta
bert verið steyp, sum eru
endaði á hill hansara. Fyri
ein málverja at vera, var
hann rættiliga ungur, tá
hann sum 26 ára gamal
leikti sín fyrsta landsdyst
fyri Týskland, og síðani
hevur eingin ivi verið um,
hvør hevur verið nummar
eitt á týska liðnum.
Frank Rost, Schalke
04, 3/0
Enn eru tað kanska ikki so
nógv, sum hava bitið merk-
ið í navn hansara, men
eingin ivi er um, at Frank
Rost í løtuni er tann, sum er
næstur at taka yvir, tá
Oliver Kahn einaferð legg-
ur handskarnar í hillina.
Veruliga
gjøgnumbrot
hansara kom ikki fyrr enn í
fjør, tá hann skifti til
Schalke04, men áðrenn
hetta hevði hann spakuliga
arbeitt seg upp ígjøgnum
týsku røðirnar, og í Týsk-
landi er í øllum førum ikki
nakar, sum ivast í dygdum
hansara. Heldur ikki Rudi
Völler, sum hevur givið
honum dygga álitisváttan
við valinum sum annar
málverji.
Frank Baumann,
Werder Bremen, 16/2
Í Werder Bremen hevur
Frank Baumann ment seg
frá at vera ein góður verju-
leikari, til at vera ein hin
besti í Týsklandi. Enn
kanska ikki so mikið, at
nakað av heilt stóru feløg-
unum hava verið eftir hon-
um, men hinvegin er lítil ivi
um, at Werder Bremen vil
gera alt til tess at halda fast
í verjuskiparunum, sum so
sanniliga hevur átt sín stóra
part av æruni fyri, at liðið
nú aftur verður roknað
millum tey bestu í Týsk-
landi.
Arne Friedrich,
Hertha Berlin, 9/0
Friedrich er ein av teimum
nýggju monnunum á týska
landsliðnum, og fekk hann
sín fyrsta landsdyst stutt
fyri føroysku vitjanina í
Hannover. Eingin ivi er tó
um, at Friedrich sjálvur
fegin vildi verið hendan
dystin fyriuttan, og ikki
minst málið, sum hann
stútaði upp á innleggið frá
Jákup á Borg. Líkt er tó til,
at venjarin hevur fyrigivið
honum hetta, og í dag telist
hann vanliga millum føstu
leikararnar í týsku verjuni.
Michael Hartmann,
Hertha Brlin, 2/0
Hartamnn er ein av teimum
heilt óroyndu leikarunum á
týska liðnum. Higartil er
talan bert blivin um tveir
landsdystir fyri leikaran,
sum heldur sín 29 ára føð-
ingardag á dystardegnum,
men tað er tó ivasamt, hvørt
hann sleppur at halda
hendan millum teir fyrstu
ellivu, tó at margfaldu
dygdir hansara gera, at
hann kann spæla fleiri pláss
á liðnum.
Andreas Hinkel,
Stuttgart, 2/0
Við sínum bert 21 árum er
eingin ivi um, at Hinkel
verður roknaður sum ein av
framtíðar monnunum á
týska liðnum Enn hevur
hann sjáldan fingið loyvi at
víst sínar dygdir á altjóða
støði, men bara tað at hava
vunnið seg fram ígjøgnum
ungdómsrøðirnar og upp á
besta liðið hjá Stuttgart
sigur nakað um,at her ein
leikari við framúr evnum.
Tobias Rau,
Wolfsburg, 4/1
Ein annar av ungu monnun-
um, sum Rudi Völler hevur
tikið upp á liðið. Hevur
seinastu tvey árini spælt við
fólkavognsliðnum
úr
Wolfsburg, og hevur her
veruliga fingið sítt gjøg-
numbrot sum ein kvikur og
terkniskt sterkur verjuleik-
ari.
Marko Rehmer,
Hertha Berlin, 32/4
Nú 31 ára gamli Marko
Rehmer fekk sítt gjøgnum-
brot saman við upptúrinum
hjá Hertha Berlin í týskum
fótbólti. Kendur sum ein
botnsolidur
verjuleikari
hevur hann átt stóran part
av æruni fyri hesum, og á
týska landsliðnum hevur
hann uttan stórvegis trupul-
leikar tikið sær av áleypar-
um í sonnum heimsflokki,
uttan at tað á nakran hátt
hevur nervað róliga spæl
hansara. Verður tó neyvan
millum teir tríggjar í týsku
miðverjuni frá byrjan, men
kann roknast sum eitt gott
alternativ, skuldi nakað
borist á hjá øðrum leikar-
um.
Týska
upp-
stillingin
Tað verður sjálvandi
gitt
dúgliga
um,
hvussu týska liðið fer
at stilla upp móti Før-
oyum. Tyska landsliðið
hevði
tíðindafund
beint fyri sítt boð, og
tað bendir á eina
rættiliga offensiva 3-5-
2 uppstilling, har onk-
rar broytingar eru í
mun til dystin móti
Skotlandi.
Teir ellivu hjá Bild
eru Kahn í málinum.
Friedrich, Ramelöw og
Wörns fáa leiklutirnar
í verjuni – Freier
/Hinkel og Rau verða á
hvør sínum vongbakki
við Jeremies sum upp-
ruddara á miðvøllin-
um. Offensivir á mið-
vøllinum
verða
so
Schneider og Ballack,
meðan álopið sambært
Bild verður samansett
av Bobic og Neuville/
Klose.
-jm
Týskarar
eru klárir
Seinastu fyrireikingarnar hjá
týskarunum fara fram í
Skotlandi, og ikki fyrr enn
týsdagin á døgurða vera teir í
Føroyum, har talan helst
bara verður um eina venjing
áðrenn sjálvan dystin
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
16