Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 11. juni 2003 19 - Fleiri av leikarum okkara als ikki tykjast hava neyðuga klassan. Vit eru fleiri, sum skulu spæla munandi betri og vísa, at tað eru Týskland, sum vit spæla fyri, sigur týski miðvallargeneralurin, Michael Ballack, millum annað TÝSKLAND Jákup Mørk Stóri leikarin hjá Týsklandi hevur seinastu tvey árini verið Michael Ballack. Leikarin, sum fekk gjøg- numbrot sítt saman við upptúrinum hjá Bayer Leverkusen, men sum nú er at síggja í stórfelagnum, Bayern München, meðan fyrrverandi felag hansara av álvara tykist verið dottið niður aftur. Sum kreativi leikarin á liðnum, er tað ofta hann, megnar at skapa tær óvæntaðu støðurnar á vøll- inum, og ofta er tað eisini hann, sum hevur seinasta fótin á, tá bólturin skal sendast í málið, men hóast sínar eyðsýndu dygdir, so er Ballack avgjørdur um, at talan ikki verður um nakra lætta uppgávu í Føroyum. - Stóri trupulleikin hjá okkum er, at vit ikki megna at leggja eitt nóg stórt trýst á mótstøðuliðini. Serliga uppi á teirra leikhálvu hava vit nógv at arbeiða við, og tað er nakað, sum skal betrast. - Nakað annað er so tað, at fleiri av leikarum okkara als ikki tykjast hava neyðuga klassan. Vit eru fleiri, sum skulu spæla munandi betri og vísa, at tað eru Týskland, sum vit spæla fyri. Serliga móti teimum liðum, sum á pappírinum teljast millum tey veikaru, hava vit stórar trupulleikar, og tað er snøgt sagt ikki nóg gott hjá einum liði, sum skal eitast at vera tað næst besta í heiminum, sigur Michael Ballack. Annars tykist týska mið- vallarstjørnan halda lítið um skotska avrikið móti Týsklandi. - Einasta orsøkin til, at vit bert fingu javnleik, var, at vit lótu okkum draga niður á støðið hjá teimum. Og eg vóni, at vit megna at fáa spælið hjá okkum at hanga saman mikudagin, tí tann dysturin verður trupl- ari enn tann móti skotun- um, segði ein heldur há- stórur Ballack við Daily Record eftir dystin leygar- dagin. Ongantíð áður er tað komið fyri, at spælari, sum hevur verið fyri 50. ferð á landsliðnum, ikki hevur verið millum teir fyrstu ellivu ÍSLAND–FØROYAR Jóannes Hansen Julian Johnsson var leygardagin fyri 50. ferð á landsliðnum. Men dagurin og dysturin gekk ikki akkurát so- leiðis, sum Julian mundi hava ímyndað sær. Fyri at styrkja um fót-bólts- spælið valdi venjarin at taka Jan Inga Petersen framum veteranin, sum var vónbrotin og bilsin. Eftir steðgin varð Julian settur á vøllin, og tað er neyvan nakar ivi um, at hann aftur í kvøld verður millum teir fyrstu ellivu. Sum vit áður hava sagt, so er Julian Johns- son fimti føroyingurin, sum hevur rokkið hálvt hundrað landsdystum. Hinir eru Óli Johanne- sen, Jens Martin Knud- sen, Allan Mørkøre og Øssur Hansen. Felags fyri teir allar fýra hevur verið, at teir hava verið millum teir fyrstu ell- ivu, tá ið teir fóru um teir hálvt hundrað landsdystirnar. Allir hava teir spælt allar 90 minuttirnar uttan Allan Mørkøre, sum í sínum 50. landsdysti varð út- skiftur. Fyrsti føroyingurin, sum rakk 50 landsdyst- um, var Jens Martin Knudsen. Hann var við allar 90 minuttirnar, tá ið Føroyar 26. apríl í 2000 vunnu 1–0 í Liktinstein. Allan Mørkøre var fyri 50. ferðina á lands- liðnum, tá ið Danmark 16. august í 2000 vann 2–0 á Tórsvølli. Ta ferð- ina varð hann sekstan minuttir undan leikloki avloystur av Henningi Jarnskor. Óli Johannesen spældi 50. ferðina á landsliðnum í Moskva 28. mars í 2001, tá ið Russland vann 1–0, og Øssur Hansen var á miðvøllinum í vinstru allar 90 minuttirnar, tá ið Litava á heimavølli 12. oktober í fjør vann 2–1. Tað var 50. ferðin, at hann var á lands- liðnum. Ímóti Týsklandi í Hannover spældi hann fyri 51. og síðstu ferð á landsliðnum. Í kvøld leggur Julian Johnsson seg upp á síðuna av honum, tá ið tað ræður um dystartal. Mugu vísa meira Julian skrivaði søgu Leygardagin var tað føroyski songfuglurin í Íslandi, Eivør Páls- dóttir, sum sang tjóð- sangin, og hetta gjørdi hon framúr- skarandi vakurt LANDSDYSTUR Jákup Mørk Tað er sjáldan, men hesa ferð sang ikki ein tann ein- asti áskoðari við, tá før- oyski tjóðsangurin varð spældur. Tað var sum so heldur ikki ætlanin, tí hesa ferð var tað Eivør Páls- dóttir, sum skuldi framføra Tú alfagra land mítt. Og tað gjørdi hon framúr flott. Við sjáldsama vøkru rødd síni, mundi hon geva nógvum av áhoyrarunum tár í eyguni, og lógvabrest- irnir mundu valla tikið ein enda, tá seinastu reglurnar vóru lidnar. Hjá Eivør vóru tó ikki stundir at bíða leingi eftir lógvabrestunum. Sjálv skuldi hon beina leið til USA í tónleikaørindum, og tíðin var knøpp. Somikið knøpp, at føroyski song- lerkurin ikki so mikið sum fekk skift úr føroysku klæðunum, áðrenn hon sat í flogfarinum á veg til USA. Flott Eivør Beint sum tjóðsangirnir vóru liðugt sungnir, var føroyski songfuglurin á veg til Keflavíkar, har hon skuldi við flogfari til USA Mynd: Álvur Haraldsen 19 18 Nr. 107 - 11. juni 2003 HUGLEIÐING Steintór Rasmussen Sigurin á Eysturríki leingi livi! Tað er ótrúligt hvat eitt mál kann gera. Men kann eitt skot í Sarajevo byrja ein heimsbardaga, so er tað ikki so løgið at ein væl send kúla í Landskrona skrivar fótbótssøgu. Aftaná hesa minnuliga løtu broyttist alt, bólturin var farin á rull og tíðin kundi ikki ikki skrúv- ast aftur… Hjá einum fámentum fólki í Atlantshavinum var eitt nýtt tíðarskeið byrjað við bylgjum brótandi í bæði borð. Og í kjalarvørrinum komu slagsangir um før- oyskan stoltleika, dygdir og samleika. Eitt sangtyssið sum ikki er følnað enn. Fótbólts- fepurin slapp at herja um landið og vit liva enn í einum smitturaktum øki. Samfelagið var annars á veg inn í eina djúpa kreppu, men fótbólturin gav okkum nýggja megi og trúnna á at vera nakað serligt. Vit høvdu tørv á at standa saman og hava tað framvegis. Men okkara førleiki er skroypiligur og framburð- urin varð brátt avloystur av mótgangi, øvundsjúku og negativari hugsan. Og tap- ini komu sum kunnugt bólt- andi. Okkara bjartskygdni og stoltleiki fekk eitt slag á nevið. Niðurtúrurin hjá føroyingum var fullkomin, og eitt slag av kollektivari masokismu fekk í kreppu- árunum eisini fastatøkur á føroyingum. Eiga vit ikki sjálvi lut í viðráki, so er mótburður hjá øðrum held- ur ikki so galin. Vit vóru í sama báti og eru vit fram- vegis á sama liði. Kósin var sett av nýggjum og vit fingu aftur vind í seglini. Jú, vit koma longst við at lyfta hvønn annan upp og taka tøk saman. Og flaggið kann eisini vera vakurt í illveðri og stormi! Rómur og sigursrúsur er gott fyri sálina og sjálvs- álitið hjá einum skapandi fólki. Sum ein lítil tjóð hava vit serligan tørv á at gera vart við okkum. Eins og børnini skulu vit alla- tíðina hoyrast og síggjast. Vit eru ring at fáa eygað á í heimsmyndini og framtíðin er treytað av avrikum og samanhaldi. Á sama hátt sum vit virðismeta framgongd í vinnu og búskapi, so eru tónlistarlig gjøgnumbrot og sigrar á leikvøllum av stór- um týdningi fyri samfelag- ið. Vit eru øll meiri ella minni partar av somu stremban, nevniliga at vinna Føroya framá til æru og vælferð. Vit bítast og kappast her á landi, men úteftir standa vit saman sum ein familja. Tí eru vit eisini góð við landsliðið. Vit fylgja evna- ríku spælarunum herheima og á altjóða vøllum. Tað verður tosað, skrivað, og rapporterað frá hvørjum dysti. Vinnulívið hevur tik- ið lógvatak um ítóttin og nógvar fyritøkur síggja ídag fótbóltin sum ein gylt- an møguleika at fáa nýggjar inntøkur á rull. Landsliðið er okkara andlit út í heim og ferða- vinnan takkar fyri nýggja sýnisgluggan. Eg skal heilsa og siga, at tað ger tónleikurin eisini. Tað at føroysk tónlistafólk fáa heiðurin at syngja før- oyska tjóðsangin, og í ser- ligum føri tann hjá gestun- um við, er at sýna sangar- unum sera stórt álit og samstundis ein virðismikil stuðul til føroyska tón- leikavinnu, sum í hesum døgum strembar eftir al- tjóða viðurkenning. Frammanundan kenna vit ikki úrslitini og hvat fram- tíðin fer at bera. Men mið- víst og taktisk spæla vit uppá sama mál. Tað er spennandi og stuttligt at taka lut, men vit mugu ikki gloyma, at vit partur av harðari kapping sum síðlar tey veikastu frá. Ítróttur í fremstu røð er ikki longur leikur og bóltspæl millum húsini. Og skal okkara tón- leikur finna fram til keyparar á meginlandinum, so skal meiri til enn ein væl isoleraður venjingarkjallari og nøkur nøktandi rímorð á føroyskum. Føroyar eru ikki eitt menningarland sum letur rávøruna fara óvirkaða av landinum Og vit eru heldur ikki óvitandi heimføðingar, sum undr- andi slota eftir ferðafólki. Nei, eftir fáum árum eru vit vorðin ein tjóð sum bjóðar seg fram á flest øllum økjum. Heimurin er vorðin minni og vit eru vorðin størri. Mangan verður sagt, at vit eru so fáment og kunnu best javnmetast við ein danskan provinsbý. Men hvussu langt var hin gávu- ríki úrmælingurin í Pfaumestrasse í Dortmund komin um hann lat seg bremsa av at í Týsklandi búgva 80 milliónir. Og hvat skuldi Guðrun Sólja Jacobsen gjørt í kapp- ingini Stjerne for en Aften, um hon frammanundan var sannførd um, at ein válara- genta av Tvøroyri ikki hevði møguleika at vinna framum túsund kandidatar í Danmark. At vit eiga so nógvar ein- staklingar sum skara fram- úr, fortelur bert, at vit eiga eitt gott tilfeingi her á landi. At alsamt fleiri verða hildin til, sædd og hoyrd er ein spennnadi avbjóðing og eitt felags strev, sum vit ikki muga lata fara framvið borðinum. Í fótbólti kann uppgávan mangan tykist ómøgulig. Men royndirnar hava kort- ini víst, at føroyska lands- liðið hevur hildið stórum fótbóltstjóðum í skák og eisini vunnið stig bæði úti og heima. Vit kunnu øll undrast at úrslitini hóast alt hava verið so heiðurlig. Eitt miðvíst arbeiði her heima og í bóltfeløgum uttanlands forklárar nógv, men neyvan alt. Tað er okkurt sum bendir á, at nógvir føroy- ingar hava fingið treyst- leika og vilja í vøggugávu. Og skal David fella Goliat so skal trúgvin eisini vera tilstaðar. Góðan landsdyst Føroyar og góða eydnu við sangin- um Brandur! Saman at standa Í fótbólti kann uppgávan mangan tykist ómøgulig. Men royndirnar hava kortini víst, at føroyska landsliðið hevur hildið stórum fótbóltstjóðum í skák og eisini vunnið stig bæði úti og heima Tað at føroysk tónlistafólk fáa heiðurin at syngja føroyska tjóðsangin, og í serligum føri tann hjá gestunum við, er at sýna sangarnum sera stórt álit og samstundis ein virðismikil stuðul til føroyska tónleikavinnu C M Y K 18