Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 11. juni 2003 23 hug at leita nakað langt niðan, men tað kom mest sum ikki fyri seg, at bólt- urin varð leiktur út í síð- urnar, og tá hetta varð gjørt, var aloftast spælt beint á Rógva ella Jákup, heldur enn at senda í holini, har hesir kundu renna. Hendi meira Við føroyskum eygum var støðan í hálvleikinum kanska ikki heilt so galin. Gaman í høvdu okkara havt ilt við at skapa nakað, men verjuparturin hevði riggað væl, og um nú venjararnir kundu seta eitt sindur meira av ferð á frameftir, so kundi kanska okkurt spyrjast burturúr. Men tað var tó skjótt, at hetta broyttist. Ikki tí at íslendingar gjørdu so øgiliga nógv meira um seg, men heldur tí fortreytirnar í dystinum broyttust hampu- liga skjótt. Jón Rói gjørdi kanska sítt einasta mistak í dystinum, tá hann heldur óneyðuga varð dømdur fyri at skupma Chelsea-stjørn- una í ryggin. Eiður tók sær sjálvur av frísparkinum úr 18 metrum, og tá hetta small á tvørtræið var Helgi Sigurðsson fyrstur at fylgja upp, uttan at nakar í før- oysku verjuni fekk gjørt nakað sum helst fyri at forða hesum. Laugardalsvøllurin, sum fram til tá mest hevði verið ein føroysku vígvøllur, tá tosast skal um róp frá áskoðarunum, fekk nú brádliga íslendsku litirnar at síggja. Framá Íslands rungaði aftur kring allan vøllin, men tað gingu tó ikki meira enn tíggju minuttir, áðrenn føroyingar svaraðu aftur. Álopsspæl okkara hevði fyri tað mesta verið purasta turrgelt fram til hetta, og tað er helst eisini sigandi í so máta, at tá fyrsta fyrsta veruliga royndin kom frá okkum, var tað Jón Rói Jacobsen, sum á tímanum hevði dittað sær við niðan í álop, og sum eisini endaði hetta við langskotsroynd, sum íslendski málverjin tó ikki hevði trupulleikar av. Tað skuldi tó ikki ganga heilt so leingi, áðrenn næsta føroyska álops- royndin kom. Upphavið til hesa var, tá júst innskifti Julian Johnsson varð feldur, tá hann royndi at renna sær veg niðan í høgra borðið. Fríspark til Føroyar í høgra borðið, og so vóru tað íslendingar, sum skuldu kenna, hvussu vandamikið høgra beinið hjá Jákupi á Borg er. Higartil hevur hann lagt upp til tey mál, sum Føroyar hava fingið í undankappingini, og nú kom so eitt afturat. At John Petersen í sjón- varpsmyndunum tóktist gera fríspark, tá bólturin varð sendur innfyri, mundi ikki gera so nógv fyri før- oyingarnar. Bólturin sneiddi niður júst í tóm- rúminum, sum er so vanda- mikið millum málmann og verjuleikarar, og har var Rógvi Jacobsen fyrstu á. Høvdu tikið tað ringasta Og tað, sum eftir var, sótu íslendingar sum á nálum. Fyrst royndu tey at geva liði sínum eitt sindur av stuðuli, men skjótt vóru tey aftur doyvd av føroysku áskoð- arunum, sum av fullum hjarta sungu landsliðnum sín stuðul. Á sjálvum vøllinum var tó meira og meira sum bendi á, at tað skuldi verða tungt at halda javnleikin- um. Íslendska trýstið gjørd- ist alt meira støðugt, og royndirnar alt næskari. Helgi Sigurðsson var púra leysur, men sendi beint uppum, áðrenn hann varð útskiftur, og bæði Lárus Orri Sigurðsson og Eiður Guðjohnsen høvdu stútarar, sum smoygdu sær beint framvið føroyska málinum. Trýstið tóktist tó at fána, tá farið var um teir 90 minuttirnar, og so hendi akkurát tað, sum ikki mátti henda. Føroyska liðið tókt- ist tá annars at hava tikið ímóti tað mesta av tí, sum mótstøðan kundi gera, og sum ein annar Mohammed Ali, stóðu vit kortini sum teir mest ómøddu. Men so kom knock-out slagið. Kanska ein seinasta despe- rat roynd at vinna, men hon riggaði, og so var liðugt. Íslendski venjarin var sjálvur hin fyrstu at renna inn at geva málskjúttanum eitt klemm, og tað var eisini skilligt. Trýstið á fyrrverandi stórleikaranum, sum nú er venjarin, hevði verið ómetaliga stórt undan dyst- inum, og sum hann varð endurgivin at siga í bløð- unum, so vildi alt annað enn sigur vera landa- skomm, men so langt kom tað ikki. Tað var nær við, men ikki nóg nær. Rógvi Jacobsen var maðurin aftan fyri føroyska málið, men hann tóktist merkiliga leysur, tá hann stútaði frísparksinnleggið frá Jákupi í kassan 7. juni 2003 kl. 16.00 á Laugardalsvølli í Reykjavík Ísland-Føroyar 2-1 (0-0) 51.: 1-0 Helgi Sigurðsson 63.: 1-1 Rógvi Jacobsen 90.: 2-1 Tryggvi Guðmundsson Ísland: Árni Gautur Arason – Lárus Orri Sigurðsson, Guðni Bergsson, Hermann Hreiðarsson – Þórður Guðjónsson, Jóhannes Karl Guðjónsson, Rúnar Kristinsson, Arnar Þór Viðarsson, Indriði Sigurðsson (76.: Arnar Grétarsson) – Eiður Smári Guðjohnsen, Helgi Sigurðsson (76.: Tryggvi Guðmundsson). Føroyar: Jákup Mikkelsen – Christian Høgni Jacobsen, Jóhannis Joensen, Jón Rói Jacobsen, Súni Olsen – Jákup á Borg, Jann Ingi Petersen (62.: Julian Johnsson), Fróði Benjaminsen, Rógvi Jacobsen – John Petersen, Andrew av Fløtum (65.: Hjalgrím Elttør). Gul kort: Jóhannes Karl Guðjónsson – Jann Ingi Petersen, Jóhannis Joensen, Andrew av Fløtum. Dómari: Miroslav Liba, Kekkia. 23 22 Nr. 107 - 11. juni 2003 Hóast føroyska liðið hevði stórar trupul- leikar í spælinum, so høvdu vit Ísland á knøunum í 92 minuttir. Men tað vóru tveir minuttir ov lítið FÓTBÓLTUR orð: Jákup Mørk Myndir: Álvur Haraldsen Øll íslendska fótbóltstjóðin mundi sleppa øllum forð- ingum í sansaleysari gleði. Í øllum førum var rómurin kring leikvøllin øgiligur, og á sjálvum grasinum rann hvør tann einasti leikarin fram til Tryggva Guð- mundsson, sum júst hevði sent sigursmálið í kassan. Hjá okkum øðrum mundi løtan hinvegin kennast ræðulig. Ikki tí okkara menn endiliga høvdu spælt so væl, tí leikliga var hetta ikki besti dysturin, men heldur tí vit vóru so nær við. Tveir minuttir vóru farnir, síðani UEFA mað- urin hevði havt fýra talið á lofti, men hesir eyka minuttirnir gingu bara ov seint. Føroyar vóru akkurát ov stuttar í dystinum móti stóru grannunum fyri norð- an, og so kundi tað gera tað sama. Dysturin var taptur, og harvið vóru stigini eisini mist. Ikki óuppiborið Verður hugt at sjálvum dystinum, so var tað tó kanska ikki so óuppiborið, at føroyingar einki fingið aftur fyri stríðið á vøllin- um. Størsti parturin av før- oyska tosinum undan dyst- inum hevði snúð seg um, hvussu vit skuldu forða íslendingum at koma ígjøg- num okkara verju. Kanska ikki nøkur óvand støða, men týdningurn av hesi var kanska størri, nú somikið stór umskipan skuldi til hesum partinum av spælin- um. Nakað annað, sum kanska eisini fekk stóran týdning fyri gongdina í spælinum, var, at venj-ar- arnir á miðvøllinum høvdu valt at tikið Jann Inga Petersen framum Julian Johnsson eftir branddystin, sum Jann Ingi hevði sýnt móti Kasakhstan. Fyrstu longu løtuna av dystinum tóktist hetta at vera ein skeiv støðutakan, tí gaman í telist Jann Ingi millum allar bestu bóltspælararnar í landinum, men hinvegin er helst eingin, sum hevur sama rennipensum sum Julian. Ein eginleiki, sum ikki minst hevur týdning, tá spælt verður við tveimum móti trimum á sentrala miðvøllinum. Hetta tóktist tó ikki at vera nakað, sum veruliga gav íslendingum frítt at fara mitt fyri. Tað tóktist eisini, sum hevði føroyska mið- verjan og miðvøllurin lisið sera væl upp á samstarvs- avtaluna, soleiðis at ís- lendska liðið ikki fekk tær nógvu djúpu renningarnar, sum teir annars ofta eru vanir við at gera. Vandi gjøgnum síðurnar Ístaðin var tað fyrst og fremst yvir kantarnar, at íslendingar megnaðu at skapa vandastøður. Hetta er ikki júst tað, sum teir eru vanir við, men til tíðir eydnaðist tað, og aloftast var vandi á ferð, tá so var. Einar tvær ferðir var heilt vandamikið, tá komið var aftur um verjuna, áðrenn bólturin varð lagdur útfrá, men í báðum føroyum streyk skotið tó framvið málinum. Og miðskeiðis í hálvleikinum var um reppið at verða heilt galið, tá Jákup Mikkelsen einsa- mallur slapp at taka sær av skotinum frá leysa Helga Sigursson. Eisini var um reppið, at íslendingar skoraðu, tá Eiður Smári Guðjohnsen við handaru stong skallaðu tvørtur um føroyska málið, men ta ferðina var Jón Rói Jacobsen á rætta staðnum og fekk ruddað burtur. Sæð burtur frá hesum , so var tó ógvuliga avmarkað, hvat íslendingar fingu gjørt. Høvdu vit havt eitt betri eyga á Rúnar Kristins- son, sum her leikti sín 99. landsdyst, so fingu vit kanska steðga enn meira, men undir øllum varð tað mesta steðga. og tá vit so fóru niðaneftir, var tað ofta uttan tað heilt stóra trýstið frá mótstøðuni. Spælið koyrdi ikki Tí undrar tað eisini eitt sindur, at føroyingarnir høvdu somikið ilt við at fáa spælið at koyra hendan dagin. Íslendingar høvdu eina sera greiða spæliætlan í so máta, har teir lótu okk- ara koma fyrsta helmingin niðan eftir vøllinum, áðrenn trýstið varð sett inn, og her sluppu teir ofta alt ov lætt. Ofta var tað eisini so, at leikararnir høvdu hug at geva sær ov góðar stundir við bóltinum, soleiðis at tá hesin varð sendir til mið- vøllin, vóru menninir longu undir trýsti, og fingu tí ikki gjørt tað stóra, til tess at spæla bóltin. Tí var endin á mest sum hvørjari einastu føroysku roynd at byggja nakað upp, at bólturin varð sendur langt til John Peter- sen ella Andrew av Fløtum, og móti verjuleikarum, sum hava sína dagligu gongd í ensku Premier League, er hetta sjáldan nakað, sum loysir. Úti á kantunum var ann- ars ofta nóg mikið av pláss- ið. Serliga Jákup á Borg hevði fleiri ferðir heilt kú- fóður úti í høgra borðið, har Indriði Sigurðsson hevði Ísland-Føroyar 2-1 (0-0): Tveir minuttir ov leingi Íslendski venjarin var sjálvur hin fyrstu at renna inn at geva málskjúttanum eitt klemm, og tað var eisini skilligt C M Y K 22