mikudagur 11. juni 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 11. juni 2003
25
Henrik iðraði seg
- Eg skal ikki siga, at
tað ikki var uppibor-
ið, men tað er ótrú-
liga keðligt, at vit so-
leiðis fingu eitt mál
ímóti okkum í evstu
løtu
VENJARIN
Jákup Mørk – Reykjavík
- Sådan er det jo bare med
fodbold.
Vónbrotið lýsti úr før-
oyska venjaranum, tá hann
eftir dystin kom skundani
inn á tíðindafundin. Sum
vera man, so fekk hann tó
ikki fult og heilt givið hetta
til kennar til tíðindafólkini,
men royndi heldur at vísa á,
at hann fyri tað mesta var
nøgdur við sínar leikarar.
- Eg kann ikki siga annað
enn, at eg eri nøgdur.
Kanska hekk spælið hjá
okkum ikki nóg væl saman
í fyrra hálvleiki, men allir
sum ein arbeiddu leikarar-
nir sera hart í dystinum, og
eg haldi tað vera stórt spell,
at vit ikki fingu løn fyri
hetta. Ikk minst tí vit faktist
halda mótstøðuni frá at fáa
alt ov nógvar møguleikar.
Eg skal ikki siga, at tað ikki
var uppiborið, men tað er
ótrúliga keðligt, at vit so-
leiðis fingu eitt mál ímóti
okkum í evstu løt,u helt
venjarin, sum annars eisini
hevði onkrar rósur at bera
íslendska
liðnum.
Ikki
minst, tá hann varð spurdur
um, hví føroyska spælið
ikki hekk nóg væl saman.
- Tað mugu vit so partvíst
rósa mótstøðuni fyri. Sjálv-
ur havi eg sæð onkrar dystir
hjá teimum á sjónbandi, og
har vístu teir langt ífrá sama
nærlagni í spælinum, sum
teir gjørdu í dag. Ein partur
av fótbólti er jú eisini
mótstøðuliðið, og tíverri
kanst tú ikki velja, hvussu
hesir skulu spæla, men
sjálvandi vónar tú altíð, at
teir hava ein ringan dag.
Meira bóltspæl
Eitt, sum føroyska forvitnið
eftir dystin snúði seg um,
mundi ivaleyst vera, hví
Henrik Larsen hevði valt at
byrja við Jann Inga Peter-
sen inni. Ella rættari, hví
Julian Johnsson eftir 49
dystir sum fastur maður,
brádliga var at síggja á
beinkinum.
- Tað kom fyrst og fremst
av mótstøðuni. Sjálvandi
tosaðu vit nógv um hetta
undan dystinum, og vit
komu til ta niðurstøðu, at
skuldu vit gera nakað við
Ísland, so var tað fyrst og
fremst í spælinum við bólt-
inum og ikki á kropsliga øk-
inum. Tí tóku vit Jann Inga
framum. So kanst tú altíð
diskutera, um tað var tað
rætta, nú spælið hjá okkum
ikki hekk so væl saman,
men tað er so í øllum førum
ikki nakað, sum Jann Ingi
skal hava skuldina fyri, helt
Henrik eftir dystin.
Henrik Larsen helt, at Ísland
spældi heilt øðrvísi, enn
hann hevði sæð teir gjørt, og
at hetta var stórur partur av
frágreiðingini um, hví
føroyska spælið niðan eftir
vøllinum ikki koyrdi nóg væl
Mynd: Álvur Haraldsen
Nøgdur um sigurin
Ásgeir Sigursson var
sum vera man nøgdur
um sigurin, men
hann tóktist ikki heilt
fegin um leiklutin,
sum íslendsku
miðlarnir hava havt í
upptaktini til dystin
VENJARIN
Jákup Mørk
Sum fyrrverandi stórleikari
í týskum fótbólti kennir
Ásgeir Sigursson helst alt
til, hvussu stórt trýstið í
yrkisfótbólti kann vera.
Men hann ásannaði, at
trýstið á sær í seinastu min-
uttinum av dystinum móti
Føroyum hevði verið stórt –
sera stórt.
- Sæð yvir ein kamb, so
haldi eg vit høvdu uppibor-
ið at vinna dystin, og eg eri
eisini væl nøgdir við tað
spæl, sum leikarar mínir
vístu í dag.
- Serstakliga í fyrra hálv-
leiki haldi eg, at okkara
spæl gekk væl. Kanska ikki
mitt á vøllinum, har vit ikki
í nóg stóran mun fingu
gjørt okkum dælt av at vera
tríggir móti tveimum, men
á kantunum gekk væl, og
vit skaptu eisini fleiri
vandastøður.
- Í seinna hálvleiki gekk
kanska ikki heilt so væl við
hesum, men tað var júst
eftir eina slíka støðu, at vit
skoraðu sigursmálið, og
hejsi trý stigini gera í øllum
førum, at tað nú verður væl
lættari hjá okkum at fara
undir næstu uppgávurnar.
Her í blaðnum endurgóvu
vit landsliðsvenjaran fyri at
siga, at talan var um landa-
skomm, um Ísland ikki
vann dystin. Hetta vóru
annars orð, sum saman við
»skandalu« høvdu staðið í
íslendskum bløðum í døg-
unum upp til dystin.
Spurdur um trýstið, sum
hevði verið á sær seinastu
løtuna, viðgekk Ásgeir eis-
ini, at hetta hevði verið
stórt, men tá ein blaðmaður
so dittaði at spyrja, um
hetta nú vildi verið tann
skandalan, sum lagt hevur
verið upp til, kom sinni í
venjaran.
- Eg havi ongan tíð nevnt
orðið skandala, og heldur
ikki landaskomm. Tað er
nakað, sum tit hava lagt
mær í munnin, var svarið,
og tá spurningurin var sett-
ur einaferð enn, var greiða
svarið bara: Eg havi longu
svara hasum. Eru aðrir
spurningar?
Ónøgdur um málið
Um føroyska spælið helt ís-
lendski venjarin annars, at
hetta gjørdist júst so torført,
sum hann hevði ímynda sær.
- Sum lið standa føroy-
ingar seg sera væl, og teir
megnaðu at gera tað sera
trupult fyri okkum, men eg
haldi tó hinvegin, at vit
hildu teimum heilt væl.
- Eg eri tó ikki nøgdur
við málið, sum teir fáa. Ikki
akkurát tí teir fáa mál, men
tí hetta kemur eftir luftbólt,
og júst í luftini eri eg annars
av teirri fatan, at her vóru
mest sum allir hjá okkum
sterkari enn teir, so hasa
støðuna má eg heldur
síggja umaftur. Í øllum før-
um bendir tað á, at verjan
hjá okkum ikki var nóg væl
skipað í støðuni, helt Ás-
geir Sigursson at enda, áðr-
enn bæði hann og íslendsku
blaðmenninir vendu eyguni
móti komandi dystinum hjá
Íslandi, sum verður móti
Litava nú mikudagin.
- Sæð yvir ein kamb, so haldi eg vit høvdu uppiborið at vinna
dystin, og eg eri eisini væl nøgdir við tað spæl, sum leikarar
mínir vístu í dag, helt Ásgeir Sigursson eftir dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
Var tað ikki fyri úr-
slitið, so var tað tann
perfekti dagurin hjá
mær helt føroyski
málskjúttin eftir
dystin
LEIKARAPRÁT
Jákup Mørk
Fyri fyrstu ferð síðani dyst-
in í Slovenia slapp Rógvi
Jacobsen at byrja inni í
einum teljandi landsdysti,
og tað eydnaðist honum
eisini at seta sítt týðiliga
fingramerki á hendan, tá
hann eftir góðum tíma
javnaði íslendsku leiðsluna.
Tað sá í mangar mátar út
til, at talan var um eina væl
vanda støðu, men sjálvur
helt Rógvi ikki, at so var.
- Vit høvdu sum so ikki
gjørt nakað eyka burtur úr
hesum. Ikki annað enn tað,
at vit undan dystinum av-
talaðu, hvar hvør skuldi
renna. Jákup sendi fríspark-
ið innfyri, og har var eitt
stórt hol hjá mær at renna í,
og so var bara at seta høvd-
ið á, helt Rógvi eftir dystin.
Og gleðin hjá føroyska
málskjúttanum var sjónlig.
Við troyggjuna í hondini
helt hann beina leið yvir at
føroyska venjarabeinkin-
um, har alt var á gosið,
meðan íslendsku áskoðar-
arnir sótu sum negldir aft-
anfyri.
- Tað er jú ikki hvønn
dag, at tú skorar á lands-
liðnum. Og so als ikki í
slíkum dysti, so tað ger
nokk einki, um man flippar
eitt sindur út, tá hetta hend-
ir, helt smílandi skjúttin
fyri, tá hann at enda varð
spurdur um hetta.
Við troyggjuna í hondini helt hann beina leið yvir at føroyska venjarabeinkinum, har alt var á
gosið, meðan íslendsku áskoðararnir sótu sum negldir aftanfyri
Tað kundi – næstan - ikki verið betri
25
24
Nr. 107 - 11. juni 2003
Verjan stóð seg best
Tað var serliga skip-
anin av verjupartin-
um, sum eydnaðist
væl hjá Føroyum
leygardagin, har
nýggju menninir
spældu ein framúr
góðan dyst saman við
altíð stinna Jón Róa
Jacobsen
LEIKARAUMMÆLI
Jákup Mørk
1. Jákup Mikkelse,
Molde
Spælir í løtuni fyri at sann-
føra onnur enn Molde um,
at hann er verdur at satsa
upp á. Tað heldur føroyski
landsliðsvenjarin
hann
vera, og enn hevur Jákup so
ikki svikið álitið. Hevði
sum so ikki tað stóra at
gera, og málini fekk hann
ikki gjørt nakað við, men
tók annars tað, sum var
skotið at honum. Ikki minst
var bjargingin av púra leysa
Sigurðsson týdningarmikil
í fyrra hálvleiki.
2. Christian Høgni
Jacobsen, NSÍ
Hevði fingið leiklutin á
høgra bakki, har hann
hevði til uppgávu at loysa
Pól Thorsteinsson av. Ans-
aði sum vera væl man eftir
skipanini av verjupartinum,
har ein alla tíðina royndi at
fylgja teimum ávísingum,
sum givnar vóru. Eigur eis-
ini rós uppiborið fyri hend-
an partin av spælinum, men
fyri ein leikara við hansara
evnum, hevði eisini verið
ynskiligt, um hesi í størri
mun eisini komu til sjóndar
longur niðan eftir vøllinum.
3. Jóhannis Joensen,
FS Vágar
Hevði fingið trupla leiklut-
in sum avloysari hjá Óla
Johannesen, men sigast má,
at hesin var loystur til UG.
Gekk kanska nakað av tíð,
áðrenn hann veruliga fall
inn í spælið, men tá hetta so
fyrst var gjørt, so steðgaði
hann snøgt sagt ikki á aftur.
Í so máta má næstan sigast,
at tað er stórt spell fyri Jó-
hannis, at tað júst var hesa
ferð, at hann skuldi vera so
sannførandi á liðnum, tí
júst hetta plássið er lítil ivi
um, at Óli fær aftur.
4. Súni Olsen, GÍ
Hevði aftur hesa ferð fingið
leiklut á vinstra bakki, og
yvir høvur tykist tað ganga
framá hjá honum á plássin-
um. Kropsliga tykist hann
nú eisini vera komin so-
mikið væl fyri seg, at hann
ikki smæðist burtur í nær-
dystum, og fótbóltsliga er
hann somikið væl fyri, at
hann helst kann røkja flestu
plássini á vøllinum. Hevði
tó til tíðir trupulleikar í
samskiftinum við Rógva
Jacobsen uppi á miðvøllin-
um, men við bert tveimum
dystum saman, fær hetta
neyvan verið øðrvísi.
5. Jón Rói Jacobsen,
Brøndby
Tað fær valla verið meira
imponerandi enn tað sama
hjá verjuálitinum hjá Før-
oyum. Hevur ferð eftir ferð
roynst millum teir allar
bestu á landsliðnum, og nú
Óli Johannesen ikki var í
verjuni, átók Jón Rói sær
púra náttúrligt ein meira
stýrandi leiklut. Er í nógvar
mátar so framsíggin í spæl-
inum, at honum als ikki
nýtast at takla, tá bólturin
skal takast, og hetta mátti
sjálvt stóra stjørnan hjá ís-
lendingum eisini sanna. At
hann enn ikki hevur vunnið
sær fast pláss í Brøndby-
verjuni, sigur helst meira
um styrkina hjá Brøndby,
enn tað ger um evnini hjá
Jón Róa.
6. Jann Ingi Petersen,
B68
Var rættiliga óvæntað tikin
inn á føroyska miðvøllin, tá
fótbóltsevnini á hesum
skuldu styrkjast, men tað
var tó ikki so nógv, sum
sást til hesi. Ikki minst tí
stórur partur av fyrra hálv-
leiki varð nýttur at sparka
langar bóltar niðan móti
álopinum, og at føroyski
miðvøllurin tí fyri tað koma
at renna eftir returbóltum,
heldur enn at spæla fótbólt.
Var kanska komin nakað
betri í spælið, tá útskifting-
in kom, men hóast tað, so
kann ikki sigast annað enn,
at hon fall náttúrligt.
7. Fróði Benjaminsen,
B68
Hevði aftur hesa ferð leik-
lutin
sum
tann
meira
spælstýrandi av føroysku
miðvallarunum, men eins
og hjá Jann Inga, so var tó
avmarkað, hvat hann fekk
skapt. Kanska kundi tað
verið ynskiligt, at hann í
størri mun sýndi sínar
serstøku dygdir at flyta seg
í tóm øki at fáa bóltin, men
hinvegin var langa sending-
in oftani farin, áðrenn Fróði
var komin so langt. Sýndi
tó eisini í løtum, at hann
telist millum teir fáu, sum
fysiskt megna at spæla upp
til alla mótstøðu, og er helst
ivaleysa tryggur í sessinum
til komandi dystin.
8. Rógvi Jacobsen, HB
Hevði sum væntað fingið
møguleikan í vinstru, og
kropsliga sýndi hann eisini,
at hann er førur fyri hesum.
Hevur kanska ikki altíð
skjótleikan á fyrstu metrun-
um til at koma ígjøgnum í
síðunum, men fekk til tíðir
kortini verið við í parti av
føroyska spælinum. Gav
sær tó í løtum ov góðar
stundir við bóltinum, so-
leiðis at avleveringsmøgu-
leikarnir vóru tiptir, áðrenn
nakað spurdist burturúr.
Krýndi tó avrikið við ein-
um deiligum máli, sum tí-
verri ikki var nóg mikið at
tryggja okkum stig.
9. Jákup á Borg, B36
Var aftur hesa ferð maðurin,
sum legði upp til føroyska
málið, og bara tað í sjálvum
sær rættvísgerð, at hann skal
vera millum teir fyrstu
ellivu. Hevur tó eisini nógv-
ar aðrar dygdir, sum koma
føroyska liðnum til góðar, tá
spælið skal flytast niðan
gjøgnum síðurnar, men trup-
ulleikin var bara, at hetta
nærum ongan tíð hendi leyg-
ardagin. Við langu sending-
arnar niðan í álopið var hann
náttúrligt prísgivin, og tí var
hetta ein av dystunum, har
Jákup var óvanliga lítið við í
spælinum.
10. John Petersen, B36
Hevði óvanliga ringar for-
treytir at arbeiða undir, og
tað merkti eisini spæl hans-
ara. Kanska kundi ein
sakna, at hann í størri mun
leitaði oman eftir vøllinum,
men serliga í fyrra hálvleiki
hevði hetta tó kanska bara
verið spill av kreftum. Kom
nakað betri við eftir steðg-
in, tá spælið var eitt sindur
nærri jørðini, men kom
ongan tíð fram til teir
møguleikar, sum vónirnar
vórðu settar eftir.
11. Andrew av Fløtum
Hevði eins og álopsfelagin
ring
arbeiðslíkindi. Var
kanska í enn størri mun
raktur av hesum, tí hann
náttúrligt mátti halda sær
longri uppi á vøllinum. Gula
kortið, sum hann fekk gav
hartil við sær, at hann ikki
verður við í stórdystinum
mikudagin, so alt í alt var
hetta ikki ein dystur, sum fer
at teljast millum teir bestu
hjá Andrew. Men sum sagt,
so vóru fortreytirnar fyri
hesum heldur ikki til staðar.
12. Julian Johnsson,
B36
Var sera óvænta settur uttan
fyri í dystinum, sum skuldi
vera hansara stóra jubileum
á landsliðnum, men fekk tó
eitt sindur av eini uppreisn,
tá hann varð settur inn. Ikki
bara tí hann var partur í
uppspælinum til føroyska
málið, men eisini tí tað
tóktist koma meira ferð á,
tá hann kom inn. Ikki minst
viðvirkaðu djúpu renningar
hansara til, at íslendska
organisatiónin partvíst varð
brotin, og fysiskt er hann
somikið væl fyri, at sjálvt
ikki stóru íslendingarnir
stóðu honum kurl, tá renn-
ast
skuldi
langt
eftir
bóltinum.
14. Hjalgrím Elttør, KÍ
Fekk seinstu 25 minuttirnar
á vøllinum fyri Andrew av
Fløtum, og sýndi her, at
hann væl kann vera eitt
alternativ til álopssessirnar.
Arbeiðssamur sum altíð var
hann við í nógvum av tí
lítla, sum gekk fyri seg á ís-
lendsku hálvuni, og ta einu
ferðina var eisini um reppi,
at hann slapp leysur, men
íslendska verjan var tó ov
tung at rista av sær.
Ferð eftir ferð hevur Jón Rói
roynst millum teir allar bestu
á landsliðnum, og nú Óli
Johannesen ikki var í verjuni,
átók hann sær púra náttúr-
ligt ein meira stýrandi leiklut
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
24