Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 107 - 11. juni 2003 Hóast verjuparturin var væl meiri sannførandi í Íslandi, enn álopsparturin var, so er tað ikki óhugsandi, at broytingarnar verða gjørdar í verjuni TÝSKLAND–FØROYAR Jóannes Hansen Hvørjir ellivu føroyingarnir fara at standa á vøllinum saman við týsku heims- stjørnunum, tá ið stóra mannfjøldin í kvøld fer at hjálpa Brandi Enni at syngja tjóðsangirnar. Sum altíð er hetta stóri spurning- urin, og tað kann væl vera, at venjarin fer at hava størri høvuðbríggj av tí uppgáv- uni, enn hann hevði roknað við, at hann skuldi hava. Í Íslandi leygardagin vóru trupulleikarnir á føroyska liðnum frammi á vøllinum. Tað var eingin tyngd og dynamikkur í, og harvið kendist tað so at siga ongantíð vandamikið, tá ið okkara menn royndu at fara í álop. Úrtøkan var so at siga eitt hundrað prosent, tí butursæð frá góða stútar- anum hjá Rógva Jacobsen til 1–1, so megnaði før- oyska liðið ikki at spæla seg til møguleikar, og tað var eingin, sum hevði orku, snildleika og ferð at taka uppgávuna á seg sjálvan at sneiða framvið einum og fleiri mótstøðumonnum og harvið seta verjuna og ís- lendska málið undir trýst. Í verjupartinum var før- oyska avrikið sannførandi. Jákup Mikkelsen var sera tryggur í málinum, og mið- verjarnir og vongverjarnir vóru miðvísir og kaldir, og innanhýsis samskiftið og fatanin vóru góð. Tað hevur verið upplagt, at tað undan týsku avbjóð- ingini skuldi gerast pláss fyri Óla Johannesen og Pól Thorsteinsson. Tað kann væl vera, at teir vera í verj- uni í kvøld, men tað er ikki púra upplagt, at broytingar verða gjørdar. Um venjarin kortini ger av at gera broytingarnar, so er tað út frá, at Óli og Pól hava ikki spælt seg av, heldur enn út frá at tveir av teimum, sum leygardagin vóru í verjuni, hava spælt seg av. Jón Rói lyklaspælari Kabalin skal ganga upp. Hvussu hon skal gera tað valdast um, hvat kort verð- ur fyrst lagt á borðið. Eing- in ivi er um, at Jákup Mikk- elsen verður afturvaldur til plássið millum stólparnar, og tað er heldur eingin ivi um, at Jón Rói Jacobsen verður í miðverjuni. Hann spældi leygardagin so sann- førandi, sum hann ongantíð hevur gjørt áður. Hóast íslendingarnir oft- ast spældu seg ígjøgnum í høgra borði – eisini tá ið teir fingu sigursmálið – so er eingin ivi um, at Súni Olsen verður á vinstra vongverjanum. Landsliðs- venjarin tykist ikki rokna við nøkrum øðrum møgu- leika. Spurningurin er so, hvussu tað verður við Jóhannisi Joensen og Christian Høgna Jacobsen. Í Íslandi fekk Jóhannis Joensen, sum hevur verið sera trúfastur í landsliðs- hópinum, sjálvt um hann fleiri ferðir hevur verið settur út um teir fyrstu átjan, fyri fyrstu ferð møguleikan í miðverjuni í týdningarmiklari uppgávu. FS Vágar maðurin stóð seg sera væl, og tað gjørdi Christian Høgni Jacobsen eisini. Óli Johannesen er ikki hvør sum helst. Hann er tann mest royndi før- oyski spælarin, og hann er liðformaður. Tí er tað í útgangsstøðuni upplagt, at hann skal vera partur av miðverjuni, men eftir Ís- lands ferðina er tað ikki so upplagt, sum tað var frammanundan. Pól Thorsteinsson er royndur og skjótur, og tað kann gott vera, at hann verður vongverji í høgru, men heldur ikki tann broyt- ingin sammett við liðið í Íslandi leygardagin er so uppløgd, sum hon var und- an 2–1 tapinum á Lau- gardalsvøllinum. Álopspláss stendur opið Jákup á Borg, Fróði Benja- minsen og Rógvi Jacobsen verða aftur á miðvøllinum. Harafturímóti tóktist tað leygardagin greitt, at Julian Johnsson aftur fær álitis- váttan, eftir at hann leygar- dagin varð settur uttanfyri. Jann Ingi Petersen eigur nógvar landsdystir á, og tað kann væl vera, at hann verður at síggja á vøllinum í kvøld, men hann verður neyvan ímillum teir fyrstu ellivu. Í álopinum skal í hvussu so er ein broyting gerast. Andrew av Fløtum er leikbannaður. Í næstsíðsta minuttinum í Litava í heyst fekk hann gult kort, og leygardagin tiltuskaði hann sær aftur eitt heilt óneyðugt gult kort. Hvørki Andrew av Fløt- um ella John Petersen vístu leygardagin tað, sum teir onkra ferðina hava víst. Tað var eisini rættuliga sjónskt, at teir eru (ov) líkir at spæla saman. John Petersen verð- ur ivaleyst aftur í álopinum hesa ferð. Spurningurin er, um tað verður saman við Hjalgrím Elttør, ella um Christian Høgni Jacobsen verður fluttur úr verjuni og fram í álopið. Fyri álopsspælið hevði tað verið rættuliga spenn- andi, um Jón Rói Jacobsen hevði verið settur í fremstu ódn. Hann hevur so ofta í HB víst seg sum fínan álopsspælara. Men venjarin ger neyvan ta royndina, og vit skilja hann væl. Jón Rói Jacobsen var sera harmur um málið hjá Íslandi. Ikki minst tí føroyska verjan hevði havt somikið gott tak á Eiður Smára & Co. LEIKARAPRÁT Jákup Mørk Enn einaferð sýnti Jón Rói seg sum stóra álitið í føroyska verjupartinum, og tað skerst ikki burtur, at hann iðraði seg eftir dystin. - Sjálvandi gert tú tað. Ikki minst tá tú hevur hildið mótstøðuni so leingi, sum vit gjørdu. Vit høvdu jú bara eyka- tíðina at spæla uppá, og tað er ikki langt frá, at eitt tár rann úr eyganum, tá eg sá handan bóltin fara inn. Verjuparturin var ann- ars nakað av tí, sum stúrt varð mest fyri undan dystinum, men hesin óttin vísti seg mest sum at vera ógrundaðu, og Jón Rói var eisini samd- ur í, at gjørdu avtalurnar vórðu hildnar. - Vit høvdu teir jú alla tíðina. Vit høvdu kanska roknað við, at Eiður Smári fór at gera eitt sindur um seg í ein móti einum støðum, men sæð burtur frá nøkrum stút- arum, so var hann ikki vandamikil, sum vit roknaðu við. Men tá tú skalt spæla móti einum leikara, sum dagliga telist millum teir bestu í Onglandi, ert tú tá ikki eitt sindur bangin fyri, hvussu hann skal takast? - Neit, tað haldi eg ikki. Sjálvandi er tað ein stór uppliving at hava slíkan mótstøðumann, men tað er ikki nakað, sum tú hugsar um, tá dysturin byrjar. Tá hevur tú eina uppgávu, sum skal loysast. Nokk av dystum Sum nevnt, so taldist Jón Rói aftur hesa ferð millum teir bestu hjá føroyingunum, men er tað ikki ein vandi við dystarvenjingini, tá hann ikki er partur av besta liðnum í Brøndby. - Tað er tað nokk ikki. Síðani eg kom aftur eftir dystirnar móti Kasahk- stan havi eg ikki verið á besta liðnum, men við eykaliðnum hava eg spælt at kalla tvær ferðir hvørja viku, so talan er um nokk av dystum. Kanska er støði á mót- støðuni her eitt sindur svingandi, men ímillum hesar dystir venji eg so saman við fleiri heilt góðum leikarum, og tað er í øllum nakað, sum gevur nakað, heldur Jón Rói Jacobsen at enda. Eg feldi eitt tár Útskiftingarnar eru ikki upplagdar Jón Rói Jacobsen er helst púra vísur í sínum plássi í verjuni, men spurningurin er, hvørjar tríggjar hann fær afturat sær Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 26 Nr. 107 - 11. juni 2003 27 27 Julian Johnsson royndi ikki at krógva, at tað fyri seg var eitt vónbrot, at hann ikki slapp at byrja sín 50. landsdyst millum teir fyrstu ellivu LEIKARASAMRØÐA Jákup Mørk Verður sæð burtur frá onkrum próvtøkum fyrstu tíðina, og so onkrum ein- støkum leikbanni, so hevur Julian Johnsson verið fastur fúsur á liðnum, síðani hann leikti sín fyrsta landsdyst fyri Føroyar. Leygardagin skuldi hann so fara um teir hálvthundr- að dystirnar í landsliðs- búnanum, men hetta hendi tó ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, tí Julian var nevnliga ikki millum teir fyrstu ellivu. - Tað var nakað, sum eg fekk at vita beint undan dystinum, og sjálvandi var eg vónbrotin, og kanska eisini eitt sindur ónøgdur. Men hinvegin, so vil tað helst altíð vera eitt vónbrot, tá tú ikki ert við. Tað er jú tað, sum tað ræður um. - Sjálvandi kanst tú ong- an tíð kenna teg heilt vísan, men tú gert tær jú eina mynd undir venjingunum, og sjálvur hevði eg avgjørt vænta at byrja inni, sigur hann. Sæð uttan ífrá, so kom kanska nakað av broyting í, tá Julian kom á liðið, og sjálvur heldur hann eisini, at tað eydnaðist honum at vísa nakað. - Tað kom kanska eitt sindur av lívi í akkurát, men vit vóru eisini við at koma betri inn í dystin beint áðrenn. Tað er sjálv- andi altíð ringt at koma inn í ein dyst, men eg haldi tað gekk rímiliga væl. Hin- vegin haldi eg nú heldur ikki, at trýstið á okkum var so øgiliga stórt. Vit hava í øllum førum roynt tað, sum var verri, og tí er tað kanska eyka keðiligt, at málið skal koma somikið seint. - Nú er altíð lætt at vera klókur aftaná, men eg kann ikki lata vera við at iðra meg um, at onkur ikki gjørdi okkurt, áðrenn málið kom. Eitt lítið fríspark longri uppi á miðjuni ella eitt ella annað. Men tað er so farið, og nú mugu vit so bara royna at líta framaeftir. Og frameftir er ikki longur enn til mikudagin. Roknar Julian sjálvur við, at hann verður á liðnum tann dystin. - Tað ætli eg mær sjálv- andi, men tað er so upp til venjararnar. Fyri fyrstu ferð slapp John Petersen at bera liðskiparabindið, tá føroyska liðið skuldi inn á vøllin, og hetta var heilt víst nakað, sum hann er fegin um at hava roynt LEIKARAPRÁT Jákup Mørk Tað var longu greitt eftir dystin í Hannover, at ein nýggjur liðskipari skuldi finnast, nú Óli Johannesen var leikbannaður. Ikki óvæntað fall valið á John Petersen, og hann duldi ikki fyri, at hetta kendist sum ein stórur heiður. - Eg havi tvær ferðir áður havt liðskiparabindið á arminum, men tá havi eg fingið tað undir dystinum. Hetta er fyrsta ferðin, at eg slapp at leiða liðið inn, og tað er heilt víst nakað, sum eg fegnist um. Tað er nakað heilt serligt, tá tú umboðar land títt á hendan hátt. Noyðist nokk aftur í varaleiklutin Men sum allir aðrir á lið- num, so mundi John í allari gleðini um hetta kortini iðra seg um íslendska málið, sum at kalla reiv eitt stig úr hondini á føroyska liðnum. - Tað er í øllum førum stórt spell, at vit soleiðis skulu tapa í yvirtíðini. Kanska var tað ikki heilt óuppiborið, men tað er akkurát líka keðiligt fyri tað. Eisini tí eg haldi, at vit tá høvdu høvdu riðið ring- asta trýstið av okkum, og so hendir hatta. Undan hesum høvdu Før- oyar annars javnað. Eitt mál, har sjónvarpsmyndir- nar vístu, at John helst skapti nakað av plássi til Rógva við at nýta hendur- nar at flyta ein mótstøðu- mann við. Spurdur, hvørt hetta var nakað, sum var partur av avtaluni, segði hann, at tað visti hann einki um. - Um myndirnar vísa tað, so er tað nokk rætt, men so hevur tað helst bara verið instinkt, men tað taldi við, og tað er so tað týdningar- mesta, helt hann um hetta. Liðskiparin, sum tó helst verður noyddur at avlever- að armbindið til Óla Jo- hannesen mikudagin, men tað var tó ikki nakað, sum tóktist at nerva hann. - Nei. Tá verið eg helst bara »vice« einaferð aftur- at, men tað er sum eisini gott nokk, segði hann flennandi til hetta seinasta. Ein stórur heiður Hetta er fyrsta ferðin, at eg slapp at leiða liðið inn, og tað er heilt víst nakað, sum eg fegnist um. Tað er nakað heilt serligt, tá tú umboðar land títt á hendan hátt, helt John Petersen Mynd: Álvur Haraldsen Eitt vónbrot - Tað var nakað, sum eg fekk at vita beint undan dystinum, og sjálvandi var eg vónbrotin, og kanska eisini eitt sindur ónøgdur, helt Julian Johnsson, sum hesa ferð mátti taka til takkar við óvanda leiklutinum sum eykamaður Mynd: Álvur Haraldsen