mikudagur 11. juni 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 11. juni 2003
29
29
28
Nr. 107 - 11. juni 2003
C
M
Y
K
28
Undirhald frá Støkk í hálvleikinum
Henrik Bertelsen,
venjari hjá føroyska
oyggjaleikalandsliðnu
m í fimleiki, ásannar,
at oyggjaleikirnir eru
hæddarpunktið hjá
føroyskum fimleikar-
um. – Føroyskir fim-
leikarar í Danmark
kunnu fara til Nordisk
mesterskab og so
víðari, men fyri fim-
leikarar í Føroyum,
sláa oyggjaleikirnir alt,
sigur landsliðs-
venjarin
FIMLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
Rituvíkarhálsur: Leygar-
dagur er, og oyggjaleika-
landsliðið í fimleiki venur á
Rituvíkarhálsi. Tey fyrireika
seg til oyggjaleikirnar, sum í
ár verða á Guernsey.
Henrik Bertelsen, venjari
hjá føroyka oyggjaleika-
landsliðnum í fimleiki, er
komin til Føroya at fyri-
reika fimleikararnar til teir
fara avstað um ikki so heilt
langa tíð.
– Eg var eisini við til at
fyrireika
fimleikararnar
seinastu ferð tað vóru
oyggjaleikir, og samstarvið
hjá okkum hevur hildið
fram í jøvnum millumbil-
um síðani tá, sigur Henrik
Bertelsen.
– Í ár eru vit so byrjað
nógv fyrr enn vit gjørdu
seinast, og eg vóni, at hetta
samstarvið verður fast, so
vit kunnu byrja so tíðliga
sum møguligt at finna teir
evnaríku fimleikararnar.
Marit skadd
Føroysku
fimleikararnir
hava verið millum tey
ítróttarfólkini, sum hava
verið rættiliga dugnalig til
at fáa Føroyum heiðurs-
merki til vega, og venjarin
dylir ikki fyri, at hann
væntar okkurt heiðurs-
merki eisini í ár.
– Tíverri eru vit komin
soleiðis fyri, at okkari besti
fimleikari, Marit Magnus-
sen, er skadd í krossband-
inum. Hon verður tí ikki
við, og hetta hevur tí
minkað okkara málsetning
eitt sindur. Bæði fyri liðið
og
fyri
einstaklingar,
ásannar landsliðsvenjarin.
– Men eg ivist ikki í, at
liðið fær eina rímiliga plas-
ering, men um tað verður
nóg mikið til eitt heiðurs-
merki, veit eg ikki nú. Teir
mannligu
fimleikararnir
hava fingið fleiri heiðurs-
merki undanfarin ár, men
hetta er ikki tað vit fyri-
reika okkum uppá.
– Vit skulu gera okkara
venjingar 100%, og so
kunnu vit gera ein rokni-
skap aftaná, hvørt tað verð-
ur til eitt heiðursmerki ella
ikki. Men tað verður ikki
við heiðursmerkjum í eyg-
unum, at fimleikararnir
fara at framføra.
Fimleikalandsliðið
er
stórt sæð tað sama í ár, sum
seinst, umframt at Gutti er
komin við afturat. Vant
hevur verið javnan síðani
oktober mánaða, og nú
verður tann seinasta hondin
løgd á venjingarnar.
– Tað krevur ein harðan
innsats. Tann seinasta mán-
aðan undan oyggjaleikun-
um hava fimleikararnir
vant eftir eini ætlan, sum
teir skulu halda dagbók eft-
ir. Venjingin er hørð, men
tað er har heiðursmerkini
verða vunnin. Um tú ikki
fyrireikar teg væl, so fyri-
reikar tú teg til fall, sigur
Henrik Bertelsen.
Henrik Bertelsen er dani,
og síðani í heyst hevur hann
verið í Føroyum og vant við
landsliðnum umleið 14.
hvønn dag ella minst eina-
ferð um mánaðin.
– Mær dámar væl at
koma upp her og venja við
fimleikarunum. Eg var
saman við liðnum í Dan-
mark á páskum og tá fingu
vit hjálp frá einum russisk-
um koreografi.
Nakrir skaðar hava verið,
men burtursæð frá Marit
Magnussen, so verða allir
fimleikararnir klárir til
oyggjaleikirnar, um ongin
nýggjur skaði tekur seg
upp, væl at merkja.
Oyggjaleikirnir eru hæddarpunktið
Í hálvleikinum í dyst-
inum í kvøld millum
Føroyar og Týskland
verða tað gentur úr
fimleikafelagnum
Støkk á Glyvrum,
sum koma at undir-
halda saman við
oyggjaleikalandsliðn-
um í fimleiki. Gentu-
liðið hjá Støkk skal í
summar eisini luttaka
á eini fimleikastevnu í
Alicante í Spaniu
FIMLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
Tað verður gentuliðið hjá
Støkk, sum skal undirhalda
áskoðarunum í hálvleikin-
um millum Føroyar og
Týskland á Tórsvølli í
kvøld. Gentuliðið er mann-
að við 14-17 ára gomlum
gentum úr fimleikafelagn-
um, og skulu tær saman við
oyggjaleikalandsliðnum í
fimleiki syrgja fyri, at
føroysku og týsku áskoðar-
arnir hava okkurt at hyggja
eftir, meðan leikararnir
hvíla seg og tosa um taktikk
í hálvleikinum.
– Vit vórðu bidnar um at
luttaka saman við oyggja-
leikalandsliðnum
vegna
fimleikasambandið, sigur
Rannvá Troest, venjari hjá
gentuliðnum.
Talan verður helst um
eina rútmiska seriu av ein-
um ella øðrum slag, sum
genturnar fara at framføra.
Til Spania
Sjálvandi er tað eitt uppliv-
ilsi at sleppa at framføra til
størsta fótbóltsdystin nakr-
antíð í Føroya fótbóltssøgu,
men tað er ikki tað einasta,
sum liggur gentuliðnum
fyri framman í løtuni. Tær
skulu nevniliga til Spaniu í
juli mánaði at luttaka á eini
altjóða fimleikastevnu í
Alicante.
– Hendan stevnan hevur
verið einaferð fyrr, og tað
var í 1995. Tá var eitt lið úr
Føroyum eisini við. Tað er
DGI, Dansk Gymnastik og
Idræt, sum saman við Ali-
cante, skipa fyri, greiðir
Rannvá Troest frá.
Ferðaliðið við fimleikar-
unum fer avstað 14. juli og
kemur aftur tann 21. juli.
Sjálv stevnan er seks dagar
long.
Heili 3000 fimleikarar
hava teknað seg til stevn-
una. Teir flestu fimleikarar-
nir eru úr Danmark og
Spania, men umframt hetta,
so eru gestalið úr øllum
heiminum.
– Á stevnuni skulu gent-
urnar framføra tvær ferðir á
strondini. Tað ber til at
tekna seg til workshops har,
og so ber eisini til at ganga
til framsýningar og á tann
hátt eisini fáa íblástur, sigur
Rannvá, sum ásannar, at ein
slík stevna hjálpir nógv, tá
tað kemur til íblástur.
Gentuliðið hjá Støkk
hevur umboðað felagið í
rútmiskum fimleiki tey
seinastu fimm árini, og í
teimum kappingunum hava
genturnar fingið góð úrslit.
Saman við foreldrum
hava genturnar teir seinastu
fýra mánaðirnar savnað
saman pening til ferðina
niður til Spaniu. Harafturat
fær liðið eisini stuðul frá
Støkk og Fimleikasama-
bandi Føroya.
Ferðalagið sum fer til
Spania í summar telur 31
fólk, harav eru 14 fimleik-
arar. Restin eru foreldur og
áhugað.
Genturnar hjá Støkk skulu
undirhalda í hálvleikinum á
Tórsvølli í kvøld saman við
oyggjaleikalandsliðnum í
fimleiki. Harafturat skulu
tær til eina altjóða fimleika-
stevnu í Spania í summar.
Genturnar eru: Súsanna
Thomassen, Monika Weihe
Poulsen, Karla Maria Gaard-
bo, Jenny á Reynatrøð, Jónvá
Joensen, Joan Simonsen,
Bodil Tausen, Kristina Olsen,
Ann Mari Róin Johannessen,
Anna Joensen, Sonja Joensen,
Hervør Heinesen, Rósa
Heinesen, Henny Joensen.
Venjari: Rannvá Troest
Føroyska fimleikalandsliðið venur í hesum døgum til oyggjaleikirnar
Kom bara við Ballack
Fyrst og fremst var
trupulleikin í Íslandi,
at vit gúppaðu ov
nógv, og tað mugu vit
sleppa undan móti
Týsklandi, heldur
Fróði Benjaminsen,
sum annars tykist
gleða seg at hitta
Michael Ballack
UPPTAKT
Jákup Mørk
Hóast broytingar, so var
Fróði Bemjaminsen sum
vant partur av føroyska
miðvøllinum móti Íslandi,
og tá vit hittu hann mána-
dagin duldi hann ikki fyri,
at hann hevði havt betri
dystir enn hendan.
- Tað var fyrst og fremst
tí, at vit sóu bóltin so lítið.
Frá báðum síðum varð mið-
vøllurin at kalla alla tíðina
lopin um, og tó at betraðist
í seinna hálvleiki, so var tað
framvegis ikki nóg gott.
Spurdur, hvørt hetta er
nakað, sum teir á landsliðn-
um hava tosað um síðani,
soleiðis at tað kann betrast
mikudagin, sigur Fróði, at
tað hava teir ikki.
- Tað fara vit nokk at gera
týs- og mikudagin, men í
øllum førum vita vit nú,
hvat vit ikki skulu gera. Og
serliga ikki móti týskarum,
sum helst megna at seta
størri trýst á, helt hann.
Kom bara við Ballack
Tá Føroyar fyri knøppum
ári síðani spældu í Hannov-
er, var leikluturin hjá Fróða
fyri tað nógva at ansa eftir
Michael Ballack. Ein dyst-
ur, sum til tíðir tóktist ógv-
usligur, en hetta tykist tó
ikki at nerva Fróða stór-
vegis.
- Nú má eg fyrst fáa at
vita, um eg sleppi at byrja
inni, men tað er so ikki
nakað, sum eg hugsi stór-
vegis um. Tá tú spælir móti
slíkum leikarum, so fer tað
neyvan at loysa seg at
hugsa alt ov nógv um,
hvørjum tú ert ímóti.
Men hóast alt, so má
Fróði tó viðganga, at tað
sjálvandi er nakað serligt, tá
spælt verður ímóti teimum
stóru tjóðunum, men hann
tykist á ongan hátt vera
bangin fyri nærdystunum,
sum ivaleyst fara at koma.
- Tað gekk kanska eitt
sindur hart fyri seg millum
okkum í Hannover, og
Ballack var kanska eisini
nokk so arrogantur. Tað veit
eg so ikki, um hann eisini
verður hesaferð, men verð-
ur tað soleiðis, so má mann
bara taka tað við. Eg ætli
mær so ikki at bakka, sigur
ein smílandi Fróði Benja-
minsen at enda, áðrenn
leiðin aftur gekk niðan á
Hotellið, har hvíld og matur
nú vóru á landsliðsskránni.
- Tá tú spælir móti slíkum leikarum, so fer tað neyvan at loysa seg at hugsa alt ov nógv um,
hvørjum tú ert ímóti, heldur Fróði Benjaminsen um útlitini til aftur at hitta Michael Ballack
Mynd: Álvur Haraldsen
Fegin um møguleikan
- Hetta hevði eg als
ikki roknað við, men
tað var ikki annað at
gera, enn at royna sítt
besta, helt Jann Ingi
Petersen
LEIKARASAMRØÐA
Jákup Mørk
Tað var Jann Ingi Petersen,
sum var stóra kaninin hjá
Henrik Larsen, tá liðið varð
sett til dystin móti Íslandi.
Frá flest øllum síðum
varð roknað við, at tað
skuldu verða Fróði Benja-
minsen og Julian Johnsson,
sum skuldu mannað før-
oyska miðvøllin, og hóast
ein branddyst móti Kasahk-
stan herfyri, so segði Jann
Ingi seg rokna við tí sama.
- Julian og Fróði hava
verið somikið sterkir á mið-
vøllinum, at eg als ikki
hevði roknað við nøkrum
møguleika her og nú.
- Eg fekk tað heldur ikki
at vita, fyrr enn stutt undan
dystinum, og tí var eg
kanska eitt sindur nervøsur,
tá dysturin fór ígongd, men
har var einki annað at gera,
enn bara at royna sítt besta,
helt Jann Ingi, sum annars
helt, at tað var ein stór
hjálp, at vanligi liðfelagin
úr B68 var hin maðurin á
miðvøllinum.
Tað tóktist eisini, sum
hevði føroyski miðvallarin
eitt sindur ilt við at koma
inn í dystin, og hann við-
gekk eisini, at hetta hevði
verið strævið.
- Spælið lá ikki serliga
væl til okkum á miðjuni,
tað er jú munur á einum
venjingardysti móti Kas-
ahkstan og so einum und-
ankappingardysti móti Ís-
landi. Men eg haldi, at eg
spældi meg væl upp, áðr-
enn eg varð skiftur út.
Mikudagin er dystur móti
Týsklandi, og til ta tíð verð-
ur ein av spurningunum
heilt víst, hvussu føroyski
miðvøllurin fer at síggja út.
Til hetta helt Jann Ingi, at
tað má so verða upp til
venjararnar.
- Tað hevði sjálvandi ver-
ið stuttligt, um eisini slapp
við har, men lat okkum nú
fáa at síggja. Enn eru nakrir
dagar, til tann avgerðin skal
takast, segði ein fegin Jann
Ingi Petersen at enda.
Pól ætlar sær sessin aftur
Hóast avloysararnir
gjørdu tað gott, so
ætlar Pól Thorsteins-
son sær beina leið inn
aftur á føroyska liðið,
nú stórdysturin móti
Týsklandi stendur
fyri framman
UPPTAKT
Jákup Mørk
Ein av leikarunum, sum nú
er lagstur afturat landsliðs-
hópinum, er Pól Thor-
steinsson. Hann var leik-
bannaður til dystin í Ís-
landi, og mátti tí saman við
Óla
Johannesen
fylgja
dystinum uttanífrá. Tó at
tað stóð teimum báðum í
boði, so vóru teir ikki við í
Íslandi, men komu ístaðin
at føroyska hópinum leyg-
ardagin, tá gist varð í Vág-
unum.
Ætlar sær sessin
Og at Pól er komin aftur á
liðið fyri at verða, ivast
hann ikki í sjálvur.
- Tað er rætt, at teir, sum
komu inn í verjuna, spældu
ein góðan dyst, men sjálvur
rokni eg í øllum førum við,
at eg skal byrja inni.
- Eg skal tó viðganga, at
eg enn onga ábending havi
fingið um hetta frá venjar-
unum. Talan hevur ikki ver-
ið um nakra venjing av
dystarstøðum enn, so har
hevur so einki verið at
heintað í so máta.
Spurdur, um hetta ikki er
ein dystur, har tað hevur
serliga stóran týdning at
byrja inni, tykist Pól eitt
sindur ivandi, men hann
viðgongur tó, at hetta er
stórt.
- Tað er so nokk tann
størsti dysturin, sum vit
hava leikt á heimavølli.
Eingin ivi um tað. Men hin-
vegin er hetta ikki nakað,
sum tú hugsar stórvegis
um, tá tú fert á vøllin. Hetta
við at tað eru stórar heims-
stjørnur, sum tú spælir
ímóti.
- Vit hava jú verið í al-
tjóða dystum somikið ofta,
at tað ikki akkurát er tað,
sum tú hugsar mest um. Tú
ert kanska eitt sindur
spentur undan dystinum, tá
tú veitst at Kahn, Ballack
og Klose eru millum mót-
støðumenninar, men tá
dysturin byrjar, er alt hetta
burtur. Tá ræður bara um at
gera sítt besta, líkamikið
hvør mótstøðan er, sigur
Pól Thorsteinsson at enda.
- Spælið lá ikki serliga væl til
okkum á miðjuni, tað er jú
munur á einum venjingar-
dysti móti Kasahkstan og so
einum undankappingardysti
móti Íslandi. Men eg haldi,
at eg spældi meg væl upp,
helt Jann Ingi eftir dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
Eftir fráveruna í Íslandi
tykist Pól Thorsteinsson vera
uppsettur upp á at vinna sær
sessin í føroysku verjuni aftur
Mynd:Álvur Haraldsen