Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 11. juni 2003 31 31 30 Nr. 107 - 11. juni 2003 C M Y K 30 Hóast úrslitini ímóti teimum stóru hava verið betri á útivølli, enn tey hava verið á heimavølli, so bendir lítið á, at Føroyar í kvøld skulu leggja rygg til stórtap TÝSKLAND–FØROYAR Jóannes Hansen Tað kennist altíð sum ein marra,men tíbetur hevur tað sjáldan verið veruleiki. Tá ið á øllum økjum evarska lítlu Føroyar í fótbólti skulu takast við tey heilt stóru, lúrir møguleikin altíð fyri, at talan skal verða um skrædl. Um tað gongur av skriðuni hjá Føroyum, og um tað gongur sum smurt hjá teimum stóru, so eigur tað ikki at síggjast burtur frá, at úrslitið kann gerast tap uppá eini seks mál. Føroyingar hava onkra ferðina lagt rygg til stórtap, men tað leingist millum avhølvingarnar. Merkisvert er tað, at føroyska lands- liðið ofta hevur staðið seg betri á útivølli ímóti teim- um størstu, enn tað hevur gjørt á heimavølli. Tá ið vendingin teir størstu verður brúkt, so fevnir hon ikki so víða. Síðani Føroyar í 1988 gjørdust partur av altjóða fótbóltsfamiljuni, hava mótstøðuliðini verið so mong, at tað nú eru færri europeiskar fótbóltstjóðir, sum Føroyar ikki hava dystast ímóti, enn tær eru, sum Føroyar hava spælt ímóti. Tá ið tosað verður um tær stóru, eru tað framvegis fleiri, sum Føroyar eiga til góða at vera í undankapp- ingarbólki við. Her verður hugsað um Italia, Frakland, Holland og so Ongland, sum eigur at standa ovast á føroyska ynskilistanum, tá ið tað um ársskiftið fer at verða kastaður lutur um, hvussu flokkingin skal verða í sambandi við und- ankappingini til HM enda- spælið, sum verður í Týsk- landi í 2006. Stóru fótbóltstjóðirnar, sum Føroyar higartil hava spælt ímóti eru umframt Týskland Spania, Russland og Jugoslavia, sum taldist millum tær bestu fótbólts- tjóðirnar í heiminum, áðrenn stríðið á Balkan gjørdi enda á Sambandsrík- inum, sum Tito, sáli, hevði tvíhildið um í næstan eina hálva øld. Úrslitini Føroyar hava tvær ferðir verið í undankappingar- bólki saman við Russlandi, eina ferð saman við Spania og tríggjar ferðir saman við Jugoslavia. Jugoslavia hevur givið føroyingunum lúsingarnar av tí slagnum, sum undan hvørjari avbjóðing hjá føroyska Dávidi ímóti Goliatunum kring Europa kennast sum marrudreym- ur. Í 1991, tá ið føroyingar- nir vóru púra feskir í al- tjóða fótbóltsselskapinum, spældu jugoslavar okkara menn sundur og saman í Beograd. Úrslitið var 7–0. Men longu sama heystið var tað nógv betri, tí tá vann Jugoslavia bara 2–0 í Landskrona. Síðani hava Føroyar tapt fýra ferðir ímóti Jugoslavia, og tað hevur verið merkisvert, at tað hevur verið á heima- vølli og ikki á útivølli, at úrslitini hava verið marru- kend. Í 1996 vann Jugo- Tað dragnar millum avhølvingarnar Í Hannover sóu føroyingar, at týskarar vóru til at tosa við slavia 3–1 á heimavølli og 8–1 á Svangaskarði, og í 2001 var úrslitið 2–0 í Beograd og 6–0 á Tórsvølli. Ímóti Russlandi hevur eisini gingið betri á útivølli, enn tað hevur gjørt á heimavølli. Í 1995 vann Russland 3–0 á heimavølli og 5–2 á Svangaskarði. Tað var ta ferðina, at tað var so ógvuliga hugaligt eina lítla løtu, eftir at Todi Jónsson hevði lagt Føroyar á odda 2–1. Í 2001 vann Russland 1–0 á heimavølli og 3–0 á Tórsvølli. Í tfyrru royndini høvdu føroyingar sera gott tak á, meðan russararnir, tá ið teir vóru í Havnini, spældu føroyska liðið sundur og saman og høvdu møguleikar at skjóta í hvussu so er fimm mál fleiri enn tey trý, sum teir fingu. Eingin ivi var, tá ið Spania var gestur á Svangaskarði. Teir vunnu 6–2. Tá ið føroyska liðið var á Iberisku hálvoynni, var møguleikin nevndur fyri stórtapi. Tað var serliga millum tíðindafólk og áskoðarar. Men Allan Simonsen og spælararnir tvíhildu um, at soleiðis fór tað ikki at tørna út, og teir fingu rætt. Spania vann 3–1, og Jens Kristian Han- sen skoraði eitt flott mál. Ein tumma frá javnleikinum Týskland varð mettur sum bæði fíggjarligur og fót- bóltsligur risi, tá ið tað fyri skjótt tveimum árum síðani varð greitt, at Føroyar vóru komnar í bólk saman við størstu tjóðini í Europa. Á fíggjarliga økinum hevur gingið, sum tað kundi roknast við. Botnurin í FSF kassanum sigst ikki vera so sjónskur nú, sum hann var, tá ið rokn- skapurin varð lagdur fram á síðsta aðalfundi. Í ítróttarliga partinum hevur Týskland, sum í fjør tapti finaluna um heims- meistaraheitið, ikki verið so sannførandi í hesi und- ankappingini. Men tað boðar frá týsku styrkini, at teir eru oddalið í bólkinum, sjálvt um tað ikki hevur gingið meiri enn passaligt í bólkaspælinum. At teir hava verið at tosa við kunnu føroyingarnir skriva undir uppá. Í Hann- over 16. oktober í fjør var úrslitið 2–1, og kring allan fótbóltsheimin er tað fram- vegis av og á uppi og vend- ir, hvussu tætt tað var við, at Føroyar fingu javnleik. Í síðstu løtu varð innskifti Hjalgrím Elttør einsamallur við Oliver Kahn, men bólt- urin stakk í stólpan og út av til málspark. Týskararnir kendu seg so mikið kroystar, at Kahn brúkti næstan ein minutt at taka sær av málsparkinum, og so vann Týskland. Ta ferðina vórðu liðini soleiðis mannað: Týskland: Oliver Kahn – Arne Fried- rich, Carsten Ramelow (Paul Freier, 46.), Christian Wörns – Bernd Achneider, Dietmar Hamann, Jens Jeremies, Michael Ballack, Torsten Frings – Miroslaw Klose, Carsten Jancker (Oliver Neuville, 70). Føroyar: Jákup Mikkel- sen – Pól Thorsteinsson, Jón Rói Jacobsen, Óli Jo- hannesen, Jens Kristian Hansen – Jákup á Borg (Hjalgrím Elttør, 71.), Fróði Benjaminsen, Julian Johnsson, Øssur Hansen – John Petersen (Helgi L. Petersen, 86.), Andrew av Fløtum (Christian Høgni Jacobsen, 78.) Tað valdast fyrstu løtuna Allan Simonsen plagdi at siga, at tað hevði so sera nógv at siga fyri úrslitið hjá føroyingum, hvussu fyrsta løtan royndist. Um tað eydnast at koma undan stóra trýstinum, sum mót- støðumenninir í Goliat stødd altíð leggja á før- oyska málið fyrstu løtuna, uttan at teir fáa mál, so sær beinanvegin ljósari út. Tá ið ferðin dalar eitt vet, ber betri til hjá føroyingunum at spæla, og tá ið stóru mót- støðumenninir kenna seg eitt sindur strongdar og sleppa eitt sindur í verju- partinum, tí teir eru altráðir eftir at skora mál, so fær føroyska liðið møguleikar frammi á vøllinum. Í Týsklandi fekk heima- liðið brotsspark og mál longu í 2. minutti. Tá sá tað ikki ljóst út, men tað spældi heilt væl av. Tað kundi havt gingið so nógv verri, um dómarin ikki hevði verið so blíður, at hann ikki gav Óla Johannesen meiri enn gult kort fyri neyðbremsuna í brotsteiginum. Týskland var ikki serliga sannførandi í Glasgow leygardagin. Tað kann hava við sær, at teir ikki eru so fullir í sjálvsáliti, sum teir altíð tykjast at vera, og at teir fara at binda um í verjupartinum, áðrenn teir fara at hugsa um at fáa málið og kanska málini, sum skulu til fyri at varð- veita oddasessin í bólkinum og harvið fyrsta rættin til endaspælið í Portugal næsta summar. Men tað kann eisini hugsast, at teir kenna á sær, at nú hava teir møguleikan at vísa øllum milliónunum frammanfyri sjónvarpsskíggjarnar í Týsklandi og aðra staðni í heiminum, at teir eru betri, enn tað hevur verið sagt og skrivað um teir síðani leyg- ardagin. Um tað fyrstu løtuna eydnast okkara monnum at binda um í verjuni, so bendir einki á, at Føroyar hesa ferð fara at leggja rygg til stórtap av tí slagnum, sum Jugoslavia var orsøk til, tá ið teir fyri sjey árum síðani vunnu 8–1 í Føroy- um. fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin plagdi at leggja dent á, at tað valdast nógv um byrjanina, sum føroyska liðið fær Kanska hava serliga dystirnir móti Russlandi víst, at tað ofta hylnast betri móti stóru tjóðunum á útivølli. Í Moskva seinast kendu føroyingar seg enntá snýttar fyri brotsspark í tepra 1-0 tapinum