mikudagur 11. juni 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 11. juni 2003
33
Der Kaiser, Franz Beckenbauer:
-Dysturin ímóti Føroyum verður
torførari enn Skotlandsdysturin
Hetta er størsti dyst-
urin hjá føroyingum
nakrantíð, og tí mugu
týsku leikararnir hava
rætta hugburðin til
dystin, tí føroyingar-
nir fara at berjast fyri
lívinum, sigur Franz
Beckenbauer við
týska blaðið Bild.
FØROYAR-TÝSKLAND
Páll Holm Johannesen
Sum vanligt, so eru fyrrver-
andi týsku stórleikararnir,
frammi í týsku fjølmiðlun-
um undan landsdystinum
ímóti Føroyum. Tann størsti
av teimum øllum, Framz
Beckenbauer, er mánadagin
í Bild,og sigur sína hugsan
um landsdystin ímóti Før-
oyum. Keisarin ger sínum
landsmonnum greitt, at
dysturin í Føroyum má
vinnast, og at alt annað er
ein stór skomm.
– Dysturin ímóti Føroy-
um verður torførari enn
ímóti Skotlandi, tí føroy-
ingar renna og berjast altíð
fyri søkini, og tí fara vit
hava trupulleikar at spæla
fótbólt, sigur Keisarin.
Franz Beckenbauer metir
tað verða av stórum týdn-
ingi, at týsku leikararnir
hava rætta hugburðin til
dystin, tí annars kann tað
lættliga enda galið.
– Okkara leikarar mugu
ikki verða hástórir, tí fyri
føroysku lærararnar, elektr-
ikkarnar og krambakallar-
nar er dysturin tann størsta
avbjóðingin nakrantíð, og tí
mugu vit verða klárir,tí allir
føroyingarnir fara at gera
sítt ítarsta, sigur fyrrver-
andi stórleikarin.
Beckenbauer
harmast,
saman við øllum týskarum,
um avrikini hjá týska lands-
liðnum, síðan HM-kapp-
ingina í Japan og Suður
Korea í fjør.
– Lykilin til góðu úrslitini
í HM-kappingini var, at vit
vóru kropsliga væl fyri,
men tað er ikki nóg mikið.
HM er ein kapping yvir ein
mánað, og tá kann ein
koma langt við at vera væl
fyri kropsliga, men nú
spæla vit 1-2 dystir hvørja
ferð, og tá mugu hava aðrar
eginleikar, enn bara teir
kropsligu, og teir egin-
leikarar manglar okkara lið
í løtuni, sigur Franz Beck-
enbauer at enda.
Franz Beckenbauer ávarar týska landsliðið, um ikki at verða
ov hástórir til uppgávuna ímóti Føroyum, tí so kann tað
lættliga ganga galið, sigur keisarin við týska blaðið Bild
Fyrrverandi stórleik-
arin, Paul Breitner,
sigur seg skilja væl,
um týska landsliðið
eru bangnir fyri dyst-
inum ímóti Føroyum.
FØROYAR-TÝSKLAND
Páll Holm Johannesen
Tað verður dúgliga skrivað
í teimum stóru týsku bløð-
unum undan landsdystinum
ímóti fótbóltsdvørginum
Føroyum. Felags fyri flest-
ar greinarnar er, at týskarar
eru bangnir fyri føroyska
landsliðnum.
Eftir vánaliga avrikið í
Glasgow, har Týskland bert
fekk javnleik ímóti Skot-
landi, eru týskarar á einum
máli um, at týska landsliðið
er ikki tað sama, sum tað
hevur verið.
Í Welt am Sonntag, sigur
fyrrverandi Bayern Munch-
en og Barcelona venjarin,
Udo Lattek, at týska lands-
liðið ikki hoyrir millum tey
bestu liðini í heiminum
longur. – Vit spæla vánalig-
an fótbólt í løtuni, og eftir
avrikið leygardagin, hava
vit alla orsøk at ótta dystin
imóti Føroyum mikudagin,
sigur Udo Lattek við týska
blaðið.
Fyrrverandi stórleikarin,
Paul Breitner, sum skeyt
mál bæði í HM-finaluni í
1974 og 1982, gevur eisini
ilt av sær. Fyrrverandi mið-
vallarin á týska landsliðn-
um, sigur seg væl skilja,
um týska liðið eru bangnir
fyri dystinum í kvøld.
– Tað hevur síðan HM-
kappingina í fjør verið ein
stórur niðurtúrur hjá týska
landsliðnum, og avrikið
ímóti Skotlandi var eitt
vána ávrik, og nú eru vit
noyddir at óttast dystin
ímóti Føroyum, sigur fót-
bóltsviðmerkjarin á Frank-
furter allgemeine Zeitung,
Paul Breitner.
Týskarar óttast føroyska
landsliðið
Týska landsliðið hevði
tíðindafund
beint
fyri
døgurða týsdagin, áðrenn
liðið fór til Føroya. Á
hesum tóktist tað greitt, at
bæði leikarar og venjari
tykjast hava virðing fyri
føroysku
mótstøðuni.
Kanska bara vanligt kurt-
eisi, men í týsku pressuni
siga tey seg nú gera seg til
reiðar til stórslakt, um liðið
ikki
kemur
heim
við
nøktandi úrsliti.
Hvørt hetta so er gott ella
ringt fyri Føroyar, er ilt at
gita, tí ofta hevur tað verið
júst undir slíkum umstøð-
um, at týskarar hava fingið
bestu úrslitini, men tað er í
øllum føurm hugaligt at
síggja, at Føroyar í al-
heimsins eru vaksnar nak-
að, síðani byrjanina á al-
tjóða pallinum, og í øllum
førum eisini síðani oktober
mánað í fjør.
- jm
Sagt á tíðindafundin-
um hjá Týsklandi týs-
dagin:
Rudi Völler:
Føroyar hava víst móti
Íslandi, hvussu sterkt liðið
er. Teir spæla eina perfekta
4-4-2, og tað er impon-
erandi, hvussu teir megna
at spæla slíka skipan, og
samstundis standa somikið
væl í verjuni.
Vit mugu tí geva alt tað,
sum vit hava í samfullar 90
minuttir.
Miroslav Klose:
Einasta eg veit er, at teir
hava eina rúgvu av seyði,
og at bakgrundin á mynd-
unum er full av fjøllum.
Ballack:
Teir spæla eins og skotar-
nir, og tí mugu vit geva alt
tað, sum vit hava.
Tyski DfB forsetin:
Ballack skuldi hugsa meira
um spælið, og ikki tosa
negativt um liðfelagar sín-
ar. Hann skuldi heldur sett
spurnartekin við egna av-
rikið, og ikki siga, at alt
tað, sum hann hevur gjørt
er gott, ella bara geva ein-
um skaða skuldina.
Næsta ár mugu vit í
minsta lagi røkka hálvfin-
aluna í EM-kappingini.
Týskarar tykist
spentir
Í 58 EM-undankappingar-
dystum hevur Týskland:
6 tap, 13, javnleikir og
ikki færri enn 39 sigrar.
Seinasta tapið var 10. okt-
ober í 1998, tá teir taptu 1-
0 fyri Turkalandi.
Hjá Rudi Völler er talan
um 39. dystin sum lands-
liðsvenjari
Higartil hevur talan ver-
ið um 22 sigrar, 8 javn-
leikir og 9 tap
Í dag eru 346 dagar síð-
ani, at Týskland leikti HM-
finalu í Yokohama, men
sambært týsku miðlunum
tykist hetta vera nógv
longri síðani enn so.
Visti tú at:
33
32
Nr. 107 - 11. juni 2003
Sagt av
týskarum:
- Vit hava einki at vinna
og alt at tapa, heldur
Kahn
Oliver Kahn, týski
málverjin, sum verður
roknaður millum teir
allar bestu í heiminum,
tykist dáma lítið at
skula til Føroya.
- Vit hava einki at
vinna og alt at tapa í
einum slíkum dysti.
Sjálvandi vita vit, at
vit eru favorittar, og nú
mugu vit vísa, at vit
hava karakter til at
bera hetta heitið, hevur
Kahn sagt við týskar
blaðmenn eftir Skot-
lands-dystin.
Rudi
Völler,
týski
landsliðsvenjarin, á-
sannar eisini, at avrik-
ini hjá Týsklandi ikki
hava verið nóg góð
higartil.
- Vit hava snøgt sagt
ikki verið nóg góðir.
Nú er stundin komin,
at vit rinda fólki aftur
fyri tað álit, sum tey
hava sýnt okkum, sig-
ur Völler.
- Tað er bara sigurin
sum telur. Alt annað er
líkamikið, heldur for-
maður í týska fótbólts-
sambandinum. Hann
eitur Gerhard Mayer
Vorfelder. Víðari sigur
hann tó, at tað verður
ikki lætt, men stigini
eru týdningarmikil.
Týskarar fingu neyð-
uga stigið við sær úr
Skotlandi, men tað
var ikki meira enn
akkurát, og í øllum
førum avdúkaðu
skotar nakrar veik-
leikar hjá komandi
føroysku mótstøðu-
monnunum
SKOTLAND-
TÝSKLAND
Jákup Mørk
Talan varð um ein sera
spennandi dyst, tá komandi
mótstøðumenninir hjá Før-
oyum úr Týskallandi vóru á
vitjan hjá Skotlandi.
Skelkaðir um
móttøkuna
Fyri skotska landsliðsvenj-
aran, Berti Vogts, vakti
dysturin
helst
serligar
kenslir, nú hann sum kunn-
ugt
hevur
venjari
hjá
týskarum í drúgt áramál, og
tað var eisini sjónligt, at
hann hevði megna at lyft
bæði leikarar og áskoðarar
sínar til ein dyst av teimum
heilt stóru.
Sambært týskarum sjálv-
um, so vóru teir skelkaðir
mest sum alt fyri eitt, tá teir
komu inn á leikvøllin.
Kenda Tartan-army hjá
skotum
hevði
veruliga
fyrireikað seg til stóra
slagið,
og
trýstið
frá
mannamúgvuni
mundi
kennast inn á vøllin, og her
høvdu skotar eisini yvir-
takið.
Týskarar megnaðu snøgt
sagt ikki at koma nær
námind skotska málinum
fyrstu longu løtuni, men
fyrstu ferð vandi var á ferð,
kostaði tað eisini. Torsten
Frings sendi bóltin innfyri,
og her sýndi Fredi Bobic, at
hann í øllum førum er ein
harri, sum ansast skal eftir,
tá hann kanónstútaði bóltin
í kassan.
Ein skuldi kanska hildið,
at hetta fekk skotarnar at
setast meira afturá, men tað
var júst tað, sum ikki hendi.
Heldur settu teir enn meira
trýst á týska liðið, sum als
ikki fekk sítt spæl at koyra,
men einamest mátti hugsa
um at rudda fyri egnari
hurð. Tvær ferðir var eisini
um reppið, at týskarar
javnaðu, men fyrst megnaði
Jens Jeremias at rudda tætt
inni undir málinum, og
seinni skeyt Steven Craw-
ford framvið úr góðari
støðu.
Uppborin javnleikur
Eftir steðgin helt alt fram í
sama lag. Skotar trýstu og
trýstu, og týskarar høvdu
alsamt verri við at fylgja
við ferðmikla spælinum.
Ikki minst 23 ára gamli
Kenny Miller, sum higartil
hevur havt ein hampuliga
anonyman leiklut í næst-
bestu ensku deildini við
Wolverhampton, gjørdi um
seg. Fleiri ferðir vóru
verjuleikararnir um ein háls
av kviku driblingum hans-
ara, men tað átti tó at verið
liðfelagin, Colin Cameron,
sum skuldi havt javnað.
Hetta eftir at Stephen
Crawford fyrst hevði roynt
seg við skoti, sum Kahn
bert fekk blokerað, men tá
hann síðani stútaði tvørtur
um til ein púra leysan
Cameron, rakti hesin ikki
so mikið sum bóltin.
Tað var kanska líkt til, at
Týskland
enn
einaferð
skuldi vinna ein tepran
sigur, tí hóast støðugt trýst,
so byrjaðu skotsku møgu-
leikarnir
at
fækkast.
Dramatikkurin var tó fram-
vegis í hásætinum, og bæði
Michael Ballack og Christ-
ian Dailly vóru hepnir bert
at fáa gult kort, tá Ballack
at enda var vorðin væl og
virðiliga irriteraður av støð-
ugu mansverjuni frá West-
Ham leikarunum. Men 20
minuttir fyri leiklok, fekk
Miller áskoðarafjøldini at
geyla gleði sína út um alt
Glasgow. Camoron tók sær
skjótt av einum frísparki,
og áðrenn týska verjan
hevði skipað seg, hevði
Miller smoygt sær ígjøg-
num og sent bóltin inn um
ein sakarsleysan Oliver
Kahn í málinum.
Týskarum so vant, so
reistist liðið nakað seinastu
minuttirnar, og við nakað
av hepni, so kundu teir
kanska eisini fingið eitt
avgerandi mál, men hóast
bæði Schneider og Wörns
vóru nær við, so vildi hetta
helst verið ov mikið av tí
góða.
Tí týskarar spældu als
ikki nakran góðan dyst.
Ikki minst mundi tað koma
dátt við, at leikararnir á
liðnum høvdu somikið ilt
við at fylgja við ferðini á
skotska spælinum. Nakað
sum týsk lið annars aloftast
væl eru før fyri.
Hinvegin
skerst
ikki
burtur, at javnleikurin í hes-
um dystinum í sjálvum sær
ikki er nakað vánaligt úrslit
fyri Týskland, og kunnu teir
so fáa trý stig til høldar í
Føroyum, so munnu Völler
og hansara menn vera líka
glaðir um, hvat áskðarar og
tíðindafólk
halda.
Fyri
týskar professionellar er
tað aloftast úrtøkan sum
telur, og so leingi Týskland
hevur kós móti endaspæl-
inum, er alt annað helst líka
mikið í teirra hugaheimi.
Skotland – Týskland
1-1 (0-1)
0-1: Fredi Bobic, 23
1-1: Kenny Miller, 70
Skotland: Douglas - Ross
(75. McNamara), Pressley,
Webster, Naysmith - Devlin
(61. Rae), Lambert, Came-
ron, Dailly - Crawford,
Miller (90. Thompson)
Týskland: Kahn - Fried-
rich, Worns, Ramelow -
Rau (57. Freier), Schneider
(86.
Kehl),
Jeremies,
Ballack, Frings - Klose (75.
Neuvill
Týskarar á knøunum
Tað var ikki annað enn uppiborið, tá skotar javnaðu. Her hevur 23 ára gamli Miller júst runnið seg ígjøgnum verjuna og sent bóltin framvið Kahn. Ein mynd,
sum vit gjarna síggja aftur á Tórsvølli mikudagin
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
32