Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2003síða 18

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 11. juni 2003 35 Løgreglan skal verða seinasti møguleiki, um menn fara til hendurs á Cleopatra FØROYAR-TÝSKLAND Páll Holm Johannesen Nógv hevur verið tosað og skrivað um teir nógvu týsk- ararnar, sum eru komnir til Føroya seinastu dagarnar. Løgreglan hevur eisini roynt at fyrireika seg so væl sum gjørligt at taka ímóti týsku áskoðarunum. Sum liður í fyrireikingunum, hevur løgreglan havt fundir við hvørja einstaka barr í høvuðsstaðnum. Ein av vælvitjaðu barr- støðunum er Cleopatra, sum liggur mitt í miðbýn- um. Leiðarin á Cleopatra, Nordin Manai, sigur, at starvsfólkið er so væl fyri- reika sum gjørligt til týsku áskoðararnar. - Vit hava nokk av fólki til arbeiðis hesar dagarnar, og tey hava fingið greitt at vita frá løg- regluni, hvussu tey skulu fyrihalda seg, sigur Nordin Manai. Tá vit spyrja hann, um hvussu starvsfólkini skulu fyrihalda seg, um ein ein stór fjøld fer til hendurs, svarar leiðarin á Cleopatra, at tey fyrst og fremst skulu verða blíð, og um tað ikki gongur, so kunnu tey ringja eftir fólkið frá øðrum klubbum og í seinasta lagi skal løgreglan boðsendast. Tá vit at enda spyrja Nordin, um hann væntar at fáa umseting komandi dag- arnar, svarar hann, at van- liga vitja nógvir fótbólts- áskoðarar Cleopatra í samband við landsdystir, og hann vónar hann so verður eisini hesaferð. Cleopatra hevur fyrireika seg so væl sum gjørligt til teir mongu týsku áskoðararnar Góð 200 fjølmiðlafólk eru komin til Føroya seinastu dagarnar FØROYAR-TÝSKLAND Páll Holm Johannesen Seinastu dagarnar er ein stórur riðil av fjølmiðla- fólki komin til Føroya í samband við landsdystin mikukvøldið. Samlaða talið liggur á góð 200 fjølmiðla- fólk. Ì hesum talinum er íroknað skrivandi miðlar, luft miðlar og tøkningar. Tey seinastu 50 miðlafólk- ini lendu í Føroyum í morg- un(mikumorgun, blðm.). Tey komu úr Edinburgh, og við róðrið á flogfarinum sat føroyingurin, Sámal Danielsen. Hann arbeiðir í løtuni fyri New Air, sum er felagið, týska pressan hev- ur leigað flogfarð frá. Flog- farið hjá New Air og Sámal Danielsen steðgar stutt í Føroyum, tí longu á mið- nátt fara fjølmiðlafólkini av landinum, har leiðin gong- ur til Týsklands aftur. Umframt New Air, so hava flogførðini hjá Mærsk og Atlantsflog flogið týsk- arar til Føroya seinastu dagarnar. Føroyingur flúgva týsk fjølmiðlafólk Stórur aktivtetur hevur verið í Vágum seinastu dagarnar. Seinastu fjølmiðlafólkini komu til landið í morgun Brunaumsj ónin givið grønt ljós Um vikuskiftið hoyrd- ist, at Brunaumsjónin ikki vildi góðtaka nakr- ar broytingar, sum Tórsvøllur hevði framt til týsklandsdystin. Tal- an var um ein brand- trappu, sum var flutt, men Petur Olsen á Brunaumsjónini sigur við Sosialin, at trappan er komin á rætt stað aftur, og at Brunaum- sjónin tí hevur givið Tórsvølli grønt ljós til dystin mikukvøldið. -páll Ferðaráð Føroya hev- ur havt samband við týska fótbóltssam- bandið seinasta árið, og tí skuldu allir týsk- arar havt innivist hesar dagarnar FØROYAR-TÝSKLAND Páll Holm Johannesen Mánadagin komu teir fyrstu týsku áskoðararnir til landið.Tað er ikki heilt greitt, hvussu nógvir týsk- arar mugu vera í Føroyum í samband við dystin, men eitt mett tal er um teir tús- und. At hýsa so nógvum týskarum krevur ein góða samskipan Ferðaráð Føroya hevur seinasta árið roynt av øllum alvi at finna innivist til allar týskararnar. Sissal Kristiansen á Ferðaráðnum sigur við Sosialin, at stovn- urin hevur havt samband við týska fótbóltssamband- ið seinasta árið, og allir týskararnir skuldu tí havt innivist í hesum døgum. – Vit sendu 600 brøv til týska fótbóltssambandið um støð í Føroyum, har áskoðararnir kundu finna innivist í samband við landsdystin, og nú er líkt til at allir hava funnið sær tak yvir høvdið hesar dagarnir, sigur Sissal Kristiansen. Av ferðaráðnum siga tey, at flestu týskararnir búgva í høvuðsstaðarøkinum, men eisini í Norðoyggjum, Eyst- uroynni og á Vágoynni. Týskararnir hava tak yvir høvdið Á Ferðaráð Føroya siga tey, at allir týskarnir skuldu havt tak yvir høvdið. Flestu týsku áskoðararnir búgva í miðstaðarøkinum, men eisini í Norðoyggjum, Eysturoynni og í Vágum Nordin Manai, leiðari á Cleopatra: -Vit skulu bara vera blíð 35 34 Nr. 107 - 11. juni 2003 Eru til reiðar Roknað verður við fleiri ófriðarkroppum til dystin, men hetta er nakað, løgreglan er fyrireikað til. Út- gangspunktið er, at øll uppføra seg pent DYSTUR Heri á Rógvi/ Finnur Justinussen Dysturin í dag, mikudag, móti Týsklandi er ikki bert ein stór avbjóðing fyri før- oysku leikararnar. Men eis- ini fyri løgregluna í Føroy- um. Seksti danskir løg- reglumenn eru komnir til Føroya at hjálpa. Hetta er tí, at dysturin verður mettur sum ein high-risk dystur, orsakað av týskum ófríðar- kroppum ella holligans, sum tað verður rópt á fót- bóltsmálið. Mánakvøldið hittu vit næstovastan hjá løgregluni í Føroyum, Jón Klein Ol- sen, uttanfyri Tórsvøll. Hann var farin ein túr í góðveðrinum. Og hetta kundi hann gera við góðari samvitsku, tí eingir trupul- leikar høvdu verið við týskarum ella føroyingum. - Onkur er tikin fyri rús- drekkakoyring, og ein er sendur av landinum, tí hann hevði eitt sindur av hassj við sær. Men higartil einki stórvegis, sigur Jón Klein Olsen. Útgangspunktið hjá løg- regluni er, at tað bert koma friðarlig fólk til dystin. Men løgreglan er væl mannað. Einir fjøruti løg- reglumenn vera til staðar á og rundanum Tórsvøll. - Roknað verður ikki við, at sjálvur dysturin kann enda við nøkrum rokið, men um nakað hendir, so er tað oftani eftir dystin í tílíkum førum, sigur Jón Klein Olsen. Men hóast útgangspunkt- ið er, at øll uppføra seg pent, so roknar løgreglan við ófríðarkroppum. -Vit hava fingið at vita, at tað vóru umleið 500 til dystin í Skotlandi, men tað gekk væl kortini. Vit rokna eisini við nøkrum til dystin her, sigur Jón Klein Olsen. Talið hálvtrýss hevur verið nevnt, sum talið av ófriðarkroppum til dystin, og hetta kann væl vísa seg at passa. Løgreglan hevur ikki fingið nøkur ávís nøvn, men er kortini fyrireikað. Gist- ingarhús og verthús hava fingið vegleiðingar frá myndugleikunum, og løg- reglan er væl meira sjónlig í gøtunum í hesum døgum enn vanligt. Og løgreglan er fyri- reikað. -Vit hava ongar nervar og taka tað púra róligt. Vit eru til reiðar og væl fyrireikað- ir, sigur Jón Klein Olsen, sum ikki heldur, at fólk hava nakað sum helst at óttast við at fara til dystin. Parkering Fólk, sum ætla sær til dyst- in, skulu ikki gera sær ov stórar vónir um at sleppa av bilin hjá sær tætt við Tórs- vøll. Hesi eru ráðini frá Jón Klein Olsen. Ein av høv- uðsorsøkum til hetta er, at sperrað verður av fleiri staðni. Jón nevnir Àargeil, Brøttubrekku og Hoydals- vegin, sum støð, har tað ikki verður loyvt at parkera. Beint við vøllin verða bert fá parkeringspláss. Økið við ítróttarhøllina á Hálsi er avlagt innbjóðað- um, men hesi mugu møta væl áðrenn, um ikki onnur sleppa at parkera har. Vit vinna Sjálvur roknar Jón Klein Olsen við, at Føroyar fara at vinna dystin móti Týsklandi. - Eftir ábendingunum í týskum fjølmiðlunum, so hava týskararnir nervar til dystin. Føroyingar eru mentalt betri fyri, og tí rokni eg við, at vit fara at vinna, sigur ein bjartskygd- ur Jón Klein Olsen. Hann tippar 2-1 til okk- ara menn. Og nú fáa vit at síggja, um Jón fær rætt. Jón Klein Olsen roknar við, at ófríðarkroppar koma til landið í sambandi við dystin, men kortini hava fólk einki at óttast Eitt lið av ungum týskarum eru fyri fyrstu ferð uttanlands við týska landsliðn- um í Føroyum, og teir nýta lívið í Føroyum, sum teir bert hava gott at bera PRÀT Heri á Rógvi Á Vallarheiminum hjá Smyril Line hitta vit ein bólk av týskum áskoðarum. Teir komu við Norrønu mána- morgunin. Ørindini eru sjálvandi at síggja dystin, men teir nýta eisini høvi til at hyggja seg eitt sindur í kring, nú teir eru komnir langa vegin úr Týsklandi. Hetta er fyrstu ferð, at teir eru á ferð við týska lands- liðnum. Og Føroyar fáa góð orð frá hesum liðnum av við- haldsfólkum. - Great, fantastic, impres- sive, jú teir spara ikki við tí jaliga. Og teir leggja eina við, at hetta er nakað, teir veruliga meina - Matthias, Henning, Holger, Andreas og Christian Fleiri teirra búgva tætt við Dusseldorf. Og yndis liðini í Týsklandi eru Kais- erslautern, FC KÖLN og onnur, sum vit satt at siga ikki kenna og heldur ikki dugdu at stava. Fyri at koma higar og at- gongumerki til dystin, hava teir verið noyddir til at grava einar sekshundrað evrur upp úr lummanum – einari 4.500 danskar krónur. Tað var heldur ikki heilt lætt at fáa atongumerki til vega. Fyrst royndu teir at ogna sær hesi umvegis týska Fótbóltssambandið, DFB, men hetta riggaði. Síðani fóru teir á alnetið og funnu nøkur atongumerki á e-bay, sum er ein heimasíða, har alt millum himmar og jørð verður selt og keypt. Í roynd og veru eru teir í fleiri ferðaløgum, men hetta ger ikki so stóran mun, tí allir halda jú við sama liðið. Á enskum siga teir okk- um, at teir mettu millum fimmti og hundrað fót- bóltsáskoðarar vera við Norrønu, tá teir komu. Friðarligt Og allir rokna hesir fimm við, at Týsklan. 4-0, 3-0 og sigur onkur eitt sindur minni, so vit ikki gerast fornermaðir. Jú, teir rokna við at vinna dystin. Men hvat hendir, um Føroyar megna at skapa sensatiónina og spæla javn- leika ella kanska vinna. - Vit mugu vinna. Skulu vit klára okkum víðari, so skulu vit vinna her, sigur teir fimm. Teir rokna við, at týska liðið fær ein skarpan gang í fjølmiðlunum, vinna teir ikki stórt. Men fyrst av øllum ynskja teir at síggja ein friðarligan og góðan. - Tað er altíð onkur keði- ligur áskoðari ímillum, men vit ynskja hesar har piparið grør og vilja bert hava tað stuttligt og ein friðarligan dyst. Nakað skjótt eftir dystin fara hesir fimm til Billund, og harfrá víðari við bili, og so er bert at vóna, at teir hava fingið okkurt hend- ingarríkt við sær aftur til Týsklands. Gott at vera í Føroyum F.v. Matthias, Henning, Holger, Andreas og Christian eru komnir at fylgja týska landsliðnum. Teir ynskja hooligans har piparið grør og ynskja bert ein góðan dyst – og kanska ein sigur Mynd: Finnur Justinussen Hóast teir hava stór- an áhuga fyri før- oyskum fótbólti, so rokna Martin Schu- mann og Oliver Snyders við, at Týsk- land vinnur á Tórs- vølli PRÀT Heri á Rógvi Uttanfyri Hotel Hafnia, har teir búgva, hitta vit Martin Schümann og Ol- iver Snyders. Teir teljast ímillum týsku áskoðaran- ar til landsdystin á Tórs- vølli. Men serliga Martin, sum hevur verið í føroysk- um fjølmiðlunum áðrenn, er ikki ein púra vanligur áskoðari. Hann hevur nevniliga ein stóran áhuga fyri føroyskum fótbólti. Hann kennir eina rúgvu av leikarunum. Tá mynd skal takast, so má hann líka í sína føroysku lands- liðstroyggju, har at kalla allir føroysku leikararnir hava sett sítt navn. Eisini vísir hann okkum nógv gomul atgongu- merki til dystir hjá før- oyska landsliðnum og før- oyskum feløgum. Hóast stóran áhuga fyri føroyskum fótbólti, so eru teir sannførdir um, at Týskland fer at vinna - 2-1 til okkara, sigur Martin, og Oliver heldur, at dysturin endar 3-0 ella 3-1 til Týskland. Teir báðir nýta lívið í Føroyum og eru spentir til dystin. Og hetta eru teir neyvan einsamallir um. Vit vinna Martin, t.v., og Oliver rokna við, at Týskland vinnur. Serliga Martin hevur stóran áhuga fyri føroyskum fótbólti Mynd: Finnur Justinussen C M Y K 34