Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2003síða 19

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 11. juni 2003 37 Kvinnulandsliðið til Danmarkar Føroyska kvinnu- landsliðið ferð kom- andi vikuskifti á venj- ingarlegu í Danmark, her liðið m.a. skal leika ímóti donskum elitu-divisiónsliðum. FLOGBÓLTUR tíðindaskriv Farið verður fríggjamorg- unin 15. juni, og longu sama kvøldið leikar liðið ímóti Fredriksberg Volley, sum er sama liðið, sum før- oyingarnir, Helen á Lakjuni Jacobsen og Alvilda Ólavsdóttir, leika við. Leygarmorgunin verður aftur ein dystur á skránni, og tá verður leikt ímóti el- ituliðnum hjá Rosenlund. Hesin dysturin byrjar kl. 11.00. Leygarkvøldið er venjing á skránni, umframt at liðið skal venja sunnumorgunin í Keypmannahavn. Komið verður aftur til Føroyar sunnukvøldið. Føroyska kvinnulands- liðið, sum hevur vunnið gull á tveimum teimum seinastu Oyggjaleikunum, hevur vant nógv saman seinastu tíðina, men stóri trupulleikin hevur verið, at tað er trupult at fáa dystar- venjing í Føroyum, og tí verður farið á venjingarleg- una í Danmark. Íalt 11 leikarar verða við á túrinum. 12 eru úttiknar til Oyggjaleikirnir, men í løtuni er ein teirra til próv- tøku, og fær tí ikki verið við á ferðini. Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti fara nú til Danmarkar á venjingarlegu Løgmaður um Týsklandsdystin: Veldug avbjóðing fyri okkum sum tjóð FÓTBÓLTUR Jan Müller - Hetta er ein veldug av- bjóðing fyri okkum føroy- ingar sum fótbóltstjóð at kunna bjóða teimum heilt stóru av. Eg haldi, at vit hava einki at skammast yvir. Tvørturímóti sigur Anfinn Kallsberg, løgmað- ur nú Føroyar skulu møta fótbóltsrisanum Týskland á Tórsvølli. Hann vónar, at vit fáa so gott og heiðurligt úrslit sum gjørligt. Løgmaður heldur, at rslitið móti Týskalandi í Hannover í fjør var heilt fantastiska flott fyri Føroyar, sjálvt um tað var eitt tap. Løgmaður vil ikki geva eitt boð uppá úrslitið. - Vinna móti Týskalandi.! Er tað ikki órealistiskt at hugsa so – men lat okkum nú síggja. Týskarar royna at herberga sær har, sum pláss eru, og hó- ast ferðasambandið ikki er av tí besta, so hava nakrir teirra funnið fram til Nólsoy ÁSKOÐARAR Jákup Mørk Tað hevur leingi verið ein sannroynd, at øll gistingar- hús í Føroyum hava meldað fult hús hesa vikuna, sum Týsklands-dysturin er á skránni. Tá týska landsliðið spælir, plagar tað ikki at fara framvið uttan víðari, og á Føroya-ferðini hevur liðið sjálvsagt fylgi av hóp- in av áskoðarum. Hjá summum teirra hev- ur staðið eitt sindur á at he- rberga sær, men onkrir teirra hava tó funnið sær veg til Nólsoyar, har Her- vør Hansen, ið eigur og rekur kaffistovuna hevur tikið ímóti teimum og syrgt fyri, at teir hava fingið eini hús at búgva í. Sjálv sigur Hervør, at hon var eitt sindur nervøs, nú hesir skuldu koma. - Ikki tí, eg havi so bara góðar royndir av týskum ferðafólki, men man veit ongan tíð, hvussu er við fólki, sum tú ikki hevur sæð fyrr. Hesir hava tó víst seg at vera fýra sera fittir ungir mans, og enn hava teir so einki gjørt um seg. - Ein trupulleiki er tó, og tað er ferðasambandið. Tað greiddi eg teimum eisini frá, tá teir skuldu koma hig- ar, men tað løgdu teir vertin á. Í dag fara teir til Havnar, og so finna teir útav, um teir klára fartin heim, men tað haldi eg ikki hevði tann heilt stóra áhugan, sigur hon flennandi. Akkurát hvussu verður við hesum, er so ein onnur søga, men tað er neyvan væntandi, at býarlívið í Havn komandi dagarnar steðgar, tá Ritan skal til Nólsoyar. Eisini týskarar í Nólsoy 37 36 Nr. 107 - 11. juni 2003 Brandur er tilreiðar 14 ára gamli Brandur Enni er tilreiðar at syngja báðar tjóð- sangirnar til lands- dystin millum Før- oyar og Týskland á Tórsvølli í dag LANDSDYSTUR Solby A. Eliasen – Eg havi ikki nervar enn, men nú fáa vit at síggja, tá eg eri komin at standa á vøllinum, og tað sita 6.000 áskoðarar og rópa og floyta, sigur Brandur Enni, sum hevur nýtt tann seinasta mánaðin til at læra seg tey týsku orðini. Brandur hevur ikki havt týskt í skúlanum enn, so hann hevur fingið undirvís- ing til hesa stóru uppgávu, sum nú liggur beint fyri framman. Hann hevur fingið hjálp frá fleiri, men serliga Alex Sólstein í Klaksvík hevur verið nógv um hann, tá tað kemur til at læra orðini. Alex er fyrrverandi skúla- stjóri í skúlanum við Ós- ánna. Hann má sigast at vera sera stinnur í máli, og haraftur at fæst hann dag- liga við tónleik, so tí var tað so líkatil, at valið fall á hann til at læra Brand orð- ini í týska tjóðsanginum. Tað var Steintór Rasmus- sen, sum kom við uppskot- inum um, at Alex var ein upplagdur møguleiki. – Fyri tað fyrsta er Alex stinnur í máli og mentan. Hann veit nógv um týskar- ar, og hann fæst nógv við tónleik – umframt at hann syngur nógv. Og tað at hann spælir í hornorkestri eisini, spælir somuleiðis inn. So tað var líkasum upplagt at heita á hann um at hjálpa Brandi við orðunum, greiðir Steintór Rasmussen frá. Brandur sjálvur letur væl at. Hann sigur, at hann hevur roynt at sogið alt til sín so væl sum gjørligt, tí hann er greiður yvir, at hetta er ein stór og øðrvísi uppgáva. Hann stúrdi eitt sindur fyri uppgávuni í fyrstuni, men nú heldur hann, at hann er so klárur, sum hann kann verða. – Tað var serliga hetta við málinum, sum gjørdi, at eg stúrdi, tí okur fáa ikki týskt fyrr enn komandi skúlaár. Men við nógvari og góðari hjálp kann eg av sonnum siga, at eg ikki stúri so nógv meira, sigur Brandur, sum tykist at vera sera róligur, tá Sosialurin fær fatur á honum hjá systur hansara í Havn. Hann hoyrdi Eivør Páls- dóttir í útvarpinum, áðrenn landsdysturin millum Ís- land og Føroyar byrjaði, og hann sigur, at tað gav hon- um eina kenslu av, hvussu tað fer at verða hjá honum, tá hann í dag fer at syngja tjóðsangirnar báðar á Tórs- vølli. Skilagóður drongur Tað er sum sagt Alex Sól- stein, sum hevur hjálpt Brandi við teimum týsku orðunum. Og ikki kann sig- ast, at týski tjóðsangurin júst er á byrjunastøðið, so Brandur má sigast at verða byrjaður á einum sera høgum støði at læra seg tað týska málið. Alex sigur, at tað hevur gingið væl hjá teimum báðum at fáa orðini upp á pláss. – Havandi í huga, at hann ongantíð hevur havt týskt og tískil ikki dugdi eitt orð, so má tað sigast at hava gingið sera væl. Brandur er næmur og lurtar væl eftir, sigur Alex Sólstein. Men hann leggur tó afturat, at tað eru onkur støk ljóð, sum møguliga ikki eru komin heilt upp á pláss, men tað hevur ikki so nógv uppá seg. Eisini hevur Alex, sum er ein av forsangarunum í Christianskirkjuni, tosað við Brand, um hvussu ein tílíkur sangur skal syngjast. Tí er ikki ov nógv sagt, at hetta er nakað heilt annað enn at syngja Waiting in the Moonlight ella aðrar popp- arar, sum Brandur er vorðin so kendur fyri. Alex greiðir frá, at týski tjóðsangurin er eitt sera gamalt lag. Hann varð yrkt- ur fyri umleið 150 árum síðani, og lagið hevur eyst- urríski tónasmiðurin Josef Haydn gjørt. Brandur fer at syngja triðja ørindið av hesum sanginum, sum í dag er tann týski tjóðsangurin. Deutschland, Deutsch- land über alles hevur nøkur keðilig arr frá nazi-tíðini í Týsklandi, og haraftur at eru staðarnøvn, sum ikki passa til longur. Tískil við- tóku týskarar í 1991, at bert tað triðja ørindið framyvir skuldi verða týski tjóðsang- urin. Og tað er sostatt tað ørindið, sum Brandur og Alex hava arbeitt við. Alex er ein sera tíðinda- fróður maður, og hann hev- ur skil í tingunum. Hann greiðir frá, at tá Haydn gjørdi lagið, var tað upp- runaliga til tann eystur- ríkska keisarasangin. Og Haydn var so glaður fyri hetta lagið, at hann plagdi at spæla tað, tá hann ikki var í so góðum lag. – Hatta er eisini eitt av- bera flott og vakurt lag, sig- ur Alex, sum tó ikki fær høvi at síggja ella hoyra Brand á Tórsvølli, tí hann er á veg til Íslands. Tá tað av fyrstan tíð kom fram, at Brandur skuldi syngja, var tað tó bert tann føroyski tjóðsangurin, sum var upp á tal. Men Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, sigur tó, at tey skutu upp fyri týskarunum at Brandur kundi syngja báðar. – Tað vóru týskarar væl við uppá, tí teir høvdu onki ynski um at fáa nakran ávísan at syngja teirra tjóð- sang, sigur Ísak. Samanumtikið kann so- statt staðfestast, at 14 ára gamli Brandur Enni er tilreiðar at bergtaka okkum øll á Tórsvølli í kvøld, beint áðrenn føroyingar og týsk- arar bresta saman á Tórs- vølli. Brandur Enni hevur fingið góða hjálp frá serliga Alex Sólstein at læra seg orðini í týska tjóðsanginum Mynd: Norðlýsið C M Y K 36