Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2003síða 20

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 11. juni 2003 39 Hóast tað kom óvart á, at tíðindini komu út í Íslandi, so er tað nú greitt, at Julian Johnsson heilt skjótt fer aftur til Íslands YRKISFÓTBÓLTUR Jákup Mørk Julian Johnsson fer í næstum til Íslands, har hann komandi fýra mán- aðirnar skal royna seg hjá ÍA í bestu íslendsku deildini. Hetta kom fram í ís- lendska Morgunblað- num dagin fyri, at ís- lendska og føroyska landsliðið skuldu spæla sínamillum dystin leyg- ardagin, og tá vit eftir dystin spurdu Julian um hetta, segði hann, at hetta var ikki heilt stað- fest. - Tað er rætt, at eg havi fingið eitt tilboð frá teimum um at koma uppaftur, men fyrst má eg tosa við teir í B36 um tað. Tá Julian fyri einum ári síðani kom aftur úr Onglandi, tóktist tað annars, sum um hann ikki hevði tann stóra hugin at gerast yrkis- leikari aftur, og at talan í øllum førum skuldi verða um eitt gott tilboð, um so skuldi vera. - Ja, men tað er eitt gott tilboð, men sum sagt, so havi eg enn ikki tikið støðu til hetta, segði Julian, tá vit hittu hann í komuhøllini á flogvøllinum í Vágum. Nú er tó greitt, at Julian fer av landinum aftur. Í B36 harmast tey sjálvandi um missin. - Hatta kom ógvuliga óvart á okkum, tí vit vistu ikki av nøkrum. Tað er annars vanligt hjá okkum, at fyrispurn- ingar eru um leikarar, men hesa ferð vistu vit so av ongum, fyrr enn vit frættu, hvat stóð í Morgunblaðnum. Vit tosaðu so saman, meðan hann var í Íslandi, og síðani hava vit so tosað saman aftur, men nú er tað so avklárað, og vit mugu bara konstantera, at leikarin er farin, sigur Kristian á Neystabø. - Vit eru tó væl fólk- aðir á miðvøllinum, so tað verður so ikki her og nú, at nakar styrkur verður fingin til vega, og í løtuni er tað so ikki tað, sum liggur okkum nærmast at hjarta, sigur formaðurin í B36 at enda. Ikki heilt óvæntað megnaðu KÍ- kvinnurnar at spæla seg í steypa- finaluna STEYPAKAPPING Jákup Mørk Tað er mest sum vorðin fastur sigur, at steypa- finalan í kvinnufótbólti stendur ímillum HB og KÍ, og soleiðis verður aftur í ár. KÍ hevði við einum 5- 0 sigri á B36 í fyrru hálvfinaluni mest sum gjørt av við alla vón hjá teimum hvítu um at gera nakað sum helst við hendan spurningin, og við einum 4-0 sigri í Havn staðfestu KÍ- kvinnurnar, at tær aftur á ár ætla sær steypið - og ivaleyst eisini greipuna. Í finaluni skal KÍ spæla móti HB, sum kom í finaluna uttan at leika nakra hálvfinalu yvirhøvur. Hetta er fimta árið á rað, at KÍ og HB hittast í finaludystinum. Higar til hava liðini vunnið tvær ferðir í part, men sum úrslitini hava verið í ár, ber illa til at ímynda sær annað, enn at tað verður KÍ, sum strýkur avstað við sigrinum hesaferð. Tað var um reppið, at liðið hjá AIG vann seg upp á annað plássið, men teir gjørdust akkurát ov stuttir FIMLEIKUR Jákup Mørk Teir báðir føroysku fim- leikararnir, Helgi Winther Olsen og Høgni Øster hava í vetur verið partur av lið- num hjá AIG Seinasta vikuskifti var finaluumfarið í donsku liðkappingini á skránni, og hjá Helga, Høgna og lið- feløgunum ráddi fyrst og fremst um at halda fast um munin niður til fjórða plássið. Annað plássið tóktist í øllum førum at vera nakað væl burturi, men tá av- tornaði, var tó heilt nær við. Helgi greiðir frá, at teir hesa ferð vóru fullmann- aðir, meðan VIK á øðrum plássi ikki var so væl mannað, sum teir onkun tíð hava verið. Og støðan gjørdist somikið spent, at tað at enda bert restaðu tvey stig í, áðrenn silvurið kom í føroyskar hendir. Samanlgt fekk AIK 519,5 stig, so tvey stig eru ikki stórur munur í hesum sam- bandinum. - Um Tue Lohdal, sum er besti maðurin á liðnum, ikki hevði verið burtur- staddur fyrsta umfarið, eri eg næstan vísur í, at vit høvdu rokkið silvurmerkin- um, men tað má so vera harvið. - Vit hava tó góðar vónir til komandi ár. Tá verða vit helst sama lið, sum í ar, og so mugu vit royna, um vit ikki kunnu vera við í kapp- ingini heilt har frammi, sigur Helgi at enda. Í samband við Eyst- anstevnu í Runavík fer Roysnið at skipa fyri tveimum renni- kappingum, týskvøld- ið undan stevnuni og leygardag in 14. juni. RENNING Tíðindaskriv Byrjað verður longu týs- kvøldið undan Eystan- stevnu, tá tey vaksnu fara at renna 10 km. Rutan í Runavík verður mett at vera ein tann skjótasta í Før- oyum. Tí vilja flestu renn- ararnir sleppa at royna seg á henni um summarið. Eftirsum rutan gongur beint gjøgnum stevnuøkið, er kappingin hjá teimum vaksnu flutt fram til týs- kvøld. FM og Grand Prix Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini hjá teimum vaksnu, ið samstundis er kapping um FM-heitið á 10 km teininum hjá vaksnum og veteranum og triðja umfar av Grand Prix kappingini í renning, sum Frælsur Ítróttur Føroya skipar fyri. Undan hesum umfarinum er Jonhard Larsen á odda í opna bólkinum hjá monn- um við 64 stigum framm- anfyri Sigurð Justinussen, 63 stig, og Cecil Weihe, ið hevur 56 stig. Hjá kvinnunum hevur Rigmor N. Arge fult stiga- tal, 80 stig, meðan Tordis D. Eiriksfoss hevur 68 stig, og Brindis R. Weihe hevur 44 stig. Hjá veteranunum er Steindor Hjaltalin á odda við 70 stigum, meðan Henning C. Poulsen hevur 64 stig, og Robert Vilhelm- sen hevur 46 stig. Tey vaksnu fara at kapp- ast í seks umførum, har stigini, ið eru fingin í fimm teimum bestu umførum hjá hvørjum rennara, geva samlaða stigatalið. Um- førini, ið eru eftir at renna, verða á Varmakeldu, Vest- anstevnu og Ólavsøku. Rutan Starturin er sum vant á Heiðavegi við Brotið. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á Fjøruveg. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan aftur á Heiðaveg inni við Føroya Banka. Hendan leiðin skal rennast 9,5 ferðir. Seinastu ferð verður komið á mál við Sjómans- heimið. Tilmeldan til renningina fer fram hálvan tíma fyri startin á Sjómansheim- inum, og tað er eisini har, at starnummrini til renningina verða avheintað. Eisini ber til at tekna seg til kapp- ingina á heimasíðuni hjá sambandinum fyri frælsan ítrótt. Børn og ung renna leygardag Leygardagin 14. juni fara børn og ung at renna. Kappast verður í 4 ymisk- um aldursbólkum hjá gent- um og dreingjum. Øll er vælkomin at luttaka. Kapp- ingin er samstundis næsta umfar í Grand Prix kapp- ingini hjá børnum. Fyrsta umfar var á Norðoya- stevnu. Hini verða á Varmakeldu, Vestanstevnu og Ólavsøku. Børnini byrja áraka VVS-virkinum hjá P/F Zacharias Leitisstein og renna út eftir keiini (Fjøru- vegi), venda á p-plássin- um og renna so aftur til startin. Tveir teir yngru bólkarnir renna hesa leið einferð, meðan tveir teir eldru renna tvær ferðir. Aftur KÍ og HB Julian fer beina leið aftur til Íslands Høgni og Helgi vunnu bronsu Triðbesta fimleikaliðið í Danmark telir tveir føroyskar fimleikarar. Næst uttast til vinstru er tað Høgni Øster, meðan Helgi Winther Olsen er næst uttasti maðurin til høgru Renning á Eystanstevnu í Runavík Teinurin, sum rennast skal undir stevnuni framgongur á hjálagda kortið 39 38 Nr. 107 - 11. juni 2003 Týskland spældi 1:1 móti Skotlandi og vilja nú fyri alt í verðini hava tvey stig mikudagin móti Føroyum sigur kendi týski lands- liðsspælarin Michael Bal- lack við Frankfurter Allgemeine. Í Hamden Park í Glaskow í Skotlandi gekk ikki so gott hjá týskarunum. Forsíðusøgan á teim flestu bløðunum er um dystin móti Skotlandi og um útlitini nú undir komandi dystin í Føroyum. Liðið er undir hørðum atfinningum og fær ring viðmælið. Týskarar taka dystin móti Føroyum í álvara. Fólk eru eftir dystin farin at finna uppá nýggj fagnaðarróp sum ”Berti raus”, ella vit vilja hava Berti Vogts burtur úr sínum starvi. Men hin vegin rópa tey: ” Es gipt nur ein Rudi Voller”, t.v.s. at týskarin Rudi Voller er teirra maður. Annars hava týsk bløð skriva um verk- fallið í Føroyum, at Oliver Kahn skuldi til Føroyar at reiða egna song tí í Før- oyum vóru vaski og rein- gerðarfólk í verkfalli. Eg havi tosa við týskarar, sum í seinastu viku vóru sera bangnir fyri tí føroyska verkfallinum, men vónandi kemur samfelagið so nøk- unlunda í rættlag miku- dagin. Bløðini skriva ikki meiri um hetta keðiliga evni. Eingin undirmetir Føroyar Eg spurdi ein hýruvogns- førara í ríka og stóra býnum Frankfurt am Main um týska landsliðið, hann visti ikki at Týskland spæli leyg- ardagin, ella at teir skuldu spæla mikudagin í Føroy- um. Eg gava skarvin yvir, hetta vísir bert at Týskland er so risastórt, at langt frá øll vita hvat hendir. Serliga innflytarar sum hesin hýru- vognsførarin eru púra óvit- andi um støðuna í Týsk- landi, men vita helst alt sum Al Jazera ella arabisk- ar kanalir senda. Betur gekk inni á einari lívligari gøtu í Frankfurt við barrum og hugnaligum gomlum týskum bryggjaríum, har eg í nærum eini 30 hitastigum setti meg at tosa við fólk um Skotland og Føroyar. Ein eldri maður tók til at tað var óluksáliga vánaligt ikki at vinna á Skotlandi, ein stór skom. Fólk eru sum heild sera kløkk, tá tey møta einum føroyingi. Tað kom nærum róp í uttandura caféina tá eg segði meg koma úr Før- oyum. Tænarnir komu út og veittraðu til mín og søgdu við eygnabráðinum, tú ert bara ok, men tit koma ikki at vinna á okkum. Týska sjálvsálitið er ikki so stórt. Teimum dámar tankan um eitt pinkuland, ið roynir seg við teimum stóru og øll mannfólkini her vita um sigurin yvir Eysturríki í 1990. Ein ógloymandi søga, ið nær- um er ein myta í dag. Bløðini eru bangin Í Týsklandi í dag eru bløð- ini av álvara bangin fyri einum 1:1 úrslitið í Tórs- havn, tí venjarin kemur at velja sama liðið sum í dystinum móti Skotlandi í dystinum móti Føroyum. Frankfurter Allgemeine skrivar at føroyingarnir eru í góðum formi eftir dystin móti Íslandi. Bæði Oliver Kahn (frá Bayern Munch- en), Ballack (frá Bayern) og venjarin fáa vána met frá bløðunum í dystinum móti Skotlandi. Serliga tabloid- bløðini hava kenslubornar forsíður. Oliver Kahn helt fyri at: ”ein sigur høvdu vit ikki uppiborið móti Skotlandi”. Rudi Voller:”vit kunnu ikki vera nøgdir. Tey tvey stigin vit her misti skulu vit vinna mikudagin móti Føroyum. Vit vita øll at Ballack kann spæla nógv betri” Bæði ítrottar og mentunarsíður- nar skriva um Føroyar í hesum døgum, men enn er ikki komi so nógv fram um dystin. Harðar atfinningar, men vinalig orð um Føroyar Uttan ”yvirblik og karisma” skrivar Frank- furter Allgemeine um týska Landsliðið í Skotlandi. Hetta er hørð orð, ið bert kunnu fáa týskarnar at gera alt fyri at venda hesi vána støðu mikudagin. Inni í blaðum er ein stuttlig grein um føroyskan mat á Hotel Føroyum. Greinin eitur: ” Her spricht der gast — Das ”Føroyar in Tórshavn”, ið merkir at á Hotel Føroyum er tað gesturin, ið hevur orðið. Greinin er skriva av Sascha Lehnartz og snýr seg bæði um fótbólt, um mat og um Hotel Føroyar. Hon byrjar við at skriva um føroyska regnið, um mjørk- an, síðani um nýggja vøllin í Havn og um føroysku amatørarnar. Greini snýr seg um, at hon vil royna at eta føroyskan mat áðrenn týska landsliðið kemur at búgva í Føroyum. Um føroyska matarsið heldur hon fyri at hann er betur enn tann hjá portugisum og grikkum, ið vænta hugflog, í mun til at vit í Føroyum ikki hava so lætt við at fáa hendur á grønmeti. So er tað seyðurin, fuglur, fiskur, grind og at føroyingar eru serligani tilvitaðir og stoltir av teirra mati, so hon vil royna ein ”Føroyskan borð- isk við skerpikjøti, turrum fiski, breyði og eplum”, men tænarin á Hotel Føroyum helt fyri: ”Ich bin sicher, der wird ihnen nicht schmechen” hatta dáma tit ikki. Skerpikjøt kallar hon ”luftgetrocknetem Schafsf- leich”(so vita fólk hvat tey skulu siga við ein týskara um bjóða verður skerpi- kjøt). Tá komi varð til spiki dámdi Saschu einki, tá var gott við einum Akavit og eini Føroya Bjór, ið hon heldur kann meta seg við kontinentalar europesikar øl. Hon royni eisini lunda ”Lundabringa Bonne Femme, við soppum smá- leyki, fleski og villinisós, ið á týskum eitur ”eine ge- grillte Papageitaucherbrust mit Muscheln, kleinen Zwiebeln, Speck mit Wild- sauce”. Til endans royndi hon rabarbukompott, ið henni dámdi sera væl. Hon letur væl at bæði matinum og ikki minst at Hotel Føroyum. Serliga tá man frá hotellinum sær alla Havnina, sjáldan havi eg sæð so flott ummæli í donskum bløðum av sjálvt dýrum matarstøðum við Michelin stjørnum og prísum ið byrja við 1.500 fyri fólkið. Við í greinini er prentað ein kvittering frá Hotel Føroyum við telefon- nummari. Ein ótrúliga góð lýsing fyri Føroyar og Hotel Føroyar. Teir næstu dagarnir vera spennandi bæði fyri okkum føroyingar og fyri fólk í Týsklandi. »Sjálvt um Føroyski fótbóltsdvørgurin tapti í Íslandi, so eru teir fyrireikaðir at møta Týsklandi mikudagin« Kim Simonsen (Frankfurt am main) Oliver Kahn fær onkur góð frá venjaranum. Kanska snúgva tey seg um, hvussu hann skal reiða sína egnu song, nú vandi var fyri verkfalli í Føroyum... Mynd: Reuters C M Y K 38