mikudagur 11. juni 2003síða 21
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 11. juni 2003
41
Nú eru tað týskarar, sum
vitja hjá okkum. Fyri hálv-
um ári síðani var støðan hin
øvuta, og tá vóru tað mong,
sum tóku sær nær, hvussu
hóvligir og ikki minst
stuttligir
teir
føroysku
áskoðararnir vóru.
Úrslitið var eisini okkum
til miklan sóma, tí hóast
týskarar fingu tey trý
stigini, sum teir høvdu fyri
neyðini, so vóru tað føroy-
ingarnir, sum fingu størstu
klappini, tá dysturin var
liðugur.
Tað ferðina fingu vit
nakrar tøkkir sendandi,
sum helst vóru ætlaðar øll-
um teimum, sum onkurs-
vegna høvdu funnið fram
til dystin, og niðanfyri
prenta vit, hvat formaðurin
í Deutsch-Färöischer Fre-
undeskreis, Detlef Wild-
traut, skrivaði um dystin:
Rós til føroyingar
Gott lag, men eingin ófrið-
ur, søgdu týskarar um at-
burðin hjá føroyingum í
Hannover tann minniliga
16. oktober.
Ein mikudag í oktober
mánaði í fjør var eg í Hann-
over saman við átta øðrum
limum okkara felag. Vit
sótu mitt í føroyingarblokk-
inum og høvdu eitt tríggjar
metrar langt band við
tekstinum: Deutsch-Färö-
ischer Freundeskreis e.V.
og niðriundir: Týskt-Før-
oyskt Vinafelag. Nú eri eg
eingin fótbóltsfagnari og til
stóra sorg hjá soni mínum
havi eg enn ongan fótbólts-
kamp sæð til enda. Men
hetta var eitt stórt uppliv-
ilsi. Eg hevði tað stóra før-
oyska skipsflaggið, sum eg
keypti í Havn í september,
og eg veittraði so dúgliga
við tí, at hini mundu halda,
at eg var ein ektaður før-
oyskur
fosturlandsvinur.
Sjálvt um hýrurin var ófør-
ur, var alt friðaligt bæði fyri
og eftir dystin. Har var
einki rok ella stríð, sum so
ofte tá fótbóltur er. Teir
føroysku spælararnir hava
eisini vunnið sær nógva
vælvild millum týsk fót-
bóltsfólk. Tá ið tað før-
oyska liðið fór av vøllinum,
tá ið dysturin var av, fekk
tað nógv klapp frá týskum
áskoðarum, meðan klappini
vóru fá til teir týsku spælar-
arnar. Fólk mintust jú, at
summir týskir fótbóltsakt-
ivistar høvdu tikið munnin
so fullan, at teir søgdu, at
kampurin fór at vera ein
reinur spadseritúrur við 6 –
8 týskum málum…
Eftir úrslitið í Hannover
er áhugin fyri føroyum
vaksin nógv í Týsklandi.
Tann týska innrásin í
Føroyum, sum til alla lukki
ikki kom í 1940, fer at
koma í døgunum um tann
11. juni 2003 – og hon
verður friðarlig. Eg hopi, at
teir týsku hooligans fara at
halda seg við hús. Og fyri
teir týsku áskoðararnar,
sum koma, hopi eg, at teir
fara at varnast, at tað er
nógv annað áhugavert í
Føroyum enn fótbóltur.
Tað søgdu tey eftir Hannover
41
40
Nr. 107 - 11. juni 2003
Heini Joensen í bestu donsku deildini
Team Midtsjælland,
sum júst er flutt upp í
bestu donsku hond-
bóltsdeildina hevur
styrkt um hópin við
føroyska landsliðs-
leikaranum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir eitt ár í næst bestu
donsku deildini, har hann
hevur leikt við Ejby, hevur
Heini Joensen nú tikið eitt
stórt fet framá. Komandi ár
verður hann nevnliga at
síggja í bestu donsku deild-
ini, har júst uppflutta TMS
hevur boðið føroyinginum
sáttmála.
Venjarin
hjá
TMS,
Flemming Oliver Joensen,
sigur seg leingi havt eitt
ynski um at styrkja hópin
við einum lámi, og tí var
hann ógvuliga fegin um
styrkin, tó at hann eisini
viðgongur, at hann vildi
havt ein meira royndan
leikara.
- Eg haldi at Heini hevur
stórar møguleikar, men
hann er eisini ein »ófærd-
igur« leikari, sum fram-
vegis hevur nógv at læra.
Fyrst og fremst eru styrkir
hansara skot- og gjøgnum-
brotsstyrkin, men hann
hevur eisini evnini at spæla
inn á strikuna, so vit skulu
nokk fáa nakað burturúr
honum. Ikki minst tí vit á
liðnum hava tørv og skot-
sterkum leikarum, so vit í
størri mun kunnu hótta
útifrá, sigur venjarin við
Dagblaðið í Køge.
Hesin Flemming Oliver
Joensen hevur annars í
aðrar mátar havt samband
við føroyskan hondbólt.
Tað vísur seg nevnliga, at
Hanus Joensen, sum er pápi
Heina, eitt skifti var lið-
felagi við Flemming í
Stadion.
Nýggja felagið hjá Heina
flutti sum nevnt upp í bestu
donsku deildina í ár. Higar-
til hevur felagið styrkt um
hópin við trimum nýggjum
leikarum, og sagt verður, at
tað fyrst og fremst verður á
heimavøllinum, at neyðugu
stigini til hetta skulu finn-
ast. Her hevur TMS ikki
tapt nakran dyst síðani
februar mánað í 1999.
Heini Joensen sleppur av álvara at royna seg í heyst, tá hann
skal spæla í bestu donsku deildini
Útvið 300 telvarar
telva í hesum døgum
um Evropeiska meist-
araskapin í Istanbul.
Tvey umfør resta í og
javnt er í toppinum.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
EM er lutfalsliga ein ung
og nýggj kapping. Í 1999
varð fyrstu ferð telvað um
heitið. Tíverri hava abso-
luttu heimselitutelvararnir,
eitt nú Kasparov, Kramnik,
Anand og Leko, ikki luttik-
ið, men í ár er kappingin
øgiliga sterk við tveimum
2700-telvarum. Ivanchuk
og Grischuk.
Talan er kanska um sterk-
astu opnu kappingina nakr-
antíð. Øll telva í einum og
sama bólki við yvir 150 stór-
meistarum.
Hálvtrýðs
telvarar hava yvir 2600 í rat-
ing, og er tað óhoyrt nógvir í
somu kapping. Til sam-
anberingar kann nevnast, at í
Politiken Cup í Keyp-
mannahavn, eru vanliga eini
10-15 telvarar við 2550+.
Dani við í toppinum
Níggju umfør eru leikt, og
ikki óvæntað eru nógvir um
boðini tá fyrsta pláss við-
víkur. Stóra mongdin og
tættleikin í styrki viðførir
ein nátúrligan javnvág.
Nógvir skjótir javnleikir
eru orsakað av drúgvu
kappingarlongdini. Ellivu
umfør og bara ein frídagur
kann stjala nógva orku. Eitt
ella tvey skjót talv kann
savna kreftirnar aftur hjá tí
einstaka, hóast at hesir
skjótu javnleikirnir als ikki
eru vældámdir millum talv-
fjepparar og fyrireikarar.
Maðurin við tí langa og
heldur úttaluringa navnin-
um, Zurab Azmaiparashvili
(2678) úr Georgia, er einsa-
mallur á odda við sjey stig-
um, nú tvey umfør resta í.
Síðani hava fýra telvarar
hálvtsjeynda stig, eitt nú
Grischuk. Sterkasti norður-
lendingur í løtuni, Peter
Heine Nielsen, hevur sam-
an við mongum øðrum seks
stig. Peter Heine hevur
seinastu tvey árini verið
sera vælkoyrandi, og ætlar
sær meira enn síni 2625 rat-
ingstig siga okkum.
Heldur skuffandi hevur
Ivanchuk bert hálvtsætta
stig, eins og Sokolov bert
hevur fimm stig. Teir hava
tó báðir tvey umfør at vinna
sær nøkur fleiri stig.
Topp 50 fáa fríbillet til
næstu
HM
knockout-
kappingina.
Sokolov vann í
Sarajevo
Ivan Sokolov vann krút-
sterku kappingina í Saraje-
vo, Bosnia Herzegovina,
hálvt stig ovari enn tríggir
aðrir jagstrarar, harav topp
10-telvarin Alexei Shirov.
Kappingin endaði fyri viku
síðani.
Sjálvt um Sokolov, sum
nú býr og umboðar Hol-
land, eftirhondini er vorðin
gamal í garði við sínum 34
árum, er talan í roynd og
veru um eitt elitugjøgnum-
brot. Ratingtal hansara
førkar seg alsamt nær
2700-markinum.
Undan
kappingarsigrinum hevði
Sokolov 2677 ratingstig.
Tað er ikki ein og hvør, ið
kann reypa um at hava lagt
bæði Shirov (2734 rating-
stig) og Bareev (2733) aft-
urum seg í somu kapping.
Ei
heldur
stórtalentið
Radjabov megnaði at fylgja
við Sokolov.
Endaliga støðan í toppin-
um: Sokolov 6,5 av 9 (einki
tap), Shirov, Kasimzdhanov
og Macieja allir við 6
stigum, Radjabov 5 stig.
FM-snar verður 5. juli
Síðani ár 2000 hevur
Føroyameistaraskapurin í
snartalvi
verið
leiktur
fyrsta vikuskifti í juli mán-
aða. Í ár verður telvað leyg-
ardagin 5. juli í Havn.
Havnar Telvingarfelag hev-
ur á hvørjum ári síðani ár
2000 staðið fyri vældámd-
ari FM-snarkappingini.
Seinastu tvey árini hevur
John
Rødgaard
vunnið
leikandi lætt heitið. Tó er
altíð tungt at vera favorittur
og vita at allir vilja vinna á
sær. Hinvegin er Rødgaard
ein kaldur og effektivir
snartelvari, og hevur har-
umframt
vunnið
Dan-
marksmeistaraheitið
í
snartalvi í sjeytiárunum!
Á www.faroechess.com
koma seinni heintir upplýs-
ingar.
FM-vinnararnir
síðani 2000:
2000: Finnbjørn Vang
2001: IM John Rødgaard
2002: IM John Rødgaard
2003: ?
Føroyski ratinglistin
Topp 25:
1
John Arni Nilssen FM
HT
2402
2
Flóvin þór Næs FM
HT
2313
3
John Rødgaard IM
VT
2268
4
Martin Poulsen
HT
2265
5
Heini Olsen FM
KTF
2261
6
Ólavur Simonsen
KTF
2248
7
Eyðun Nolsøe
KTF
2244
8
Hans Kristian Simonsen
KT
2224
9
Rógvi W. Rasmussen
HT
2201
10
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
HT
2187
11
Jens Kristian Hansen
TT
2185
12
Jóan Hendrik Andreassen
HT
2162
13
Olaf Berg
HT
2159
14
Heini Danielsen
SF
2153
15
Torbjørn Thomsen
KT
2148
16
Bogi Ziska
TT
2129
17
Rani Nolsøe
KTF
2103
18
Steintór Rasmussen
KTF
2096
19
Martin Brekká
TFS
2084
20
Torkil Nielsen
ST
2069
21
Finnbjørn Zachariassen
TFS
2066
22
Terji Petersen
KTF
2061
23
Finnbjørn Vang
KTF
2013
24
Haldur Suni Johansen
HT
1990
25
Wille Olsen
KTF
1975
John Rødgaard luttók í einari IM-kapping í Gausdal í
mars/apríl, sum ikki er dagførd á hesum rating-
listanum. Listin er heintaður frá www.faroechess.com.
Eftir at eg sjálvur havi roknað úrslit hansara út, missur
hann umleið 34 ratingstig og eigur tí av røttum at hava
uml. 2234 á feskasta listanum.
- cens
EM í Istanbul
C
M
Y
K
40