mikudagur 11. juni 2003síða 22
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 107 - 11. juni 2003
Nr. 107 - 11. juni 2003
43
– Tað eru óráð at gera
tunnil ímillum
Øravík og Hov, har
sum NCC hevur
bjóðað sær til at gera
hann, uttan at kanna
lendið gjølligari,
sigur Landsverk-
frøðingurin
HOVSTUNNIL
Áki Bertholdsen
Suðuroy: Landsverkfrøð-
ingurin fer nú at seta alla
orku inn uppá at kanna, um
tað ber til at gera tunnil
ímillum Øravík og Hov inni
í dalinum, har norska felag-
ið NCC hevur bjóðað sær
til at gera hann.
Oyvindur
Brimnes,
landsverkfrøðingur, sigur,
at tað er neyðugt at gera
hesar kanningarnar, áðrenn
endalig støða kann takast, tí
annars verður vágin hjá
landsstýrinum alt ov stórur.
Hann sigur, at kanningarn-
ar verða lidnar seinni í
summar.
Síðani ætlanin at gera
tunnil ímillum Øravík og
Hov tók seg upp, hevur
nógv kjak verið um, hvar
hesin tunnilin skuldi vera.
Landsverkfrøðingurin
skeyt upp at gera ein tunnil
nakað uppi í fjallinum.
Men síðani varð aftur kynt
uppundir kjakið tá ið
norska felagið NCC bjóð-
aði sær til at gera ein nógv
betri tunnil nakað væl
longri niðri í dalinum fyri
eina nogv minni upphædd.
Síðani hevur harðliga
verið funnist at Landsverk-
frøðinginum fyri at hann
ikki vísti á hendan møgu-
leikan.
Vit hava sostatt spurt
Landsverkfrøðingin, hvar
málið liggur í løtuni og um,
hvat hann sigur um tær at-
finningar, sum hava verið.
Oyvindur Brimnes sigur,
at ætlanir um tunnil ímill-
um Øravík og Hov hava
verið á skránni í nógv ár.
– Í hesum sambandi eru
ymsar linjur teknaðar, eis-
ini í økinum, har tann
nýggjasta linjan er løgd, og
harafturat eisini uppaftur
longur vesturi.
– Í 1999 varð ein jarð-
frøðilig kortlegging gjørd,
og hon vísti, at økið var
rættiliga trupult at fáast við.
– Tunnilslinjurnar ganga
eftir øllum at døma gjøgn-
um flágmørk við ilsku-
kendum gróti og leir- og
royðugrýtislyndum,
sum
eru 10 metrar tjúkkar, og
har tilfarið er vánaligt. Tað
vísir seg eisini, at helst er
vinkulin millum tunnil og
flágir, lítil. Tað merkir, at
kemur tunnilin í vánaligt
tilfar, verður longi at koma
tvørturum tað.
Ein brúkilig
basaltflógv
Landsverkfrøðingurin sig-
ur, at kortini varð mælt til
at kanna eina basaltflógv
nærri, og hetta var gjørt við
kjarnuboringum og øðrum
kanningum.
–
Hesar kanningarnar
staðfestu í sera stóran mun
ta jarfrøðiligu kortlegging-
ina, sum vísti, at lendið er
trupult at fáast við. Men
júst hendan basaltflógvin
vísir seg at vera vælegnað
til bora tunnil ígjøgnum.
Hann sigur, at tí varð
gjørt av at projektera tunni-
lin í hesum flógv og ikki
aðrastaðni.
Hetta er tunnilin, sum er
nakað uppi í fjallinum.
Hann dylir ikki fyri at ein
orsøkin til, at hendan loysn-
in varð vald, er, at sporini
ræða, tí landsverkfrøðing-
urin hevur sera ringar royn-
dir av tunnilsarbeiði í Suð-
uroynni. Hann hugsar ser-
liga um Sumbiarbergholið,
sum var ein long marra, frá
tí fyrsta skotinum at kalla
heilt til endans, tí fjallið var
so vánaligt.
Men hann sigur, at hesin
hovstunnilin, sum ætlanin
var at gera, stendur fult mát
við nýmótans veganetið í
Føroyum, bæði viðvíkjandi
hædd, halli og vannrættum
kurvum.
Hann viðgongur tó, at tað
er óheppið, at tað ikki
slepst undan tí brekkunum
og svingunum niðan úr
Hovi.
– Men seinni er ætlanin
at føra vegin frá tunlinum
inn í dalin og at binda í
Hovsvegin niðri í dalinum
og so er tann trupulleikin
loystur. Hesin vegurin kost-
ar 20 milliónir. Hann er
ikki við í sjálvari tunnils-
ætlanini, men skuldi gerast
seinni.
Oyvindur Brimnes sigur,
at ætlanin var at bjóða ar-
beiðið út yvir trý ár.
Á fíggjarlógini í ár vórðu
sjey milliónir krónur settar
av til endamálið. Men tað
vildi verið skeivt at bjóða
arbeiðið út, uttan at vita við
vissu, at nóg mikið av pen-
ingi var tey komandi árini,
og tí var gjørt av, at Lands-
verkfrøðingurin skuldi ar-
beiða fyri hesa upphædd-
ina.
Lítil munur á
prísinum
Oyvindur Brimnes vísir á,
at í februar í ár kom so
fram, at NCC metti, at tað
kundi gera tunnilin longri
niðri og longri vesturi í dal-
inum fyri 92 milliónir, tá ið
hann varð liðugt tryggjaður
og asfalteraður. Hesin tunn-
ilin hevði blivið 2,4 kilo-
metrar og 200 metrar av
vegi skuldi gerast.
– Henda meting var gjørd
út frá tí vitan, NCC hevði
tá. Og av tí at útgerðin er so
framkomin í dag, helt fel-
agið ikki, at tað varð neyð-
ugt at gera fleiri kanningar.
Tó skuldi ein jarðfrøðilig
kanning gerast fyri at fast-
leggja endaligu linjuføring-
ina.
– Seinni kom so aftur
fram, at vegatekniskt var
tað uppaftur betri at gera
tunnilin enn longri vesturi,
men hesin tunnilin hevði
blivið tríggjar kilometrar
langur.
Oyvindur Brimnes sigur,
at hendan linjuføringin
liggur í økinum, har upp-
skot var at gera tunnilin í
síni tíð, áðrenn tær jarð-
frøðiligu
kanningarnar
vórðu gjørdar.
Hann sigur, at fyri ferðsl-
una er hetta tann besti
tunnilin.
Samstundis metti NCC,
at tað kundi gera hann fyri
einar 30 milliónir minni,
enn Landsverkfrøðingurin
kundi gera ætlaða tunnilin
longri uppi fyri.
– Eisini varð ført fram, at
kann grótið brúkast til
nýggju samferðsluhavnina,
kunnu einar 15 milliónir
sparast afturat.
– Tí gjørdu vit beinan-
vegin av at kanna hesar
upplýsingar nærri, sigur
Landsverkfrøðingurin.
Hann sigur, at hann vendi
sær til »Statkraft Grøner
AS«, sum er av fremstu,
ráðgevandi fyritøkunum á
økinum í Noregi.
– Niðurstøðan hjá hesum
felagi var, at uttan fleiri
jarðfrøðiligar kanningar,
var vágin sera stórur, og tí
mælti tað í fyrsta lagi
Landsverkfrøðinginum til
at gera 3-4 kjarnuboringar.
– Vit spurdu eisini, um
NCC kundi gera arbeiðið
fyri fastan prís og samstun-
dis átaka sær vágan, men
hetta kundi felagið ikki,
sigur Landsverkfrøðingur-
in.
– Er tað ikki so, at NCC
hevur boðið sær til at átaka
sær vanliga vágan, sum er
staðfestur í einum skjali,
sum nevnist »AB 92« og
sum verður brúkt nú á
døgum?
– Jù. Men í AB 92 sten-
dur eisini, at kemur entre-
prenørurin í trupulleikar av
tí at jarðfrøðiligu forkann-
ingarnar ikki eru nóg neyv-
ar, er tað byggiharrin, sum
hongur upp á tað. Tað vil
siga, at so hevði Landsstýr-
ið hingið upp á tað og tí er
tað neyðugt at gera so
neyvar kanningar sum gjør-
ligt, sigur Oyvindur Brim-
nes.
Prísir kunnu ikki
samanberast
Landsverkfrøðingurin sigur
eisini at tað var verri at
meta um prísin, tí útrokn-
ingarnar vóru ikki gjørdar á
sama grundarlagi. Tað var
heldur ikki heilt greitt,
hvussu nógv var við í met-
ingini hjá NCC. Lands-
verkfrøðingirn metti tó, at
kann alt grótið nýtast til
samferðsluhavn, og annars
eingir aðrir trupulleikar
stinga seg upp, sum ikki
eru í einum grótbroti,
kunnu vit spart 15 milliónir
við at knýta tunnilsarbeiðið
og samferðsluhavnina sam-
an.
– Men tá er roknað við, at
grótið hevur einki virði, um
tað ikki verður nýtt til
havnina.
Landverkfrøðingurin
hevur síðani samanborið
uppskotini sum eru um,
hvar tunnilin skal vera og
eftir tí hevur hann gjørt so
neyvar kostnaðarmetingar,
sum tað ber til at gera við tí
vitan, sum er til taks nú.
– Hesar metingar vísa, at
kostnaðurin fyri ætlanina
hjá Landsverkfrøðinginum
verður 112 milliónir, tann
styttri tunnilin hjá hjá NCC
fer at kosta 109 milliónir og
tann longri tunnulin hjá
NCC fer at kosta 119 milli-
ónir.
– Hesi tøl skulu skiljast
soleiðis, at um ein av loysn-
unum kann gerast bíligari,
kunnu hinar eisini gerast
tilsvarandi bíligari.
Oyvindur Brimnes sigur,
at hesar metingar eru uttan
eyka kostnað fyri trupul
jarfrøðilig viðurskifti, sum
størri sanlíkindi eru fyri í
trupla økinum, har NCC
hevur bjóðað sær at bora.
– Hinvegin er heldur ikki
roknað við vegnum inn í
dalin i Hovi, sum ætlanin
hevur verið at gjørt í sam-
bandi við tunnilin hjá
Landsverkfrøðinginum og
sum kostaði einar 20 milli-
ónir.
Landsverkfrøðingurin
sigur, at síðani lógarupp-
skotið um samferðsluhavn
er samtykt, er arbeiðið við
víðari kanningum farið í
gongd, og arbeitt verður so
skjótt sum gjørligt, so tað
kann gerast møguligt at
nýta grótið úr eini møgulig-
ari tunnilsverkætlan til
samferðsluhavnina.
– Tá ið úslitið av kann-
ingunum fyriliggur, verður
mett um, hvør skilabesta
loysnin er, sigur Oyvindur
Brimnes.
Tunnilin ímillum Øravík og Hov:
Enn er óvissan ov stór
Hetta eru í høvuðsheitum tey bæði uppskotini, sum eru frammi um at gera tunnil ímillum Øravík og Hov. Tunnilin høgrumegin, er nakað uppí í hæddini og hetta
er tann, sum Landsverkfrøðingurin ætlaði at gera. Tunnilin vinstrumegin er tann, sum NCC hevur boðið sær til at gera. Hann er longri niðri í dalinum og fyri
ferðsluna er hann tann besti. Men Landsverkfrøðingurin sigur, at har er lendið vánaligt og at tað er vágaverk at fara undir hann, uttan at kanna lendið meiri
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3570
Navn: Sp/f Rafik´sa Pizza
Adressa: 350 Vestmanna.
Kommuna: Vestmanna
Kommuna
Stovningardato: 07.05.2003
Viðtøkudato: 07.05.2003
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur: Kr.
80.000,00 í øðrum virðum til
kurs 100.
Stovnari: Rafik Bourbiaa,
350 Vestmanna og Maja
Bourbiaa, 350 Vestmanna.
Stjórn: Rafik Bourbiaa, 350
Vestmanna og Maja
Bourbiaa, 350 Vestmanna.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av einum
stjóra.
Grannskoðari: P/F
Rasmussen & Weihe, á
Glaðsheyggi, 100 Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
01.01.2003 - 31.12.2003
Endamál: Endamál felagsins
er at reka matstovu,
undirhald, sølu og annað
virksemi í hesum sambandi.
Skráseting Føroya tann 4.
juni 2003
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3572
Navn: Sp/f Pole Mohr
Poulsen
Adressa: Yviri við Strond
103, 100 Tórshavn.
Kommuna: Tórshavnar
Kommuna
Stovningardato: 31.05.2003
Viðtøkudato: 31.05.2003
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur: Kr.
80.000,00 í øðrum virðum til
kurs 100.
Stovnari: Pole Mohr
Poulsen, Yviri við Strond
103, 100 Tórshavn.
Stjórn: Pole Mohr Poulsen,
Yviri við Strond 103, 100
Tórshavn.
Tekningarreglur: Felagið
verður bundið við undirskrift
av stjóranum.
Grannskoðari:
Grannskoðaravirkið
Hermund Jacobsen, J.
Paturssonargøta 18, 100
Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
01.01.2003 - 31.12.2003
Endamál: Endamál
felagsins er at reka handil og
ídnað, herundir
málaraarbeiði, og annað í
hesum sambandi.
Felagið er stovnað við
umskipan av virki eftir
umskipanarlógini.
Skráseting Føroya tann 4.
juni 2003
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3103,
Sp/f Petur & Petur
Publishing, 100 Tórshavn.
Nýggj adressa:
J. Broncksgøta 33, Box 266,
110 Tórshavn.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Lars
Steffensen, Søbakken 19,
DK-7730 Hanstholm.
Innkomin í nevndina: Frank
Djurhuus Jakobsen,
Andrasargøta 9, 188 Hoyvík.
Skráseting Føroya tann 4.
juni 2003
Kristin Balle
_______________________
Grundøki til sølu
Tvey grundøki á 300 m2 (til tvíhús) til sølu, um
nóg høgt boð fæst. Minsta boð 450.000 kr.
Møguleiki er eisini at keypa bæði økini.
Liggja væl fyri við útsýni.
Tlf. 281030
Kunngerð
um uttangarðsútskiftingar-
fund við Gjógv
Eftir lóg nr. 147 frá 27. mars 1939, seinast broytt við
lóg nr. 110 frá 29. juni 1995, § 79, verður boðað til
útskiftingarfund mikudagin 25. juni kl. 10 í bygdar-
húsinum við Gjógv.
Til viðgerðar verður útskifting av hagapartinum
Dalur og Fløtur.
Nevndarlimir eru: Jørleif Kúrberg, Tórshavn og Heri
Samuelsen, Miðvágur.
N. v.
Øssur Á. Midjord,
útsk. form.
C
M
Y
K
43
42