leygardagur 27. november 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ljósmyndar Kalmar Lindenskov
FRÆLSI - JAVNAÐUR -- BRØDRALAG
Joensen - Torfinn Smith
Hilmar Jan Hansen -
Uppseting PT Saslalurin
Pram: PA Pressan 1881
Jåstinus Eidesgaard
Bústaður. Argjavegi 26
Argjum
66. ÁRGANGUR
Postadr.: Postsmoga 78
Orðmiklir and-
stóðuflokkar
uttan eitt uppskot
Hava bankarnir pen-
ing at fíggja nakað
vinnuliv í heila tikið?
Ikki kann sigast annað enn at
andstøduflokkarnir = brúktu
stór orð, tá tingið vidgjørdi
uppskotini um broytingar í
skattalógum og uppskotið um
fíggjarognaravgjaldið.
Men hverki sambandsflokk-
urinella fólkaflokkurin høvdu
eitt einasta alternativ til,
hvussu peningur fæst nú og
hvussu javnvåg annars fæst á
fíggjarlógina.
Báðir flokkar mæla til at
lækka kostnaðarsteðið o
spara innan tað almenna. 6
ivað eru nógv i samgonguni
samd um, at kostnaðarsteðið
må lækkast og at tað almenna
má eisini spara.
Men at lækka kostnadarstød-
ið í einum samfelag letur seg
ikki gera frá einum degi til
annan. Nógvir ivaspurningar
taka seg upp í hesum sam-
bandi og nógvar avleiðingar
skulu roknast út. Hevði hetta
verið so lætt, sum andstødu-
flokkarnir gera tað til, høvdu
óivað fleiri lond valt ta loysn-
ina.
Hetta krevur eina miðvísa
tillaging, sum má ganga yvir
fleiri ár. Hinvegin kunnu vit
lasta landsstýrið fyri, at tað
ikki beinanvegin í 1991 fór
undir meira miðvísar kann-
ingar, sum høvdu til enda-
måls at umleggja almenna
sektorin.
Hesin spurningur var fleiri
ferdir umrøddur i javnadar-
flokkinum i valskeiðnum, tá
teir borgarligu royndu seg
nakrar krákumánaðir í 1989
og 1990, og skuldi tað tí verið
greitt, at hetta var neyðugt at
gera beinanvegin, tá lands-
stýrið tók við. Tað er tí at fegn-
ast um, at landsstýrismaður-
in í almannamálum tók stig til
at kanna sjúkrahúsverkið.
Vónandi kemur nakað burtur
úr hesum.
Neyðugt er við sparingum,
men neyðugt er sanniliga eis-
ini við vinnuligum åtøkum, tí
( Lesarabrøv S
Tey ungu og hiv/AIDS
Í blaðnum hósdagin 25. no-
vember skrivar hj. eina grein
um kanningar av næmingum í
9. flokkum. Næmingamir eru
spurdir, um teir nýta hít og/ella
annað fyribyrgjandi, tá ið teir
hava samlegu. Ein ov stórur
partur av teimum svarar nei til
spurningin. Hesaniðurstøðuna
eru vit samd um. Men eg havi
hug at brúka tølini í kanningini
eitt sindur ødrvisi.
Halda tey ungu seg til sin
egna aldursbólk, eru tey, eisini
uttan hit, at kalla uttan fyri
vanda at verða smittað við hiv.
Tað eru teir eldru aldursbólk
amir, sum eiga meginpartin av
statistikkini. Í veruleikanum
eiga hesi ungu at spyrja for-
eldrini, um tey hava hít við, tá
ið tey fara í býin! Tað hevur
blaðmaðurin helst eisini havt í
huga, tá ið hann valdi myndina
til greinina. Í hvussu er eru tey
bæði væl eldri enn 17 ár
MEN hetta merkir sjálvsagt
ikki, at tey ungu ikki frá byrjan
av eiga at fáa sær góðar vanar í
sambandi við sexuella sam-
veru, eitt nú at nýta fyribyrgj
andi evni. Fyri gentumar er
vandin fyri at verða við barn
nógv meira veruligur og
åtrodkandi. Og hit verjir har-
umframt bæði kynini móti al-
skyns kynssjúkum og smitt-
um.
Tað er ein skylda hjá øllum,
ungum sum eldri, at vísa á-
byrgd bæði mótvegis sær
sjálvum og sðrum. Sexuallívið
verður ríkari og glaðari, tá ið
óttin fyri at verða smittað við
ymiskum sjúkum ella at verða
við barn ikki sleppur at skúgva
allar tær góðu kenslurnar í bak -
grundina.
Vit vaksnu skulu ansa eftir,
at vit ikki lata okkara egna
(vælgrundaða) ótta stýra tí, vit
borðreiða vid til tey Angu. Vit
skulu geva teimum greida og
opna upplysing um hiv/AIDS
o.s.fr., men rædupropaganda
er ikki saklig og skapar ti 6
tryggleika. At vera ungur og
byrja at finna sin seksuella
identitet er nóg ringt. Leggja
vit okkara barlast av angist,
skuldarkenslum, fordómum
o.s.fr. á tey, forbróta vit okkum
ímóti teimum.
KB
vit spara okkum ikki aleina úr
kreppuni. Virksemið má fáast
upp á føtur aftur og eitt nógv
meira miðvíst arbeiði má ger-
ast á hesm øki.
Higartil hevur hetta bara
verið viðfáningur. Besta døm-
ið er virkisnevndin, sum var
knytt at arbeiðaramála-
nevndini. Hon hevði nógvar
fundir og fekk og gjørdi fleiri
uppskot. Stórur fundur varð
hildin ein heilan dag á Blinda-
stovninum, men so hendi
einki meira. Er nevndin av-
tikin?
Víst skulu arbeiði ikki setast
í gongd bara fyri at hava ar-
beiði. Talan má vera um veru-
liga framleiðslu og helst til út-
flutnings, tí vit hava havt nóg
mikið av »terapi« í hesum
landi og úrslitið er hareftir.
Hetta er ikki bara ein spurn-
ingur um hugskot og dirvi.
Tað er eisini ein spurningur
um fígging. Higartil hava
bankarnir sagt, at ongar verk-
ætlanir eru nóg lønandi at
figgja. Men er hetta allur
spurningurin?
Hvussu er veruliga staðan
118 Tórshærn
Teiglon: 11828 Talefax: 14720
hjá bankunum? Sambært
lýsing til aðalfundirnar siga
bankarnir, at eftir eina nýggja
endurreisn er soliditeturin
tíggju komma nakað, beint
oman fyri markið! Hverjar
meguleikar gevur hetta tal lán
til vinnulivsiløgur? Púrt
einki.
Harafturat vita vit, at bank-
arnir framvegis eru bundnir
at ábyrgdum fyri lán hjá før-
oyskum vinnufyritøkum. Men
eru ikki allar hesar á >reyv-
ini<? Verður tað tí ikki talan
um stórar peningaflytingar úr
bankunum vegna hesar á-
byrgdir?
Spurningurin er tí, um lands-
stýrið ikki má ásanna, at
bankarnir hava ikki pening —
ella ógvuliga lítið — at fíggja
nakað vinnulív fyri hóast
milliardainnspræningar.
Hetta er ein spurningur, sum
landsstýrið, figgjarnevnd og
løgting mugu viðgera, nú
figgjarlégin umsíður skal við-
gerast, eftir at landsstýrið
hevur brýnt spariknívin.
2 Atlantic Airways
Gammel Mønt 12 1004 København K
Telefon +45 33 13 10 11
lað besta sambandið
tå tú skalt heim til Føroya
Grønlands Rejsebureau hevur serkunnleika í ferðum til alt útnorður.
Og tá tú og tíni fara at ferðast, so nngið, sendið eitt fax — ella komið
inn á ferdamannastovuna. Vit kenna leiðina — og eru fús at hjálpa
tykkum ávegis! *
Grønlands Rejsebureau
Din bedste forbindelse til Færøerne, Grønland og Island
Fax +45 33 13 85 92
eee)
Latið Fossbankan uppaftur
Er kreppan følsk? Hvussu
leingi skal hon halda fram?
Í staðin fyri at hugsa um
hungursmark, átti håmarkslør
frá tí almenna verið sett í verk.
Tá ið nú landskassin er meira
enn tómur, átu ongin persónur
at fingið meira enn 20.000 kr. í
løn um mánaðin til kreppan er
avhasað. Ongin fundar- elia
nevndarløn, ei heldur bíðipen-
ingur kann koma upp átal í hesi
tíð, og fundir uttanlands mugu
avmarkast mest møguligt fyri
at minka um almennu ferðaút-
reidslurnar. Faxið er uppfunn-
ið, og tá eru fundirnir skrivligir
og greiðari beinanvegin. So
slepst undan tvidråtti seinni
um hvat veruliga varð fundast
um. (Bankakeypið t.d.).
Skilamaðurin Dalgas segði á
sinni, hvad udad tabes skal
indad vindes, men her á landi
tykist tað øvugta at vera í há-
sæti: Fossbankin, ið kláraði
seg sjálvan við útlendskum
peningi, verður knappliga
stongdur. Fossbankin misti sín
eginkapital, tí føroysku húsa-
virðini skerdust við 2/3, í
hansara føri bara. Ótrúliga
skilaleyst og óreint, og hví
skuldi tað henda júst 11. ok-
tober, meðan løgmadur og
hennara ráðgevarar vóru farin
til Danmarkar í fundargrindum
at fundast 12. oktober við ríkis-
stjórnina. Varð tað gjørt fyri at
órógva tey?
Eyðna Djurhuus