leygardagur 27. november 1993síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Anna Samuelsen, sjúkra-
systir, hevur útbúgvið seg
til at undirvisa og upplýsa
um AIDS sjúkuna og HIV-
smittuna síðani 1988.
Hon hevur eisini arbeitt á
deild á Ríkishospitalinum,
har m.a. AIDS sjúklingar
liggja, eins og hon hevur
fingið inniit í nógv gerðar-
mál og spurningar, sum
hava við hesa sjúku at gera.
Tað er ikki sum við van-
ligari sjúku, at tú kanst tosa
um, hvussu tað hevur hiln-
ast, hvussu tilburðir og við-
gerð ávirka tann sjúka og
familjuna, tí tað vil Anna
Samuelsen als ikki tosa um.
Trúnaðarspurningur
Hon er fyrst og fremst sjúk-
rasystir. Hetta er einålitis-
spurnigur millum starvs
fólk og sjúkling, og tí kunnu
vit bert tosa um tann parun i
arbeiði hennara, sum er at
ferðast út á skúlar og í felag,
har hon undirvísir og
VEIUI
upplýsingar um hesa
Uvarshigu JUK sum
eingin sleppur undan við
lívinum
1. desember er Alyóða
AIDS dagur, og WHO hev
ur sett setningin, ið ar-
beiðast skal eftir. Í ár eitur
setningurin: Nú er at fara til
verka. Komandi ár eitur set-
ningurin: AIDS og familj-
an.
Hetta seinasta er alt meira
komið í ljósmála, tí ikki bert
ein papi ella mamma kunnu
fáa sjúkuna, men eisini
børnini. Umframt hetta, so
verður øll familajn merkt av
ti, um ein teirra verður HIV-
smittað
Aður tosaðu vit um
vandabólkar, sum vóru td.
homusexuell og bisexuell,
men nú tosa vit um vanda-
atferð. Nú verða ikki bert
homusexucllir bólkar á-
varaðir mót sjúkuni, men
øll fólk i kynsbúnum aldri,
sigur Anna Samuelsen
Tølini eru
bert leiðbelnandi
Hagtelini í Danmark vísa,
at ein persónur verður HIV -
smittaður um dagin, og at 4.
hver smittaður er ein
kvinna.
Av hesum fáa vit eisini
HIV-smittad børn, og hag-
tølini siga somuleidis í Dan-
mark, at umleið 30% av
børmunum, har mamman
ella påpin eru smittad, fáa
sjúkuna.
Almennu tølini í Føroy-
um upplýsa, at 13 fólk eru
HIV- smittað, harav tvey
konufólk. Nýta vit somu út-
rokning sum danir, so kann
rætta talið eins væl vera eini
30 - 45 HIV-smittað.
Mikukveldið var Anna
Samuelsen úti á einum
skúla og undirvísti 7. flokki,
har eisini foreldrini vóru til
staðar.
- Hetta eru 14 ára gomul
børn, og tey spyrja vanliga
ikki so nógv. Oftast hevur
lærarin saman við næm-
ingunum gjørt spurningar,
Nr. 227 — 27. NOVEMBER 1993
1. desember er Altjóða AIDS dagur:
Tíðindablaðið GSK
Tey ungu vita
um sjúkuna
- Men vit vita ikki, um tey taka tað til eftirtektar, sigur
Anna Samuelsen, formaður í AIDS ráðnum
Anna Samuelsen, formaður í AIDS ráðnum: - Eitt er s
+
mittuvegir, hitt er hvussu tú fyribyrgir. Nú er tað ofta soleiðis, at
ungar gentur taka P-pillarar, ella nýta annað fyribyrgjandi, men hetta verjir ikki móti HIV-smittu. Her eru einastu ráðini
at halda seg til tann eina. Um ikki, so er at nýta hít
sum verða vidgjørdir á slik-
um fundum.
- Eg havi varhugan av, at
børn og foreldur taka málið
í álvara. Eitt nú meta for-
eldrini væl upp til slíkar
fundir.
- Vit halda eisini, at børn-
ini nú vita alt um sjúkuna,
men enn vita vit ikki, um tey
taka hana til eftirtektar, sig-
ur Anna Samuelsen.
Tey ungu
og vandabólkar
- Er munur á at tosa um
AIDS í 1988 og í dag?
- Av ti at fólk ið fáa hesa
sjúku, eru ungfólk í vinnu-
førum aldri, spyrji eg onk-
untíð áhoyrarnar áðrenn eg
byrji, um tey hava verið sos-
ialt saman við HIV -smittað-
um.
- Áður svaraðu tey noktan-
di, men í dag tykjast tey
fleiri, sum hava hitt HIV-
smittað.
- Tí er tað eisini umráð-
andi at tosa um hesi mál.
HIV-smittað skulu hava
møguleika at røkja sítt ar-
beiði. Einki er til hindurs
fyri tí tey fyrstu nógvu árini,
eftir at tey hava fingið HIV-
smittuna.
AIDS upplysingin her å
landi eins og aðrastaðni,
hevur tað við at kykna upp
eitt tíðarskeið, fyri síðani
ikki at vera nevnt í langa tíð.
Hetta er óheppið, heldur
Anna Samuelsen, tí ung
ættarlið koma til alla tíðina,
sum skulu hava vitan um
hetta vandamál.
Annar bólkur, sum hevur
upplýsing fyri neyðini eru
tey ungu, sum nú í stórum
tali flyta av landinum.
Tervur á áhaldandi
upplýsingum
- Í AIDS ráðnum hava vit
gjørt av, at senda upplýs-
andi tilfar til fjølmiðlarnar
14. hvønn dag. Eisini fara
vit Ld. at senda føroyskt til-
far til td. Feroyahúsið í
Keypmannahavn. Vit halda
tað hava stóran tydning, at
okkara ungu fáa føroyskt til-
far um AIDS, ti at hetta talar
meira persónligt til teirra.
- Hvat spyrja skúlabern
mest um, í sambandi við
AIDS og HIV?
- Tey spyrja sum sagt ikki
so nógv, men ein spurning-
ur sum gongur aftur er, um
tað smittar tá fleiri drekka
av einari fløsku.
- Annar spurningur er,
um einki nýtt koppingar-
evni er funnið, sum verkir
móti sjúkuni. Eisini kemur
spurningurin ofta, um tað er
vandamikið at seta seg á
wc-bretti, sum er blóðdálk-
að.
- Hesin seinasti spurning-
urin er meira ein spurningur
um reinfgri. Blóð er ikki
vandamikið uttan fyri lika-
mið. Tað er tann sexuelli
smittuvegurin sum er av-
gerandi.
- Eg undirvísi ikki í sex-
uallæru. Tað havi eg var-
hugan av at skúlin og heim-
ið gera til fulnar. Eg greiði
bara frá sjúkuni, og hvussu
fólk kunnu fyribyrgja seg
móti hesum.
Hinvegin, so er tað av-
gjørt av stórum týdningi, at
skúlasjúkrasystir er tøk,
sum næmingamir kunnu
venda sær til við ivamålum.
Næmingarnir kenna
skúlasjúkrasystrina, og
kenna seg helst tryggari at
tosa við hana um slíkar
viðbreknar spurningar, sum
tað er hjá ungum at tosa um
sex o.a. í hesum sambandi.
Ikki bert AIDS vandin
Eitt er smittuvegir, hitt er
hvussu tú fyribyrgir. Nú er
tað ofta soleiðis, at ungar
gentur taka P-pillarar etla
nýta annað fyribyrgjandi,
men hetta verjir ikki mót
HIV- smittu. Her eru ein
astu ráðini at halda seg ul
tann eina. Um ikki, so er at
nyta hit
- Nú eru eisini so nógvar
kynssjúkur, eitt nú chla
mydia, sum kann føra til, at
kvinnur ikki seinni kunnu
fáa børn. Tí er tað umráð-
andi at gera teimum ungu
greitt, at tey mugu nýta hít í
øllum førum, tá tey hava
sexuelt samband - ikki bert
fyri AIDS, men eisini fyri
ødrum sjúkum.
Anna Samuelsen var
einsamøll í byrjanini at fara
út at siga frá vandanum við
AIDS. Nú er hon ikki einsa-
møll longur, tí nú eru eisni
trý - fýra fólk í hvørjari sys-
lu - ulsamans eisini 20 fólk,
sum eru sett at taka sær av
upplýsingararbeiðinum og
ðrum, sum fylgir við hes
um arbeiði
Eftir ársskifuð er ætlanin
at gera eitt framtak í hvørj-
ari sýslu, har lokalfólk sam
an við AIDS ráðnum og
tara ai
skipa fyri ymsum tiltøkum
Onnu 5
imuelsen
Orð: Dagny
Mynd: Kalmar