hósdagur 12. juni 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 108 - 12. juni 2003
Nr. 108 - 12. juni 2003
3
UMMÆLI
Orð: James Olsen
Myndir: Jens K. Vang
Tilvildin vildi tað soleiðis,
at okkara egna Linda
(Andreasen)
Holmberg
herfyri til eina framførslu
av donsku fløguútgáuni
"Det handler om Jesus",
varð biðin um at framføra
ein føroyskan tekst til ein
av sangunum. Eftir hetta
kom hugskotið til eina før-
oyska útgávu, og úrslitið
bæði sóu og hoyrdu vit
framført sera mestarliga
sunnukvøldið 8. juni kl.
22.00 uppi í Ítróttarhøllini á
Hálsi.
Konsertin varð ein so-
kallað "útgávukonsert", har
bert løg av fløguni vórðu
spæld. Fløgan hevur fingið
heitið "Vit kunngera Jesus"
og tað eru tey bæði Linda
(Andreasen) Holmberg og
maður hennara Michael, ið
hava framleitt hana saman
við Niels Engell Hansen.
Eg møtti upp beint fyri
kl. 22.00 og tá var enn ein
long røð av fólki uttanfyri,
ið vildi sleppa inn fyri at
hoyra og síggja tað, ið
kvøldið hevði at bjóða
uppá. Eg kann lova tær, ið
lesur hetta ummæli, at
eingin fór skuffaður út aftur
úr høllini uppi á Nabb
aftaná
hesa
"fýrverks-
konsert"!!
Stemningurin var góður á
øllum teimum uml. 1.000,
ið vórðu samlað. Framman
fyri pallin varð pyntað við
vøkrum ljósastakum og alt
annað, ið sera hegnisliga
varð fyrireikað, setti ein
frálíkan stemning og hugna
inni í høllini.
Frásøgumaður
hetta
kvøldið var Eyðun Jacob-
sen. Vit vórðu øll bjóðað
vælkomin og presenteraði
hann síðani egna gospelkór
okkara "United Voices", við
Eirikki Skála sum leiðara,
ið sera hegnisliga leiddi
kórið í 4 sangum, sungnir
við ymiskum solistum, sum
t.d. Ruth Skarðenni, Sannu
á Borg, Billy Hansen og
Heina Lützen. Satt at siga,
so má eg siga, at eg visti
ikki at vit høvdu so nógvar
góðar sangarar í Føroyum.
Bæði solistar og kór stóðu
seg ómetaliga væl, og har
var ikki nakað at seta ein
fingur á. Tað tók tó eina
løtu til ljóðgóskan var í
toppi, men eftir stutta stund
var hetta eisini komið í
rættlag. Viðmerkjast skal,
at tað er ein stór uppgáva
fyri tann, ið stendur og
miksar, at hava ábyrgdina
og skil á so nógvum mikro-
fonum og ljóðførum í ein-
um.
Kórið hevði sjálvandi
eisini eitt gott orkestur
aftan fyri seg. Orkestrið
varð mannað av: Gunnari
Guttesen, Sven Åga Drew-
sen, Henningi Nicodemus-
sen og Bernhardi Petersen.
So tá alt kemur til eitt
………… United Voices
… … … … … … … .
"feitt"!!!!!!!
Eftir hesa framførsluna
fingu
vit
presenteraða
nýggju fløguna og nýggja
orkestrið varð bjóðað væl-
komið á pallin. Til hetta
høvið varð orkestrið sett
saman av útvaldum donsk-
um tónlistamonnum: Troels
Skovgaard, Niels Engell
Hansen, Frank Anker, Torb-
en Bruhn, og so sum rosin-
an í pylsuendanum, maður
Lindu, Michael Holmberg,
sum sló ígjøgnum. Sera
vakurt varð byrjað við
einum Preludium, sum
Niels hevði skrivað …….
og so varð sett í gongd.
Vit vóru eins og førd út í
ein annan heim, har Linda
Holmberg sjálv, saman við
kórinum, lyfti okkum upp í
aðrar hæddir, og sum perlur
á bandi komu aðrir sangir
og solistar við, so sum
Laila C. Hansen, Heine
Eitt satt gospel-fýrverk
Kórið United Voices
Heini Lützen
Laila Hansen
Lützen, Jónsvein Heinesen,
Nomi Háberg Hansen. Alt
bara riggaði til fulnar, men
eisini varð stuttligt at hoyra
samansettar
røddir
í
summum sangum, sum t.d.
tá Laila og Jónsvein sungu
duett. Óført!!!
Tað tók eina løtu til fólk
vóru komin í rættuligt
"hopla", men tað eydnaðist,
og rættuligt lív kom í, og
enntá sungu øll væl við, tá
løgini so hvørt gjørdust
kend. Havast skal í huga, at
alt tilfarið varð nýskrivað
og ókent fyri áhoyrarunum.
Tíðin gekk alt ov skjótt
og vit fingu eitt rættuligt
"brak" av einum sangi til
síðst, har Linda eisini nýtti
høvið til at presentera tón-
leikararnar, sum so allir
fingu høvið at spæla hvør
sína solo uppá hvørt sitt
ljóðføri – sera professionelt
og væl spælt.
Hóast klokkan var farin
av midnátt, so fingu vit eitt
lag eyka og var tað tað væl-
kenda
"Schakels",
ið
duettin Mary and Mary
upprunaliga sungu inn á
fløgu. Tá sungu øll við og
stemningurin náddi sínum
klimaksi og tað var eins og
fýrverkið at enda brast, og
hesa uppliving kundu øll
taka heim við sær. Fantast-
iskt sungið, spælt og eitt
gott show ……. bara …….
"feitt"!!!!!!!!!!!!!
Eg vil gjarna takka øllum
fyrireikarunum fyri eina
frálíka konsert og eina
"feita" fløgu.
Troels Skovgaard
Linda Holmberg
C
M
Y
K
3
2