hósdagur 12. juni 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 108 - 12. juni 2003
Nr. 108 - 12. juni 2003
5
Vánalig ráðgeving til ferðafólk í Føroyum
Eitt franskt par, sum
hevur ferðast í
Føroyum ta seinastu
vikuna, mundu verð-
ið ov sein til flogfarið
til Aberdeen 2. Hvítu-
sunnumorgun. Tey
vóru stødd í Klaksvík
1. hvítusunnudag og
sluppu ongan veg, tí
Dúgvan siglir ikki
halgidagar. Hetta
varð ongantíð upplýst
teimum
SUMMARGESTIR
Solby A. Eliasen
Lítil og ongin ivi var um, at
tey bæði, harra og frú Houl-
lier úr Biarritz í suður-
Fraklandi, gjørdust eitt
sindur skelkað, tá tey 1.
hvítusunnumorgun, fingu
boðini um, at Dúgvan ikki
sigldi, tí tað var halgidagur.
Tað høvdu tey ikki fingið at
vita frá nakrari føroyskari
ferðamannaskrivstovu, og
tískil vórðu tey strandað í
Klaksvík 1. hvítusunnudag.
Atlantic Airways hevði til-
rættislagt teirra túr, og tey
høvdu fingið eitt fullført
yvirlit yvir møguleikar og
hentleikar í Føroyum. Men
ein sera týdningarmikil
upplýsningur lá tó eftir.
Ongin hevði sagt teimum,
at ferjurnar í Føroyum ikki
sigla 1. hvítusunnudag, og
tískil høvdu tey bert halvan
annan tíma frá tí, at tey
komu til Leirvíkar 2. hvítu-
sunnumorgun til flogfarið
hjá teimum fór avstað.
Tey liðu tó onga neyð
sum so 1. hvítusunnudag, tí
tey fóru á Sjómansheimi í
Klaksvík at búgva eina nátt,
men tey undrast yvir, at tey
ikki hava fingið nakað at
vita.
Flogfarið hjá teimum
skuldi flúgva klokkan 9:20
2. hvítusunnumorgun, og
tey sluppu ikki úr Klaksvík
fyrr enn klokkan 7:15, og
tað vil siga, at tey høvdu
hálvananna tíma úr Leirvík
til flogfarið fór.
– Eg havi fingið at vita,
at eg skal standa á ferjuleg-
uni í morginárini klokkan
sjey og so koyra skjótt,
greiðir harra Houllier frá.
Men hann ristir samstundis
við høvdinum og sigur, at
tað kann hann jú ikki, tí
hægst loyvda ferð er 80
kilometrar um tíman.
– Vit hava fingið eina
fullførda ferðaætlan frá
Atlantsflog, men tað stend-
ur onki um hendan halgi-
dagin, har ongin ferja siglur
og alt er stongt, sigur hann
og leggur dent á, at tað er
ábyrgdin hjá flogfelagnum
og ikki teirra.
– Hvussu kundu vit vita
tað, tá ongin hevur sagt
okkum tað, spyr hann,
meðan hann og kona hans-
ara njóta ein góðan døgurða
á Klaksvíkar Sjómans-
heimi.
Tað er ikki ov nógv sagt,
at tey stúra eitt sindur fyri,
um tey munnu fara at náa
tað ella ikki, tí allatíðina
meðan tey tosa um heim-
ferðina venda tey aftur til,
um tey náa flogfarið.
Vakurt land
Tey bæði komu til Føroyar
fyri átta døgum síðani, og
tey hava ferðast kring
oyggjarnar við leigaðum
bili.
Teimum dámar sera væl
Norðurlondini, og tey hava
verið bæði í Íslandi, Norra
og Svøríki. Tey hoyrdu um
Føroyar, tá tey vóru í Ís-
landi í fjør. Tey komu í
samband við eina føroyska
kvinnu, sum greiddi teim-
um frá Føroyum og gav
teimum ein faldara. Heim-
afturkomin til Fraklands fór
harra Houiller út á internet-
ið, og har fann hann heima-
síðuna hjá Atlantsflogi.
Hann setti seg í samband
við tey, og tey tilrættisløgdu
so allan túrin fyri tey. Út-
ferðir, gisting, bil og sjálva
ferðina til Føroyar. Tað lata
tey sera væl at, og tað ein-
asta minussið við túrinum
var henda keðiliga hend-
ingin 1. hvítusunnudag.
Tey bæði ferðast nógv, og
teimum dámar best at
ferðast til lond, har tað ikki
er so heitt. Og harafturat
dámar teimum best at ferð-
ast á tann hátt, at tey sjálvi
gera av, hvat tey gera, og
hvar tey fara.
– Føroyar eru eitt avbera
vakurt land, sigur frú
Houllier. Henni dámar sera
væl skandinaviskan litterat-
ur. Hon hevur lisið nógvar
ymiskar bøkur, sum norð-
urlendskir rithøvundar hava
skrivað.
– Her er so friðarligt alla-
staðni, og børnini tykjast at
vera so glað og lukkulig,
siga tey bæði, og tey eru á
einum máli um, at hetta er
eitt gott pláss fyri børnum
at vaksa upp í. Eisini halda
tey, at føroyingar eru so
blíðir. Tey hava hitt mong
fólk, og fyrstu dagarnar
undraðust tey ikki sørt á, at
fólk heilsaðu teimum, hóast
tey eru útlendsk.
– So at siga øll, sum vit
hava møtt, hava heilsað upp
á okkum. Onkur hevur
stegðað og tosað, meðan
onnur bara hava givið eitt
nikk og sagt góðan dag.
Fyrsta dagin vóru tey í
Tórshavn, síðani gekk leið-
in inn í Eysturoynna, har
tey gistu á hotel Eiði í nakr-
ar dagar. Har nýttu tey
serliga høvi til at fara
gongutúrar í náttúruni, men
veðrið hevur ikki reiðiliga
verið við teimum.
– Tað letur til, at veðrið í
Føroyum altíð er gott um
kvøldið, halda tey bæði og
smílast við.
Ein onnur orsøk til, at tey
gingu meira, var verkfallið.
Tað bar ikki so væl til hjá
teimum at fáa brennievni til
bilin, so tey royndu at
ganga sum mest.
Teir seinastu dagarnar
búðu tey á hotel Norð á
Viðareiði, og so skuldu tey
eftir ætlan fara úr aftur
Klaksvík sunnudagin vest-
ur í Vágarnar.
– Vit høvdu ætlað okkum
ein túr undir Vestmanna-
bjørgini á veg vestur, men
tað verður so av ongum á
hesum sinni. Tað gerst ikki
við, sigur harra Houllier og
yppir øksl, meðan kona
hansara hyggur út gjøgnum
vindeygað á Sjómansheim-
inum eftir tveimum kapp-
róðrarbátum, sum fara inn
eftir vágni.
– Mín sann er hetta eitt
vakurt land, sum tit búgva í.
Fjøll og sjógvur – tað fær
illa verðið betur, sigur hon
smílandi.
Tað er ikki eydnast okk-
um at finna út av, um tey
bæði náddu flúgvarin, men
tað hava tey helst. Hálvur
annar tími úr Leirvík til
flúgvarin fer, er ikki nógv,
men tað gongur, siga onnur,
sum ofta koyra ímillum. So
er bara at vóna, at tey bæði,
harra og frú Hollier, koma
heim í øllum góðum. Tey
verða heima í Biarritz
hósdagin.
Tað eydnaðist okkum tí-
verri ikki at fáa eina við-
merking frá Atlantic Air-
ways, áðrenn evsta mark.
Tað var um reppi, at harra
og frú Houllier úr Suður-
Fraklandi gjørdust ov sein til
flogfarið til Aberdeen, tí tey
vóru stødd í Klaksvík 1.
hvítusunnudag og vistu ikki,
at ferjurnar ikki sigla
halgidagar
Tað er heilt galið við
umstøðunum fyri
brekað í Føroyum,
heldur útisetin Bjørg
Høgnesen, sum hevur
ein brekaðan son.
Hon hevur júst ferð-
ast í Føroyum við
einum skúlaflokki, og
ferðalagið er skelkað
av viðurskiftunum.
Beinleiðis lóggáva og
eitt handikappráð
fyri hvørja komm-
unu, kundu bøtt um
støðuna, heldur hon
ÁR TEIRRA BREKAÐU
Ingi Rasmussen
Føroyar eru eitt tilafturs-
komið land hjá brekaðum.
Tað er keðiliga niður-
støðan hjá Bjørg Høgnesen,
sum býr í Svøríki.
Ár teirra brekaðu er aftur
á skránni í Føroyum og
aðrastaðni. Seinast var í
1981, men hetta tíðar-
skeiðið er munandi meiri
hent á økinum hjá øðrum
tjóðum, staðfestir Bjørg
Høgnesen, sum er úr Leir-
vík.
Bjørg
er
útbúgving
heilsusystir og starvast í
løtuni á einum skúla í
Malmø. Hon flutti til
Svøríkis í 1985 og hevur
júst ferðast í Føroyum við
einum skúlaflokki. Flokk-
urin varð skelkaður um
umstøðurnar hjá brekaðum
í Føroyum. Ferðalagið taldi
trý vaksin og tíggju børn,
teirra millum brekaði sonur
hennara, Karl, sum er 13 ár.
– Vit hava ferðast í
Føroyum á hvørjum ári í 13
ár. Og eg má siga, at Før-
oyar eru at sammeta við eitt
menningarland,
tá
tað
kemur til rørslubrekað og
teirra
umstøður,
sigur
Bjørg Høgnesen.
Eitt trappuland
Tað er serliga møguleikin
at ferðast og koma fram í
Føroyum, sum hon heldur
vera út av lagi vánaligan.
– Tað er púra ørt at koma
fram. Allastaðni eru trapp-
ur, hvar tú so kemur og fert.
Allastaðni. Umborð á báti, í
bussi og tú sleppir nóg illa
á eina matstovu ella inn í
ein handil. Ert tú rørslu-
brekaður og skalt við ferj-
uni til Klaksvíkar, næst-
størsta býin í Føroyum,
noyðist tú at velja ímillum
at vera knossaður upp
ígjøgnum trappurnar ella at
sita á bildekkinum sum við-
føri millum farm og bilar.
Tað er mannminkandi, sig-
ur Bjørg Høgnesen.
Sonur
hennara
Karl
hevur eina sjáldsama rygg-
sjúku, sum ger, at hann
noyðist at hava korsett um
allan ryggin. Alt sam-
døgrið, alt árið. Ryggurin
er boygdur, hann er veikur í
liðunum og fær ikki gingið
langt. Høvdinum er einki
galið við. Tvørturímóti.
– Hann noyddist at
grulva
upp
trappurnar
sjálvur, meðan fólk sóu.
Hann veit, hvussu hansara
støða er, og hann vil ikki
berast allaðstaðni. Tað snýr
seg um persónligan integri-
tet. Hann er í einum aldri,
har hann vil sjálvur. Vit
hava latið hann, og sam-
stundis vísir hann okkum,
hvussu galið stendur til í
Føroyum,
sigur
Bjørg
Høgnesen.
Lítil bati
Tosað hevur verið um
trupulleikan í nógv ár, og
smávegis batar henda her
og har, tí tað eru fólk, sum
hugsa um brekað. Men
yvirhøvur er lítið og onki
hent í Føroyum, hesa tíðina
hon hevur verið búsitandi í
Svøríki, heldur Bjørg.
Eg haldi, at tey, sum sita
og arbeiða við hesum, tey,
sum ráða, og tey, sum hava
pengarnar
um
hendi,
skuldu ikki sloppið við at
sitið á einum kontóri. Tey
skuldu farið niður í ein
koyristól, farið ein túr
umborð á Dúgvuna ella í
ein buss, verið hálað upp og
niður av fremmandafólki,
so kanska tey høvdu skilt,
hvussu illa tað er statt í
Føroyum í hesum harrans
ári fyri brekað. Ikki fyrr
enn tú hevur roynt tað
sjálvur og hevur verið
noyddur at biðið fleiri fólk
hjálpa tær, skilir tú støðuna.
Tað nyttar onki at koma við
einum pappíri og halda seg
vita alt, sigur Bjørg Høgne-
sen.
Tað er víðagitna hug-
burðinum, tað er galið við.
– Tað er ikki komið so
langt, at tey brekaðu eru ein
integreraður partur av ger-
andisdegnum.
Tíverri.
Brekað fólk eru ikki borg-
arar sum onnur. Tey eru
ikki líka fyri samfelagnum.
Helst halda øll, at tey eru
tað, men tað verður ikki
víst í verki, tí alt ov nógvar
forðingar standa í vegin
fyri teimum. Tey eiga at
sleppa at røra seg frítt sum
vit onnur. Táðstaðni vísa vit
rættiliga, at vit meina tað,
sigur Bjørg.
Lógir og ráð
Tað skal í grundini ikki so
nógv til, at tað verður nógv
frægari, er boðskapurin hjá
Bjørg Høgnesen. Ein háttur
at koma víðari er at hyggja
at, hvussu útlond hava
gjørt.
Tað byrjar við politiska
myndugleikanum, tí lógir
siga, hvat samfelagið vil.
– Í Svøríki eru lógir, sum
siga, at viðurskiftini hjá
brekaðum skulu vera í lagi.
Lyftir skulu vera, har fólk
ferðast, um tað er neyðugt.
Og tað er lóg fyri, hvussu
almenna ferðslan og al-
menn støð eru innrættað.
Italia er eitt undangongu-
land – eitt paradís fyri
brekað. Har er lóg, sum
sigur, at brekað skulu koma
fram allastaðni, og tí eru
ongar forðingar. Og um tað
ikki er framkomandi, fær
tann, sum hevur ábyrgdina,
fúlar bøtur, sigur Bjørg
Høgnesen.
Kanska er størsti trupul-
leikin tann, at tað ikki eru
brekað sum ráða. Eitt gott
amboð at koma hesum mis-
muni til lívs er at stovnseta
handikappráð, sum skal
takast upp á ráð í øllum
lutum.
– Eg haldi avgjørt, at tað
skuldu verið handikappráð,
sum tað er í øðrum londum.
Í Svøríki er eitt fyri hvørja
bygd, og í Føroyum kundi
verið
eitt
fyri
hvørja
kommunu. Eitt slíkt ráð
verður tikið upp á ráð,
hvørja ferð okkurt nýtt
verður bygt, ella týðandi
avgerðir verða tiknar, sum
ávirka brekað, sigur Bjørg
Høgnesen.
Krev tín rætt
Í triðja lagi heldur Bjørg, at
tað hevur stóran týdning, at
tey brekaðu krevja sín rætt.
Í so máta eru føroyingar
kanska í so friðarligir og
lata ov nógv um seg ganga.
– Aðrastaðni eru fólk
kanska meiri krevjandi. Tey
standa fram og gera krav
upp á sín rætt at liva sum
onnur. Tey síggja tað sum
ein sjálvsagdan rætt at
koma og fara, sum teimum
lystir, sigur Bjørg.
Hon nevnir dømi um eina
gentu í Malmø, sum ikki
slapp við bussinum. Hvønn
morgun fekk hon systrina
at hjálpa sær at stilla seg
framman fyri bussin, so
hann ikki slapp avstað.
Søgan frættist, kom í fjøl-
miðlarnar, og trýst varð lagt
á myndugleikarnar, sum
bøttu um viðurskiftini.
Pengar eru til
Tá samanum kemur, er alt
ein spurningur um pengar.
Men tað eigur ikki at vera
ein forðing, tí hetta snýr seg
meira um eina støðutakan
enn stórar upphæddir.
– Pengar eru til. Tað er
bara ein spurningur um,
hvar tú setir teir, og
hvørjum tú tekur teir frá.
Tað er ein spurningur um
raðfesting, sum politikkur
altíð er. Í Svøríki og
aðrastaðni er hetta ein
fastur táttur í politikki. Eg
skilji ikki, hví pengar bara
mangla, tá okkurt skal
gerast fyri brekað, tí tey eru
eisini borgarar, sigur Bjørg
Høgnesen.
Sjálvandi kostar tað at
gera batar, viðgongur hon,
men tað at gera eina rampu
við eina trappu er í sjálvum
sær ikki dýrt. So tað snýr
seg aftur um hugburð, og
hann kann ávirkast við
lóggávu.
– Tað snýr seg um at gera
tey brekaðu til ein sjálv-
sagdan og integreraðan part
av samfelagnum. Tí tey
hava eisini krav upp á
lívsgóðsku eins og øll
onnur, staðfestir Bjørg.
Í juli mánað kemur hon
aftur til Føroya við einum
blandaðum ferðalagi, har
fólk hava ymisk brek. Hon
stúrir.
Eitt tilafturskomið land fyri brekað
Bjørg Høgnesen og sonurin Karl hava verið og ferðast í Føroyum saman við hansara floksfeløgum. Tað hevur verið eitt knoss, tí
umstøðurnar fyri brekað eru so vánaligar
Mynd: Jan Müller
C
M
Y
K
5
4