Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 108 - 12. juni 2003 Nr. 108 - 12. juni 2003 7 TÍÐINDASKRIV Bileftirlit Føroya Hagtøl fyri skráseting av nýggjum akførum fyri JAN-MAI í 2003 og 2002. Mai Mai Broyting Jan-Mai Jan-Mai broyting %broyting Akfaraslag 2003 2002 Mai 03/02 2003 2002 2003/2002 2003/2002 Brandbilar 0 0 0 1 0 1 Bussar 1 0 1 3 4 -1 -25,00% Hýrubilar 1 0 1 8 10 -2 -20,00% Lastbilar 0 5 -5 1 10 -9 -90,00% Leguvognar 0 0 0 4 3 1 33,33% Motorsúkkla 1 2 -1 5 4 1 25,00% Neyðsendakfar 0 0 0 1 2 -1 -50,00% Persónbilar 121 194 -73 543 682 -139 -20,38% Smábussar 0 0 0 3 1 2 200,00% Tangabilar 0 0 0 3 0 3 Viðfestivognar 11 17 -6 35 45 -10 -22,22% Vøruvognar 28 32 -4 119 130 11 -8,46% Samlað 163 250 -87 726 891 -165 -18,52% Í mai 2003 eru skrásett 29 nýggj prutl og higartil í ár eru skrásett 75 nýggj prutl. Dansk Tipstjeneste er sannførd um, at Týskland vinnur á Tórsvølli DYSTUR Heri á Rógvi Flest øll rokna við, at Týskland fer at vinna á Føroyum á Tórsvølli. Og tað ger Dansk Tip- stjeneste so sanniliga eisini So sannførdir eru ser- frøðingarnir hjá Dansk Tipstjeneste, at ein týskur sigur við tveimum málum bert gevur peningin 1,35 ferðir aftur. Dysturin er bara settur á »Den lange« sum sokallað- ur handikap dystur, so sannførdir eru teir. Ein javnleikur ella sigur til føroyingar gevur pening- in 5,9 ferðir aftur. Eisini ber til at vedda um, hvør er á odda í hálvleikin- um. Har gevur ein føroysk leiðsla peningin 9,5, javn- leikur 2,5 og týsk leiðsla 1,55. Dansk Tipstjeneste rokn- ar eisini við nógvum málum. Dysturin kann veddast upp á, hvussu nógv mál koma, og har geva fýra mál ella fleiri peningin 2,1 ferðir aftur, 2-3 mál kasta 2,4 ferðir peningin av sær og innskotni peningurin kann faldast við 3,9 kemur í mesta lagi eitt mál í dystinum. Hendan greinin er skrivað níggju tímar áðrenn dystin. Málið um lønina hjá seturskrivaranum á Fróðskaparsetrinum er nú liðugt viðgjørt av Løgtingsins umboðsmanni KÆRA Heri á Rógvi Eitt mál um løn til setur- skrivaran hjá Fróðskapar- setri Føroya er nú liðugt viðgjørt av Løgtingsins umboðsmanni. Málið byrj- aði, sambært Fíggjarmála- ráðnum, heilt afturi í 1997, og er ikki endaliga liðugt fyrr enn nú. Umboðsmaðurin greiðir soleiðis frá málinum: »Fróðskaparsetur Føroya hevur sent umboðsmannin- um eina klagu um drúgvu viðgerðartíðina hjá Fíggjar- málaráðnum í málinum um ásetanina av lønini í setur- skrivarastarvinum. Eftir, at málið varð avgreitt í Fíggj- armálaráðnum í 2000, vendi Fróðskaparsetrið sær aftur í jan. 2001 til Fíggjar- málaráðið og vísti á, at fortreytirnar fyri starvinum vóru broyttar. Hóast enn eina áheitan í des. 2001 og fleiri rykkjarar í 2002, hevði Fíggjarmálaráðið framvegis ikki svarað Fróð- skaparsetrinum, tá klagan varð send umboðsmannin- um í nov. 2002. Fíggjar- málaráðið avgreiddi málið við skrivi til Mentamála- ráðið, dagfest 20. des. 2002. Umboðsmaðurin helt ikki grundarlag vera fyri at finnast at avgerðini hjá Fíggjarmálaráðnum, men gav ráðnum eina átalu fyri, at tað hevði tikið so drúgva tíð at viðgera hetta málið, eins og at Fíggjarmálaráðið ikki hevði svarað teimum mongu skrivunum frá Fróð- skaparsetrinum.« Liðugt? Á Fíggjarmálaráðnum fegnast tey øgiligt um av- gerðina hjá umboðsmann- inum. Aðalstjórin, Petur Alberg Lamhauge, hevur sent eitt tíðindaskriv út, har hann sigur seg fegnast um, at avgerðin hjá umboðs- manninum veitir teirra avgerð stuðul. Átaluna um ov drúgva málsviðgerð tekur Fíggjar- málaráðið til eftirtektar. Ráðið hevur longu broytt sínar mannagongdir, so- leiðis at hetta ikki endur- tekur seg, sigur Petur A. Lamhauge. Løgtingsins umboðsmað- ur ger ikki meira við málið, og hetta er somuleiðis gald- andi fyri Fíggjarmálaráðið. Malan Marnersdóttir, rektari á Fróðskaparsetrin- um, hevði mikumorgunin ikki lisið avgerðina hjá um- boðsmanninum, og hon ynskti tí ikki at gera nakrar viðmerkingar til málið. – Vit hava ikki tikið støðu til nakað enn, sigur Malan Marnersdóttir. Umboðsmaðurin gjørt enda á drúgvum máli Fíggjarmálaráðið sleppur rímiliga snikkaleyst í málinum um lønina hjá setursskrivaranum á Fróðskaparsetrinum Mikumorgunin vórðu fimm týskarar handtiknir fyri at stjala vimplar uttanfyri SMS LØGREGLA Heri á Rógvi Væl mannaða løgreglu- eindin í Føroyum - minus fólk í feriu plus seksti danir - hevði ein friðarligan dag týsdagin og eina friðarliga nátt. Hetta upplýsir Uni Ves- tureið, politiinspektørur, í tíðindaskrivi í týsmorg- unin. Einki uttan undantak. Náttina til mikudag vórður fimm týskarar tiknir í sam- bandi stuldur av níggju vimplum uttanfyri SMS. Tríggir vórðu tiknir á staðnum, og tveir vórðu tiknir seinni. Upplýst verður, at teir handtiknu eru millum 19 og 28 ára gamlir. Teir eru til avhoyringar á politistøðini, og støða verður seinni tikin til, hvat hendur víðari í málinum. Tá Norrøna legði at í Lerwick í nátt, gjørdi løg- reglan eftirlit. 3 útlendingar vórðu frávístir, og sluppu teir tískil ikki við Norrønu til Føroya. – Frávísingin er gjørd av trygdarorsøkum í sambandi við landsdystin og partvís av øðrum orsøkum, sum t.d. væntandi atgongumerki til dystin, skrivar løgreglan í tíðindaskrivi. Týskarar stjala vimplar Fløgg og vimplar hoyra til ein fótbóltsdyst. Fløggini eru eisini loyvd inn á Tórsvøll. Men nakrir týskarar fóru yvirum markið, tá teir stjólju vimplar frá SMS. Mynd: Jan Müller Bileftirlitið hevur sent út hagtøl yvir skráseting av nýggjum akførum fyri januar-mai í 2003. Talvan vísir at sølan av nýggjum bilum er minkandi. Sølan av persónbilum er minkað við 20 prosentum HAGTØL Magnus Gunnarsson Í 2002 vóru seldir 10 last- bilar frá januar til mai, men í ár er bert ein lastbilur seldur. Talið á persónbilum er 139 bilar færri, hetta er ein minking upp á 20%. Í mai mánað vórðu 121 persónbilar seldir, hetta talið var 194 í fjør. Samlaða minkingin í bilasøluni er uppá 18,5%. Orsøkirnar til minkandi bilasøluna eru ivaleyst fleiri. At færri lastbilar verða seldir, kundi verið eitt tekin um at ikki so nógv stór byggiarbeiðir eru í gongd í løtuni. Sølan av persónbilum er minkað við 20 prosentum. Orsaka av verkfallinum hava nógvir nýggir bilar staði í Danmark og bíða allan mai mánað. So um verkfallið ikki hevði verið, høvdu tøl- ini sæð nakað annarleiðis út. Rokna við Týsklandi Hagtøl fyri skráseting av nýggjum akførum Nú er líkt til al- manna- og heilsu- skúlin í Suðuroy fær gamla heilsølu- bygningin hjá Poul Hansen at húsast í SKÚLI Áki Bertholdsen Nú verður arbeitt við at finna almanna- og heilsu- skúlanum á Tvøroyri eina varandi loysn. Og tað er nógv sum bendir á, at tað verður í gomlu heilsøluni hjá Poul Hansen á Tvøroyri, at skúl- in fær eina varandi loysn. Annars hevur verið frammi, at arbeitt varð við at flyta skúlan til Vágs, men tað avsannaði Høgni Hoy- dal, landsstýrismaður í mentamálum staðiliga í Sosialinum herfyri. Hann segði, at tvørtur- ímóti verður arbeitt við at finna skúlanum varandi høli á Tvøroyri. Hann segði eisini, at onkur høli vóru í kikaranum. Og nú er greitt, at tey hølini, sum eru í kikaran- um, er gamli heilsølubygn- ingurin hjá Poul Hansen, sum standa í natúruvøkrum og friðaligum umhvørvi heilt niðri við sjóvarmálan á Hvítanesi á Tvøroyri. Í Býarætlanini hjá Tvør- oyrar Kommunu er økið lagt av til havnir og ídnað. Men á býráðsfundi her- fyri, samtykti býráðið at broyta byggiætlanina so at økið hereftir verður sett av til almenn endamál. Kristin Michelsen, borg- arstjóri á Tvøroyri, sigur, at tað er alneyðugt hjá skúlan- um at fáa nýggj høli. Skúlin hevur so lítil høli, at hann hevur ikki kunnað hvat tað virksemi, sum ætl- anin var. Higartil hevur hann bara uppskúla heima- hjálpir, men næsta summar skal hann eisini taka næm- ingar inn til tað fullu al- manna- og heilsuútbúgv- ingina. – Tá verða einir 80 næm- ingar í skúlanum ávísar tíð- ir og ongantíð minni enn 40 næmingar, sigur borgar- stjórin. Hann sigur, at tað verður ongin møguleiki at húsa so nógvum næmingum í teim- um lítlu húsunum, sum skúlin nú hevur. Skúlin heldur nú til í gomlu lærarahúsunum á Tvøroyri, men hevur eisini verið noyddur at fáa høli frá kommunuskúlanum fyri at nøkta tørvin, men tað er ólagaligt at arbeiða í fleiri húsum. Samstundis er greitt, at mentamálaráðið hevur ong- ar ætlanir um at byggja nýggjan skúla, tí hann er ikki á nakrari langttíðar byggiætlan hjá landinum. Sostatt er einasti útvegur at finna okkurt egnað hús, sum kann byggjast um til at verða almanna- og heilsu- skúli. Kristin Michelsen sigur, at umboð fyri mentamála- ráðið og skúlan hava hugt eftir heilsølubygninginum saman við Landsarkitektin- um og tey halda, at húsið nøktar allan tørvin hjá skúl- anum, men tað skal nakað væl av umbygging til. Nú verður so bíðað eftir eini endaligari avgerð frá mentamálaráðnum. Øki til næmingaíbúðir Umframt at broyta byggi- samstyktina fyri økið, har gamla heilsølan stendur, hevur býráðið eisini broytt byggisamtyktina fyri Tangatrøðina, tey nevna, sum er heilt tætt við. Trøðin hevur verið sett av til sethús, men nú verður hon eisini sett av til almenn endamál. – Tað er við tí í hyggju, at tað skal bera til at byggja bústaðir til næmingar, sum ganga á almanna- og heilsuskúlanum. – Býráðið hevur hevur boðað almennu myndug- leikunum frá, at staðfesta teir skúlan á Tvøroyri, er kommunan sinnað at lata grundstykki til ein sjálvs- ognarstovn at húsa næm- ingum í. Delta samtakið hevur eisini mist pening av verkfallinum, men støðan er ikki so álvarslig sum hjá øðrum virkjum VERKFALL Áki Bertholdsen – Verkfallið hevur kostað okkum pening hvønn dag. Men støðan er ikki so álvarslig sum hjá øðrum virkjum. Magnus Jespersen á Delta samtakinum tekur ikki so harðliga til orðanna eftir verkfallið, sum aðrir virkisleiðarar gera. Herfyri boðaði Johan Páll Joensen frá, at í ring- asta føri kann verkfallið fáa ta avleiðing, at virkið í Hvalba og á Eiði stongdu, tí tey gingu við hallið framm- andundan. Og í Sosialinum í dag, boðar Havsbrún frá ration- aliseringum og tillagingum, tí verkfallið hevur verið so dýrt. Men á Delta Seafood, sum hevur virkið á Tvør- oyri og í Sandoynni, lata tey ikki so illa at. Magnus Jespersen sigur, at tað kostar at hava virkini opin hvønn dag í rentum og avdráttum og øðrum føst- um útreiðslum, samstundis sum onki kemur inn. Men hann heldur ikki, at tey hava mist nakað serligt av sølusáttmálum. –Vit hava mist ein sátt- mála, sigur hann. Hann sigur, at verður gongdin sum í fjør, fer løn- arhækkingin at kosta flaka- virkinum á Tvøroyri einar 450.000 krónur eyka um árið í lønarútreiðslum og teimum báðum virkjunum í Sandoynni fer lønarhækk- ingin tilsamans at kosta eina góða millión krónur eyka um árið. Men hann hevur ikki somu støðu til avleiðing- arnar, sum stjórin á virkj- unum í Hvalba og virkinum á Eiði hevur, tí so álvarsliga sær hann ikki støðuna. KUNNING Áki Bertholdsen Í kvøld verður kunnandi fundur í Suðuroy um virksemið hjá Føroya Barnaheimið. Fundurin verður í aul- ini í Vágs Skúla í kvøld klokkan 19. Á fundinum fara umboð fyri Barnaheimið at greiða frá um barna- heimið og um virksemið, sum har er. Fundurin er almennur, men hann er serliga ætl- aður fólki, sum hava við børn og ung at gera, eitt nú lærarum, pedagogum, limum í barnaverndum, heilsusysystrum, skúla- sjúkrasystrum o.s.fr. Gamla heilsølan verður kanska skúli Upplýsandi fundur í Suðuroy um barnaheimið Missurin er ikki álvarsligur Í hesum húsinum, heilt niðri við sjóvarmálan á Tvøroyri, helt heilsølan hjá Poul Hansen til í nógv ár. Nú verður húsið kanska almanna- og heilsuskúli Magnus Jespersen, stóri á Delta Seafood, sigur, at sjálvsagt hevur verkfalið kosta, men hann sær ikki so svart uppá tað av teirri orsøk, sum onnur gera C M Y K 7 6