hósdagur 12. juni 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 108 - 12. juni 2003
Nr. 108 - 12. juni 2003
9
Tjaldrið fer ongan veg
Tjaldrið liggur fram-
vegis við bryggju á
Skála og óvist er, um
Tjaldrið yvirhøvur fer
at loysa á hesum
sinni. Skipið skal á
beding fríggjadagin,
og hetta arbeiðið fer
væntandi at taka ein
mánað
VAKTARSKIP
Stefan í Skorini
Hetta er tólvti dagurin, at
vaktarskipini bæði, Brimil
og Tjaldrið, liggja fyri
teym. Tey hava ligið svína-
bundin á Skála síðan 1.
juni. Tað er tí okkurt, sum
bendir á, at Fiskiveiðieftir-
litið hevur trupulleikar at
fáa maskinmeistarar til
skipini bæði.
Útvarp Føroya visti í
týsdagin at siga, at Tjaldrið
eftir ætlan skuldi loysa frá
bryggju týskvøldið. Hetta
var tó av ongum, tí miku-
morgunin lá tað framvegis
á Skála.
– Vit liggja framvegis við
bryggju, og vit, sum eru
umborð, vita ikki, nær ella
um vit fara at loysa, sigur
Absalon Eliasen, yvirstýri-
maður á Tjaldrinum.
Hann sigur, at manningin
fekk boð frá Fiskiveiðieftir-
litinum um at fara út týs-
kvøldið, men av eini ella
aðrari orsøk var hetta av
ongum. Hann er tó ikki
heilt greiður yvir, hví henda
ætlanin varð slept.
Elmar Højgaard, stjóri á
Fiskiveiðieftirlitinum, sig-
ur, at tað var ein avgerð hjá
leiðsluni ikki at lata skipið
fara, men hann vil ikki
koma nærri inn á, hví
Tjaldrið ikki legði frá
bryggju.
Hann avsannar, at Fiski-
veiðieftirlitið hevur trupul-
leikar
at
fáa
maskin-
meistarar til arbeiðis um-
borð á Tjaldrinum, og at
hetta skal vera orsøkin til,
at Tjaldrið framvegis liggur
fyri teym. Óvist er um
Tjaldrið loysir, áðrenn tað
skal á beding fríggjadagin
13. juni.
Bara ein til arbeiðis
Sum støðan er í løtuni, er
bara ein maskinmeistari til
arbeiðis hjá Fiskiveiðieftir-
litinum.
Meðan
ellivu
maskinmeistarar søgdu seg
úr starvi, valdi hesin eini at
vera verandi umborð.
Síðani hevur Fiskiveiði-
eftirlitið lýst størvini leys,
og tríggir nýggir maskin-
meistarar vórðu settir í
starv. Hesir eru av ókend-
um orsøkum ikki komnir til
arbeiðis enn.
Fyri at Tjaldrið skal fara
út er neyðugt við trimum
maskinmeistarum – einum
maskinstjóra, einum 1.
meistara og einum 2.
meistara.
Maskinmeistarafelagið
noktar framvegis limum
sínum at søkja størvini,
sum Fiskiveiðieftirlitið lýs-
ir leys og krevur, at teir
ellivu fáa størvini aftur.
Tjaldrið í dokk
Fríggjadagin 13. juni skal
Tjaldrið á beding. Skipið
skal hava ein nýggjan david
til eitt nýtt slag av boarding
bátum, sum eru komnir
umborð. Harumframt skal
maskinan eftirhyggjast, og
aðrar smávegis umvælingar
skulu gerast.
Absalon Eliasen, yvir-
stýrimaður, væntar, at hetta
arbeiðið fer at taka umleið
ein mánað, og tí verður
Tjaldrið neyvan at síggja í
føroyskum sjógvi fyrr enn
um miðjan juli.
Hóast bert ein maskin-
meistari er til arbeiðis, er
Tjaldrið altíð tilreiðar at
koma til hjálpar í eini neyð-
støðu.
Fríggjadagin er tað so-
statt bara Brimil, sum skal
røkja vaktar- og bjargingar-
tænastuna undir Føroyum.
Tað er tó eingin ivi um, at í
eini neyðstøðu er skipið
klárt at fara til hjálpar.
Tjaldrið fór ikki avstað sum
ætlað týsmorgunin, hóast
Fiskiveiðieftirlitið hevði givið
boð um tað. Óvist er um
skipið yvirhøvur fer at loysa,
áðrenn tað skal á beding
fríggjadagin
Savnsmynd
Tann 14. og 15. juni,
sum er leygardagin og
sunnudagin, verður
stór ráðstevna í Norð-
urlandahúsinum í
Havn, sum fer at
snúgva seg um ment-
anarpolitikk í Norður-
londum. Fleiri áhuga-
verdir útlendskir
gestir vera við
RÁÐSTEVNA
Stefan í Skorini
Leygarmorgunin
verður
lagt fyri við fyrilestrum hjá
Peter Duelund og Eyðun
Andreasen. Eftir middag
fara Susanne Klausen, rit-
høvundur, at røða um smá-
tjóðir og mentanarpolitikk.
Micheal Russel, fyrrver-
andi andstøðuráðharri í
Skotlandi, fer at røða um
list og ferðavinnu. Arthur
Watt frá listagrunninum í
Hetlandi fer eisini at hava
ein fyrilestur.
Patrick J. Murphy úr
Írlandi fer at siga sína hugs-
an um sambandið millum
list og ídnað. Hann hevur
verið formaður í írska
listaráðnum í trý ár, og
hann var eisini nevndarlim-
ur í fleiri ár.
Seinni fer Finn Therman
Fredriksen at siga sína
hugsan um myndlistina hjá
Ingálvi av Reyni og Tróndi
Patursson, og Kinna Poul-
sen fer at kommentera. Síð-
ani fer Hannes Sigurðsson,
stjóri í listasavninum á Ak-
ureyri, at tosa um, hvussu
mentanarlig
sambond
kunnu knýtast í einum
globaliseraðum heimi.
Leygarkvøldið verður so
konsert í Listaskálanum,
har Petra Iversen fer at
syngja Kingosálmar í sam-
bandi við 300 ára hátíðar-
haldið hjá danska sálma-
skaldinum.
Sunnudagin
verður
pallborðsfundur fyri og
eftir middag við luttøku av
bæði føroyingum og út-
lendingum.
Ráðstevnan, sum telur
fleiri altjóða luttakarar, fer
at viðgera myndlistina sum
part av ferðavinnu og um
hesir báðir tættir - mynd-
listin og ferðavinnan -
kunnu samstarva og kanska
leggja higartil ókendar
lunnar undir staðbundnu
listina, serliga í smáum
samfeløgum.
Lise Lyck, lektari á
danska Handilsháskúlan-
um, hevur givið tvær bøkur
út um hetta evni, og fer
eisini at gera sínar metingar
á hesum økinum.
Á ráðstevnuni verður tos-
að á norðurlendskum og
enskum, og tað kostar 500
krónur fyri hvønn luttakara.
Maskinmeistarar hjá
SEV:
Nú skal
okkurt
henda
SEV
Stefan í Skorini
Maskinmeistararnir hjá
SEV eru av álvara farnir
at ótolnast inn á SEV og
Fíggjarmálaráðið. Nú
skal okkurt henda við
teirra
sáttmálaviður-
skiftum, men teir halda
framvegis fast við tann
tvey ára sáttmálan, sum
Karsten Hansen vrak-
aði.
Týsdagin vóru maskin-
meistararnir hjá SEV á
fundi við nevndina fyri
at tosa um, hvat gerast
skal við støðuna.
Zacharias Zacharias-
sen, næstformaður í
Maskinmeistarafelagn-
um, sigur, at limirnir
umrøddu,
hvørjar
møguleikar felagið hev-
ur at ávirka støðuna, og
hvussu farast skal fram,
men enn er ikki gjørt av,
hvørji tiltøk verða sett í
verk.
– Nú má okkurt henda.
Vit kunnu ikki liva við
hesi støðuni, sigur Za-
charias Zachariassen.
Hann sigur, at limirnir
umrøddu at leingja tann
tvey ára sáttmálan, sum
Karsten Hansen hevur
vrakað, við einum ári.
Lønarhækkingin
tað
síðsta árið skal tó ikki
vera á eins høgum støði
sum hini bæði árini.
Mentanarpolitikkur á breddan
Norðurlandahúsið verður
komandi vikuskiftið karmur
um eina stóra altjóða ráð-
stevnu um mentanarpolitikk.
Fleiri áhugaverdir útlendskir
gestir vera við
6. juni varð fyritøkan Fa.
Reingering í Havn 20 ár.
Tað var 6. juni 1983, at
Mary Slættanes í Havn
stovnaði vaskifyritøkuna
Fa. Reingering. Mary er
ættað frá Gjógv, dóttir
Hansinu og Oliver Debes.
Familjan flutti til Havnar í
1956.
Hugskotið fekk Mary, tá
systir hennara spurdi hana,
hví hon ikki bara fór at
vaska, tá henni dámdi so
væl at vaska. Hon byrjaði í
smáum. Á veg út til fyrsta
kundan fór hon inn í ein
handil í Havn og keypti síni
fyrstu vaskiamboð. Hetta
var 6. juni 1983, og hon
goymir enn kekkin, sum
hon fekk fyri tað arbeiði.
Fyritøkan
vaks
skjótt,
seinni í 80-unum hevði hon
umleið 30 fólk í starvi. Hon
keypti sær eini hús í Dala-
túni í 1989 og eitt vaskarí í
Mykinesgøtu í 1991. Men
so kom kreppan, og tað
sum skjótast bleiv spart
burtur varð reingerðingin. Í
kreppuárunum vóru tey
einans 9 starvsfólk. Í 1995
bleiv vaskaríið í Mykines-
gøtu selt. Síðan tá hevur alt
virksemi verið í Dalatúni,
og fyritøkan skifti navn til
Vaskarí & Reingering. Í
1998 yvirtók sonurin, Jó-
annes Slættanes, fyritøk-
una. Í dag arbeiða 15 fólk í
fyritøkuni.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
12. juni. Basilius. Helst til minnis um Basilius tann Stóra,
sum var biskupur í Kesarea. Hann doyði í 379.
Axel Krogh
deyður
Fríggjadagin 6. juni
andaðist Axel Krogh í
Havn. Axel var dansk-
ari. Hann varð føddur
í Løsning í Jyllandi
21. desember 1925 og
var sostatt 77 ár, nú
hann doyði.
Axel starvaðist sum
politistur alla sína tíð,
fyri tað mesta sum
ferðslupolitistur. Kom
fyrstu ferð til Føroya
við Parkeston í apríl
mánað 1955. Tað var
tá
læknastríðið
í
Klaksvík leikaði uppá
tað harðasta. Eftir
áheitan frá Landsstýr-
inum sendi danska stjórnin skipið Parkeston við
152 vælvandum politistum til Føroya at herseta
Klaksvíkina. Av tí at vágin var sperrað við teimum
báðum gomlu skipunum Barmi og Svínoyar-
Bjarna, við veirum og tunnum, sum søgdust at vera
løddar, var talan um at seta politistarnar á land
einar 6-7 km frá sjálvari Klaksvíkini. Tað hevur
helst verið í Føgrulíð.
Samstundis kom fíggjarmálaráðharrin Viggo
Kampmann til Føroya at samráðast og fekk eina
avtalu í lag við Landsstýrið og klaksvíkingar.
Parkeston lá fyri tað mesta inni á Skálafjørð-
inum, men var eisini í Havn, Sørvági og á Tvør-
oyri. Til Klaksvíkar fór skipið ongantíð.
Axel var sostatt ikki við til at taka Klaksvíkina ta
ferðina. Harafturímóti tók hann ein part av
Havnini. Tí tað var á hesari ferðini, hann hitti
Gunnleyg hjá Poulinu og Jóan Jakku Skómakar-
anum. Tað rann saman teirra millum, tey giftust
16. mai í 1957 og búsettust í Danmark.
Fyri 17 árum síðani fór Axel frá sum politistur
við eftirløn. Gunnleyg og hann fluttu til Føroya og
búsettust í Blákollugøtu á trøðni hjá Poulinu og
Jóan Jakku. Vit gjørdust soleiðis nærmastu
grannar.
Hann var ágrýtin maður og hegnigur, Axel.
Saman við Gunnleyg fekk hann gjørt alt so vakurt,
innan sum uttan dura. Tað hevur verið eitt njótilsi
at sæð, hvussu vakurt lendið kring húsini hevur
verið og er og hartil væl hildið.
Axel var eitt av hesum fólkunum, sum hava eina
meining um alt, og hann duldi ikki, hvat hann
meinti, m.a. um mong viðurskifti í føroyska
samfelagnum. Hann var óførur at skriva lesarabrøv
í Dimmalætting.
Eitt, sum eisini hevði hansara stóra áhuga, var
flaggstongin. Hana røkti hann væl og flaggaði
altíð, tá nakað var at flagga fyri. Á frælsisdegi
Danmarkar 5. mai flaggaði hann við Dannebrog at
minnast sínar starvsbrøður, sum doyðu undir
krígnum, men annars brúkti hann føroyska flaggið.
Seinastu ferð, hann flaggaði, var grundlógardagin
5. juni. Tá vant hann Merkið á stong - samstundis
sum Dannebrog veittraði á Tinganesi.
Tankarnir leita til Gunnleyg, sum liggur á
Ríkissjúkrahúsinum. Tað bar henni ikki til at vera
til jarðarferðina í gjár.
Axel var ein vinsælur maður og góður granni.
Hann verður saknaður.
Finnbogi Ísakson
Tøkk
Hjartans takk fyri tað stóru samkenslu og hjálpsemi,
sum víst varð okkum, tá okkara kæra og elskaða kona,
mamma, systir, vermóðir og omma
Maria Nystrøm Egholm
Tórshavn
lá sjúk, doyði og varð jarðað.
Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt
hjálptu til við jarðarferðina.
Ein serlig tøkk til Føroya Sparikassa
og Skipafelag Føroya.
Tøkk fyri kransar og blómur og til tykkum mongu,
sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað
her á fold.
Hjartans tøkk øll somul.
Familjunnar vegna
Hákun Egholm
Reingering í 20 ár
Hans Arne
Nielsen
el-innleggjari
í 50 ár
6. juni 2003 hevði Hans
Arne Nielsen í Sandavági
arbeitt sum el-innleggjari í
50 ár. Hans Arne er føddur
og uppvaksin í Sandavági,
sonur Jóhannu, f. Simon-
sen, og Thor Nielsen, skip-
ara, bæði úr Sandavági.
Sum 15 ára gamal fór hann
í læru sum elektrikari hjá
Sigird av Reyni í Havn.
Eftir at hava lært í hálvt-
annað ár hjá Sigird, lærdi
hann seg lidnan hjá systk-
inabarninum,
Christian
Nilsen, maskinmeistara, í
Sandavági. Í september
1952 fór Hans Arne, saman
við trimum øðrum Føroy-
ingum, til Danmarkar, teir
vóru: Frants Petersen av
Selatrað, Axel Jacobsen úr
Fuglafirði og Jógvan Peter-
sen úr Fuglafirði (Jógvan á
SEV). Allir høvdu teir lært
til elektrikara í Føroyum. Í
Danmark gingu teir á el-
innleggjaraskúla og tóku
sveinaroyndina, sum teir
ikki kundu taka í Føroyum
tá. Allir fýra tóku prógv
sum el-innleggjarar 6. juni
1953.
Eftir tað kom Hans Arne
heim aftur til Føroyar og
fór at arbeiða hjá Christian
Nielsen í Sandavági sum
el-innleggjari. Har arbeiddi
hann til 1956, tá hann yvir-
tók virkið hjá Christiani
Nielsen, sum tá flutti til
Skopunar at búgva. Christ-
ian setti el-motorin hjá
Sandavágs kommunu, frá
1949, upp í Skopun. Síðan
1956 hevur Hans Arni
arbeitt sum sjálvstøðugur
vinnurekandi. Hann hevur
havt fólk í arbeiði, og 12
mans hava lært til elek-
trikara hjá honum.
Í 1961 giftist Hans Arne
við Sunrid, f. Jacobsen,
dóttir Solveig og Alfred
Jacobsen, úr Sandavági.
Bæði Sunrid og Hans Arne
hava verið ítróttarfólk, tey
hava t.d spælt hondbólt og
róð kapp við Sandavágs-
bátinum. Tey eiga fimm
børn, tey eru: Sonni, Torkil,
Allan, Solveig og Jóhan.
Øll børnini búgva í Sanda-
vági uttan dóttirin, Solveig,
sum býr í Sørvági. Næsti
sonurin, Torkil, tað var
hann sum setti Føroyar á
heimskortið, tá hann í 1990
spældi á føroyska fótbólts-
landsliðinum og setti bóltin
í eysturríkska málið.
Jóannes og Mary
Slættanes
C
M
Y
K
9
8