hósdagur 12. juni 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 108 - 12. juni 2003
Nr. 108 - 12. juni 2003
11
Í ársfrágreiðingini fyri 2000 tosar Vinnuhúsið um fram-
tíðarútlit innan "fiksi"-vinnuna. Um hetta skal skiljast
sum ein viðmerking til at Fólkaflokkurin umsitur fiski-
vinnumál í Tinganesi, skulu vit lata verða ósagt, men
rámandi fyri fiskivinnupolitikkin er tað í hvussu so er. Hví
kemur eingin beinleiðis viðmerking til okkara fiskivinnu-
politikk frá Vinnuhúsinum? Vinnupolitikkur og fiski-
vinnupolitikkur kunnu ikki skiljast frá hvørjum øðrum, og
tí eigur ein orðaður vinnupolitkkur at verða galdandi fyri
alla vinnu. Hvat heldur Vinnuhúsið um marknaðarbúskap
í fiskivinnuni á sjógvi? Hvat heldur Vinnuhúsið um
skattalættan til sjófólkið, ið er ein rakstrarstuðul til
reiðaríini, sum skeiklar vinnumynstrið og leggur trýst a
lønirnar á landi?
Av Vinnuhúsinum nógv rósti vinnupolitikkurin, ið var
orðaður í 1999 hevur ikki nógv uppá seg, tí hann er so
generelt orðaður, at so at siga eitt og hvørt politiskt
initiativ kann skákast inn undir henda politikk. Orðing-
arnar bera brá av at verða tiknar úr lærubókum innan
organisatiónsteori og netverksteori, uttan stórvegis
viðgerð. Sjálvandi er tað rætt, at "fjøltáttað samskifti er
ein fortreyt fyri menning", og at krøv um nýhugsan eru til
vinnuna, men hvat merkir hetta reint praktiskt? Trupul-
leikin við so generellum og sjálvfylgiligum orðingum er,
at vinnupolitikkurin reint faktiskt ikki víkir frá tí, ið hevur
verið vinnupolitikkur tey seinastu tíggjuárini, nevniliga, at
landið skal skapa karmar, ið eru mennandi og stimbrandi
fyri føroyska vinnu. Gamaní er ringt at finna gomul
vinnupolitisk stevnumið á internetinum, men bert tað, at
tey ikki eru á internetinum, merkir ikki, at tey ikki eru til.
Leysar orðingar um at lata marknaðarkreftirnar ráða verða
dagliga punkteraðar av ásannanini av, at marknaðar-
kreftirnar ikki megna at fremja nýggjar vinnur uttan
landsins hjálp. Hvar hevði ferðavinnan verið í dag, um
landið ikki í 1975 og aftur í 1983-84 var við at leggja
lunnar undir ferðavinnuna? Kanska Vinnuhúsið ger tað
ómøguliga, og finnur eitt G8 land, ið ikki hevur almennar
stuðulsskipanir av onkrum slagi. Hví man tað verða so?
Vita G8 londini ikki betri? Kann tað hugsast, at Vinnu-
húsið hevur gloymt, at eins og kommunisman, so virkar
tann fríi marknaðurin uttan almenna regulering bert í teori
og ikki í praksis.
Vinnuhúsið fortelur eisini, at bert vinnuframaskipanir, ið
vinnuni tørvar, skulu verða settar í verk. Veit vinnan altíð
hvørjar vinnuframaskipanir, henni tørvar? Tað er vert at
bíta merki í, at grundleggjandi broytingarnar fyrst í
90’unum innan alivinnu og vinnu annars við avtøku av
skaðiligum stuðulsskipanum o.ø. vóru gjørdar, ikki eftir
tilráðing frá vinnuni, men politiskt. Søguliga síggja vit, at
vinnan hevur dugað sera illa at sæð fram í tíðina, og tíverri
sær tað sama út til at gera seg galdandi í dag, har vit bert
fáa at vita, at núverandi vinnupolitiska kós skal haldast.
Álvaratos, væntar vinnan ein Marxistiskan búskap ella
hvat?
Tað er eitt sjúkutekin, at vinnan ikki sjálv kemur við til-
mælum um t.d. at kanna eftir, um skipanin við skiftis-
økjum í alivinnuni verður brúkt, sum hon skal. Hvat sigur
tað um eina vinnu, at hon ikki kundi gera eina verjuætlan
móti ILA fyri eina hálva millión, uttan landið mátti veita
studning. Er hetta ein vinna, ið dugir at líta frameftir? Er
hetta ein vinna, ið verður væl stýrd? Tað skal verða okkara
vón, at eitt kjak á einum praktiskum støði uttan flosklar
um vinnu kontra tað almenna verður tikið upp í samband
við alla vinnu, bæði á sjógvi og landi undir einum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Vinnuhúsið og framtíðin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Lisbeth L. Petersen
Sambandsflokkurin
Tá málið um avtøku av
donsku hernaðarlógunum,
ið Torbjørn Jacobsen hevði
lagt fram, fekk fyrstu við-
gerð á fólkatingi í mei
mánaða, var yvirhøvur
breið semja millum fram-
søgu-fólkini í teim ymisku
flokkunum, at hent var eitt
óheppið mistak
Men annars fekk Torbjørn
Jacobsen ikki stóra undir-
tøku millum aðrar í sínum
vanliga brigsli móti donsk-
um politikarum og donsku
stjórnini.
Sligið varð tó fast, at
handfaringin av málinum
átti at verið øðrvísi, og at
fleiri misskiljingar vóru
hendar á vegnum. Eisini
bleiv staðfest fleiri ferðir, at
málið bert var galdandi fyri
danskar hermenn í Føroy-
um.
Hetta er ikki rættiliga
komið fram undir viðgerð-
ini av málinum, og nógv
eru tey, ið ikki vistu at so
var. Men bæði løgmaður og
landsstýrismaðurin við lóg-
armálum hava sjálvandi
vitað tað. Er tað tá løgið,
um onkur spyr, hví júst
tann upplýsingin als ikki er
tikin uppá tungu frá før-
oyskari síðu?
Hvussu ber tað til?
Sum umboð fyri Sam-
bandsflokkin atkvøddi und-
irritaða fyri uppskotinum á
fólkatingi, av tí at eitt prin-
sipp var brotið, og sostatt
hevði Sambandsflokkurin
somu støðu sum herheima,
tá uppskotið var viðgjørt á
Føroya løgtingi.
Men eg vil eisini leggja
dent á, at tað var rætta
avgerðin, tá flokkurin valdi
fyrst av øllum at kanna
málið nærri, áðrenn vit
tóku støðu, og tí vóru vit
ikki millum teir flokkar,
sum settu uppskotið fram á
løgtingi.
Nevndarviðgerðin
Fyri at ongin misskiljing
skal verða, skal eg her end-
urgeva mínar viðmerkingar
í álitinum, sum nevndin
(Politisk Økonomisk Ud-
valg), har eg eri limur, lat
úr hondum:
"Lisbeth L. Petersen be-
mærker, at for Sambands-
partiet er det helt grund-
læggende, at ingen rigslov
skal sættes i kraft på Fær-
øerne uden at den først er
forelagt Lagtinget. Ved de
forudgående forhandlinger
om hjemmestyrelovens ind-
hold var dette et vigtigt
anliggende for Sambands-
partiet. Sambandspartiet
lægger stor vægt på, at
dette princip respekteres.
Den gamle praksis med,
at rigslove skal forelægges
hjemmestyret til betænk-
ning, har normalt ikke
voldt problemer. At denne
praksis nu er brudt for 2.
gang er meget beklageligt.
Mindretallet kan ikke
tilslutte sig motivationen
for
beslutningsforslaget.
Hjemmestyreloven er for
mindretallet ikke kun jura,
men en politisk aftale.
Når forslagsstilleren sig-
er, at landsstyret ikke havde
kendskab til lovforslagene,
er dette heller ikke korrekt.
Af korrespondencen mell-
em den danske forsvars-
minister og lagmanden på
Færøerne fremgår det, at
lagmanden var vidende om
de love og bekendtgørelser,
der var behov for at kund-
gøre på Færøerne. Men det
er en kendsgerning, at Lag-
tinget ikke var informeret.
Det centrale princip i
denne sag, nemlig princip-
pet om at Lagtinget skal in-
formeres, er ikke blevet
fulgt.
At der er sket et brud på
proceduren, kan ikke bort-
forklares.
Mindretallet er dog glad
for at kunne konstatere, at
der blandt de fleste partier
i Folketinget er en er-
kendelse af, at en gammel
praksis er blevet brudt, og
samtidig en forståelse for,
at der fastlægges en frem-
tidig procedure, så lign-
ende
misforståelser
og
problemer undgås.
Det er også vigtigt at
præcisere, at den militære
straffelov ikke tvangsom-
fatter den almindelige be-
folkning, men alene dansk
militær på Færøerne.
Ved 1. behandlingen af
beslutningsforslaget
har
mindretallet fået tilkende-
givelser fra dansk side, som
har overbevist mindretallet
om, at vi kan fortsætte sam-
arbejdet i rigsfællesskabet
med gensidig tillid og
respekt.
Sambandspartiet
har
ikke ændret holdning siden
den enstemmige vedtagelse
i Lagtinget den 2. maj 2003
og af prinsipielle grunde,
kan mindretallet derfor
stemme for forslaget med
ovenstående bemærkning-
er."
Bert fáar atkvøður vóru fyri
uppskotinum, sum sostatt
er fallið, men grundgeving-
arnar frá danskari síðu vóru
klárar og greiðar. Stjórnin
harmaðist tó handfaringina
og vildi virka fyri broyttum
mannagongdum.
Ríkisfelagsskapurin
Vert er at nevna, at ríkisfe-
lagsskapurin hevði góða
undirtøku á fólkatingi, og
at ongin ivi var um tað
undir viðgerðini. Tí er nú at
vóna, at okkara landsstýri
eisini ger sítt til, at sam-
skiftið millum londini bæði
heldur fram við tí virðing
og áliti, sum felagsskapurin
eigur at fáa fyri at røkka
bestu loysnunum.
Framhaldandi í Ríkisfelagsskapi
TÍÐINDASKRIV
Føroya Sparikassi
Føroya Sparikassi lækkar í
morgin rentuna. Rentu-
lækkingin er ein beinleiðis
avleiðing av, at Europeiski
Meginbankin og danski
Tjóðbankin hava sett rent-
una niður.
Rentubroytingin
hjá
Føroya Sparikassa verður
galdandi frá í morgin,
mikudegnum 11. juni 2003.
Sparikassin lækkar rent-
una á innlánum við upp-
søgn við 0,50% - 0,75%
um árið. Rentan á innlánum
uttan uppsøgn er óbroytt.
Útlánini lækka við upp til
0,75% p.a. Rentan á set-
húsaláni,
1.
veðrættur,
verður 4,25 -4,50% um
árið. Einstøk útlánsrentu-
stig eru tó óbroytt.
Rentubroytingin er eitt
úrslit av, at danski Tjóð-
bankin tann 7. mars 2003
lækkaði diskontuna við
0,25% p.a. og aftur tann 6.
Juni við 0,50% p.a.
Høvuðsbroytingarnar eru
at finna á uppslagi á deild-
um Føroya Sparikassa og á
www.sparikassin.fo
Rentan lækkar
Signar P. Heinesen
Kaos er eitt hugtak, sum
verður brúkt í ymsum sam-
bandi, har talan onkurs-
vegna er um eitthvørt ó-
skipað ella tilvildarligt. Eitt
dømi er læran um kaos,
sum grein í matematik, har
teldur verða settar at ar-
beiða við skipaðum spæli-
reglum, men har endaligu
úrslitini eru framkonin við
ymsum tilvildarligum mill-
umúrslitum innanfyri hesar
spælireglur.
Í læruni um, hvussu vit
røkka settum málum í ein-
um umbroytiligum heimi -
tað, sum á fremmandum
máli nevnist "strategi" -
verður hugtakið kaos eisini
nýtt. Tað er ein støða, sum
eitt virki, ein felagsskapur
ella eitt heilt land kann
koma í og sum er ring at
koma burturúr. Støðan er
kaotisk, tá ið fleiri týðandi
partar hava ilt við at
samansjóva ymisk áhuga-
mál við lagaligum amboð-
um. Hugtakið "opið kríggj"
verður eisini nýtt um hesa
støðuna. Høvuðseyðkenn-
ini eru hørð kapping mill-
um áhugamál og ongar
spælireglur.
Spælireglur ella ikki
Tann, sum fyrst og fremst
hevur ábyrgdina fyri at
spælireglur virka á flestu
økjum bæði í sambandi við
vinnuligt virksemi, alment
virksemi og privat virksemi
hjá
borgaranum,
er
stjórnin.
Alment
er
galdandi, at ovasta leiðslan
hevur ikki bert ábyrgdina
fyri
at
loysa
stakar
uppgávur,
men
ovasta
leiðslan
hevur
eisini
ábyrgdina fyri, at tað
yvirhøvur ber til at loysa
uppgávur.
Tær mest týðandi spæli-
reglurnar koma vanliga ikki
undir heitið "spælireglur",
men eru lógir og kunngerð-
ir, sum eru karmur um alt
okkara
virksemi.
Tann
atferðin, sum fær fólk við
ymsum áhugamálum at
samvirka í praksis kemur
oftast undir heitið "spæli-
reglur". At hendan atferð er
innanfyri lógarinnar karm-
ar er ein sjálvfylgja - helst
væl innanfyri. Tá ið fólk
fara út á kantin av lógini
ella út á kantin av tí, sum
vit meta vera góðan sið,
rokna vit oftast við, at við-
komandi
hevur
brotið
spælireglurnar.
At broyta spælireglur við
lóg ber væl til og verður
eisini vanliga gjørt. Tað ber
eisini til at broyta spæli-
reglur uttan at broyta lógir
ella kunngerðir. Demokrat-
iskt
verða
spælireglur
broyttar við samrøðu. Tann,
sum samrøður uttan at siga
sum er ella hevur ósanna
atferð, hevur ikki bert brot-
ið eitt sett av spælireglum,
men hevur skapt kaos í
teim uppgávum viðkom-
andi hevur ábyrgd av.
Afturat tí hevur tann ósanni
meldað seg sjálvan úr
felagsskapinum og einki
grundarlag er fyri sam-
skifti. Uppá sikt - og tað er
ikki so lang tíð í hesum
sambandi - kemur alt
virksemi, sum liggur undir
einum slíkum leiðara, í eina
kaotiska støðu.
Virksemi, sum er í eini
kaotiskari støðu, hevur
ongan møguleika at røkka
settum málum, sum sikta
longur enn rakstur ella
smávegis broytingar í ar-
beiðslagi. Virksemi, sum
ikki hevur møguleika at
røkka mennandi málum, er
ikki burðardygt. Hetta hev-
ur ta fylgju, at tað, sum
"vit" gjørdu áðrenn støðan
gjørdist kaotisk, annað-
hvørt verður slept ella verð-
ur gjørt av øðrum meðan
"vit" umsita tað.
Kaos og strategisk
kreppa
Fyri hvørt málsøki, sum
fær kaotisk eyðkenni, verð-
ur strategiska støðan verri
og verri. Møguleikarnir at
røkka settum mennandi
málum verða minni og
minni. Eina strategiska
kreppu hava vit, tá ið tað er
at kalla ómøguligt at menna
nakað virksemi av týdningi
í landinum.
Høvuðseyðkennið
við
eini strategiskari kreppu er,
at virksemi, sum vit gjørdu
í gjár, ger onkur annar í dag
uttan at vit brúka krefturnar
til at menna virksemi, sum
vit gera í dag, men onnur
gjørdu í gjár.
Rækjuvinnan er nú eini
30 ára gomul og tíðin er
komin at hon er í harðari
kapping. Sama er galdandi
fyri alivinnuna. Í einum
strategiskt sunnum samfe-
lag vilja slíkar vinnur um-
skipa seg og hóast færri fáa
úrkomuna úr henni og helst
eisini við minni vinningi,
so verður tó rúm fyri nøkr-
um eindum í onkrum
formi. Tær mennandi kreft-
urnar verða so nýttar til
annað, nýtt virksemi.
Spurningurin, sum vit
kunnu seta okkum, er so,
hvar tær mennandi kreftur-
nar virka í dag? Eru Før-
oyar strategiskt væl fyri,
soleiðis at tær mennandi
krefturnar í samfelagnum
hava høvi at troyta nýggjar
møguleikar og vinna á
trupulleikum, sum gjørdi,
at onnur ikki troyta júst
hesar møguleikar?
Tann strategiska støðan
kann ikki avlesast í banka-
bókini. Vit kunnu vera væl
fyri peningaliga, men hava
ómetaliga
vánalig
útlit
strategiskt, eins væl og vit
kunnu vera ómetaliga illa
fyri peningaliga, men stra-
tegiskt væl fyri. Strategiskt
eru vit væl fyri, tá ið fólk
við initiativi fáa rásarúm.
Krepputekin?
Eins
og
búskaparligar
kreppur vísa síni tekin, so
vísir strategiska kreppan
eisini síni tekin. Mest týð-
andi teknið er, um vit ikki
megna at vinna á nýggjum
vinnuligum
leiðum
og
samstundis lata onnur gera
uppgávur, sum vit gjørdu í
gjár. Kjakið um Elektron,
um tunnilsgerð, havnagerð,
skipabygging o.s.fr. eru
dømi um virksemi, sum
kann vigast á hesi vektini.
Dømini við alivinnuni,
rækjuvinnuni og pørtum av
fiskivinnuni á nærleiðunum
kunnu vigast á somu vekt.
Eitt annað tekin í sam-
bandi við eina strategiska
kreppu, har kaotisk støða er
høvuðstrupulleikin, vísir
seg í, hvussu strategiska
orkan verður nýtt. Vit
kenna hetta frá einaræðis-
harrum, sum brúka størsta
partin av strategisku orkuni
í landinum til at verja seg
sjálvan. Í einum demokrati
vísir hetta seg eitt sindur
øðrvísi, men úrslitið er tað
sama: strategiska orkan
verður køvd, tí stórur partur
av fólki við formligari
ábyrgd, brúka strategisku
orkuna til at verja seg sjálv.
Vit kunnu siga, at strateg-
iska orkan er sligin bakk -
heldur enn at bróta út,
vendir hon inneftir. Heldur
enn at halda áfram, skoðar
hon fortíðina. Fólk við
initiativi verða køvd.
Eitt triðja tekin í sam-
bandi við eina strategiska
kreppu, har kaotisk støða er
høvuðstrupulleikin, kann
vísa seg í atferðini millum
tað almenna og vinnuna.
Tað kann vísa seg so ym-
iskt, men ein vandi kann
vera, at "vinnan" sæð frá al-
mennari síðu bert er tann
gamla vinnan. Ein annar
vandi av sama slag er, um
tað almenna fer undir libe-
raliseringar, har tað eisini
er "dómari" og í praksis
ávirkar gongdina millum
partarnar, sum skulu kapp-
ast. T.d. fyri at "prógva", at
kappingin "virkar".
At enda í hesum sam-
bandi er vert at nevna eitt
tekin uppá kreppu, sum at
kalla vísir seg undan eini
hvørjari kreppu. Vanliga
fólkið fær ein varhuga av, at
hetta gongur ikki í longd-
ini, men hevur av góðum
grundum ofta ilt við at seta
orð á hesa ívitan. Alt með-
an lærd fólk í ovastu sess-
um landsins koma kropp á
kroppi og royna at vissa
fólkið um, at her gongur
sum eftir ánni.
Framtíðarútlit
Um vit eru á veg inn í eina
strategiska kreppu ella vit
longu eru í henni - ella vit
als ikki eru ávegis eina
slíka, kunnu fólk gera sær
sínar metingar um. Fólk
flest munnu tó vera á einum
máli um, at eitthvørt er ikki
heilt so gott, sum tað kundi
verið.
Vit eru 48.000 fólk á
hesum klettunum og tað er
snøgt sagt ov lítið til at
oyðsla við. Tað er reglan
heldur enn undantakið, at
fólk í týðandi uppgávum
gevast á hondum. Onkur
vísir til, at borðið fangar,
annar vísir til lóg og
landaskil, triði kann ikki
taka eitt politiskt mál upp
uttan at skýra onnur annað-
hvørt misskiljingar ella
lygnarar, fjóri fær týðandi
partar av sínum starvsfólk-
um ímóti sær, fimti fær
minsta smáting til politiskt
stórmál, sætti kann ikki
nerta eitt viðkvæmt mál
uttan at velja síðu, sjeyndi
hevur alment boðað frá, at
hann bert vil samskifta
innanfloks ella í samgongu
og ikki í Tinginum o.s.fr. -
alt meðan uppgávurnar
liggja óloystar og gjáir
víðka. Nógvir administra-
torar men eingin stats-
maður. Nógvur sjónleikur
men eingin samrøða. Í eini
funktión fyri og aðrari eftir
missir fólk stevið og hvør
roynir at klára seg sjálvan
sum frægast.
Undir slíkum umstøðum
er trupult at fáa eitt menn-
andi umhvørvi. Undir slík-
um umstøðum er skjótt, at
fólk koma sær út í óføri við
at svíkja álitið millum sam-
starvsfelagar o.o. Undir
slíkum umstøðum er ikki
løgið, at ongar gjøgnum-
førdar og týðandi vinnu-
ligar
nýskapanir
verða
framdar, alt meðan vit
missa fleiri og fleiri funk-
tiónir av hondum. Hetta er
hent í tíðum, sum áttu at
verið góðar til mennandi
virksemi og har umstøður-
nar kring okkum eisini hava
verið lagaligar. Hetta er
hent í tíðum, har kravið til
menning er størri enn
nakrantíð fyrr.
Eg haldi meg síggja
týðulig tekin um eina stra-
tegiska kreppu. Serliga tvey
viðurskifti gera seg gald-
andi. Annað er, at vit dag
undan degi missa vinnuligt
landaøki uttan at vinna
onnur øki inn aftur. Hitt er,
at fyri mær sær tað út til, at
fyri tann, sum situr í
ábyrgdarstarvi, er tað ein
tryggur arbeiðsháttur at
skáka sær undan uppgávuni
og koma við ymsum fjáka-
lótum til undanførslu, með-
an alt fleiri í ábyrgdar-
størvum koma sær í óføri, tí
tey í bestu sannføring royna
at loysa uppgávur, hóast
truplar umstøður. Um hesar
metingar eru á leið, so er
tað ein týðulig ábending
um, at vit hava eitt "initia-
tivkøvandi"
umhvørvi.
"Grátikonan" fær rásarúm,
meðan "Konubrotið" verð-
ur køvt.
Hóast hetta eri eg ikki ein
teirra, sum haldi, at vit eru í
eini strategiskari kreppu.
Enn. Eg eri heldur ikki ein
teirra, sum haldi at eitt
stjórnarskifti - í sær sjálv-
um - loysir nakran trupul-
leika. Um tað hinvegin er
neyðugt fyri at blanda blóð
av nýggjum er so nakað
annað. Fyri mær at síggja
er tað ein spurningur um at
taka seg saman - at síggja
veruleikan og taka avleið-
ingarnar. Ein góð byrjan
kann vera at telja til 48.000
og taka avleiðingarnar av
hesum tali. Ein onnur
brúkilig byrjan var eisini at
umhugsa munin millum
grundsjónarmiðini
aftan
fyri maktlæruna og leiðslu-
læruna og taka avleiðingar-
nar av hesi umhugsan.
Lyfta vit lokið av tí initia-
tivkøvandi virkseminum, tá
hava Føroyar allar møgu-
leikar fyri at spretta á
mongum økjum. Eisini
hóast ymisk tekin í sól og
mána kanska sýnast heldur
døkk fyri tíðina - tíbetur
eru eisini onnur tekin á
himmalhválvinum og tey
tekna eitt sindur betur.
Initiativ hava vit okkara
ríkiliga part av - spurning-
urin er, hvussu vit brúka
orkuna til at stuðla initiativi
heldur enn at køva tað.
So kunnu vit sjálvandi
kjakast leingi um tað er
samgongupolitikarin, and-
støðupolitikarin ella tað er
tann einstaki, sum skal taka
seg saman.
Kaos?
VIÐMERKINGAR
Veittur
stuðul úr
Grunninum
Nuuk-
Reykjavík-
Tórshavn
TÍÐINDASKRIV
Tórshavnar býráð
Í
ár
vóru
dkr.
290.000,- veittar um-
søkjarum, sum søktu
fíggjarligan styrk til
tiltøk ella starvsemi, ið
kunnu menna sam-
starvið millum komm-
unurnar.
Á
stýrisfundi
í
Reykjavík, tann 6. juni
í ár, viðgjørdu stýris-
limirnir
úr
Nuuk,
Reykjavík og Tórshavn
tær 26 umsóknirnar, ið
inn vóru komnar, og
samtyktu at veita hes-
um 8 studning:
Dansifelagið í Havn
fekk 25.000 dkrónur
til
dansiferð
til
Reykjavíkar.
Hornorkestur Frels-
unarhersins úr Tórs-
havn
fekk
35.000
dkrónur til konsert-
arbeiði við tónleik-
arum úr Tórshavn og
Reykjavík.
Bragdið úr Tórshavn
fekk 15.000 dkrónur
til at fyrireika Tórs-
havnar Marathon í
samstarvi við Reykja-
víkar Marathon.
KaSa ensemblið úr
Reykjavík fekk 60.000
dkrónur til eina verk-
ætlan, sum nevnist
„Framtíðar kamartón-
leikur". Ætlanin er
m.a. at bjóða ungum
tónleikarum millum 8
og 20 ár til kapping.
Vinnararnir luttaka í
trimum kamarmusikk-
weekendum, einari í
hvøjum býi.
Birgitta Spurn úr
Reykjavík fekk 30.000
dkrónur
til
grøn-
lendska framsýning,
sum skal vísast í
Reykjavík, Tórshavn
og Nuuk.
Rut Ingólfsdóttir úr
Reykjavík fekk 25.000
dkrónur til konsert
tourne í Tórshavn og
Nuuk.
Katuaq í Nuuk fekk
50.000
dkrónur
til
konsert
tourne
í
Reykjavík og Tórs-
havn. Eitt av endamál-
unum við ferðunum er
at skifta gávuríkar tón-
leikarar millum býir-
nar.
Pele Møller Band úr
Nuuk
fekk
50.000
dkrónur til Jazz festi-
val í Tórshavn.
C
M
Y
K
11
10