hósdagur 12. juni 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 • hósdagur • 12. juni 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Tá ið Lübeck var í Føroyum
Nú vitja týsku heims-
stjørnurnar, men tað
kendist eisini sum
stórhending, tá ið
týskt 2. deildarfelag
vitjaði B36 fyri 36
árum síðani
TÝSKUR FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Í 1967 ella fyri 36 árum
síðani hevði B36 ein týskan
venjara, sum nevndist Walt-
er Pfeifer. B36 spenti bogan
høgt hetta árið, og teir
ætlaðu at gerast meistarar.
Tað eydnaðist teimum ikki,
m. a. tí teir taptu báðar
dystirnar ímóti KÍ – 3–1 í
Klaksvík og 3–2 í Gunda-
dali. KÍ vann meistaraheit-
ið annað árið upp í slag.
Tað var hetta liðið, sum
seinni gjørdist hugtak undir
heitinum 66 liðið.
Men
hóast
tað
ikki
eydnaðist hjá Pfeifer at
gera B36 til meistarar, so
syrgdi Pfeifer í hvussu so er
fyri at seta ein varða eftir
seg í Føroyum. Tað var vitj-
anin hjá VFB Lübeck. Við
venjaranum sum millum-
manni varð týska felagið av
B36 bjóðað henda vegin
fyrst í juni, eftir at týska
kappingarárið var av. Talan
var um lið úr næstbestu
týsku deildini.
Sambandið úr Føroyum
og til stóra fótbóltsheimin
var ikki nakað serligt, og
einki sjónvarp var at fylgja
stóru feløgunum í. Tí
kendist tað, sum um tað so
at siga vóru umboð fyri
varaheimsmeistararnar
(Vesturtýskland hevði árið
frammanundan tapt tiltiknu
HM finaluna á Wembley
ímóti Onglandi), sum vóru
komnir henda vegin.
Fíggjarliga var talan um
ódnartak hjá B36, men tað
segðist, at teir komu væl
burturúr tí. Teir fingu bæði
ÍSF og KÍ at hjálpa sær við
útreiðslunum, tí Lübeck
spældi umframt ímóti vert-
unum eisini ímóti lands-
liðnum, KÍ og býliðnum.
B36 tapti eitt regnkvøld í
Gundadali 3–1. Landsliðið,
sum fyrireikaði seg til
heimadyst ímóti Hetlandi
(vunnu 1–0) og tiltiknu
ferðina til Íslands (taptu
2–1), spældi 7. juni venj-
ingardyst ímóti Lübeck,
sum vann 4–0.
Sunnudagin á norðoya-
stevnu var Lübeck í Klaks-
vík. Talan var um góðveð-
ursdag av teimum heilt
sjáldsomu.
So
nógvir
áskoðarar vóru kring vøll-
in, sum tað neyvan høvdu
verið frammanundan, og
sum
tað
heilt
sjáldan
munnu hava verið síðani.
Lübeck vísti hugflogsríkt
og ágangandi fótbóltsspæl,
og teir vunnu 5–1. Lübeck
málverjin hevði fingið ein
snudd í Gundadali, og tí var
Jørleif Kúrberg, sum um
hesa tíðina kappaðist við
Ólav Olsen um málverju-
plássið hjá B36, málverji
hjá teimum á norðoya-
stevnu.
Tey, sum sóu dystin í
Klaksvík, eiga framvegis at
komast við rimmar málið,
sum KÍ fekk. Jákup Gerða-
líð var ongantíð fastur mað-
ur á besta KÍ liðnum. Men
henda dagin var hann við.
Staddur eitt sindur framm-
anfyri miðjuna og eitt sind-
ur til vinstru meddaði hann
til, og bólturin fór beina kós
aftur um Jørleif Kúrberg og
upp í hornið í eystara mál-
inum. Lübeck spældi eisini
ímóti býliðnum, sum teir
vunnu stórt á.
Týsku gestirnir í Føroy-
um í 1967 høvdu ikki
heimsstjørnur á liðnum av
tí slagnum, sum nú hava
verið í Føroyum. Ein dani
spældi við. Hann nevndist
Erik Nielsen og var klókur
miðvallari. Tað er ikki langt
frá, at hann heimafturkom-
in til Danmarkar eftir yrkis-
skeiðið í Týsklandi, spældi
við B1901 í Nykøbing
Falster. Tá í tíðini var tað
ikki loyvt donskum yrkis-
spælarum í øðrum londum
(í heimligu kappingini varð
sagt, at allir teir donsku
spælararnir vóru amatørar)
at vera við á landsliðnum.
Erik Nielsen hevði spælt
níggju landsdystir, áðrenn
hann gjørdist yrkisspælari,
og eftir heimkomuna var
hann eina ferð á landsliðn-
um. 21. september í 1969
ella góð tvey ár eftir at hann
hevði verið í Føroyum við
Lübeck, var hann á danska
landsliðnum, sum tapti 2–0
í Oslo.
Millum hinar Lübeck
spælararnar í Føroyum var
miðframherjin Waberski,
sum segðist spæla á týskum
unglingalandsliði, og so
Boncke, sum segðist vera
málverji á regiónsliðnum í
økinum kring Lübeck.
Týski bilhandlarin
hevur verið fleiri
ferðir í Føroyum síð-
an 1967. Hann heldur
at føroyska samfelag-
ið hevur verið fyri
einari stórari menn-
ing seinastu 30 árini.
Eg minnist stóru
náttúru økini, men
hesi eru burtur í dag,
sigur Gerd Freier,
sum var við á ferðini
hjá VFB Lubeck í
1967.
FØROYAFERÐ
Páll Holm Johannesen
Í samband við landsdystin
ímóti Týsklandi, hevur
fyritøkan P/F Wenzel for-
kunnuga vitjan í hesum
døgum. Tað eru fýra bil-
handlarar hjá Ford í Týsk-
landi, sum vitja føroysku
fyritøkuna.
Ein teirra, Gerd Freier,
var eisini í Føroyum fyri 36
árum síðan, tá VFB Lubeck
spældi fýra dystir ímóti
føroyingum. Hann starvast í
dag sum bilhandlari í
Luhnenburg, sum liggur
100 km sunnan fyri Lubeck.
Gerd Freier kom til Før-
oya mánadagin við Nor-
rönu, sum jú er bygd í
Lubeck. Hann spældi sein-
ast í 60 árunum við týska
felagnum VFB Lubeck.
Freier minnist væl ferðina í
Føroyum í 1967. Hann sig-
ur frá, at eingin á týska
liðnum kendi nakað til
Føroyar undan ferðini.
– Vit hildu at Føroyar
verða eitt stað í Eysturríki,
men tað funnu vit skjótt út
av, at vit skuldu á eina
longri ferð,enn til Eystur-
ríkis. Føroyska landsliðið
hevur gjørt nógv fyri vísa á
Føroyar runt í heimi, og í
dag vita flestu týskarar,
hvar Føroyar liggja, greiðir
Gerd Freier frá
Týskarin
fortelur,
at
ferðalagið kom við Tjaldr-
inum til Føroya frá Keyp-
mannahavn, og leikarar og
venjarar gistu privat í Havn.
Minnist serliga lands-
dystin
Á ferðin leikti Lubeck
fýra dystir, og serliga minn-
ist Freier dystin ímóti
landsliðnum. – Av dystun-
um vit leiktu, minnist eg
serliga dystin ímóti før-
oyska landsliðnum, sum vit
vunnu 4-0. Eg minnist ser-
liga, tá týski tjóðsangurin
var spældur, hvussu vána-
ligt tað ljóðaði, fortelur
Freier skemtandi.
Aftaná dystin ímóti før-
oyska landsliðnum, var Lu-
beck ferðalagið bjóða í
B36-húsið. Freier greiðir
frá, at hann minnist hvussu
gestablídnir
føroyingar
vóru, og at hansara viðleik-
arar vóru bergtiknir av,
hvussu
væl
føroyingar
dugdu at hugna sær.
Sjálvur spældi Freier sum
yrkisleikari hálva tíð frá
1966 til 1971, og tey sein-
astu nógvu árini hevur hann
arbeitt á fyritøku hjá Ford í
Luhnenburg. Í arbeiðsør-
indum, hevur hann verið í
Føroyum fleiri ferðir, síðan
1967.
– Í Føroyum er nógv
broytt, síðan í 60 árunum.
Eg hugsi sjálvsagt fyrst um
bilarnar, men sjálvsagt eis-
ini tey mongu bergholini og
vegirnir, sum eru bygdir. Tá
vóru stór vøkur grøn natt-
úruøki, men hesi sær ein
ikki longur, fortelur Freier
at enda.
Gerd Freier:
-Vit hildu Føroyar vera eitt stað í Eysturríki
Ein av leikararunum, sum
vóru á liðnum hjá VFB
Lubeck í 1967 í Føroyum,
Gerd Freier, er í hesum
døgum aftur í Føroyum í
samband við landsdystin.
Hann minnist væl frá ferðini
í Føroyum í 1967.
Mynd: Jens Kr. Vang
13
12
Nr. 108 - 12. juni 2003
TÍÐINDASKRIV
Kom út í náttúruna og hygg
at villum plantum sunnu-
dagin hin 15. juni. Føroya
Náttúrugripasavn skipar í
ár fyri degnum. Túrurin
gevur góðar møguleikar at
fáa meira at vita um villan
plantuvøkstur í Føroyum,
og krevur ikki nakrar for-
kunnleikar til plantur.
Dagurin verður eisini
hildin í Noregi, Svøríki,
Grønlandi og Danmark har
plantufrøðifeløgini skipa
fyri. Stigtakari til dagin var
tað danska plantufrøði-
felagið, ið hevur hildið
hendan dagin í 15 ár á rað.
Á 80 støðum í Danmark,
1 í Grønlandi, 210 í Svø-
ríki, 80 í Noregi og 2 í
Føroyum fara plantufrøð-
ingar at greiða frá villum
plantum, túrurin er fyri øll
og er ókeypis.
Beint nú standa nógvar
plantur í láglendinum í
hægsta blóma, so góður
møguleiki skuldi verið fyri
at sæð ein hóp av plantum.
Ein túrur út náttúruni
verður meiri áhugaverdur,
jú meira tú veit um tað, ið
tú sær. Veitst tú hvussu
planturnar eita, eitt sindur
um teirra livistøð, út-
breiðslu, títtleika, lívfrøði,
hvat tær hava verið nýttar
til, og um tær kanska verða
nýttar enn, meiri fært tú
burtur úr einum túri í
náttúrini. Alt hetta fært tú
meira at vita um á vill-
blómudegnum.
Tann eini túrurin verður á
Tvøroyri og hin verður í
Tórshavn. Um onkur held-
ur vildi farið út í plantu-
frøðiliga
urtagarðin
á
Debesartrøð hjá Náttúru-
gripasavninum, verður fólk
á staðnum, ið kann greiða
frá tí, ið har veksur.
Samlaða skráin fer at
liggja á heimasíðuni hjá
Føroya Náttúrugripasavni
www.ngs.fo
Meira upplýsingar um
dagin kunnu fáast við at
venda
sær
til
Føroya
Náttúrugripasavn á tlf.
352300.
Villblómudagur í Norðri 2003
sunnudag 15. juni
TÍÐINDASKRIV
So er tíðin komin til, at
stóra
Barnatiltakið
Nósabarnaprix
2003
aftur er á skránni. Hópin
av børnum hava teknaÝ
seg til kappingina, og
fara tey við sangið og
framførslum at kappast
um heiðurin at bera
heitið
„Vinnarin
av
Nósabarnaprix 2003".
Lagt verður til brots í
KÍ-Høllini í Klaksvík,
har fyrsta undanumfarið
verður. Tiltakið byrjar
kl. 19:00 og endar kl.
21:00. 10 luttakarar eru
við, og onkur teirra hev-
ur dansarar og/ella kór
við sær á pallin, so
spennandi
verður
hvussu
børnini
har
norðuri fara at klára seg.
Aftur í ár hava sera
nógv teknað seg, og
áhugin tykist eins og í
fjør at vera líka stórur. À
plakatum og aðrastaðni
verður lýst við at ein
„spennandi gestur kem-
ur á vitjan" so har verður
nógv gott á skánni, bæði
fyri børn og vaksin.
Nósabarnaprix 2003
er stuðlað av Føroya
Banka, sum eisini letur
gávulutir til áskoðarar-
nar.
Kostnaðurin fyri eitt
atgongumerki
er
kr.
100,- (børn undir skúla-
aldur gjalda kr. 40,-).
Barnatiltakið Nósa-
barnaprix 2003
Lægstu rentur
nakrantíð
Sum væntað, og sum umrøtt í
seinasta marknaðarráki, vóru
leiðandi renturnar í Evropa
og Danmark lækkaðar í farnu
viku. Bæði evropiski mið-
bankin og danski tjóðbankin
avgjørdu at lækka leiðandi
renturnar við 0,50%-stigum.
Danska diskontoin er nú
2,00% og hetta er lægsta stig
í útvið 200 ár. Rentulækking-
arnar koma av, at stóru bú-
skapirnir í Evropa eru í
kreppu, og at evran sam-
stundis er áleið á hægsta stigi,
síðani evrusamstarvið varð
sett í verk í 1999. Fyri at
stimbra búskapirnir og forða
fyri at negativa gongdin held-
ur áfram vóru nevndu stig
tikin.
Rentulækkingarnar
koma at viðføra, at eisini
føroysku peningastovnarnir
fara at lækka teirra rentur.
Partabrøv hava sum heild
staðið seg væl seinastu vik-
una. Kortini hava tíðindir um,
at amerikanska virðisbræva-
eftirlitið er í ferð við at kanna
roknskaparframferðina hjá
IBM, havt ávirkan. IBM
hevur sjálvt borðið tíðindini
og avsannar, at nakað óreglu-
ligt er farið fram. Tíðindini
hava tó merkt marknaðirnar,
tí hesir hava verið bangnir
um, at gølurnar frá seinasta
summari fara at endurtaka
seg. Kursurin á IBM er fallin
um 10% síðani tíðindini vóru
borðin. Tíðindini hava ikki
havt stóra ávirkan á norður-
lendsku partabrævamarkn-
aðirnar.
Umframt tær leiðandi rent-
urnar, eru eisini lánsbræva-
rentur á metlágum stigi í
løtuni, og spurningur má
tískil setast, um gongdin við
lækkandi rentum fer at halda
áfram. Viðvíkjandi leiðandi
rentunum er sannlíkindi fyri
enn lægri rentum, so leingi
evran er á høga stiginum og
so leingi greið tekin um
betraða búskapargongd ikki
eru tilstaðar. Lánsbrævarent-
urnar kunnu eisini lækka
meira, men hesar eru um at
náa markið, og tá tekin koma
um at bjartari sær út í bú-
skapunum, vilja hesar hækka
aftur. Hetta verður to ikki fyrr
enn eftir summarfrítíðina.
Tískil eigur ein at vera var-
ligur, tá lánsbrøv skulu keyp-
ast komandi tíðina.
Partabrævamarknaðirnir
liggja framvegis á einum
høgum stigi og roknast skal tí
við, at partabrævaíleggjarar
kunnu staðfesta vinning av
teirra partabrøvum. Tískil
kunnu marknaðirnir tíðum
vera eitt sindur óstøðugir.
Verður hugt eftir seinnu
hálvu av 2003, kunnu markn-
aðirnir fara at standa seg
hampuligt, men hetta er tengt
at hvussu búskapirnir fara at
roynast.
Rentur
Partabr vav sit¿l
Renta
K ursur
+/- %
Diskonto
2,00%
-0,50%
KFX, Danmark
213,7
1,3%
2 ra lnsbr v
2,38%
-0,18%
OM X, Sv¿rki
528,9
2,0%
5 ra lnsbr v
2,94%
-0,22%
DJ Stoxx 50, Evropa
2375,0
0,2%
10 ra l nsbr v
3,82%
-0,17%
S&P 500, USA
975,9
0,9%
Œl¿gufel¿g
G jaldoyra
K ursur
+/- %
K ursur
+/- %
L nsbr¿v DKK
107,7
0,4%
USD
633,70
0,4%
Evru L nsbr¿v
168,5
0,4%
EUR
742,61
0,0%
Norr¿n Partabr¿v
63,5
0,9%
GBP
1042,26
0,9%
Altj ¶a Partabr¿v
67,3
0,9%
NOK
90,74
-3,6%
Renta og kursir kl 10 gj r. Broytingar eru trokna¶ar m un til fyri viku s ¶an.
+/- %-stig
Marknaðarrák
Vika 24, 2003
www.kaupthing.fo
C
M
Y
K
12