Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 12. juni 2003 15 Føroyar í týska sjónvarpinum -Føroyar í týsku sjón- varpstíðindunum og ferðamannagreinar í hesum døgum. Kim Simonsen (Baden-Württemberg) Klokkan sjey um kvøldi sendir týska alemna sjón- varpið tíðindi. Ein av søgunum í gjárakvøldið var um týska landsliðið í Tórs- havn og um dystin á Tórs- vølli. Fyrst kom ein ítrott- artíðindakvinna og gjørdi ein úrskur um útlitini, og um tysku metingarnar av dystinum í dag. Hon metti framman fyri milliónum av týskum hyggjarum, at týsk- arnir ikki høvdu so nógv at bjóða uppá fyri tíðina. Síð- ani komu myndir úr Før- oyum, har speakarin segði, at tað eru 17 oyggjar í Føroyum (!). Síðani komu myndir úr Vágum, har eitt Lufthansa, haldi eg tað var, flogfar lendi við fótbólts- liðinum. Veðrið sá ikki ser- ligani fýsligt út, so speak- arin helt fyri meðan vit sóu spælarnar berja seg gjøgn- um vind og regn, at soleiðis var føroyska summar- veðrið. Næsta myndin var av Rudi Völler í Vága Luf- thavn og seinni á tíð- indafundi, har bakgrundin sá farlig út – líktist gomlum gardinum frá áttatíárunum. Innslagið var ikki so langt, men har var nógv við. Lætt var at síggja at hesir jour- nalistarnir duga at fáa alt við. Vit sóu tvey føroyskar spælarar John Petersen, ið sat í eini skúlastovu og lærdi frá sær og eg haldi tað var Hjalgrím Elltør til ar- beiðis í einum handli, með- an speakarin helt fyri at før- oysku amatørarnir arbeiddu sum t.d. lærarar og í handl- um. Eftir tað sóu vit Tórs- vøll og Landsliðið, ið vandi. At enda kom ein regnvát mynd av Gjógv. Tað var týðuligt at í Týsklandi eru Føroyar ótrú- ligani lítlar og eksotiskar, ein lítil gloymd oyggj í Norðuratlantshavi, í sama bólki sum Azorurnar. Eg haldi at innslagið ikki tók nakað modernað við, ella royndi at skilja økið sum so. Í kvøld senda teir tó undan dystinum eina send- ing, ið er ein hálvan tíma um Føroyar. Tá verður hetta vónandi sett í rætt lag. Eg rokni ikki við at før- oyingar veruligani duga at ímynda sær hvussu nógvar milliónir fólk, júst eftir náttverða hyggja eftir hesi rásini og júst eftir tíðinda- sendingini klokkan sjey. Hetta er hin týska Dagur og Vika. Hetta er tí eitt ótrúligt høvi hjá føroyingum at fáa sett landið á kortið, sum annað enn ein ”Seyða- oyggj” og landið, ið drepur grind enn, ið tey ongantíð koma at góðtaka ella at skilja. Die Zeit der Langen tage - Hetta er tíðin við teim longu døgunum Betur stóð til í blaðnum: ”Sonntag Aktuell”, sum í gjár hevði eina stóra ferða- mannagrein í litum við fimm stórum myndum úr Føroyum kallað ”Die Zeit der Langen Tage”. Myndir eru av kirkjuni í Sandavági, av Vágsbotni í Havn, av einum gomlum føroyskum húsi og av grindadrápi. Greinin byrjar á Eiði har høvundin Heidrun Keyser undrar seg yvir, at tað er ljóst á midnátt í Føroyum. Har er seyður, ið etur græs og oman av bakkanum eru fleiri hundrað metrar. Hon er hugtikin av Risanum og Kellingini, av látrum og av grindadrápinum í landin- um. Hon fær alt við frá ð´inum, flagginum, Heima- stýrislógini. Hon kom eisini við til grindadráp í Vágum, har 36 hvalir løgdu beinini. Her er greinin ser- liga ógvuslig, har er t.d. ein mamma við barnavogni, ið koyrdi á kejuni gjøgnum blóð og grindatarmar. Høv- undin skilir ikki, at alt er so friðarligt, at tey í Føroyum ikki vita at slíkt er ikki loyvt, skuldu tey fylgt um- hvørvisvendarfeløgum kring heimin. Hon góðtek- ur at enda at hetta hoyrir til føroyska mentan, eins og føroysk klæði, føroyski dansurin, málið og so fram- vegis. Hon heldur á við at skriva um føroyskan sam- leika út frá bóklingi, ið 1HHA við Handilskúlan í Eysturoy hevur skriva, ið hon fann í lummanum á setrinum í flúgvarinum. Eg haldi ikki at hasin bókling- urin er annað enn ein stór kliché og ein vittigheit, kanska meiri misvísandi enn rættleiðandi fyri ferða- fólk. Samanumtikið er hetta ein toluliga góð allround grein um Føroyar. Heidrun Kayser er opin og hevur ferðast nógv í Føroyum, hon skrivar t.d. eisini um Kirkjubø, Gøtu, Gjógv og um at ganga langar túrar í Føroyum, serliga í regni. Í greinini er eisini eitt kort yvir Norðuratlantshav og av Føroyum, í mun til týska sjónvarpið so vita hesi at tað eru 18 oyggjar í Føroyum. Í greinini er ein info-boks við data um Smyril Line, Atlantic Air- ways. Vegurlag um summ- ari og um veturin, um Ólav- søka, Listastevnuna og hópin av internetadressum á øllum stovnum ið skipa fyri ferðum til Føroya. Hetta er ein ótrúliga góð lýsing fyri Føroyar sum ferðamannaland, sum okk- urt eksotiskt fyri tey ið er troytt at Bali, Grikkalandi, sól og hita, men vilja upp- liva eina náttúru, ið ger Føroyar til eitt ”Kultziel für Naturliebhaber”, t.v.s. eitt kultstað fyri náttúruelsk- arar. Týsk bløð lýsa Føroyar sum eitt eksotiskt land. Sum eitt kultstað fyri sannar náttúruelskarar 15 14 Nr. 108 - 12. juni 2003 Fuglfirðingar strúka avstað ÍF hevur lagt sjógv millum seg og hini liðini í 2.deild. Eftir fýra umfør hava fugl- firðingar fult stigatal. 2.DEILD MENN Páll Holm Johannesen Eftir, at fýra umfør eru leikt í 2.deild, hava fuglfirðingar framvegis fult stigatal. Annan hvítusunnudag hevði oddaliðið vitjan av VB í Fuglafirði. Heima- liðið vann sannførandi 3-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0 ÍF hevði greiða leikliga yvirvág allan dystin, og úr Fuglafirði siga tey, at sigur- in var fult uppiborin. Úrslit- ini hetta umfarið, hava við sær, at ÍF nú er leyst frá hinum liðunum. ÍF hevur tólv stig, og nærmastu kappingingarneytarnir liggja á sjey stigum Á Sandi tók B71 ímóti LÍF, og heldur óvænta vann LÍF ein tepran 1-0 sigur. Einasta málið í dystunum kom longu eftir, at ein minuttur var leiktur. Fyrr- verandi KÍ-leikarin, Símun Waag Høgnesen skeyt málið hjá leirvíkingum. Sandoyingar royndu at trýsta LÍF-verjuna, men inn vildi bólturin ikki. Stóra B71 trýsti gav eisini LÍF fleiri vandamikil mótálop, og B71-málverjin Walde- mar Novicki mátti fleiri kýta fyri at halda LÍF-fram- herjunum frá at økja um leiðsluna. Í Havn hittust næst bestu liðini hjá B36 og KÍ. Eftir eina slaka byrjan upp á kappingarárið, reisti B36 seg aftur mánadagin. Heimaliðið vann heili 6-1, eftir hálvleiksstøðuna 2-1. Stóri leikarin í Gundadali var Áki Mørk, sum skeyt trý av málunum hjá B36. Tvey av oddaliðunum, Sumba og AB, brustu sam- an á Krossunum. AB royndi at trýsta heimaliðið allan dystin, men dysturin endaði kortini málleysur. Úr Sumba verður sagt, at málverjin hjá sumbingum, Marcin David, leikti ein frágera góða dyst. Seinasti dystur millum B68 og TB endaði eisini málleysur. Dysturin var javnur, við málmøguleikum til báðar partar. Tvøramenn høvdu størsta møguleikan í fyrra hálvleiki, tá teir fingu brotsspark, men teir mis- nýttu gylta møguleikan. 4.umfar í tølum: ÍF-VB 3-0 (1-0) 1-0 Eyðálvur Petersen 2-0 Áki Petersen 3-0 Heini Heinason B71-LÍF 0-1 (0-1) 0-1 Símun Waag Høgnesen B36-KÍ 6-1 (2-1) 0-1 David Bertholdsen 1-1 Kenneth Jacobsen 2-1 Áki Mørk 3-1 Bárður Mortansson 4-1 Áki Mørk 5-1 Áki Mørk 6-1 Stefan í Skorini Sumba-AB 0-0 (0-0) B68-TB 0-0 (0-0) Fuglfirðingar hava fingið ein frágera góða byrjan á kappingarárið í ár. Teir liggja í løtuni einsamallir á odda í aðru deild við fullum stigatali. Mynd:Savnsmynd Í British Open í Shef- field setti føroyski svimjarin tvey per- sónlig met. Heidi vann tvey gull heið- ursmerki, eitt silvur- og eitt bronsuheið- ursmerki á ferðini í Onglandi. SVIMJING Páll Holm Johannesen Seinasta vikuskiftið luttók Heidi Andreasen í British Open í Sheffield. Eiðis- gentan fór ikki heilt tóm- hent heimaftur, tí hon vann samanlagt fýra heiðurs- merki á ferðini í Onglandi. Í kappingini 400 m frí vann Heidi silvurmerki við tíðini 5.39. Sum skilst á lagnum var hon ikki heilt nøgd við tíðina. Leygar- dagin kappaðist hon í 100 m frí og 100m firvald. Heidi setti persónligt í met í 100 m firvald, og vann bronsumerki. Kappingina 100 m frí vann føroyski svimjarin gullmerki við tíðini 1.11.80. Sunnudagin var 50 m frí á skránni, og aftur hesaferð setti Heidi per- sónligt met í tíðini 0.32,79. Hon vann samstundis gull- heiðursmerki fyri hetta avrik. Mótstøðuliðið hjá KÍ- kvinnunum tvey tey seinastu árini í UEFA Cup, svenska felagið Umeå, stendur til at vinna UEFA-Cup kappingina. Mánadagin leiktu tær fyrru finaluna á heima- vølli ímóti danska felagn- um, Fortuna Hjørring, og vunnu sannførandi 4-1. Seinasta heyst taptu KÍ 7- 0 fyri Umeå, sum hevur verið millum bestu kvinnuliðini í Evropa seinnu árini. 21.juni verð- ur seinni finaludysturin leiktur í Danmark. -páll Millum teir fýra leik- ararnar, Vejle ikki ynskir at leingja sátt- málan hjá, eru tveir framherjar, sum hava kappast við Christian Høgna Jacobsen um pláss á Vejle-liðnum ÚTISETAFELAG Páll Holm Johannesen Tá Christian Høgni Jacob- sen aftur fer undir at venja við Vejle eftir summarfrítíð- ina, verða eftir øllum døma fleiri leikarar burtur. Teir fýra, Jerry Brown, Michael Blom, Lasse Lauth og Kenneth Knudsen, hava allir fingið at vita frá leiðsluni í Vejle, at felagið ikki ynskir at leingja sáttmála teirra, sum allir ganga út í summar. Bæði Jerry Brown og Michael Blom er framherj- ar, sum hava kappast við Christian Høgna um pláss á Vejle-liðnum, men teir verða so ikki at finna í Vejle eftir summarsteðgin. Runavíkingurin var fastur maður undir fyrrverandi venj- ararnum, Frank Petersen, men eftir venjaraskiftið, hevur føroyski framherjin havt ilt við at býta seg fastan á Vejle- liðið. Vegna vantandi spælitíð var Christian Høgni skjótur at taka av tilboðum at verða leig- aður til barndómsfelagið NSÍ fram til summarsteðgin. Umeå vann fyrra dystin Svenska felagið, Umeå, sum KÍ-kvinnurnar leiktu ímóti í heyst í UEFA-Cup kappingini, liggur væl fyri at vinna kappingina. Tær vunnu fyrra finaludystin ímóti Fortuna Hjørring 4-1 mánadagin. Mynd: Savnsmynd Heidi Andreasen stóð seg væl í Onglandi Evnaríki svimjarin, Heidi Andreasen, sum her er av- myndað í Monako, stóð seg væl í British Open um viku- skiftið. Hon setti tvey persón- lig met, og vann í alt fýra heiðursmerki. Mynd: Savnsmynd Vejle ruddar út C M Y K 14