hósdagur 12. juni 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 108 - 12. juni 2003
Kim Simonsen
(Frankfurt am Main)
Her eru smáir týskir býir,
óendalig
fjøll,
myrkir
skógir og framvið motor-
veginum her í Hünsrück
eru campingpláss. Útvarpið
tosar um dystin í dag móti
die Färöer in Torshavn við
longu brotum úr bløðunum
um hvat ballack og Kahn
hava sakt um dystin í
Skotlandi.
Tað er løgi at koyra
gjøgnum landslagið í dag.
Sólin er øgilig tað eru 29
hitastig og í morgin verða
eini 33 hitastig. Bussførarin
er ikki ein dag eldri enn 20
ár. Líkist einum persóni úr
The Matrix við hasum
sólbrillunum. BMW og
Mercedesbilar koyra 180
og 200 framvið. Vit eru nú
uttanfyri stórbýin Frankfurt
am Main. Her eru trý spor
hvørju megin og ongin
avmarking av ferð.
Her í hesum økinum í
Hünsrück liggur Schab-
back, ið er býurin í sjón-
varpsrøðini Heimat, ið snýr
seg um eina vanliga familju
í hesum økinum frá 1917 til
1962. Hendan røðin, ið er
gjørd av Edgar Rietz er
ótrúlig. Maria er gift við
Poul, hann hvørvir eftir
fyrra heimsbardaga. til
USA. Synir Mariu og Pouls
fara í annan heimsbardaga.
Annars er pilotur og hin
tikin til fanga sum soldatur
í Russlandi. Triði sonur
Maria er Hermann, ið er ein
kensluborin
yrkjari
og
tónasmiðjur, ið hatar heim-
staðin sum pestin. Hann
forelskar seg í tænastu-
kvinnuni hjá mammuni
sum 17 ára gamal. Seinni í
aðru røðini kallað Die
zweite heimat, fer hann til
München
at
lesa
á
Konservatoriunum har og
møtir listafólki, tónleikar-
um og hópin av kvinnum.
Hann vil ongantíð aftur til
forbannaða
heimstaðin,
men lærir at München eis-
ini er ein "heimat" ein
heimstaður. Hetta er hin
besta sjónvarpsrøðin eg
havi sæð, ið sigur søguna
hjá Týsklandi í 20 øld. og
tey grefligu sár, ið enn eru á
týsku fólkasálini.
Eg lesi eitt blað fyri og
annað eftir um dystin. Á
forsíðuni er Frankfurter
Allgemeine eru annars
vanlig tíðindi at Týskland
er í kreppu, at tað ikki er so
lætt longur at fáa týska
búskapin at halda á.
Munur á londum
Eg fleyg úr Svørríki. Tók
tokið úr einum landi til eitt
annað. Úr Keypmannahavn
kom eg langt uttan fyri
Malmø í Skåne, har øll
ljóða sum tey hava ein
frosk sitandi í hálsinum.
Svøríki er eitt vakurt land,
alt er so friðarligt og ófar-
ligt á ein hátt. Kvinnurnar
er ljósærdar og brosa. Tað
er nærum vakurt á jarn-
breytastøðini í Malmø,
kanska er tað tryggleikin í
svenska vælferðarsamfel-
aginum, ella eisini eru tey í
Malmø nøkur bygdafrell.
At koma úr Keypmanna-
havn, ið er stórur og larm-
andi, fólk eru stressað og
líkjast arbeiðsnarkoman-
um, og enda í Malmø er nú
løgi. Eg fann eitt flogfar og
løtu seinni var eg í Frank-
furt í Týsklandi. Hevði eg
ikki veri her fyrr hevði eg
fingin ein mentunarskelk.
Her eru eingi bros, alt er
brotið og lítið hugnaligt er
á jarnbreytastøðini. ein
dummur hundur skuldi
hava 53 Euro fyri eina billet
til Stuttgart. Javel DB –
Deutches Bahn – er helst
eisini í kreppu og hevur sett
prísin í loft.
Sama dagin siti eg í
oysregni og lesi Die Zeit.
Tey flyta bert innum um tað
regnar her. Her drekka tey
Apfelwein við mineral-
vatni, eina Hefe Wiesse øl
og eta stórar Bretzel, ið er
sum ein stór kringla, ið
smakkar av salti og syru, og
egnar seg ótrúligani væl til
øl.
Í gamla býarpartinum í
Frankfurt am Main sita fólk
við long borð. Á hesum
eplavínbryggjaríinum
á
Grosse Ritterstrasse 49
stendur tíðin still í tí annars
so ótrúliga ríka og moder-
naða Frankfurt. Býurin
liggur vakur við Main ánna,
men er vandamikil, hótt-
andi og skítfullur av nar-
komanum, horum, hustl-
arum og desperatum. Vit
eru í Miðeuropa og langt
frá Norðanlondum. Tey
ólukkuligu eru eins vanlig
sum tey ríku, við stórum
bilum, tí hetta er stórsti
bankabýurin í Europa, har
er ein stór getto av ríkum
fólkum.
Her í hunaligu barrini
sita tey og hugna sær, her
minnir
um
køkin
hjá
Katrine, ið er kona Grise-
handler Oluf Larsen í
Matador. Tað er sum um
tíðin hevur staðið still her í
85 ár. her sita ung og eldri,
eingin
tónleikur.
Tey
drekka av ljósum gulum
gløsum við eplavíni, ella
cider sum vita kalla tað.
Ovast á matarkortinum her
eru rættir sum: "Frankfurter
Würtchen",
"Brautwürst
mit Sauerkraut" og eitt hav
av ymiskum Schnitzels.
Hetta ljóðar gamalt og
týskt, men eg haldi hetta er
í ordan í dag. Júst á hesum
stað eru tey stolt av teirra
mentan. Her er okkurt
ektað, í mun til turkiskar
pissabarrir, kebap fastfood,
Mac Donalds, kinverskar
keðiligar súr og søt sós
støð. Tað er sum um matar-
mentanin í øllum Norður-
europa er horvin og vit bert
sita og eta kopi italienskan
mat, feitan amerikanskan
mat og svansi hjá arabarun-
um, ið er bíligt, men oftani
vánaligt. Her hava tey gott
vín og ótrúligar øl, nakrar
av heimsins bestu. Hvat
tørvar hjartanum annað eitt
slíkt kvøld í Frankfurt?
Ein mynd úr Frankfurt am Main
-Ein hugleiðing
Sum framhald av
grein frá týska-før-
oyska vinarfelagnum
í blaðnum í gjár,
prenta vit í dag grein
frá einum øðrum
føroyavini. Nevnliga
Louis Wilson, sum er
búsitandi í Onglandi,
men sum eisini var
staddur í Hannover í
fjør heyst:
MEMORIES OF AN
AUTUMN NIGHT IN
HANNOVER
Tonight at Torsvøll one
must hope that the Landslið
can carry on exactly where
they left off last October in
Hannover. They left the
field in triumph as the
whole stadium rose as one
to applaud their heroic
efforts. In the last few
minutes of the match
Hjalgrim
Elttør
found
himself one on one with
Oliver Kahn after sharply
latching a headed flick
from John Petersen. He
slotted the ball wide of the
giant goalkeeper only to
agonisingly see it hit the
post. The shock of this
incident
silenced
the
German fans as well as
their Oompah Band while
the Faroese fans gave voice
to their feelings with a
rendition of "Tú Alfagra
Land Mítt" that resounded
through a now otherwise
silent stadium.
This was the climax of an
unforgettable
night
of
drama, spectacle and em-
otion. Here were the tiny
Faroe Islands taking on
mighty Germany for many
years a dominant power in
International football and
runners-up in the recent
World Cup finals. More-
over Germany were playing
in there own backyard with
35,000 supporters expec-
ting them to provide a goal
feast. And this is exactly
what one feared when they
scored from a penalty
awarded in the first minute
after some desperate de-
fending by Oli Johannesen.
But this is when the
Faroese team showed their
strength of character. There
was no panic or lack of
confidence. They remained
well organized and started
to settle into a rhythm and
launch some attacks of
their own. They were urged
on by their supporters
whose chants of "Føroyar _
Føroyar" became more
insistent as the match wore
on. A whole forest of Faro-
ese flags were being waved
and the effect of this was
magnified when the spec-
tacle was shown on the
giant screen in the opposite
corner of the stadium.
We had the equalizer
before half time and then
Klose putting Germany
ahead again. This seemed
to stir the Faroese into
being even more attack
minded. Instead of the sort
of damage limitation they
would have resorted to in
previous years they had the
confidence to attack and go
for an equalizer. This was
the same spirit shown when
they pressed for a winning
goal against Scotland the
previous month. Germany
remained
dangerous
throughout but they were
prevented from scoring by
an inspired shot stopping
performance
by
Jákup
Mikkelsen which had the
German papers unanimous
in acclaiming him as man
of the match the following
morning.
So here we had the
Landslið taking on the
might of Germany in a
game of open football and
coming
within
a
few
millimeters of a draw. This
enhanced
the
growing
respect for the Faroe Is-
lands in the Football World.
They are no longer seen as
a pushover or a novelty
team to be patronised but
serious opponents who are
capable of giving any other
national team a difficult
time. If they draw on the
qualities they showed in
Hannover and maintain
their concentration and
discipline there is every
reason to hope that they can
further add to that reputa-
tion tonight especially aga-
inst a German team seem-
ingly short of confidence
after their 1-1 draw with
Scotland.
Tað søgdu tey eftir Hannover
C
M
Y
K
16
Nr. 108 - 12. juni 2003
17
Á Viðareiði hava tey
sett sær fyri, at happ-
ing skal burtur úr
skúlanum. Til at
røkka hesum máli,
hava tey skipað ein
bólk, ið verður
nevndur »Hirðin«.
Tað eru næmingar úr
5., 6. og 7. flokki, sum
hava fingið litið ta
stóru ábyrgd upp í
hendur at vera hirðar
hjá sínum skúlafeløg-
um. Aftrat næming-
unum, er eitt umboð
fyri lærararnar, eitt
fyri foreldrini og
skúlaheilsusystirin í
hirðabólkinum
SKÚLI OG
TRIVNAÐUR
Orð og myndir: Rúna
Sivertsen
Í heyst gjørdu tey á skúl-
anum á Viðareiði eina trí-
deilda endamálsorðing, har
trivnaður er raðfestur ovast.
Síðani koma læring og um-
hvørvi.
- Skulu børnini læra,
mugu tey fyrst og fremst
trívast, sigur Anita
Køtlum Petersen, skúla-
leiðari.
Við hesum í huga varð
farið undir eina virkisætlan
móti happing, við loysunar-
orðinum, »Eg síggi teg, eg
hoyri teg - og góðtaki teg!«
»Hirðin«
Síðani varð gjørd ein ætlan
fyri ein bólk, ið skuldi
hjálpa til at fáa happingina
burtur úr skúlanum. Bólk-
urin fekk navnið, »Hirðin«.
- Hirðin virkar fyrst og
fremst eftir meginreglum
skúlans, sum eru trivnaður,
læring og umhvørvi og eftir
virkisætlanini móti happ-
ing: Happing ÚR Viðareið-
is Skúla.
Við hesum grundarlagi
verður farið undir at stovna
ein bólk, sum hevur sum
aðalmál at stríðast ímóti
happing og antisosialum
atburði. Við antisosialum
atburði verður sipað til
atburð, sum á allan hátt
brýtur niður samfelagið,
sum er millum næmingar,
lærarar, skúla og heim,
stendur millum annað í
ætlanini fyri »Hirðan«, sum
varð góðkend á stýrisfundi
14. mai.
Ung við ábyrgd
- »Hirðin« er settur av 4
næmingum; 1 úr sjeynda
flokki, 2 úr sætta flokki og
1 úr fimta flokki. Orsøkin
til hetta er, at sjeyndi flokk-
ur er elsti flokkur á skúlan-
um, og er tann flokkur, sum
fer fyrst. Tí er best, at sætti
flokkur er best umboðaður,
og kanska eisini hevur
næmingaformannin.
Tá næmingarnir úr sætta
flokki fara í sjeynda, fáa tey
eina
størri
vegleiðandi
ábyrgd í »hirðanum«, tí tey
hava nakrar royndir frá
árinum fyri, og hava tá eitt
innlit í viðurskifti, sum
hirðin hevur verið fyri.
At hava eitt umboð úr
fimta flokki kann tykjast ov
brátt, men verður hugsað
um møguleikarnar, sum
standast av at geva einum
næmingi ábyrgd tíðliga í
hansara skúlalívi, kann tað
vera við at menna barnið
sum næming og fólk, siga
tey á skúlanum.
Umframt næmingarnar
eru eisini trý vaksin í hirða-
bólkinum, ein lærari eitt
foreldur og skúlaheilsusyst-
irin.
Geri tað við gleði
Maria er ein av næmingun-
um, sum er vald í hirða-
bólkin.
- Eg geri tað við gleði, tí
eg veit hvat tað er at verða
happað, sigur hon.
»Hirðin« er demokratiskt
samansettur. Næmingarnir
stillaðu valevni til bólkin,
sum síðani varð valdur. Á
sama hátt stillaðu lærarar-
nir sítt umboð, og foreldra-
bólkurin stillaði eitt foreld-
ur.
At stilla upp til »Hirðan«
er eitt álvarsmál - bæði fyri
vaksin og børn. Tað skal
ikki verða tikið lætt. Við
arbeiðinum fylgir ábyrgd -
og álit.
Tað er ikki bara sum at
siga tað, at verða valdur til
hirða. Fyri tað fyrsta hevur
hirðin tagnarskyldu, og
umframt tað, skal hann ella
hon hava ávísar eginleikar.
Í gerandisdegnum eru
hirðarnir tó fyrst og fremst
vanligir næmingar. Tey
hava fingið eina uppgávu,
ið kann samanlíknast við til
dømis tað at vera umboð í
næmingaráðnum.
Eygu, oyru og
hjartalag
Tey, sum eru vald til hirðar,
eru børn við hjartalagi og
serligum eginleikum at
eygleiða.
Flestu
teirra
kenna á egnum kroppi, hvat
tað vil siga at verða happ-
aði.
Trý av teimum eru komin
inn í lærarstovuna at greiða
frá hirðatænastuni.
- Vit skulu duga at síggja
og hoyra - og vit skulu vera
viljug at nýta ta tíð, sum tað
krevur at vera hirði, sigur
Marjun, sum er hirðovasti.
Tey halda ikki at ábyrgd-
in er ov stór, tí tey hava
vaksin fólk aftrat sær, sum
tey altíð kunnu koma til.
-
Enn
hevur
hirða-
bólkurin bara virkað í fáar
dagar, men vit síggja longu,
hvørja positiva ávirkan eitt
slíkt arbeiði hevur fyri
skúlan, sigur Anita.
Hirðabólkar eru kendir
aðrastaðir, m.a í Svøríki
hava tey góðar royndir við
slíkum bólkum.
Eitt stað fyri øll
Umframt at fáa happingina
burtur, fer hirðabólkurin
eisini at virka fyri, at Viðar-
eiðis skúli verður eitt betri
stað fyri øll - og at viður-
kenna at øll eru ymisk og
hava rættin til at vera tað.
Vilt tú vita meir um
»Hirðan«, far so á heima-
síðu skúlans,
www.skulin.fo/vid
»Eg síggi teg, hoyri teg - og góðtaki teg!«
Hirðar í
Viðareiðis
skúla
Marjun er hirðovasti í bólkinum »Hirðin«. Fríggjadagin vóru hon og hini í bólkinum og vitjaðu flokkarnar, og greiddu frá
hirðatænastuni
Stendur tað til hesi børnini, verður happing ikki longur at finna í skúlanum á Viðareiði. Genturnar eru frá vinstru: Maria,
Jonhild, Marjun og Margit. Dreingirnir eita Esmar og Absalon
17