Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 108 - 12. juni 2003 Nr. 108 - 12. juni 2003 19 - Hetta er fyrstu ferð, at ein fjørður er kannaður so neyvt, sum Fuglafjørður er kannaður hesaferð. Vit avgjørdu at kanna Fuglafjørð, tí her er so nógv ymiskt virksemi úti á og fram við fjørðinum, sigur leiðarin á Hav- lívfrøðiligu Royndar- støðini í Kaldbak. Sosialurin var við, tá ið Biofarið kannaði botnviðurskiftini á Fuglafirði BOTNKANNINGAR Orð: Vilmund Jacobsen Myndir: Jens Kr. Vang Ein góðveðursdag herfyri var Sosialurin við bátinum, Biofarinum hjá Havlív- frøðiligu Royndarstøðini í Kaldbak, vanliga nevnd Biofar. Í fimm dagar høvdu fólk av royndarstøðini kannað botnin á Fuglafirði, og tað var júst hendan fimta dagin, vit fingu høvi at vera við. Hetta var ein áhuga- verdur túrur og manningin, sum taldi seks fólk, var ógvuliga fryntlig og fyri- komandi. Tað er altíð áhugavert at vera í námindi av Guttormi Djurhuus, sum var ein av manningini og hevur starv- ast fast hjá Biofar í eina tíð. Hann veit ein heilan hóp um náttúruna og um tað, sum livir og andar í henni. Leiðarin á royndarstøð- ini, Jan Sørensen úr Havn, var bæði greiður og skila- góður. Við teirri vitan, hann hevur um botnviðurskifti og allar tær kanningar, sum Biofar hevur gjørt, kundi hann óivað skjótt tosað ein tíðindamann um koll. Men Jan vísti okkum, hvat tey høvdust at á Fuglafirði og læt okkum síggja, hvat gekk fyri seg og gav okkum høvi at spyrja. Hóast orðið, "bio", ljóðar so mikroskopiskt og tor- skilt hjá einum vanligum tíðindamanni, var hetta eingin ræðandi túrur, ið snúði seg um minstu smálutir, men ein hugnalig ferð saman við teimum, sum dagliga starvast á royndarstøðini í Kaldbak. Hini, sum við vóru, vóru Regin Joensen av Toftum, Jógvan Fróði Hansen úr Leirvík, Jana Jacobsen úr Kaldbak og Laura Mary Jacobsen av Kirkju. Øll líka fyrikomandi og blíð. Hetta var, sum nevnt, fimti dagurin á Fuglafirði, og ætlandi skuldu tey kanna botnviðurskiftini har einar tveir dagar aftrat. Umfatandi kanning Jan Sørensen, ið tók við starvinum sum leiðari á Havlívfrøðiligu Royndar- støðini í 1997, tá ið Arne Nørrevang gavst, sigur, at Biofar er almennur stovnur undir Mentamálaráðnum. Navnið er broytt, síðan royndarstøðin byrjaði í 1988, men tað eru tey, sum framvegis rópa stovnin, Biofar. Tilsamans sjey fólk starvast á Biofar, sum tekur sær av ymiskum uppgávum viðvíkjandi botninum og tí, sum í botninum livir og nørist. Jan sigur, at fleiri av upp- gávunum, sum stovnurin tekur sær av, verða bílagdar av øðrum, og tí hevur Hav- lívfrøðiliga Royndarstøðin eitt rímiliga stórt inntøku- gevandi virksemi. Hann sigur, at inntøkur- nar soleiðis eru líka stórar, sum tann játtan, ið stovn- urin fær á fíggjarlógini. Kanningarnar, sum Bio- far hesar dagarnar gjørdi á Fuglafirði, eru goldnar av Oljumálaráðnum. - Vit hava fingið nakað av peningi til hesa uppgávu og hava valt at gera eina neyva kanning av botnviðurskift- unum á Fuglafirði. Jan sigur, at hetta er fyrstu ferð, ein fjørður er kannaður so neyvt, sum Fuglafjørður er kannaður hesaferð. - Vit avgjørdu at kanna Fuglafjørð, tí her er so nógv ymiskt virksemi úti á og fram við fjørðinum, sigur hann. Hesar dagarnar kannaðu tey seks fólkini Fuglafjørð fyri organiska og kemiska dálking. Lítil dálking Jan sigur, at hóast nógv ymiskt virksemi hevur verið í Fuglafirði í mong ár, og aling eisini hevur verið úti á vánni, er ikki líkt til, at fjørðurin er nógv dálkaður. - Kanningarnar hesar dagarnar hava avgjørt ikki víst, at Fuglafjørður er serl- iga nógv dálkaður. Sæð í ljósinum av tí virksemi, sum er her, er tað kanska undrunarvert, at so lítil dálking er at síggja. Hann sigur, at tey hava staðfest lítla dálking fram við bryggjuni, har virkini eru, undir landinum hinu- megin og suðuri á fjørðin- um, har aling fer fram. Úti á er eingin dálking. - Okkara fyribils meting- ar vísa, at samlaða dálk- ingin á Fuglafirði er ikki nógv at tosa um, sigur Jan Sørensen. Botnurin á Fuglafirði er bleytari út fyri bygdini, har lítið rák er, men úti á er hann meira blandaður og sandkendur. Mesta dýralívið er at finna, har botnurin er blandaður. Dýrini, sum Biofarið tek- ur upp úr mógvi og sandi, verða mikroskopiskt kann- aði á royndarstøðini í Kaldbak. Tað tekur langa tíð at gera slíkt arbeiði, og ilt er at siga endaliga, hvussu vorðið er, fyrr enn hesar kanningar eru lidnar. Guttormur Djurhuus sig- ur, at dýralívið er ógvuliga sigandi í slíkum kanning- um. - Vit kunnu siga, at dýrini karakterisera økið. Hann vísir á, at í botnin- um finnast serliga tvey sløg av maðki, umframt onnur smádýr - Talan er um sjógv- maðkin og tráðmaðkin, sum eitt ótal er av. Tað er serliga sjógvmaðkin, vit kanna. Av hesum eru kanska eini 1000 sløg undir Føroyum, harav summi sløg tola meira dálking enn onnur. Vísir tað seg, at nógv er av tí maðkinum, sum tolir dálking og minni av øðrum dýrum, ið ikki tola nógva dálking, kann tað vera ein ábending um, hvussu støðan er. Uppgávan hjá maðkinum niðri við havbotnin er - eins og omaná jørðini - at "velta" jørðina, soleiðis at hon gerst gróðrarrík og lívgevandi. Guttormur Djurhuus sigur, at ein sonevnd pH- Redok kanning vísir, um Hóast nógv virksemi av ymiskum slagi er Fuglafjørður lítið dálkaður súrevni er eftir í botninum á ymisku støðunum, ið eru kannað. Slóðbrótandi arbeiði Biofarið, ið er báturin, sum Havlívfrøðiliga Royndar- støðin eigur og rekur, er væl útgjørdur til tær kann- ingar, sum stovnurin ger. Jan Sørensen vísti okkum eisini, hvussu Olex-skip- anin virkar, sum Biofarið hevur havt í eini tvey ár. - Skipanin vísir okkum neyvt, hvørji økir eru kann- að, og hon vísir eisini, hvussu botnviðurskiftini eru - um talan er um bleyt- an ella harðan botn. Hann sigur, at skipanin hevur nógvar møguleikar og er ógvuliga hent, tá ið botnkanningar verða gjørd- ar. Meðan Sosialurin var við Biofarinum, tók manningin mógv upp av botni við einum lítlum grabba, sum teir loraðu niður við kran- anum og hálaðu uppaftur. Frammanundan høvdu tey eisini tikið mógv upp við einum røri, sum tey kundu stinga einar 25 cm. niður í mógvin. Jan Sørensen sigur, at á henda hátt kunnu tey kanna, hvussu dýralívið er í ymisku løgunum niðri í mógvinum. Sum skilst, broytist dýra- lívið skjótt niðureftir á tann hátt, at nógv mest lív er í ovaru løgunum. Men hetta veldst eisini um, hvussu tilfarið er. - Í mógvinum minkar dýralívið skjótt niðureftir, tí mógvurin liggur so tættur, og lítil ilt sleppur til. Hinvegin kanst tú finna lív longur niðri, tá ið talan er um leysari tilfar, sigur hann at enda. Havlívfrøðiliga Royndar- støðin í Kaldbak hevur verið slóðbrótandi á sínum øki í Føroyum. Ímyndin av hesum arbeiði var Arne Nørrevang, sum leiddi hetta arbeiði í fleiri ár. Men framvegis í dag finna tey á Biofar út av ymiskum, sum higartil hev- ur verið ókunnugt - og sum ikki er staðfest í Føroyum áður. Tey, ið kannaðu botnviðurskiftini á Fuglafirði við Biofarinum, vóru (ikki í raðfylgju); Jan Sørensen, leiðari, Tórshavn, Guttormur Djurhuus, Kaldbak, Regin Joensen, Toftir, Jógvan Fróði Hansen, Leirvík, Jana Jacobsen, Kaldbak og Laura Mary Jacobsen, Kirkju Biofarið er væl útgjørdur og væl egnaður til botnkanningar inni á firðunum, tá ið veðrið er gott Meðan Sosialurin var við Biofarinum, nýttu tey hendan grabban at taka mógv og sandtilfar upp av botni við. Fyrr um dagin høvdu tey tikið upp við einum røri, sum stingast kann einar 25 cm. niður. Dýralívið í ymisku løgunum verður kannað á royndarstøðini í Kaldbak Manningin á Biofarinum var bæði blíð og fyrikomandi, og hýrurin var góður C M Y K 19 18