Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 12. juni 2003 21 Avensis fimm stjørnur Nýggi Toyota Avensis hevur fingið fimm stjørnur í seinastu EuroNCAP krasjtest- unum, og verður hann mettur sum tryggasti bilur í sínum klassa. Avensis er samstundis fyrsti bilur, sum hevur fingið fimm í stjørnur eftir nýggju strongu reglunum. Kelda. Motor Magasinet Zafira designprís Meira enn 46.000 les- arar av týsku bilbløð- unum "AUTOStrass- enverkehr" og "mot" valdu herfyri Opel Zafira til vakrasta bil. Hetta er fjórðu ferð, at Zafira er valdur sum tann bilirin í sínum klassa, sum hevur út- sjóndina við sær. Kelda: GM Danmark RX-8 Ársins motor 50 motorjournalistar úr 22 ymiskum lond- um, saman við blað- num "Engine Techno- logy International", hava valt Wankel- motorin í nýggja Mazda RX-8 til Ársins Motor 2003 Kelda: Tíðindaskriv frá Mazda Fyrst í apríl fingu kommununar í Mið- vágs og Sandavági ein felags nýggjan brand- bil. Bilurin kostaði 1,2 mió. krónur við allari útgerð. Parta- felagið Vágatunnilin rindar umleið helvt- ina av bilinum, sum eisini skal brúkast um okkurt óhapp hendir í sambandi við tunnulin TILBÚGVING Magnus Gunnarsson Nýggi Ford 550 brand- bilurin hjá Miðvágs og Sandavágs kommunu lýkur øll krøv sum brunalógin ásetur. Bilurin er ein Ford 550 4x4 við V8 turbo dieselmotori við intercool- ara og 270 hk. Hetta er fyrstu ferð at Ringe Karrosseri A/S hava bygt ein amerikanskan bil um til brandbil. Bilurin bleiv keyptur beinleiðis úr USA og umbygdur til brandbil. Teir tóku bilin og skóru takið á førarahúsinum sundur heilt fram til for- rútin og víðkaðu húsið við 15cm í hvørjari síðu, fyri at geva betur pláss til at tríggir roykkavarar kunnu sita á baksetrinum. Kassin aftan fyri húsið er innrættaður við ein 2000 litur vatntanga og bæði há- og lágtrýst- pumpu. Ein teleskop ljós- mastur kann skjótast upp úr takinum við trýstluft og ein trýbýttur stigi liggur omaná takinum, roykkavraútgerð er innbygt í setrini, so tað er skjótt og latt at lætta seg í tey, tað eru eisini tvær hátrýstslangur sum eru 60 m langar við strálirøri, sum ger tað møguligt at fremja eina skjóta sløkking. Hetta er bert nakað av tí, sum ein slíkur bilur er útgjørdur við. Har er annars alt sum brunalógin ásetur. Fleiri sýna áhuga Ringe Karrosseri A/S er ein fyritøka í støðugari menn- ing innan uppbygging av flutnings- og tilbúgvingar- akførum. Tilsamans 15 fólk arbeiða í fyritøkuni. Brand- bilurin til Miðvágs og Sandavágs kommunu er fyrsti bilurin teir hava bygt til Føroyar, men hann verð- ur ikki tann síðsti, tí fleiri aðrar kommunur í landin- um hava sýnt bilinum stór- an áhuga og eru í ferð við at bíleggja sær ein brandbil frá Ringe Karrosseri A/S. Ein fyrimunur við bilum í hesari støddini, er, at teir eru ikki ov stórir, sam- stundis sum teir eru kvikir og skjótir á staðið, tá brúk er fyri teimum. Umframt brand- og tilbúgvingarbilar umbyggja Ringe Karrosseri A/S eisini avlamisbilar og innrætta vørubilar. Ringe Karrosseri A/S – uppbyggja brand- og tilbúgvingarakfør Nýggi Ford 550 brandbilurin hjá Miðvágs – Sandavágs kommunum. Bilurin hevur innbygdan lyktapela Mynd: Edvard Joensen Dagfinn Petersen úr Miðvagi er brandmeistari Mynd: Edvard Joensen Bilurin verður umbygdur hjá Ringe Karrosseri A/S Mynd.: Árni Jakobsen 21 Í farnu viku kom fyrsti Mazda2 til landið. Bilurin, ið avloysir Mazda Demio, verður gjørdur í Valencia í Spania. Mazda2 verður gjørdur sum hatchack við fimm hurðum og fæst í útgávunum: LX, GLX og Sport BILAR Magnus Gunnarsson Myndir: Jens Kristian Vang Síðst í januar varð bil- redaktiónin á Sosialinum boðin við til Barcelona í Spanien, tá nýggi Mazda2, sum verður gjørdur í Valencia, varð frumsýndur fyri evropeiskum Mazda bilhandlarum. Mazda2 er ein heilt nýggjur bilur, sum verður gjørdur á somu verksmiðju í Valencia sum t.d. Ford Fiesta, tað eru tó japanskir verkfrøðingar, sum skipa fyri menningini og fram- leiðsluni av Mazda2. Bil- urin er gjørdur í sama stýli sum Mazda6 hvat viðvíkur designi og innrætting við t.d. alulook á instrument- borðinum. Talan er um ein 5 persónabil við 268 litra viðførisrúmi, tá baksetrini verða løgd niður er við- førisrúmið 1.044 litrar. Lessihæddin aftan er lág, umleið 50 cm, so lætt er at leggja størri lutir inn í bilin. Um baksetrini og høgra forsetur verða løgd fram, er pláss fyri tveimum súkkl- um í bilinum. Innan er eisini gott pláss, Tað er ein frøði at hava onkrar lutir at leggja frá sær tí bilurin hevur skuffur, hillar og rúm allasatðni, og bilurin er góður at koma inn í. Nakkapúturnar aftan kunnu koyrast heilt niður, so tær ikki taka útsýnið aftur eftir, tá tær ikki eru í brúk. LX, GLX og Sport Mazda2 fæst í útgávunum LX, GLX og Sport. Í stand- ard útgávuni, LX hevur hann t.d. fjarstýrt sentral- lás, hita í forsetrunum og radioskipan, sum verður fjarstýrd frá rattinum. GLX útgávan hevur el-síðurútar framman og aftan, el-síðu- spegl við hita, tokulyktir og seks hátalarar. Í Sport útgávuni hevur hann sportinntrekk, leðurratt og 15" alu-felgur. Bilurin fæst við hesum bensinmotorum: 1,25 litur við 75 hk, 1,4 litur við 80 hk og 1,6 litur við 100 hk. Hann fæst eisini við 1,4 litur commmon-rail diesel- motori við 68 hk, hesin er sera orkusparandi, hann koyrir heilar 22,0 km/l. Trygdin er eins og í størri bilum við t.d. ABS bremsu- skipan og DSC (Dynamic Stability Control), airbag framman, í síðunum og gardinairbag. Mazda2 verður gjørdur sum ein praktiskur hatchback við 5 hurðum. Hjá Berg Motors vænta tey sær eins nógv av Mazda2, sum tey hava upplivað tað við Mazda6, ið varð sera væl móttikin. Nr. 108 • hósdagur • 12. mai 2003 • 77. árg. Mazda2 1,25i LX Motorurin 1, 25 litur 4 syl. bensin 75 hk 0-100 km/t 15,1sek Bensinnýtsla 15,9 km/l Dekkstødd 175/65R14 Stødd og vekt Longd 393,0 cm Breidd 168,0 cm Hædd 155,0 cm Eginvekt 1125 Kg Viðførisrúm 268 litrar Prísur kr. 146.700,- Søluumboð Berg Motors Staravegur FO-100 Tórshavn Tel.313535 Fyrsti evropeiski Mazda komin Lessihæddin aftan er lág, umleið 50 cm, so lætt er at leggja størri lutir inn í bilin Mazda 2 er fyrsti Mazda, sum er gjørdur í Europa C M Y K 20