mikudagur 1. desember 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FRÆLSI-— JAVNAÐUR — BROÐRALAG 66. ÁRGANGUR
" Fyritaksstjóri Kisan Dabí Joensen - Térfinn Smith - | Uppseting PA Sesiakuri Argjum 110 Tórshærn
Ljósmyndari: Kalmar Líndenskor Hilmar Jan Hansen - Prent: Pt Pressan 1881 | Teisíon: 11828 Telefax: 14720
Nevndarsessir!
NÚ hava vit upplivað so nógvar skelkir
í samfelagnum hetta seinasta árið, at tað
skal nógv ul fyri at fáa fólk at gerast
kløkk ella bilsin av nøkrum sum helst
Stóru bankarnir missa eginkapital, og
nýggj innspræning verður gjørd frá
almennari síðu. Fossbankin stongir med
alla og fólk missa pening og arbeiði.
Soleiðis kundi verið hildið fram. Mitt í
øllum hesum meldrinum fáa vit so at
vita, at stjórin í Fíggingargrunninum
heldur tað vera eitt gott hugskot at velja
fiskivinnustjóran í Tinganesi í nevndina
í Føroya Banka.
TEY eru helst mong, sum ikki hava
givið sær stórvegis fær um hesi "smá"
tíðindi, tí her er so nógv annað. Men
spurningurin er, um tað ikki júst er rætt
at stegða á og hefta seg meira við júst
hetta nevndarvalid. Ikki tí at maðurin
eitur antin hetta ella hatta, men meira út
frá spurninginum, um tað í heila tíkið er
sambærligt at lata ein av hægstu em-
bætismonnunum í Tinganesi, sjálvan
fiskivinnustjóran, røkja ein
nevndarsess í einum av bankunum!
IKKI so lítið av rumbli hevur annars
staðist um júst hetta at velja lykla-
persónar í samfelagnum í eitt banka-
nevndir. Tosað hevur verið um
inhabilitet, um hetta at velja persónar í
slíkar nevndir sum hava ov mikið at
gera frammanundan og so hetta at velja
velja persónar, sum hava verið við í
yvirbjóðingini í 80-unum og ovurbrúk-
inum at umsita týðandi nevndarsessir
oman á tað heila. Vit sóu, hvat hendi, tá
stjórin í SEV varð valdur til nevnd-
arformann i Føroya Banka. Hann mátt
seinni taka seg aftur so ella so. At
fiskivinnustjórin í Tinganesi nú hevur
játtað at fara í nevndina í sama banka
kann tykjast mongum ovboðið. Ti - er
tað ikki vandi fyri, at hesin persónur
skal ul at tæna fleiri harrum - lands-
stýrinum ødrumegin og bankanum
hinumegin. Spurningurin er um ikki
fiskivinnustjórin kemur at vera in-
habilur fyri tað fyrsta í bankanum,
síðani í Tinganesi og harnæst á báðum
stóðum í senn! Ber tað í heila tikið til
hjá einum persóni í einum so
tydningarmiklum almennum starvi
eisini at kunna røkja åhugamålini hjå
einum banka? Eftir okkara tykki er
hetta líuð sambæriligt. Við blaðið í dag
sigur sami maður, at hann hevur ikki
havt stundir rættiliga at umráða seg,
men er talan um åhugakonfliktir, so er
talan um eina nýggja stødu, sum
landsstýrið má taka stæðu til. Tað eru so
hansara orð, men spurningurin er eisini,
um ikki embætismaður í so týðandi
sessi átti at gjørt sær hetta greitt longu
áðrenn hann í heila tikið játtaði at taka
við starvinum!
TAÐ undrar annars, at fyrispurningurin
frá Fíggingargrunninum ul fiskivinnu-
stjóran at taka við slíkum starvi kemur
so seint sum bert fáar tímar, áðrenn
eykaaðalfundur verður hildin. Annars
undrar tað okkum eisini stórliga, at
sami Fíggingargrunnur, sum jú er tann,
ið hevur stóran part av valdinum í Før-
oyum í dag, skal loyva sær at útnevna
varastjóran í Den Danske Bank til
nevndarformann f Føroya Banka. Her
skilja vit ikki logikkin: um somu tíð
sum danski bankin sleppur sær undan
skyldum sínum í Føroyum og hann
annars er komin í sera ringt ljós millum
føroyingar, so tekur leiðslan í Figginga-
rgrunninum uttan at spyrja nakran eftir
og velur varastóran í danska bankanum
í oddasessin í Føroya Banka.
HVAT gongur fyri seg spyrja mong?
Hvat hendir veruliga aftanfyri
leiktjøldini og hvørja ávirkan hevur
landssins stýri í heila ukid á tær stóru
avgerðirnar, sum verða tiknar um
framtíðina hjá hesum samfelagnum
kundi verið spurt! Og hví skuldi
Fossbankin nú bráddliga avhøvdast
kunnu vit halda fram við at spyrja! Var
tað rætt og náttúrligt at gera tað ella var
hetta bara ein roynd frá “ókendum
kreftum” at forða einum banka við út-
lendskum kapitali at fáa fastari fótafesti
í framtíðar Føroyum? Og nú so lítið
fæst at vita og øll bara mugu taka til
gitingarnar, so verður aftur og aftur
spurt: er alt hetta bert ein liður í einum
stórum “komplotu" um rikidømid í
undirgrundini, ella er alt hetta sum
hendir veruliga tað skilabesta at gera í
eini roynd at fáa hetta land á føtur
aftur???
T
SPURNARTEKINI eru mong og tey
bara rúgva seg upp. Alt ímeðan hetta
hendir flyta føroyingar av landinum og
føroyingar flyta eisini pengar sínar av
landinum. Einki sýnist at kunna halda
teimum aftur, tí her er einki at vera
verandi til. Og tað eru longu tey, sum
meta støðuna so ålvarsama, at tey
samanbera hana við, tá írar máttu rýma
til Amerika undan fåtækradøminum og
høpisleysu støduni í heimlandinum!
MIKKELSEN verður sagdur at vera
sterkasti maður í Føroyum í dag. Tað er
hann sum avger gongdina. Valið av
neyndarlimum og formonnum í bank-
unum eru bert brikkar í einum stórum
talvi. Harra Mikkelsen: er tað so og er
tað rætt, at hver tann einasti leikur í
hesum talvi fyri langari tíð síðani er
umhugsaður? Hvat er tað út vilja við
framtíðar Føroyum og føroyingum, tit,
sum í veruleikanum hava buktina og
báðar endar!!! Tú skyldar Føroya fólk
eitt svar upp á hesar og so mangar aðrar
spurningar. Og somuleiðis til aftur-
vendandi spurningin: heldur tú teg
hava - nú eftir einum ári sum stjóri í
Fíggingargrunninum - nóg gott innlit í
føroyska samfelagið og ti, sum tænir
hesum samfelag best , til at taka stórar
avgerðir, sum ikki bert fólk í dag, men
so sanniliga eisini komandi ættarliðav
føroyingum koma at liva undir? Og til
landsstyri og løgting: hvat vita tit og
hvat meta tit - og hvørjar leikir hava tit
umhugsað í komandi tíð?
upptskuroyndum og endalig-
um royndum eiga ikki at slak-
ast (rætt einum vissum persóni
lítlafingur...), men um nakað
heldur gerst effektivari. (Og
sleppið øllum misskiltum/und-
irbrotligum minnilutakenslum
um, at føroyskt er ikki eins gott
og onnur mål. Føroyskt er nógv
betri, um nakað).
-Lesarabrøv ;
Gevid børnunum mergjada fødslu,
bædi handaliga og andaliga
Ringid!
- og vit skriva
(O11820
Vár í Olavsstovu meinar, attað
er best, at eitt barn sjálvt velur
sína andaligu fødslu, (= bøk-
ur). Í veruleikanum verða tað
tá onnur, ið velja fyri barnið, tí
barnið kann bert velja ímillum
tær bøkur, ið tøkar eru. Dentur
eigur í úrvalinum altíð at verða
lagdur á (góðar) føroyskar
bøkur, fyrst og fremst. Síðani
íslendskar ella enskar, ið jú
líkast nógv meira føroyskum
viðurskiftum. Tann ógrundaði,
ératinelli, ið nøkur hava ímóti
góðum, føroyskum talu- og
skriftmáli og orðum, hesin ill-
vilji er ein gamaldags, púra
reaksjoner deyðvekt, ið nøkur,
sum altíð reflexivt eru ímóti tí
nýggja og rætta, dragsa við
sær. Tó kunu hesi eins lítið
forða óspiltum føroyskum at
vinna fullan frama. Sum aftur-
haldið í sínari tíð orkaði at
forða ti nýggja rock'n roll
dansinum, ið spjaddist um all-
an vesturheim og longur.
Byggjum á klettagrundina.
Tað er longst sum best. Spell, at
íslendingar, ið koma hendan
vegin, tala danskt ella norskt/
svenskt, men ikki íslendskt
ella føroyskt. Fólk undirmeta
seg sjálv, um tey halda seg onki
íslendskt skilja. Íslendingar
skulu tala ein mun skilligari og
ótíttari enn vant. Føroyingar
skulu gera sær ómak at lurta
væl eftir. Tá man tað mesta/alt
verða væl skilt. Tað ger onki,
um ikki øll tala, føroyingar
hoyra, er reip-rennandi havra
suppa, ella mjólkarvatn. Tað er
sunt og gott at fáa ektaða sunna
turra ella roykta, ella aðra
harða fødslu, sum tå tyggir
sjálvur væl við jakslum tínum.
H. K. Lakxness, kendur ís-
lendskur Nobel-prísvinnari í
bókmentum (og hann skrivaði
bert á rót íslendskum, uttan
hvat sum henda seg kundi,
onkra enska grein). H. K. Lax-
ness skrivaði í eini grein, at tey
børn, ið byrja mentabreytina
við: Lítla, gula hønan fann ræ.
Tað var lítið fræ, tey børn
standa seg verri í lívinum enn
hini, ið byrjaðu lestur við at
statla seg igjøgnum. Munsters
hugleiðingar, ella: Ísland, far-
sælda Frón, eftir Jónas Hall-
grímsson, er H. K. Laxness á
beinari leið.
Vár vil lata børnini sjálv
velja andaligu fødslu sina.
Hvussu við tí handaligu fødsl
uni? Um barnið einans vil eta
kongabomm ella bismarks
bollar ella bróstsukur ella
sukurlátu ella anna sukur, skal
barnið so fáa sín vilja? Og um
barnið einans vil drekka jolly-
kola ella koka-kola ella pepsi
kola ella sodavatn, onki annað,
skal barnið eisini tá fáa sín
vilja? Skulu foreldrini ikki
blanda seg upp í, ti »barnid veit
sjálvt best<? Men flestu for
eldur munnu tó hugsa, at barnið
eigur at fáa mergjaða, sunna
fødslu, bæði andaliga og
handaliga. Men tað er ábyrgd
arleyst, um barnauppalarar/
foreldur siga vid børnini: Pass-
ið tykkum sjálv, gerið alt, sum
titvilja, út vita best. Verjar (for-
eldrini) barnanna blaka tá
ábyrgdarskyldu sína frá sær.
Frá ti at børn verða fødd, til tey
eru myndug, mega tey læra
rættan atburð og alt. Tað læra
tey ikki av sær sjálvum, men
verða ógvuliga nógv ávirkað
av umhvervinum (foreldrum/
systkjum/vinum/sðrum), með-
an tey mennast og vaksa.
Gerið ikki sum eftir gamlari
søgn, Psammetik, Egypta
kongur, sum fyri at vita hvat
mål varð talað, avbyrgdi 2
neyðars børn frá tey vóru fødd,
til 12 ára aldur. Tástaðni fingu
tey loyvi at koma saman við
ødrum. Men tå dugdu tey sjálv-
andi onki at tala. Eittans orð
dugdu tey, tað frýgiska BEKA,
týðir breyð, og hetta frýgiska
orð rópaðu bæði børnini, aftur
og aftur. Symbolistiskt kann
tað tulkast, sum um tey rópaðu
eftir andaligari fødslu. Men
Psammetik kongur útlegði úr-
slitið so, at frýgiskt er elsta mál
heimsins, men tí er onki hald í.
Foreldrini hava alla ábyrgd-
ina, bæði handaliga og anda-
liga, av børnum sínum, til tey
eru myndug.
Foreldur eiga at stuðla og
vegleiða síni børn. Børn hava
altíð brúk fyri atonkur er (veru-
liga) góður við tey. Og at lata
bømini gera akkurát sum tey
vilja(taðer í lagi við hvert, men
ikki altíð), tað er misskilt
góðska, ella likasæla.
Krøvini í føroyskum í øllum
til:
A
NR
}
Á 7
Sjúrður Jógvansson
TROLARI Ynskist
35—45 m hekkutrolari ynskist til keyps
vid ongum reidskapi. Skrokkur og
maskinari mugu vera í góðum standi.
Áhugi er eisini fyri ødrum stállínuskip-
um í somu stødd.
Vinarligast sendið uppl. og prísupp-
skot (á skandinaviskum ella enskum)
Fax. no. (009) 46 8 7103090
ADC. reisøn
Láarvegur 14 - Tórshavn Tlf. 15828 - Fax 15893
1 ARBEIDSHANDSKAR
til oll endamál — bæði á sjógvi og landi