hósdagur 12. juni 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 108 - 12. juni 2003
- Óttin fyri Føroyum í
Týsklandi
Kim Simonsen
(Baden- Württemberg)
Her í Suðurtýsklandi er
steikjandi heitt, í gjár eini
29 hitastig í skugganum í
dag er heitari, men týsku
bløðini loypa ikki fram av
av hitanum, men eru sera
varin og fair mótvegis dyst-
inum í dag. Stóra fótbólts-
blaðið Sportmagazin Kick-
er hevur í dag Føroyar á
Forsíðuni. Mynd er av Rudi
Völler á forsíðuni, ið sigur
at Týskland skal hava øll
trý stigini móti Føroyum.
Avísin Sonntag Aktuel hev-
ur stórar greinar um fótbólt
og eina ferðafrásøgn úr
Føroyum,
við
nógvum
myndum í litum. Frank-
furter Allgemeine og Das
Bild hava øll Føroyar á
forsíðuni í hesum døgum.
Tríggir
ítrottartíðinda-
menn skriva í serliga EM-
blaðnum hjá Sportmagazin
Kicker at týska Landsliðið
væntar klassa og at liðið
tykist ikki trúgva egnum
evnum fyri tíðina. Yvir-
skriftin er "Die Furcht vor
den Färöern", ella óttin fyri
Føroyum. Teir skriva at tá
týska landsliðið lendu í
Vágum klokkan 12 í gjár
høvdu teir ikki gloymt at
Hjalgrím Eltør rann fríur
fram við Oliver Kahn í 83.
minutti í Hannover í 2002.
At á "Seyðaoyggjun-um"
(sum teir í heilum kalla
Føroyar) koma hesir spæl-
arnir við ringu royndum úr
Skotland, har Týskland
spældi 1:1. Hetta lagt
saman skapar týska óttan
fyri Føroyum. Teir eru
bangnir fyri at um Týskland
spældi sum í Skotlandi
koma teir "unsere blaue
Wunder erleben", t.v.s. at
teir koma at uppliva teirra
óvæntaða fall. At uppliva
"eine blaue Wunder" er ein
óvæntað hending, ið tó er
elvd av t.d. at kenna seg
hástóran, sum vit sóu við
Eysturríki, ið kom at
merkja teirra lívs "blaue
Wunder" í 1990 í Malmø í
Svørríki. Liðskiparin Oliv-
er Kahn (Bayern München)
sigur seg vera bangan fyri
hesi hending, um teir spæla
sum í Skotlandi leygar-
dagin. Michael Ballach
(Bayer München) heldur
fyri: "at í dystinum móti
Skotlandi spældu vit móti
einum sera veikum liði,
men vit høvdu ikki sjálvs-
álit so einki er avgjørt móti
Føroyum" .
Undirmeti ongantíð
hin lítla
Ein fótbóltur er enn rundur
og einki annað er avgjørt
siga 3 gamlir landsliðs-
spælarar á týska lands-
liðnum, ið allir eru samdir
um at neyðugt er at vera
eyka varin móti smáum
londum.
Hannes
Löhr
spældi í 1967 0:0 móti
Albanien, han sigur at
eisini vise-heimsmeistarar
og heimsmeistarar kunnu
tapa móti fótbóltsdvørgum.
Hann vónar, at hetta ikki
kemur at henda. Ull Stellke
spældi í 1982 á týska
landsliðinum og var við tá
teir taptu 1:2 móti Algeria.
Hann sigur at afrikanarnir
spældu í eini eufori eftir
fyrra málið. Hann heldur at
bæði Kahn og Ballack eftir
dystin í Skotlandi hava sæð
vandan við teim smáu, ið
ger at teir ikki tora at siga
so nógv um Føroyar. Kirst-
en Mund spældi í 1997 3:2
móti Albania, meinar tó at
Týskland kemur at vinna í
Føroyum.
Føroyingar eru sterkir
Berti Vogts venjarin hjá
Skotlandi helt fyri í blað-
num Sportsmagazin Kick-
er, at hann eftir 7 septemur
2002 við 2:2 dystinu, lærdi
at Føroyingar hava sterkar
spælarar og at liðið hevur
fleiri skjótar og hegnigar
spælarar. Ballack heldur
fyri í somu grein, at neyð-
ugt er at vit fáa tamarhald á
spælinum, vit skulu hava
bóltin, gerst tryggari við
bóltinum og ikki missa
bóltin so oftani sum í
Skotlandi".
Spælarin Miroslav Klose
fylti 25 ár Annan Hvítu-
sunnudag, hann hevði ikki
tíð at halda føðingardag.
Áloyparin frá FC Kaisers-
lautern, sum við sínum 28
landsdystum hevur fingið
14 mál, sigur seg ikki vita
nógv um fólk í Norðan-
londum, annað enn at tey
eta nógvan seyð. Men tað
er langt síðani at Klose
hevur fingi mál til lands-
dyst, so hann er kanska ikki
so vandamikil.
Bløðini
hava
stórar
myndir av føroysku og av
týsku liðuppstillingini. Tey
stóru ítrottarbløðini hava
langar áhugaverdar tulking-
ar av dystinum í Skotlandi,
ið eisini seta fram taktik um
dystin í dag í Føroyum.
Serliga at defensiva lokaða
spælið má umsetast til
skjótt offensivt spæl. Spæl-
arnir eiga at vita hava teir
skulu leggja megina, ser-
liga minnast at renna fram
við síðunum á vøllinum.
Niðurstøðan er at skal týska
liðið ikki gera somu feilir
sum móti Litavia og móti
Skotlandi móti Føroyum,
skal hepni til, ella endur-
taka teir helt bert 2:1 í
Hannover.
Vit vinna sum einki
Jens Jeremies er eitt undan-
tak frá restini av spælar-
unum í bløðunum, hann
heldur at: "móti Føroyum
vinna vit sum einki", stolti
Bayern München Lands-
liðsspælarin ivast ikki um:
"um vit brúka øll hundrað
prosentini soleiðis koma vit
at sleppa undan óvæntað-
um úrslitum (blaue Wund-
er). Føroyingarnir eru ikki
veikari enn skotar. Teir eru
taktiskir
og
í
góðum
formi". Spurdur um hvat
skal til fyri at vinna svaraði
Jeremies: "Vit skulu halda
feððina, halda bóltin, spæla
skjótari og vera nógv meiri
offensivir". Vinna vit so?
Spyr blaðmaðurin: "Vit
vinna heilt víst".
Nógv er eisini at hoyra
um dystin í Føroyum og um
Føroyar á týskum útvarps-
støðum og í stjónvarpinum
fyri tíðina. Samanumtikið
eru røddirnar sera trilvandi
og eingin tori at siga alt ov
nógv um dystin áðrenn
hann er leiktur.
Fótbóltur 11 juni. 2003:
Tey smáu londini eru vandamikil
Týsk bløð skriva millum
annað, at hepnið skal til,
bara fyri at endurtaka 2-1
sigurin í Hannover
Fyrrverandi týski landsliðsvenjarin, Berti Vogts, sigur, at hann
eftir 7 septemur 2002 við 2:2 dystinu, lærdi at Føroyingar
hava sterkar spælarar og at liðið hevur fleiri skjótar og
hegnigar spælarar
C
M
Y
K
24
Nr. 108 - 12. juni 2003
25
-Ein roynd at skapa
ein nýggjan europe-
iskan samleika og eitt
”kjarnu Europa”. Sjey
heimskendir in-
tellektuellir vilja
styrkja europeiska
samleikan.
Kim Simonsen
Týsk bløð skriva í hesum
døgum nógv um at eitt nýtt
europeiskt almenni møgu-
ligani er føtt. Kendi týski
heimspekingurin
Jürgen
Habermas, italienski Um-
berto Eco, franski Jacques
Derrida, Fernando Savater
frá Spania, Gianni Vattimo
úr Italiu og Richard Rorty
úr USA hava tikið seg sam-
an at orða eina tulking av
einum nýggjum møgulig-
um og neyðug samleika
fyri eitt ”kjarnu Europa”.
Teirra
boðskapur
vakti
stóran ans. Teirra tulking er
at vit í Europa í dag eru
veik og ósamd mótvegis.
Hetta serliga í viðurskift-
inum til USA. Bløð sum
FAZ (Frankfurter Allge-
meine Zeitung), Libération,
La Repubblica, El Pais og
Süddeutscher Zeitung hava
skriva nógv um hetta í
hesum døgum. Royndin hjá
habermas og teimum kendu
intellektuellu er ein visión
um eina yvir-tjóðar euro-
peiska ”tjóðarbygging”, í
eini tíð har serliga Franka-
ríki og Týskland eru sera
ósamd við USA og langt
frá hvørjum øðrum.
Jürgen Habermas er ein
stórur heimspekinguri og
sosiologur, ið upprunaliga
kom úr kenda Frankfurtara-
skúlanum, ið fram til annan
heimsbardaga helt til í
Frankfurt an der Oder.
Habermas er nógv virdur
millum manna og tað klæð-
ir tiltakinum at hann stend-
ur á odda, ið leggur seg tætt
at ein grein hann skrivaði í
1996 um nationalstatin í
Europa í dag sum er undir
broytingum eftir at ES,
altjóðagerðingin og broytt-
ar heimsmyndir krevja eitt
nýtt slag av virðum, har t.d.
hvør tjóð ikki kann halda á
at vísa á eina savnandi
kensluborna eind, ið vísir
til ein tjóðskaparligan sam-
leika, ið nærum altíð er
skaptur á einum mytiskum
og irationellum lendi, sum í
endar við at blaka inn-
flytarar og onnur fólkasløg
í einum landi í ein bólk, ið
eitur ikki veruligir ”týsk-
arar”, ”danir” ella ”frans-
menn”. Bólkurin av in-
tellektuellum vilja skapa
eitt
sterkt
og
savnað
Europa,
eitt
”kjarnu-
europa”, har londini hava
sama uttanríkis og trygdar-
politik. Die Zeit finst tó at
ætlanini, at hon er hin sama
sum eftir annan heimsbar-
daga, at sameina Fraklandi,
Týskland, Belgia, Luxsem-
burg og Italien (í dag uttan
Berlusconi). Skribenturin
hjá Die Zeit er bangin fyri
at eitt slíkt tiltak kann enda
sum eitt ”nationalistiskt”
rakstrarróp og sum ein
slagsangur, eins og ein
internationale. Die Zeit er
sum ein týsk avís runnin úr
einum týskum siði at
demonisera alt, ið bert
minnir um nationalismu, ið
møguligani í hesum føri er
ein skeiv meting.
Hvat er europiskt og
hvat er ikki?
Teir intellektuellu í bólkin-
um royna at tulka hvat er
europeiskt í dag. Mangan
endar ”tað europeiska” sum
tað, ið ikki er amerikanskt.
habermas heldur t.d. fyri at
europeiskur samleiki bygg-
ir á sekularisering (mót-
vegis amerikanska Bush),
at vilja fremja sosialar
skipanir,
vistfrøði,
eitt
atfinningarsemi mótvegis
tøkni, mótstøða mótvegis at
hin sterkari hevur rætt, ikki
at vilja geva statinum meiri
vald. Habermas heldur at
grundfest europeisk virði
ikki sum so eru europeisk,
men vesturlendsk og tí
meiri universel. Ameriku-
maðurin Richard Rorty er
við í bólkinum fyri at
styrkja Europa, og á tann
hátt at fáa eitt annað og
betri Amerika. Emberto
Eco úr italia er ikki samdur
við Habermas, hann heldur
ikki at alt er so einfalt.
Amerika er ikki móti hes-
um virðum, sum eru í orð-
ingini hjá Habermas. Eco
meinar ikki at Amerika er
”the other/das Andere”.
USA og Europa
Italski
heimspekingurin
Gianni Vattimo, ið eisini er
limur í Europaráðnum, við-
gongur at ein ávís øði mót-
vegis Bush liggur aftanfyri
hesa álvarsomu royndina at
seta fram ein europeiskan
samleika. Vattimo meinar
at neyðugt er at: ”skapa
eina aðra visión um lívið,
eitt annað hugtak um tað
góða lívið og eina aðra
eksistentiella ætlan”.
Handan ætlanina er eisini
ein roynd at fyrihalda seg
til valdsjavnvágina í dag, til
heimskapitalismuna,
ið
byggir á upplýsing og á
gomul klassisk vælferðar-
hugtøk, í mun til trúðar- og
liberalismumentania
í
USA.
Á ein hátt eri eg samdur
við fleiri kritikarum, ið
hava ført fram, at Haber-
mas og hinir intellektuellu
byggja ein verjugarð rund-
an um ein longsul eftir for-
tíðini, tíðina áðrenn 1989,
altjóðagerðingina, 11 sep-
tember 2001 og at gomlu
eystanlondini skjótt eru við
í EU. Habermas og Derrida
vóru frammi longu 15
február við atfinningum
motvegis USA. Teir skilja
ikki at t.d.ein maður sum
Václav Havel stuðlaði USA
í Irak, at hetta ikki bert var
av populistiskum orsøkum,
men av at hesin og onnur
eystanfyri hava livað síni
bestu ár í diktatoriskum
statum, ið tey intellektuellu
vestanfyri ikki funnust at.
Vilja fólk sum Habermas
ikki viðurkenna hitt veru-
liga stóra Europa og at tíðin
eftir 1989 er ein onnur,
kemur
hetta
tiltak
at
doyggja. Tankin um at
sleppa av við eina so stóra
amerikanska
politiska
ávirkan í Europa er í lagi
Kim Simonsen
Týskland er í kreppu, ið
serliga sæst á vaksandi
arbeiðsloysinum. Ser-
liga Berlin er hart raktur
skrivar Die Zeit. Roynd-
in at byrgja upp fyri
arbeiðsloysinum við 138
milliónum Euro í Berlin
er miseydna. Serliga eru
tað ”die Ossies”, tey í
fyrrverandi DDR, ið eru
arbeiðsleys. 13 ár eftir
samanleggingina
av
báðum týsklondunum,
er enn stórur munur á
lívinum í Vesturtýsk-
landi og eystaru økjun-
um.
Tey ríkastu Bundes-
londini í tí sameinda
Týsklandi eru Bayern
við stóra og ríka kraft-
sentrunum München og
grannaøki Baden-Wütt-
emberg, ið m.a. fram-
leiðir teir flestu týsku
bilarnar.
Sjálvt um tey í Eyst-
urtýsklandi í dag arbeiða
umleið einar tríggjar
tímar meiri enn tey í
vestaru grannaøkjunum,
so forvinna tey minni.
Gerhard Schröter og
flokkurin SPD hevur av
øllum alvi roynt at
broyta hetta, m.a. við
sloganinum ”mut der
veranderung”, ella mót
til at fremja broytingar. Í
Týsklandi í hesum døg-
um er nógv skriva um
Agenda 2010, ið er
politiska ætlanin hjá
SPD. Tað stendur púra
greitt at týski búskap-
urin ikki hevur tað gott,
og neyðugt er tí at
fremja stórar sparingar. Í
Agenda 2010 ætlanini er
serligur dentur lagdur á
arbeiði og útbúgving,
her hugsa tey serliga um
tey eystan fyri Elben
ánna, har ein millión
fólk leita eftir arbeiði. Í
fleiri økjum eru 19%
arbeiðsleys, ið er meiri
enn helvtina fleiri enn í
restina av stóra landin-
um. Fleiri støð er ídnað-
urin í gamla eystur-
týsklandi skramblaður
saman, eingin torir at
seta pening í nakað har,
so úrslitið gerst at eingi
nýgg virki koma.
Við Agenda 2010 er
greitt at fíggjarmálaráð-
harrin Hans Eichel skal
spara minst 15 milliardir
Euro (helst 18) (hetta er
umleið 115 milliardir
krónur hvørt ár). Tá
Bundestingi og Bundes-
økini koma saman eftir
summarfrítíðina fara tey
at kjakast um Agenda
2010 ætlanina, ið fólk
ræðast. Hetta ger ikki
javnaðarflokkin
SPD
serliga vældámdan, tí øll
koma at finnast harð-
ligani at honum, sjálvt
um flokkurin helst einki
annað kann gera í hesi
støðu. Hetta fer at hevna
seg illani við næsta væl
og ”er ein stórur skaði
fyri flokkin” sigur ein
fremstandandi javnaðar-
kelda í Die Zeit (ið er
hin mest virda avísin í
Týsklandi). Týskland er
skjótt
sjúklingurin
í
Europa. Í passar illani
við myndina av hesum
sterka ídnaðarlandi vit
eru von við at hoyra um.
Tað hevur stóra ávirk-
an á Danmark at týski
búskapurin er so illani
fyri, tí Týskland er hin
størsti marknaðurin fyri
danskar
landbúnaðar-
vørur.
Hvørji eru vit
í Europa?
Týskland í mótvindi
– Agenda 2010
Kim SImonsen hugleiðir
25