hósdagur 12. juni 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 108 - 12. juni 2003
Nr. 108 - 12. juni 2003
27
10. juni vóru 20 ár
liðin síðani KFUM
skótarnir á Glyvrum
vóru settir á stovn.
Hetta varð hátíðar-
hildið í Missiónshús-
inum á Glyvrum týs-
kvøldið við framsýn-
ing, talum og drekka-
munni
SKÓTAR
Ingrid Bjarnastein
Glyvrar: Sjálvt um regnið
dýkir á uttanfyri, so hava
heilt fitt av fólki leitað sær
í Missiónshúsið á Glyvrum.
Týskvøld er, men fyri
skótarnar er hetta ikki eitt
heilt vanligt týskvøld. Tí
10. juni vóru liðin 20 ár
síðani KFUM-skótarnir á
Glyvrum vóru settir á
stovn.
20 ára haldið varð hátíð-
arhildið av úlvum, skótum,
gomlum skótum, foreldr-
um, bólkaráðlimum, leiðar-
um og øðrum sum á ein ella
annan hátt hava ella hava
havt tilknýti til skótarnar á
Glyvrum.
80 er miðaltalið
Til hátíðarhaldið týskvøld-
ið helt Lasse Klein, fyrrver-
andi bólkaráðsleiðari, eina
røðu um søguna hjá KFUM
skótunum á Glyvrum.
– Tað var í 1983, at Flóv-
in Jacobsen, Jóhan Hans
Hansen og Hilmar Jan
Hansen bóðu meg koma at
hjálpa teimum við skótaar-
beiðinum á Glyvrum, og eg
tók sjálvandi beinanvegin
av, tí sjálvur havi eg verið
limur í KFUM skótunum
síðani 1956, greiddi Lasse
Klein frá í røðuni.
KFUM-skótarnir
á
Glyvrum hava øll árini hús-
ast í missiónshúsinum – í
kjallaranum har.
– Tá vit byrjaðu í 1983
høvdu vit 120 limir, og
hetta talið hevur svingað
upp og niður, men miðal-
talið hevur ligið um einar
80 limir um árið. Hetta vil
siga, at tilsamans hava
1600 børn og ung verið
limir hjá KFUM-skótunum
á Glyvrum.
Skótarnir á Glyvrum
hava limir úr øllum bygd-
um á eystara armi á Skála-
fjørðinum, og metir Lasse
Klein, at áhugin fyri skóta-
lívinum hevur verið ovur-
hondsstórur.
– Skótaarbeiðið krevur
nógv av teimum, sum dag-
liga fáast við tað, og skóta-
rørslan hevur eisini merkt
bæði upp- og niðurgangs
tíðir. Men bólkaráð, sum
eru foreldur, hevur havt
stóran týdning, og ikki at
gloyma teir ótroyttiligu
leiðararnir, segði Lasse
Klein.
Mennandi
Lasse Klein dylir ikki, at
skótarørslan hevur stóran
týdning.
– Endamálið hjá okkum
er at fáa ung at møta gleði-
boðskapinum. Uppala tey
til góðar samfelagsborgarar
og geva teimum eina fel-
agsábyrgd og virðing fyri
medmenniskjunum.
Hesi seinastu árini hava
30 ymisk fólk mannað
bólkaráðið hjá KFUM-
skótunum á Glyvrum, og
60 leiðarar hava tikið sær
av úlvum og skótum sein-
astu árini.
–
Skótalívið
er
eitt
spennandi og mennandi frí-
tíðarítriv. Ungdómurin um-
boðar ein týdningarmiklan
part av okkara samfelag í
dag. Tey eru tann mest
kensluríki og livandi part-
urin. Og havi eg nakað
ynski, so er tað, at vit eiga
at standa saman sum ein
felagsskapur, har vit fáa
møguleika at knýta bond.
Við stremban fáa vit eitt
gott oglæruríkt samfelags-
lív, tjóð okkara at frama,
segði Lassen Klein at enda.
Heilt fitt av fólki var
komið saman til at hátíðar-
halda dagin saman við
skótum, úlvum og leiðar-
um, og stólarøðirnar í
Missiónshúsinum vóru so
at siga allar fullar.
Aftaná røðuna hjá Lassa
Klein vórðu ljósmyndir frá
eini skótalegu í Noregi
vístar. Felagssangur var eis-
ini á skránni, sum Eivind
Simonsen, skipaði fyri.
Framsýningin sum varð
sett upp á ovaru hæddini á
Missiónshúsinum
hevði
myndir frá teimum mongu
árunum skótarnir hava ver-
ið á Glyvrum og ymiskt
annað frá fyrstu tíðini hjá
skótaliðnum.
Aftaná var drekkamunn-
ur til gestirnar í kjallaran-
um, og umframt kaffi og
annað gott, so vóru tvær av-
bera vakrar køkur. Tær
vóru skrýddar við litaðum
marsipani, sum vísti merk-
ið hjá KFUM-skótunum.
Heilt avgjørt ein hugnalig
løta fyri úlvar, skótar og øll
hini.
KFUM skótarnir á Glyvrum 20 ár:
Skótarørslan stóran týdning
Ein avbera vøkur køka
skrýdd við marsipani var til
gestirnar á 20 ára stovning-
ardegnum hjá KFUM-
skótunum á Glyvrum
Heilt fitt av fólki var møtt
upp í Missiónshúsinum á
Glyvrum. Stólarøðini vóru
mestsum øll full
UTTAN ÚR HEIMI
Metstórt hall
Hallið á amerikansku fíggjarlógini kom upp í 291
milliardir dollarar í síðsta mánað, og mett verður, at tað
kemur upp á einar 400 milliardir dollarar, áðrenn hetta
fíggjarárið endar.
Hallið í mai var ein triðing størri enn hallið í apríl, og
tað er samstundis nýtt met. Gamla metið var frá 1992,
tá tað var var 290 milliardir dollarar.
Til samanberingar kann nevnast, at í 2000 hevði
USA 236 milliardir dollarar í avlopi á fíggjarlógini.
Men teir pengarnar og meiri afturat hevur sitandi
stjórnin nýtt til skattalættar, størri hernaðar- og trygd-
arútreiðslur og kríggið í Irak, samstundis sum skatta-
inntøkan er minkað.
Sum heitt breyð
Tað er fáum rithøvundum beskorið at selja 200.000
bøkur eftir einum samdøgri, men tað kann fyrrverandi
amerikanska forsetafrúan Hillary Rodham Clinton nú
rósa sær av.
Nýggja bók hennara, "Living History", varð seld í
meiri enn 200.000 eintøkum tað fyrsta samdøgrið, eftir
at hon var komin í bókabúðirnar, og forlagið hevur
longu boðað frá, at tað hevur gjørt av at prenta 300.000
eintøk afturat. Í fyrsta umfari er bókin prentað í einari
millión eintøkum.
Simon & Schuster, sum forlagið eitur, hevur goldið
Hillary Rodham Clinton 50 milliónir krónur fyri út-
gávurættindini.
Eiga ikki at koyra um
náttina
Norsku vegamyndugleikarnir umhugsa nú at banna
óroyndum bilførarum at koyra um náttina, tí hagtøl
vísa, at teir eru alt ov ofta uppi í ferðsluóhappum, sum
henda í náttarmyrkrinum.
Vegamyndugleikarnir siga, at fólk, sum hava havt
koyrikort í minni enn hálvt annað ár, eru í nógv størri
vanda fyri at enda í ferðsluóhappum um náttina enn um
dagin. Hjá teimum royndu bilførarunum er munurin
nógv minni.
- Vit vita, at onnur lond hava roynt hetta við góðum
úrsliti. Í fyrsta umfari fara vit at kanna, hvussu roynd-
irnar hava verið aðrastaðni, og tað er ikki óhugsandi, at
vit fara at gera tað sama her, sigur ferðslustjórin hjá
norsku vegamyndugleikunum, Eva Solvi, við norsku
tíðindastovuna NTB.
Fríkendur men 53 ár ov
seint
Ein breti, sum varð dømdur sekur í morði og hongdur
fyri 53 árum síðani, er nú vorðin fríkendur.
Tann 27 ára gamli George Kelly varð avrættaður í
1950, eftir at rætturin hevði dømt hann sekan í at hava
myrt biografstjóran Leonard Thomas undir einum ráni
í Liverpool árið fyri.
Skyldfólk hjá George Kelly hava øll árini hildið
uppá, at hann var ósekur, og tey hava víst á, at ákæru-
valdið fjaldi sera týdningarmikið próvtilfar, so
verjarnir ongantíð sluppu at síggja tað. Millum annað
hevði eitt vitni greitt frá, at tað var ikki Geiorge Kelly,
men ein annar maður, sum framdi morðið. Málið kom
aftur í rættin herfyri, og týsdagin komu tríggir av teim-
um fremstu dómarunum í Bretlandi til ta niðurstøðu, at
grundarlagið undir úrskurðinum ímóti George Kelly í
1953 var ikki nóg haldgott, til hann at kundi dømast
fyri morðið.
Á amerikansku her-
støðini á Kuba eru tey
farin undir at byggja
eitt høli til rættar-
málini ímóti fólki,
sum eru undir ill-
gruna fyri at hava
samband við al-
Qaeda.
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Amerikanarar eru nú farnir
undir at byggja eitt rættar-
høli á herstøðini Guantana-
mo á Kuba, har teir hava
einar 680 fangar, sum eru
undir illgruna fyri at hava
havt samband við yvir-
gangsfelagsskapin
al-
Qaeda. Teir flestu vórðu
tiknir í Afghanistan og
fluttir til Kuba.
Amerikanskir embætis-
menn hava eisini umrøtt
spurningin at byggja eitt
avrættingarhøli á herstøð-
ini, men John Smith, sum
er løgfrøðingur hjá amerik-
anska hervaldinum, sigur,
at enn er ov tíðliga at siga
nakað um møguligar av-
rættingar.
- Vit hava ikki gjørt av,
hvar fangar møguliga skulu
avrættast, sigur John Smith.
Fyri einum mánað síðani
tilnevndi verjumálaráðið
Pentagon ein høvuðsákæra
og ein verja, og hetta varð
tulkað sum eitt tekin um, at
amerikanararnir ætla at lata
fangarnar í Guantanamo
koma fyri ein hernaðar-
dómstól.
- Verður talan um hernað-
arlig rættarmál, vænta vit,
at sjálv revsingin eisini
verður fullførd í Guantana-
mo, sigur John Smith.
Enn er eingin av teimum
680 fangunum skuldsettur.
Byggja rættarhøli í Guantanamo
Ísraelsku rakettirnar,
sum særdu ein av
leiðarunum í Hamas
og drupu trý onnur,
kunnu gera enda á
teirri seinastu roynd-
ini at fáa frið millum
ísraelsmenn og pal-
estinar.
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Tá Ísrael herfyri tók undir við
teirri seinastu friðarætlanini,
játtaði landið eisini at steðga
álopunum
á
palestinsk
sivilfólk, men tann tilsøgnin
varð brotin, tá tríggir pal-
estinar doyðu í einum ísra-
elskum rakettálopi týsdagin.
Álopið var vent ímóti
einum av leiðarunum í tí
víðgongda felagsskapinum
Hamas, men Abdul Aziz al-
Rantissi slapp frá álopinum
á lívi. Hinvegin kostaði
álopið einari kvinnu, einari
fimm ára gamlari smágentu
og einum lívverja hjá Ham-
as-leiðaranum lívið
Í gjár vóru stórar mót-
mælisgongur í Gaza. Tað
var Hamas, sum skipaði
fyri, og felagsskapurin hev-
ur eisini gjørt greitt, at
hann fer at hevna ísraelska
rakettálopið.
George W. Bush, forseti,
var í síðstu viku í Mið-
eystri, og hann hevur lagt
stóran dent á at seta ferð á
friðartilgongdina, og tí er
tað ikki so løgið, at forsetin
harmast ísraelska álopið.
- Tað harmar meg, at Ísr-
ael nýtir stríðstyrlur í álop-
um á palestinsk sivilfólk, og
eg haldi ikki, at ein álop sum
hetta er til gagns fyri ísra-
elsku trygdina, segði Bush
fyrrakvøldið. Hann legði
afturat, at ísraelska rakett-
álopið fer ikki at gera tað
lættari hjá palestinsku leiðsl-
uni at sannføra teir víð-
gongdu felagsskapirnar um,
at teir eiga at binda frið nú.
Í Ísrael verjir Ariel Shar-
on, forsætisráðharri, álop-
ið. Hann sigur, at Ísrael
noyðist at stríðast ímóti
yvirgangsmonnum,
so
leingi eingin annar ger tað.
Eygleiðarar í Miðeystri
siga, at ísraelska rakett-
álopið var ikki bert eitt álop
á palestinar, men eisini eitt
álop á friðarætlanina og á
Miðeystur-politkkin
hjá
amerikanska forsetanum.
Ísraelskt rakettálop hóttir
friðarætlanina
Hamas-leiðarin Abdul Aziz al-Rantissi á sjúkrahúsi í Gaza býi, eftir at hann varð saærdur í ísraelska rakettálopinum. Nú lovar
Hamas at hevna álopið, sum kostaði trimum sivilfólkum lívi
Hamas-felagsskapurin er tann næststørsti palest-
inski felagsskapurin. Bara Fatah-rørslan hjá Yasser
Arafat er størri.
Hamss er í dag tann størsti av teimum hernaðar-
ligu palestinsku felagsskapunum.
Leiðari:
Sheikh Ahmed Yassin.
Limir:
Fleiri túsund umframt fleiri túsund
viðhaldsfólk.
Støða:
Felagsskapurin hevur slitiðsamráðing-
arnar við Mahmoud Abbas, forsætis-
ráðharra um eina vápnahvíld.
Fakta
C
M
Y
K
27
26