leygardagur 4. desember 1993síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Nr. 232 — 4. DESEMBER 1993
Tíðindablaðið CH
Tá árini gerast mong
Sølvi Winther Olsen, kommunulækni, helt fyrilestur á Eldradøgunum í Norðurlandahúsinum
seinasta leygardag, sum vit hervið prenta
Ég eri biðin um at koma her í dag at siga
nakað um, tá árini hjá einum menniskja
gerast mong. Eg havi skilt tað so, at eg skal
siga nakað um hetta evni, sæð út frá einum
læknaligum sjónarmiði.
Sjálvsagt kundi eg eisini sagt okkurt um
hetta evni, sum ikki læknaligur persónur,
men tað hevði neyvan havt nakran serligan
áhuga.
Serliga tí at eg ikki sjálvur havi verið
gamal, men eg blívi tað møguliga.
Harafturiméu havi eg sum lækni eitt
ávíst innlit í tað at blíva gamal. Men tað er
mest út frá kanningum, sum eru gjørdar av
ødrum, um gomul fólk aðrastaðni
Eg veit eisini okkurt um vanligar aldurs
broytingar, og nakað um sjúkur hjá goml
um. Tíverri kenni eg ikki nakrar kanningar,
sum eru farnar fram í Føroyum av gomlum
ilki her á landi
Sum allir aðrir læknar kann eg nokk ikki
ata vera við at nevna okkurt um sjúkur, og
íknandi keðiligt. Eg vil tó heldur royna at
ikki alt, sum eldri fólk fáa við
aldrinum, er sjúka
Miðallivíaldurin hækkar
Har er sagt og skrivað nógv um hetta evnid,
tað at árini blíva mong. Vit kenna søgur um
sera gomul fólk, har Methusalem allarhelst
er tann mest víðagitni fyri sin høga aldur
Og hvat er tað so, sum ger, at vit menn-
iskju kunnu liva so leingi sum vit gera?
Man meinar, at tað er tað sokallada
Immun-apparatið, sum avger aldurin. Er
tað rætt, so skuldi verið møguleiki fyri at
blíva 560 ár. Men nógv man vera brúkt
burturav, tí vit blíva sjáldan meira enn
millum 90 og 110 ára gomul, og tað eru tað
bert heilt fá av okkum, ið gera.
Um eitt menniskja livir alt sítt langa liv,
sum fyri okkum vanligu er 72 ár fyri menn
og 77 ár fyri kvinnur, ja, so fara vit gjøgnum
nøkur sermerkt avsnitt í okkara lívi.
Har er barndómur og ungdómur, sum
glíður yvir í vaksnaaldur, og til síðst kemur
so aldurdómurin. Í hvussu so er er hetta tað
vanliga fyri nútíðar menniskjað.
Men umleið ár 1000, tá víkingarnir
livdu, tá var midallivialdurin 20 ár. Um
1800-talið, tá Nólsoyar Páll livdi, tá var
hann 30 ár. Um 1850, tá Monopolhandilin
vard avtikin, var hann 43 år. Og um år 1900
var midallivialdurin 50 ár.
Tá vóru tað bert tey fáu, sum blivu
vaksin, og enn og færri, sum komu inn í
aldurdómin.
Onki er at siga til, at gomul tá ofta vóru
høgt í metum. Tí tey vóru so sjåldsom, og
tað var vert at undrast á, hví tey enn vóru á
lívi.
visa d, at
Tey síðstu 30-40 árini er tað farin infla-
tion í at blíva gamal. Nú blívagll gomul. Og
harvið fellur virðingin kanska fyritf gamla,
kanska tí har er nokk til av teimum. Net, líka
veit eg!!
Nu ådøgum eru meiraenn 15% av íbúgv-
unum her å landi yvir 60år. Og um 20 år eru
tey kanska 25% av øllum íbúgvunum í land-
inum.
Eg fari nú at siga okkurt um tann vannliga
útviklingin hjá menniskjunum, so við og
við sum tey vaksa ul og blíva eldri.
Aftan á at vit eru fødd heldur okkara út-
viklingur fram, ígjøgnum barndóm og ung-
dóm, fyri at náa, hæddina um 25-30 ára
aldurin. Harefur fer tað spakuliga bara at
ganga afturå við okkara líkami.
Henda afturgongd er ikki heilt eins fyri
menn og kvinnur. Er heldur ikki jøvn, men
hendur í rykkum
Kanningar benda á, at aftan á at vit eru
blivin 75 ár, fer henda afturgongdin rættu
liga at taka ferð á seg. Tó ikki verri, enn at vit
kunnu klára okkum heilt væl, eisini sum 80
ára gomul. Hetta er lívsins gongd, men tað
er til at liva við
Aldursbroytingar
Livsins gongd er eisini tann, at har alla
tidina aftan å 30 åra aldurin fer ein spakulig,
men sikkur broyting fram av okkum øllum.
Hetta kallar man aldursbroytingar. Hesar
broytingar ganga út yvir alt likamid, men
Ójavnt, hvat teimum ymisku organum og
organsystemum viðvíkur.
Samstundis gongur tað eisini út yvir tær
funktiónir, sum tey ymisku gøgnini og
gøgnskipanir standa fyri. Tað åhugaverda
er, at har er so mikið stórt yvirskot at taka
av, at tað kunnu ganga nógv ár, áðrenn
funktiónirnar fara at versna so nógv, at vit
merkja tað.
Eisini er tað so, at man upplivir hesar
normalu aldursbroytingar ymist Evnini til
at klåra aldursbroytingarnar eru eginleikar,
sum vit hava fingið i arv frå okkara foreldr-
um. Tit kenna øll familjur, har fólk í allar
mátar eru sera væl fyri, sjálvt sum heilt
gomul. Meðan onnur virka gomul, hóast tey
ikki eru tað eftir kalendaranum.
Eitt annað, sum eisini er ymist frá persóni
til persón er, hvussu tann einstaki sjálvur
upplivir sínar broytingar.
Tað eru nógv fólk, sum, sjålvt um tey eru
illa farin, ikki uppfata seg sjálvan sum
verandi so illa fyri. Tey kunnu vera sjúk og
lamin, blind og deyv, men allíkavæl hava
tey mót uppá lívið, og halda seg vera bara
heilt frísk fyri aldurin.
Tað umvendaer líka so væl kent. Bert eitt
lítið brek kann fáa summi til at kenna seg
heilt útsligin og púra uttan lívsmót.
Har eru eisini gjørdar áhugaverdar
kanningar av, hvussu ein stórur bólkur av
eldri fólkum uppfata ymisk sløg av sjúkum.
Tað vísti seg, at sumt av tí, sum vit lænar
vildu kalla sjúkur, bleiv uppfatað sum
aldursbroytingar ella ellisbrek.
Tey eldru vóru samd um, lungnabruni,
blóðproppur í hjartanum og pína í mag-
anum, at tað vóru sjúkur, meðan gikt og
trupulleikar í landrásini, sum tað at hava ilt
við at sleppa av við vatnið, ella at halda
vatninum, tað vóru ellisbrek. Tað sama
hildu tey um ringa sjón og ringa hoyrn, tað
varð, sum kom við aldrinum.
R
Sølvi Winther Olsen, kommunulækni: - Vit eiga ikki at gloyma, at eisini kveldið hevur sína
longd og er ofta ein góður partur av degnum. Tað er tá vit hava møguleika fyri at vera eitt
sindur fyri okkum sjálvi, kunnu hugsa um tað, sum er hent og enntá eisini vera saman vid
ødrum og hava tað hugnaligt.
Hetta er nokso áhugavert, serliga fyri
læknan.-Tí fólk koma ikki til lækna við tí,
sum tey ikki sjálvi halda vera sjúkur. Harvið
verður kanska okkurt mist, sum man kundi
betrað um og vidgjørt. Serliga nú á døgum,
har viðgerðarmeguleikarnir kunnu vera til
staðar. Men her má eg so viðganga, at tær
mest álvarsomu sjúkurnar hevur man fram-
vegis ikki nakra viðgerð fyri.
Tað, sum ræður um er, at halda vanligu
aldursbroytingunum og sjúkunum út frá
hvørjum ødrum. Har má eg so viðganga, at
tað er trupult at halda skil á.
Somu sjúkutekin
Tey yngru og tey gomlu fáa tær somu sjúk-
urnar, stórt sæð. Men tað er stórur munur á,
hvussu tað yngra likamid og tað eldra
reagerar uppá sjúkur.
Hjá teimum yngru eru sjúkutekini ofta
harðlig og løtt at kenna. Teirra likam hevur
betri møguleikar fyri at basa sjúkuni. Tey
tola betur viðgerðina og blíva lættari og
skjótari frísk aftur.
Tann eldri kann ganga við veikum og
óforklánligum sjúkuteknum í longri tíð,
uttan at man kann finna útav, hvat tað er fyri
nakað, teimum feilar. Og so kunnu tey fáa
álvarsom sjúkutekn, sum tú heldur vera
okkurt heilt annað, og harvið verður tað
ringt at finna útav, hvussu tey skulu viðger-
ast
Hetta hava tey eldru til felags við tey
smáu børnini, sum eisini hava tað við at fáa
veik og ikki serliga typisk sjúkutekin, sum
ger tað trunult at finna útav, hví eitt barn ikki