leygardagur 4. desember 1993síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Tíðindablaðið
Eitt ljós á gøtu mini
E. A. Jacobsen
»Men Jesus segði: »Fadir fyrigev teimum: ti at
teir vita ikki, hvat teir gera!«
Luk. 23,34
Alt lív Jesusar var ein bøn til faðirsins um, at
hann måtti fyrigeva okkum syndir okkara.
Hetta er sjålvt málið fyri lívi hansara. Hann
vildi skapa meguleika fyri syndanna fyri-
geving, við á heilaga líkami sínum at bera
skuldina, sum lá á okkum øllum vegna
syndina. -Hann varð særdur våra synda
vegna og sundurbrotin vára misgerða
vegna«. Jesaja 53,5. Hesi orðini hjá Jesaja
profeti siga okkum, at hann ikki einans vildi,
men eisini gjørdi tað, sum gerast mátti, til
tess at vit skuldu kúnna fáa syndanna fyri-
geving.
Jesus gekk av fríum vilja og í lýdni móti
faðiri sínum inn undir tann dóm og deyða og
„ta skuld, sum lá á okkum øllum«, tí Gud
hevur sagt: tann, ið syndar, skal vissuliga
doyggja. Hann doyði vissuliga fyri syndir
okkara, til tess at vit skuldu fáa fyrigeving og
hava ævigt lív. Og til tess doyði hann fyri
okkum, at vit skulu venda okkum frá synd-
umokkara og venda okkum til hansara, so at
vit kunnu fáa fyrigeving.
Ben Jesusar um syndafyrigeving er grund-
að á tann krossdeyða, sum hann doyði fyri
okkum. Har vann hann fyrigeving bæði fyri
okkum og teimum, sum hinaferðina kross-
festu hann. Og tað er vilji faðirsins, at hver
tann, sum sær sonin og trýr á hann, skal
hava ævigt lív. Tað er vilji Guds at fyrigeva
teimum, sum koma til hansara.
»Ti gevi eg honum mangar i lut, og hann
skal fåa måttugar sum herfong, fyri tad at
hann tæmdi sál sína til deyða og varð taldur
millum misgerðarmanna — hann, sum bar
syndina hjá mongum og bað fyri misgerðar-
monnum«. Jes. 53,12.
25. november
Hans Bech, Porkeri, 79 åra gamal.
26. november
Sigga Johansen, Midvågi, 93 åra gomul.
Dagny Petrina Jensen, Vågi, 77 åra gomul.
Dorit Pedersen, ættað úr Havn, búsitandi í
Keypmannahavn, 62 ára gomul.
27. november
Kjartan Kjærbæk, ættaður úr Sumba, búsit-
andi í Havn, 46 ára gamal.
Tryggvi Poulsen, Strondum, 40 ára gamal.
Ingerð Hansen, Tórshavn, 60 ára gomul.
28. november
Katrina Johannesen, ættað úr Hvalvík, bú-
sitandi í Havn, 90 ára gomul.
29. november
Hanna Ellingsgárd, ættað úr Mykinesi, búsit-
andi í Havn, 76 ára gomul.
30. november
Símund Elias Christiansen, ættaður frá
Gjégv, búsitandi í Havn, 76 ára gamal.
1.desember
Jústinus Olsen, Leirvík, 82 ára gamal.
Gudstænastur 2. sunnudag í advent
Eiði: E. Olsen kl. 17.00, ljósgudstænasta. Adventshugni í
Missiónshúsinum aftaná.
Funningsfjørdur: P. O. K. Olofson kl. 12.00, altargongd
Haldarsvik: M. R. Jacobsen kl. 12.00
Hattarvik: E. Beder kl. 12.00
Havnar kirkja: Bertel Bønmelykke innsetir Jónsvein
Bech sum deyvaprest
Klaksvik: N. P. Danielsen kl.
11.00.
Langasandur: M. R. Jacobsen kl. 16.00
Miðvágur: U. Næs kl. 12.00
Norðskála: E. Olsen kl. 12.00, altargongd. Skriftarmål kl
11.40.
Porkeri: H. Joensen kl. 18.00
Selatrað: J. Fríðriksson kl. 12
00, alugongd.
Skopun: Inga P. Dam og J. R. Hansen kl. 12.00, altar
gongd
Vågur: H. Joensen kl. 11.00
Vesturkirkjan: H. Poulsen.
Elim, Søldarfjørdur
Meu verður i Elim í Seldarfirði sunnudagin kl. 19.0X
Símun Absalonsen talar. Øll eru vælkomin
Meinigheitshúsið
Tórshavn
Sunnudagin kl. 14.00: Sunnudagsskúli.
Sunnukveldið kl. 18.00: Møti v/ fólki av Strondum
Innsavnan til húsið. Barnaansing.
Mánadagin kl. 15.30- 18.06
eldri.
): ltriv fyri børnum 10 ár og
Månakvøldid kl. 20.00: Kvinnumøti.
Kom við á jóla útsglu!
Vágs Matmødrafelag skipar fyri sølu av heimavirkaðum
lutum í viku $0 í felagshúsinum. Øll kunnu vera við.
Komið inn og frættið nærri, ella ringið tlf. 73960 - 73054
Læknavaktirnar
Tórshavn: Johan
Djurhuus, tif. 14319,
leygardagin. Kaj
Kallsberg, tlf. 13150,
sunnudagin.
Eysturoy: Magnus å
Stongum, tf. 23006,
leygardagin. Andreas
Petersen, tlf. 41086,
sunnudagin.
Norðuroyggjar:
Jaspur Petersen, tlf.
56400.
Vågar: Tlf. 32413.
Suðuroy (norður):
Tlf. 71560.
Suðuroy (suður): Tlf.
73030.
Tannlæknavakt
Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst
leygardag, sunnudag
og halgidagar kl. 13.00
-14.00. Tlf. 14544.
TE M——W—|W"—"||„——
:Feðingar
25. november fingu Mina
og Bergur Bærentsen,
Greve, eina dóttur. Hon var
56 cm long og vigaði 4920
gr.
25. november fingu Laila
og Bárður Willumsen,
Hvalba, ein son. Hann var
48 cm langur og vigaði
2760 gr.
25. november fingu Eina
Gudmundsen og Sigurd
Othamar, Tórshavn, ein
son. Hann var 52 cm langur
og vigaði 3610 gr.
26. november fingu Joan og
Sigmar Jacobsen, Klaks-
vík, ein son. Hann var 56
cm langur og vigað 4400 gr.
26. november fingu Berg-
tóra Thomsen og Hans
Petur Múller, Skopun, eina
dóttur. Hon var 51 cm long
og vigaði 3650 gr.
29. november fingu Randi
og Jens Jacob Olsen, Toft-
um, eina dóttur. Hon var 55
cm long og vigaði 3950 gr
Nr. 232 — 4 DESEMBER 1993 Síða 19
Orsøkin tileldsbrunan var helst skammlop, sígur
Útvarpið, tå eldur hevur verið í onkustaðni
Hetta ófsroyska orðið er gott dæmi um hjálpar
leyst málbrúk. Meiningin skal vera kortslutning
ur. Men hetta er málsligt tarmalop, halda tey, sum
alla tíðina óttast, at okkurt er »ov danskt«. Einki
kann vera skeivan: Kort er av týskari ætt sum so
nógv túsund onnur føroysk orð. Men tað hevur
verið føroyskt í nógv hundrað ár á sama hátt sum
eitt kort, at korta, eitt kortablað, kortanei.
kortini, fyri kortum , kortspæl osfr
Sluta er eisini av týskari ætt, men er langt síð
ani komið inn í føroyskt. Chr. Matras hevur tað við
í sínari orðabók frá 1961 í formunum slútta (an
tage, formode) og slúttiligt (det mÅ man antage,
antagelig). Føroyskt er eisini Soria Moria slott Í
sínari Etymologisches Worterbuch der deutschen
Sprache ferir Friednch Kluge schliessen aftur til
latin clavis (lykil, klinka) og fornfrskt cló (nagli
Schloss førir Kluge aftur til ma. latin conclusio
konklusión = at slútta sær) Og síðan 1200-tal:3
hevur ein borg eisini verið kallað eitt slott, te
nakað sum sluttar, steingir t.d eitt landøk
Um kurtz sigur Kluge, at tað kemur av latíni
curtus (avkubbadur), men tað finst reiðiliga tíð
liga í tíðini í fornhátýskum kurt, fornfronskum
kurt, kort og í fornnorrønum kortr, kurtr
——
Tað finst altso valla eitt snøggar: og føroyskar
orð enn KORTSLUTNINGUR
Rætt er tað, at stuttur åfornnorrønum og á fer
oyskum kvæðamáli kann eita skammur. Men Í
skamm kemur eisini av skomm (td. skamm
fuktadur). Hetta orðið er ikki vælegnað til at gera
nýggjar samansetingar við. Eitt demi kann vera
tað andskræmiliga skammbyrsa, sum Hans
Andrias Djurhuus kallar pistól
Men Hans Andrias verður lopin um. Upp á sama
máta sum Hammershaimb og Jakobsen og Matras
og onnur målkøn og málgóð. Vit síggja ikki sjáldan,
at fólk, sum ongantíð hava lært normalt feroyskt,
men sum hava eitt strembingaravlop, gera eitt
målsligt skarvslop, tá tey læra seg nøkur undarlig,
heimarimpað orð og røra eitt sindur av íslendskum
útí, og 80 — hokuspokus — eru tað hesi, sum hava }
lopið førvyskt um, sum skulu avgera, hvat er før- |
oyskt. Tey eru málsliga saksalopin, og teirra |
skammiliga lop tvørtur um føroyskt og inn f tann
ráðandi málpolitikkin er eitt satt skam mlop
Almennur
dansur
Vestmenn spæla ul almenn
an dans ul frama fyn Javna í
Badmintonhellini leygar
kvøldid 4. des. kl. 22.00
Vælkone - DEKKSØLAN
litla barn
1. desember fingu Rikka og
Victor Nielsen, Klaksvík.
eina dóttur. Hon var 47 cm
long og vigaði 2275 gr.
2. desember fingu Heidi og
Tummas Thomsen, Sand-
vík, ein son. Hann var 56 SUR elelr he
cm langur og vigadi 4950 í vikuskiftunum. og
gr.