Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-12-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. desember 1993síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (37) 1) Her sita triggir av teimum, sum sigldu undir krignum, og sum nú fáa krígspensión. Frá vinstru Kristoffur Joensen, Absalon Jensen og Dånjal Jacob Jensen. Teir komu hendan dagin í tingið at lurta eftir hverja lagnu uppskotið um skattafría krígspensión mundi fáa. Dånjal Jacob dámdi uppskotið væl, men hann helt kortini, at eingin grund var fyri at gera krígspensiónina heilt skattafría. Men at brandskatta hana sum nú verður gjørt, helt hann vera skeivt. Sjálvur rindar hann umleið helmingin í skatti av ti hann fær í fólkapersión og krígspensión. Mynd: Kalmar Lagaligari skatting av krigspensión Flestu tingmenn eru samdir um, at kríggspensiónin verður ov hart skattad, men tað fer neyvan at bera til gera penstónina skattafría Tey mongu, sum í dag hava fingið krígspensión, eru sum vera man fegin um hesar eyka krónumar, men tey eru minni fegin um, at skatturin fer við einum fittum parti. Í hesum sambandi hevur Fólkaflokkurin skotið upp, at gera krígspensiónina skattafría. Hesum sjónar- miði tóku fleiri tingmenn undir við, tá uppskotið fekk fyrstu viðgerð í tinginum hósdagin. Svend Áge Ellef- sen segði, at tað hevur neyvan verið ætlanin hjá teimum, sum hava virkað fyri krígspensiónini, at so stórur partur skuldi í lands- kassan, og hesum tóku bæði Flemming Mikkelsen úr Sambandsfiokkinum og Leivur í Buð úr Kristiliga Fólkaflokkinum undir við. Flemming Mikkelsen segði, at tað var av berum politiskum gáloysni, at føroyingar máttu bíða so leingi til teir kundu koma upp í part av fáa krígspens- ión. Hann takkaði Knúti Nolsøe, sum so dúgliga hevur arbeitt við at fáa føroyskum krígspensión. krígssiglarum Ikki sðrvísi fyri enn danir Jákup Lindenskov var fólkatingslimur tá menn fóru at vira fyri, at eisini føroyingar áttu at fingið krígspensión. Samam við hinum føroyska fólkatings- liminum, Óla Breckmann, og fremsta talsmanni fyri at útvega føroyingum krigs- pensión, Knúti Nolsøe, fekk Jåkup Lindenskov fund i lag vid danska sosialmåla- rådharran, men donsku myndugleikarnir vóru ikki serliga heitir fyri málinum, segði Jákup Lindenskov. Hann legði aftrat, at ikki fyrr enn hann heitti á danska javnaðarflokkinum um at taka málið upp í fólkating- inum kom rættilig ferð á. Jákup Lindenskov visti eisini å, at talan var um eina danska pensión, og ti máttu vit helst lika somu treytir sum danir, sum fåa krigs- pensión. -Er pensiónin skattafrí í Danmark skal hon sjálvandi eisini vera tað í Føroyum. Verður hon hinvegin skattað í Danmark, verður torført at sleppa føroying- um undan skattingini. Men lat okkum nú síggja um vit kunnu finna okkurt undan- tak, segði Jákup Linden- skov. Onnur enn verri fyri Heini O. Heinesen segði seg ikki duga at skilja, hví júst tey, sum fáa krígs- pensi6n, skulu sleppa und- an skatting. Hann segði, at aðrir pensonistar, sum bert fingu sína vanligu fólka- pensión, vóru enn verrri fyri enn hesi, uppskotið hjá fólkaflokkinum skuldi hjálpa. Tjóðveldisungmað- urin helt annars, at tað var helst beint, at skatta krigs- pensiónina lagaligari enn gjørt verður í dag. Hesum seinasta var Sverre Midjord fullsamdur við tjóðveldistingmannin í. Sverre Midjord helt tað vera púra beint at taka málið upp við tí endamáli at skatta krígspensiónina lagaligari, og hann helt tað vera heilt burtrvið at landið fór við so stórum parti. Eftir drúgva umrødu varð málið um krígspensiónina beint í Skattanevndina. Nýggj restau- rant Tórshavn: Í dag klokkan 11:30 letur ein nýggj restaurant upp, VIKING RESTAU- RANT. Hendan heldur til har Tórs Cafeteria helt til fyrr. Tað er eigarin av Rio Bravo, Mouldi, sum eigur nýggju restaurantina. Umframt vanligan før- oyskan — døgurdamat vera fýra a la carte rætt- ir hvønn dag. Prisurin er tann sami fyri allar rættimar, eisini døg- urdan, 45 krénur. : * Bert samgongan atkvóddi fyri Øl skatta- uppskotini samtykt - Løgungi5 hevur nú endaliga avgreitt øØll skattalógaruppskouni frá landsstýrinum Eingin úr andstøduni atkvøddi fyri nøkrum av uppskotunum Tað var serliga upp skouð um rentuavgjlad og figgjarognaravgjald, sum hevur fingið nógva umrødu millum ung- menn. Tingmenn úr and stóðuni royndu til tað síðsta at fáa samgongu- ungmenn at ganga frå uppskotunum, men einki hálpu. Jógvan Sundstein helt uppskot ið um rentuavgjald og figgjarognaravgjald fara at vera drepandi fyri allan framburð i Føroy um Fólkafloksung maðurin vildi vera við at fólk, sum nú flyta av landinum, fáa enn minni hug at flyta heimaftur, varð uppskotið samtykt. tor.- &£GoldStar JOLATILBOD 25" litsjónvarp / CBT 2570T Deluxe stereolook, FST myndarør, tekst- sjónvarp v/ fastteksti og bladi-/leitiskipan, 40 råsir, Nicam stereo 2 x 10 w, infra- ljósstýrd fjarstýring og alskyns aðrir hent- leikar. Stutt sagt >framtíðar sjónvarpið, ið kann alt<. Kontant BERT 8.775,- Ella eitt minni GOLDSTAR? | 20" CBT 71 Kont. BERT 3.995,- 20" v/ teksti / CBT 9902X | = Kont. BERT 4.695,- | Vit senda um alt landið. SatrOnic Box 49 - 600 Saltangarå - Tlf. 48940 - Fax. 48947