Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-12-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. desember 1993síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 233 — 7. DESEMBER 1993 Carsten Høgh, marinuovasti: Skipið sera væl- eynað til Seis- miskar kanningar r -men eg trúgvi neyvan, at tað verður brúkt til tað í løtuni. Heldur er talan um at gera ljóðbylgjukanningar og kanna saltinnihald í sjónum í sambandi við at betra um kavbáta- lurting heldur ovastin á Marinustødini, Carsten Høgh, sum vísir á, at tað má vera uppgávan hjá landsstýrinum, sum gevur uppihaldsloyvi til slíkt skip, at fáa teir neyðugar upplýsingar, um hetta er ynskiligt. Tá amerikanskar kanning- arkipið “Persistent" í farnu viku kom fføroysk øki, kom tað ólógliga inn á Havnina. Tá talan er um statsskip skulu tey nevni- liga longu frammanundan søkja um loyvi at kunna koma í føroyska havn. Tað hevði Persistent ikki gjørt. Hetta vistu teir á Marinustødini og tí vóru teir eisini klárir til at vísa skipinum burtur tå tað lá á Nólsoyarfirði. Tyrlan varð gjørd klár fyri at fara út og vísa skipinum burtur. Men tá fekk Marinstødin boð úr Danmark, at ein umsókn var á veg og teir vóðru bidnir um ikki at gera meira við málið, tí tað fór at koma upp á Seinni kom ein umsókn um at geva manningini loyvi til "rekreation og hvile” og játtaði lands- stýrið henni. -Vit hava tí góða samvitsku, tí hetta vísir bert, at okkara ansingar- kipan virkar. Síðani hevur tað so verið upp til lands- stýrið at gera av, hvat skuldi henda sígur ovastin á Marinustødini Carsten Høgh víðari. Lelgað út Vit spurdu marinuovastan, hvat hann kennir til skipið. Hann sigur, at talan er um sokallað “pseudoherskip". Tað hevur litin, sum herskip hava, men tað kann vanliga keypast til ávísar uppgávur tað verið seg hernaðarligar ella sivilar uppgávur. Júst á sama hátt sum danska skipið Thetis verður leigað út til sivil endamál. Tað er Amerikanska skipið Persistent fór avstaðaftur ein dag fyrr enn ætlað. Mynd kalmar stødan í løtuni, har Thetis hevur vend leigad ut til seismiskar kanningar í Grenlandi. -Men er møguleiki hjá einum seismiskum felag at leiga hetta amerikanska skipið til at gera seis- miskar kanningar á okk- ara leiðum? -Tá er ta brot á altjóða reglur. Høgh upplýsir, at tað er Ógreitt, hvaðani skipið kom, tá tað hevði kós móti Havnini. Hann veit heldur ikki, hvat tað fer at gera, nú tað er farið avstaðaftur. -Kann eitt slíkt skip hava verið inni á før- oyskum eki og gjørt kann- ingar, uttan at tit hava vitað av tí? -Tí kann eg ikki vísa aftur, tí føroyska gkið er stórt, men Tuluaq hevur verið á økinum hesar sein- Tíðindablaðið -Vit kanna jarðsjálvtar segði ein av visindamonnunum umborð, tá onkur av bryggjuni spurdi, hvat teir gera her um okkara leiðir. Mynd kalmar astu dagamar, og vit hava eisini havt tyrluna úti. -Heldur tú sjálvur, at nakað legið er við hesum skipinum? -Tað haldi eg ikki. Eg hevði kunnað fingið nakað av vita, um eg vildi tað. Men tað havi eg ikki ynskt, tí landsstýrið hevur jú givið skipinum uppi- haldsloyvi, og gangi út frá, at landsstýrið hevur kannað øll aspekt. -Kann eitt slikt skip brúkast til seismiskar kanningar? -Tad dugi eg ikki at siga. Eg havi verid og hugt at skipinum. Tað hevur eina stødd og snid, sum ger tað vælegnað til at gera seismiskar kanningar. Nú veit eg ikki, hvgrja útgerð tað hevur umborð, men stødd og dimensión gera, at tað er sera vælegnað til júst seismiskar kanningar. -Nú sigur amerikanska sendistovan, at talan er um eitt skip, sum helst lurtar eftir kavbátum og at tað er eitt haveftirans- ingarskip. Um somu tíð sigur skiparin, at talan er um eitt havrannsókn- arskip, og tað sama hevur landsstýrið fingið at vita. Er tað ikki stórur munur millum eitt havrannsókn- arskip og so eitt eftir- ansingarskip? -Ikki heilt Hetta skipið er eisini ført fyri at gera kanningar við ljóðbylgjum og at kanna innihaldið av salti í sjónum og harvið kanna teir faktorar, sum hava rættiliga stóra ávirk- an á, hvussu neyvur sonar, ið skal leita eftir kavbátum kann vera. So talan er eisini um eitt havrannsóknarskip sigur ovastin á Marinustødini. Sjålvur heldur hann ikki, at skipid f løtuni ger seismiskar kanningar. Hann heldur ikki tað er nakað loyniligt við skipi- num sum so annað enn tað, at ger tað kanningar, sum kunnu brúkast her- naðarliga, so er ikki vanligt at tosa um hetta. -Men eg havi tó tann møguleikan sum Island Commandor, sigur Høgh vidari, at eg kann fara umbord å øll skip, sum eru í havn ella i føroyskum øki, men tað ætli eg mær ikki at gera. Akt! Ikki boðum frá landsstýrinum -Men fer landsstýrið at biðja teg gera tað, hvat ger tú so? -Ég fari ikki at gera hetta eftir boðum frá landsstýrinum. Tað hevur ongan myndugleika at áleggja okkum slíkt. Skal eg gera tað kortini, so má tað koma sum eitt ynski frá uttanríkisráðnum og verjumálaráðnum. Hegh vísir annars á, at landsstýrið sum so ongan myndugleika hevur, tá tal- an er um at tryggja full- veldið á føroyska land- grunninum. Hetta er ein uppgáva hjá Marinustød- ini. Hann leggur aftrat , at manning frå føroysku vaktarskipunum hevur t.d. onga heimild til at fara umborð á åtlendsk skip, sum gera oljukanningar tvs. kanningar í sambandi við havbotnin. Hetta kunnu tær bert gera, tá talan er um fiskivinnu sig- ur Høgh, Marinuovasti. Amerikanska skipið Persistent skuldi liggja å Havnina til leygardagin. Men tað fór longu avstað- aftur fríggjadagin. jan LUTASEÐILIN til frama fyri | SJÓMANSHEIMIÐ Í REYKJAVÍK Hesir seðlar VUNNU: 1638 7951 4834 4186 377 6095 4892 2991 1321 Vinningarnir fáast við at venda sær til tlf. 47636.