Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-12-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 1993síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 234 — 8. DESEMBER 1993 Ráðgevingin fyri fóroyingar í Danmark: Fólk fyrireika flytingina væl - Fólk flýggja ikki av landinum, men gera sær ómak og kanna viðurskiftini, áðrenn tey taka stóðu til at flyta, siga Ruth Dal-Christiansen og Randi Johannesen, sostalráðgevarar Ráðgevingin fyri føroying- ar í Danmark, fær ikki bert áheitanir frá føroyingum í útlegd. Hon hevur eisini nógv samskifti vid føroyin- ar her á landi, sum vilja kanna, hverjir møguleikar standa teimum í boði, um tey flyta av landinum. - Vit skráseta ikki fólk, sum venda sær til okkara, men vit skriva upp, hverja ferð ein nýggj áheitan kem- ur. Higartil í ár hava vit fingið 1600 nýggjar áheita- nir, og av teimum hava 20% ringt úr Føroyum, siga Randi Johannesen og Ruth Ráðgevingin í Føroya- húsinum er sjálvsognar- stovnur, sum fær fígging um landskassan. Randi og Ruth eru einastu medar- beiðarar, og tær gera alt ar- beiðið sjálvar, frá tí at fólk heita á Ráðgevingina, leita upplýsingar fram, tosa við fólk, sum koma inn at fáa leiðbeining, til at rudda og gera reint á skrivstovuni. Nógv um at vera Henda samrødan skuldi tí leggjast væl til rættis, um rådgevaramir skuldu hava stundir at tosa við okkum um telefonina. Tað bar heldur ikki til í avgreiðslu- tíðini, tá telefonimar kima áhaldandi alla tíðina. Ráðgevarnir hava fingið nógv meir at gera, síðani fólk fóru at flyta av land- inum í stórum tali. Harnæst er ráðgevingin ødrvisi og fjøllbroyttari, av tí at tað nú m.a. eru familjur við børn- um, sum flyta. - Áður var størstu parturin ung fólk, sum komu til Dan- markar í útbúgvingargrind- um. Tey skuldu hava upp- lýsingar um flyting, SU, skattaviðurskifti, leita sær bústað o.s.fr. Nógvar skrivstovur - Tá foreldur við børnum flyta, eru so nógvir stovnar, sum fólk skulu venda sær w Randi Johannesen og Ruth Dal-Christiansen, sosialráðgevarar, eru einastu starvsfólk á Ráðgeving nógv at gera, nú fólk í stórum tali flyta av landinum. Ráðg skrivstovutíð er allar vanligar dagar. Á myndini: Randi Johannesen , neyndini fyri Ráðgevingina til, bert fyri at verða skrásett í nýggja samfelagnum. - Tað krevur, at tey skulu inn á nógvar ymiskar skriv- stovur og eisini, at tey vita nágreiniliga, hverjar upp- lýsingar eru neyðugar at veita teimum, sum sita á skrivstovunum. - Danska samfelagið er so nógv størri og fjøllbroyttari, og skrivstovuveldið her lík- ist ikki tfeinfaldu skipanini, sum er galdandi f Føroyum. - Tad er eisini umrådandi, at fólk duga at greiða frá sínum viðurskiftum og vita, hverja hjálp, tey hava rætt til. Duga tey ikki tað, kunnu tey standa úti á gøtuni aftur, uttan at hava fingið tann stuðul, sum tey havarætt til, siga Ruth Dal-Christansen og Randi Johannesen. Hvussu ávirkar tað familjuna, sum noyðist at rýma úr Føroyum? - Tað tykist, sum hava fólk hugsað gjølla um tað, áðrenn tey gera av at flyta. Tað sæst eisini m.a. av, at so nógv ringja úl okkara úr Føroyum. Tey taka kjansin - Tey, sum eru komin niður, kenna tað oftast, sum er hetta ein kjansur at geraeitt- hvert, ið tey áður ikki høvdu stund ir ella møguleika at fara undir. - Eitt nú er tað vanligt, at antin maður ella kona fara í onkra útbúgving, tá tey koma niður. - Um tey kenna tað trup- ult, vita vit ikki rættiliga, tí tað er so stutt liðið, síðani fólk eru flutt. - Tey hava trupulleikar í fyrstuni av øllum pappir- unum, sum skulu fáa til høldar, men slíkir trupul- leikar kunnu vinnast á. - Vit hava ikki varhugan av, at fólk kenna seg vón- leys, ella kenna seg slept upp á fjall av føroyska sam- felagnum. Tey flestu taka kjansin at flyta, fyri at venda vónloysið til nakað positivt, fstadin fyri at sita hendur í favn í Føroyum. Væl virkandi familjur flyta - Sjálvandi kunnu trupul- leikar standast so hvgrt sum føroyingar skulu til at fóta sær í nýggjum umstødum, men enn so stutt fráliðið, at tað ikki er komið inn í myndina hjá okkum. - Eitt kunnu vit siga, og tað er, at tað eru væl virk- andi familjur við børnum, sum taka seg saman at flyta. Fólk fyrireika seg væl og kenna stóra ábyrgd fyri at tey flyta børnini í fremmant umhvørvi. Tey planleggja flytingina væl. - Flyta fólk med alla, ella bert fyri eitt tíðar skeið? Tíðindablaðið - Vit halda, at flestu familjur bert ætla at búgva í Danmark eina tíð, ella ngk - ur ár. Dømi um hetta er, at nógvar familjur royna at leiga húsini út, ístaðin fyri at selja tey. Hetta er helst við tf í huga, at tey skulu hava møguleika at flyta heimaftur. - Vit hava so ikki hoyrt nakran siga, at tey ikki ætla sær heimaftur, og vit hava heldur ikki hoyrt fólk siga, at tey eru beisk, kedd ella at tey kendu seg kroyst út av kreppuni í Føroyum. Flyta undan vónleysinum - Samanumtikið tosa fólk um kreppuna, sum eitt fel- ags ólukkuligt vandamál, har tað ikki verður sett niður á nakað ella nakran ávísan. - Serliga ótrygg kennist ini. Tær hava fingið evingin heldur til í Føroyahusinum, Vesterbrogatu 17A, har sosialrådgevari og Tórmóður Stórá, formaður í tað hjá teimum, at tað alla tíðina verður sagt, at nú er kreppan komin á botn, og at tað tykist sum tað verður alt verri kortini. At eingin endi er á kreppuni. - Vónloysið kennist sum ein dýna, og tí halda fólk, at tað er neyðugt at gera okk- urt, fyri ikki at falla í fátt. Tí flyta tey av landinum. - Hverjir aldursbólkar hava tit tosað við? - Nú flyta fólk í gllum ald- ursbólkum, men størsti parturin eru fólk millum 18 og 35 ár. Tá hesin aldurs- bólkur samstundis er tann sum hevur børn, vísir tað seg eisini ofta, at foreldur flyta við, tí tey gomlu ikki vilja vera eftir. - Hvussu eru tey fyri figgjarliga? - Rådgevingin veitir ikki figgjarligan styrk, so vit kunnu ikki hjålpa teimum f peningaspumingum. Tað er tó munur á teim- um, sum flyta í dag. Áður høvdu fólk pening á bók, tå tey komu hendavegin, sum tey kundu brúka av fyrstu tíðina. Soleiðis er ikki í dag. Nógv hava bert seinasta útgjaldið á Arbeiðsloysis- skipanini at dúva uppá. Annar bólkur, sum hevur fingið fíggjarliga vánalig- ari kor, eru tey sjúku, sum koma til Danmarkar at fáa viðgerð á Ríkishospitali- num. - Vit hava havt nógv sam- skifti við sjúklingar gjøgn- um tíðirnar, og hava hjálpt teimum við ymsum spurn- ingum. Elga ikki pening á bók - Fyri Ld. fimm árum síðan, sóu vit ikki hesi fólk, fyrr enn langa tíð eftir, at tey vóru komin niður. Í dag koma tey skjótari til okkara. Vit hjálpa teimum at søkja Almannastovuna um stuðul og tílíkt. Sjúk fólk eru fíggj- arliga illa fyri. Tey fáa bert sjúkradagpening í 20 vikur Hava tey varandi sjúku, og hin hjúnarfelagin arbeiðir, er tað truplari hjá tí sjúka at fáa forsorgarhjálp. - Áður var hjúnarfelagin kanska eisini sendur við tí sjúka til Danmarkar, men tað er ikki vanlig manna- gongd longur, tí Almanna- stovan og Landssjúkrahús- ið hava tåttad reglurnar í hesum sambandi. - Hvussu gongst tað føroyingum at fáa arbeiði í Danmark? Nógv søkja arbeiði áðrenn tey fara av landi- num, men av tí at vit hava 300.000 arbeiðsleys í Dan- mark, so eru tað ikki øll sum fáa arbeiði. - Vit halda kortini, at før- oyingar onkusvegna finna sær arbeiði, einamest tí teir ikki eru kræsnir, men taka tað teir kunnu fáa, har ar- beiði er. - Vitgevateimum tey ráð, at tey skulu fara út á ar- beiðsplássini at tosa við arbeiðsgevarar. Tey skulu ikki bert senda skrivligar umsóknir, tí hesar verða oftast koyrdar í ruskílatið. - Annar háttur er eisini nógv nýttur, og tað er t.d. at pápin fer niður at kanna umstødur fyri at fáa arbeiði og at finna familjuni eina í- búð. Síðani flytir familjan. Tey hava tá ofta samband við aðrar føroyingar ella onnur í bygdini, sum eru flutt undan teimum. - Í Føroyum eru tit so von við at hava tætt sosialt sam- band, og tí er mynstrið her, at tað fyrsta fólk gera, er at finna vinir og kenningar í nánd, har tey búseta seg. Fólk vilja hest sleppa til smærri pláss í Danmark, eitt nú Esbjerg, Hirtshals og Skagen, har eisini nógvir mm