Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-12-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 1993síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 234 — 8. DESEMBER 1293 „Unga ættarliðið megnar ongantíð at gjalda risastóru uttan- landsskuldina aftur, hvussu nógv vit so slíta og pukla. Ut frá hesi sannfóring eiga vit at leggja langtíðarætlanir, ikki bert fyri næsta fíggjarár, næsta valskeið ella næstu 5 - 10 árini. Vit eiga at hugsa longur fram í tíðina, tí vit eru hóast alt nókur, ið kundu hugsað okkum at livað her í hálva øld ella meira afturat…«, segði Eirikur Lindenskov m. a. við pallborðið í Norðurlanda- húsinum í sambandi við Eldradagarnar. Vit prenta róðuna her: »Føroysku eldradagamnir hava fingið undirheitid: Gott er at kenna hitan frá hondum, ið sleptu<. Tá tú hoyrir hesi vøkru orð, hugsar tú um alt tað góða og ríka, ið vit yngru arva frá eldra ættarliðnum. Nakað nógv er helst um hetta - men ævigi sann- leikin er tað kortin: ikki. Hugsa vit um støduna hjá okkum ungu í dag, so er tað heldur >kuldan< enn »hitan«, ið vit kenna frá teimum - ið enn ikki hava slept. Tað ættarliðið, sum í dag hevur ræðið í samfel- agnum hevur kanska kent hitan frá undanfarna ættar - liðnum, men illa hava tey hagreitt hetta samfelagið. Tey arvaðu eitt - kanska eitt sindur primitivari men eitt vælrikid samfel- ag. Menningin upp gjøgn- um 70'ini og 80'ini hevði nógv gott við sær, men vinnulivsmenn og politik- arar kendu als einki fyrilit. Ungdómurin flýggjar Tað er júst hetta, sum set- ur so djúp spor í samfel- agið í dag. - Tað er vorðið so ómeguligt at liva í hes- um landi, at stórur partur av mínum javnaldrum eru rýmd og rýma stødugt av landinum. Fyri eini viku síðani kom fram frágreiðing um, hvussu fólkatalið fór at verða í Føroyum um ald- armótið. Hetta vóru ikki tespilig tel: Talið av ung- fólki minkar í stórum. Hetta fær avleiðingar fyri framtíðina - tí, sum kann- ingin vísti, so fara so nógvar kvinnur í burðar- fórum aldri av landinum, at bamatalid um aldarmót- ið nærum er farið niður í eina helvt. Nú eri eg fullgreiður um, at høvudsvinna okkar- a er í eini tilfeingiskreppu. Men hetta er ikki einasta orsøk til kreppuna í sam- felagnum. Fram eftir fummum Manglandi — planlegging hevur eydkent hetta sam- felagið. Myndugleikamir hava ongantid kunnad lagt eina strategi fyri okkara fiskivinnu - hava ongan- td greitt sagt frå, hvussu nógv veiðitól vit skulu hava av hverjum slag, hvussu framleiðslan á landi skal skipast 0. s. fr. Úrslitið er nú tað, at ein stórur partur av fram- leiðslu okkara fer til at gjalda rentur fyri alt ov dýr fiskiamboð. Vistu einki Tað er ikki langt síðani at okkara poliukarar vildu viðganga, at landið veru- liga var í kreppu. Tað var ikki fyrr enn hin versti í grovan stíl var málaður upp á veggin. Tað er held- ur ikki langt síðani, at ein framstandandi = politikari stóð á løgtingsins rødara- palli og spurdi upp í sam- an: >Hvar er kreppan, hvar er kreppan??? < Tað er heldur ikki langt síðani at ein løgmad- ur stóð og pástóð, at í Før- oyum var einki arbeiðs- loysi. Vit skuldu kanska hildið, at politikarar, 18 sita vid fingrinum á pulsi- num, høvdu varhuga av hesi ólukku, áðrenn hon kom. - Men hetta vísir seg ikki at vera. Kunnu sjålvir fara Eini hyggjuráð, sum poli- tikarar royna at geva okk- um ungu, er at vit kunnu fara út í heim at søkja okkum arbeiði. Hetta var vanligt í 50'unum, tá tíðir- nar eisini vóru ringar, verður sagt. Teir siga eis- ini, at vit eru so væl fyri, tí vit eru væl útbúgvin. Eg vil inniliga heita á okkara politikarar um ogantíð at koma við slíkum. At senda tey ungu - har av flein okkara hava sett búgv - út í heimin, sum hevur slitist við arbeiðsloysi í manna- minni, er eingin loysn. Hvat skulu vit koma aftur til? Hvat skulu vit gera við hús, heim og tilveru okk- ara annars? Mítt svar ul politikar- ar, ið síga slíkt, er púra greitt: Farið sjálvir! Heimsmet í skuld Tað tykist kanska svart- skygt, tá eg sigi, at tað er gjørt so émøguligt at liva í hesum samfelag. Men framtíðarútliuni eru døpur - tað hava vit longu gjørt okkum greitt. Vit hava eft- uhondini heimsmet í utt- anlandsskuld - út við 200.000 krónur per íbúgv- a. Hetta merkir í veruleik- anum tað, at ein familja, við trimum børnum skyld- ar eina heila millión i uttanlandsskuld - áðrenn hon hevur tikid eina krónu í láni! Hokna av skuld Vit kunnu eins væl gera okkum greitt beinanvegin, at líka mikið hvussu nógv vit føroyingar pukla og slíta, so megna vit ongan- tíð at gjalda hesa skuld aftur. Landsstýrið letst at halda, at tey lán, ið nú eru fingin frá donsku stjórnini, skulu gjaldast aftur - men tað verður fullkomiliga ómeguligt. Vit eiga at arbeiða út frá teirri sannføring, at vit ungu, børn okkara og okk- ara efurkomarar annars ikki fara at klára hesa stór- u skuld. Vit mugu tí hava nakrar langsiktaðar visjón- ir. Tað nýttar einki bert at hugsa um næsta fíggjarár, næsta valskeið ella næstu fimm - tiggju árini. Vit mugu hugsa eini 50 - 100 år fram í tíðina! - Vit eru jú fleir, sum kundu hugs- að okkum at liva í hesum landið í hálva øld afturat. Onkur má gjalda meira Tey tiltøk, ið skulu setast í verk. verða ikki latt Øll koma at merkja hesi tiltøk og tað skulu tey eisini. Í dag eru tað einstakir bólk- ar í samfelagnum, sum mest kenna sviðan. - Og tå soleiðis er, verða tað altíð teir veikastu bólkamir, ið fyrst og harðast verða raktir. Tað er tí uppgávan hjá politikarunum at syrgj- a fyri, at byrðan veðrur býtt út á ein slíkan hátt, sum javnsetir allar bólkar í samfelagnum. Tað nyttar einki við sokalladu >plen- uklippara-metoduni«, har øll skulu gjalda eins nógv, bæði stór og smá. Politik- aramir eiga at hugsa um, hver bólkur í samfelag- num kann lata meira. Ungu ringast fyri Tað ringasta av øllum er hetta óhugnaliga vónloys- 5. Tað tykist ikki, sum um nøkur vón er fyri stavn, og politíkararnir vita ikki síni livandi ráð. Ungdómurin, sum kemur úr skúlanum í dag og sum ongantíð hevur roynt seg í vinnu, er full- komiliga glataður. Tað er nú hóast alt ungdómin, vit skulu byggja samfelagið á - missa vit ungdómin, so verður fíggjarliga grundar- lagið úkið undan samfel- agnum. Læra av 80'unum Nú hoyra vit javnan poli- ukarar siga, at tað er so lætt at vera bakklókur og hyggja í bakspeglið. - Tað er púra rætt - tað er 6al- mindiliga lætt at vera bak- klókur - men tað skulu vit eisini vera! Vit eiga gjølla at greina út skilaloysið, sum farið er fram síðstu árini. - Ikki fyri at finna syndabukkar, men fyri at læra av gjørdum mistøk- um. Mong eru dømini um, at søgan hevur endurtikið seg - søgan um 80'ini skal ikki endurtaka seg! < BILLUTIR útvegast til FLEST ALL/ ALLAR BILAR Fa. BILLUTIR Tlf. Fax. 21605 21666 Tíðindablaðið CL Onkur samfelagsbolkur må gjalda meira Eirikur Lindneksov: »Plenuklippara-metodan«, har oll gjalda eins nógv, bæði stór og smá, nyttar einki. Politikararnir eiga at hugsa um, hver samfelagsbólkur kann lata meira! Lesarabrøv Tænastumannastætt = eitt óneyðugt navn Bergur Tað er líkt til, at tú sum fyrst politkari hevur fingið eyguni upp fyri nakað av ti størsta órættvísi í samfelagn- um, sum hevur havt góð gróðr- arlíkindi (lendi) innan skriv- stovuyrki, sum fyri tann skuld eisini fevnir um onnur yrki, hvar fólk í sama arbeiði, summi bera heitið starvsfólk og onnur nakað fínari, sum t.d. tænastufólk við fleiri rættind- um enn teirra arbeiðsfelagar: høga løn, góð pensjønsrættindi og í eini næstan 6uppsigiligan stødu, men starvsfólk, sum tú sjálvur sigur, kunnu fáa dura- fjórðingin uttan nakað sum helst hóvasták. Hetta havi eg onkuntíð funn- ist at sum sera órættvíst, uttan undantøku, hóast hetta er nak- að so álvarsligt, sum politikar- ar fyri mongum árum áttu at havt opnað sína hugsan fyri, men heldur tvørtur ímóti heyja henda sama stætt upp til skýggja. — Tað átti at verið fáum 6- kunnugt, at vit liva í einum av heimsins minstu samfeløgum, men samstundis í einum sam- felag við óhugsandi grefligum mannamuni millum stættir, uttan at nakar politikari nakr- antíð hevur givið hesum gætur. Hvert menniskjabarn, sum føtt er inn í hetta samfelag, eig - ur eins rætt at liva eitt sømiligt liv, og ikki einans frá »hondini í munnin<, meðan onnur skulu liva og láta sum teimum lystir. Tað er als ongin orsek til eina tænastumannastætt við ver- andi frammíhjárætti, um hesi hava eina frægari útbúgving. Líka lítið eigur tað at vera um- stóðumar í samfelagnum, sum opna eyguni á politikarum, fyri at kunna gjøgnumskoda eina órímiligheit og órættv ísi í sam- felagum. Harra Bergur Jacobsen, landsstýrismaður! Lat nú hugsan og orð tíni á prenti í Sosialinum ikki einans verða nøkur fagurlátin orð, men ger tey til veruleika, vid at nýta tíð- ina sum landsstýrismaður í komandi ári at beina burtur tænastumannarættindini, so hevur landsstýristíð tín so sanniliga ikki verið til fánýtis, og hetta eru míni orð til grein- ina í SOSTALINUM. D. J. Sørensen SR ae ; $ $