hósdagur 9. desember 1993síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
P/f Føroya Fiskavirking
att: Bjarti Mohr, stjóri
Yviri við Strond
100 Tórshavn
Månakvøldid hin 6. des.
komu fólk umboðandi ar-
beidarafeløg, bygdaråd,
skipaeigarar, p/f Snarfrost
og bådir vågatingmenninir
saman í Miðvági.
Orsøkin til fundin var, at
alt fleiri og fleiri fólk í Vág-
um gerast sannførd um, at
leiðslan í p/f Fiskavirking
viljandi tamar virksemin-
um á virkinum í Miðvági, ul
fyrimunar fyri virksemin-
um aðrastaðni í landinum
Eisini varð spurningurin
um møguligar framtíðar
ætlanir við flakavirkinum í
Sørvågi vidgjørdur
Fundurin kom ul ta nið-
urstødu, at seta nøkur sjón-
armið og nakrar spurningar
fram skrivliga yvirfyri
leidsluni í p/f Fiskavirking
og síðan fáa fund í lag við
teir/tey innan felagið, sum
hava ávirkan á, hvar í land-
inum ráfiskurin verður virk-
aður, fyri at fáa gjørt Fiska-
virking heilt greitt, at stød-
an, sum hon nú myndar seg
fyri Vágarnar, als ikki kann
góðtakast.
Sostatt verður við hesum
biðið um fund á Virkinum í
Miðvági við hægstu leiðslu
felagsins (stjórn og neynd)
saman við deildarstjórun-
um Petur Mohr og Jónsvein
Knudsen og virkisleiðaran-
um Jason Johannesen.
Fundarluttakarar vestan-
ífrá verða arbeiðsfólkið á
Fiskavirking í Miðvági,
saman við umboðum fyri
niðanfyri
kommunur 0.1.
Nr. 235 — 9. DESEMBER 1993
nevndu feløg,
Viðmerkingar
1. Áðrenn Snarfrost fór upp
í Fiskavirking lá á ljóði, at
virkið um tað vildi koma
upp í skuldi fáa millum
10.000 og 12.000 tons av
upsa og toski árliga at virka.
Seinni varð talið lækkað ul
ávikavist 6.000 tons av upsa
og 2.000 tons av toski ella
8.000 tons tilsamans.
Sagt varð eisini, at virkið
kom at framleiða í fleiri
vaktum, og neyðugt kom at
verða við arbeiðsfólki í
stórum tali úr øllum bygd-
um í Vágum.
Men meðan virkið eina ta
fyrstu vikuna eftir yvirtøk-
una arbeiddi uml. 200 tons,
so tykist proppur síðani at
vera komin í, og er råvøru-
nøgdin higartil niðanfyri
300 tons samanlagt.
Tað er tí ikki legið, at ar-
beiðsfólk og onnur í Vágum
ørkymlast, tá virkir í Eyst-
uroynni, har Jónsvein
Knudsen (stjóri fyri Mið-
våg, Runavík og Fugla-
fjørð) hevur sæti, sýnist at
hava lutfallsliga nógva rá-
vøru, meðan virkið í Fugla-
Vágafólk krevja
at fáa ein fund
við Fiskavirking
— Tad er neyðugt, at vágafólk leggja allar kreftir í at verja borg her
vesturi, og tí fara vit at krevja okkara rættvísa part av tí tilfeingi,
sum Fiskavirking hevur fingið litið upp í hendurnar at fyrisita,
siga fólk umboðandi arbeidarafeløg, bygdaráð, skipaeigarar, p/f
Snarfrost og báðir vágatingmenninir, ið hittust á fundi í Miðvági
mánakvoldið at viðgera støduna hjá flakavirkinum í Miðvági, nú
vágafólk eru vorðin énøgd vid framferðarháttin hjá Fiskavirking.
Lesið niðanfyri fundarfråsøgnina frá fundinum í Miðvági
firði, har innkeypsstjónn
Petur Mohr hevur sæti, varð
opnað aftur eftir avgerð um,
at tað annars skuldi steing)-
ast.
Vágafólk spyrja sjálv-
sagt, um flakaframleiðslan í
Miðvági er steðgað, nú opn-
að verður aftur í Fugla-
firði?!
Er hetta so? Vil leiðslan
fyri Fiskavirking bert ikki
>brenna< seg enn einaferð
við at senda út uppsagnar-
brøv?!
Hví stendur leiðslan nú
ikki við tey 8.000-12.000
tonsini, sum vóru sett ar-
beiðsfólkinum í útsikt?
2. Tá tað harafturat stendur
fast, at innkeypsdeildin ikki
vil geva eins frægan prís
fyri råfiskin til Miðvágs
sum td. ul virkini í
Eysturoynni, tá er alt farið
av lagi! Tí fiskimenn og
skipaeigarar noyðast
sjálvsagt at selja fiskin har
frægasti prísurin fæst, og
úrslitið er, at sjálvt vága-
trolaramir (Ld. Føstuvardi)
fara inn i Eysturoynna at
landa!
Flakavirkið í Miðvági
hevur altíð verið kapping-
arført við onnur virkir í Før-
oyum bæði hvat viðvíkur
framleiðslukostnaði og
góðsku, og vit fara tí als ikki
at góðtaka at fólk í lykla-
størvum uttan orsøk taka
sít egna nærumhvørvi
framum »uppå bekostning <
av okkum!
Vit ynskja eina frágreið-
ing, hví »okkara« virki við
prísáseungini sum 'stýr-
ingsamboð, verður hildið
niðri.
„að
— ”
3. Fólk undrast eisini stór-
liga yvir at byti av arbeiðs-
uppgávum, td. at flyta
framleiðsluna av frystum
fiski til Havnar, og sam-
stundis leggja upsafram-
leiðsluna í Eysturoynni,
fellur so væl saman við
nevndarmeirlutanum (tveir
úr Eysturoynni og ein úr
Havn). Eisini her tykist
lokalpatriotisman at sigra
yvir annars lovaðu geograf-
isku spjaðingini.
Orð stjórans, um at Fiska-
virking hevur stórar sam-
felagsskyldur mótvegis
Havnini, fáa okkum at
Spyrja, um ikki Fiskavirking
heldur átti at niðurprioritera
Havnina, sum framman-
undan situr á allari hini al-
Tíðindablaðið
menru fyrisitingini, bank-
unum, Fiskasøluni osfr.
osfr., og í stærri mun latið
bygdimar átt fiskaarbeiði?
Hevur Fiskavirking
kanska ongar samfelags-
skyldur mótvegis bygdun-
um?
4. Ein umbering fyri át
Fiskavirking í Miðvági ikki
sleppur atarbeiða ísað upsa-
flak, sigst vera flutnings-
kostnaðurin millum Havn-
ina og Vágarnar.
Men tá havt verður í huga,
at virkið í Miðvági, sum er,
skal frakta feskasta upsan
heilan suður til Vágs, tá
hongur umberingin ikki
saman, tí tað er nógvar ferð-
ir dýrari at frakta heilan fisk
til Vágs enn flak ul Havnar!
Okkara stóða er, at Fiska-
virking átu at åvirka Skipa-
felagið, so báturin kom á
Miðvág ávegis ul Suður-
oyar, og síðan framleitt ísað
fløk her vesturi. Í Vági
framleiða teir jú eisini hópin
av upsablokki, so ein javn-
sullan her skuldi verið so
likaul.
5. Í Sørvågi liggur alt fiska-
arbeiði deytt, hóast Sørvåg-
ur er undangongubygd við-
víkjandi føroyskari flaka-
framleiðslu. Virkisognir-
nar, sum Fiskavirking hevur
yvirtikið, eru komnar á fall-
andi fót í berari órgkt, ul
stóra skomm fyri felagið!
Vit ynskja á fundinum at
verða kunnað um, hvørjar
ætlanir Fiskavirking hevur
við flakavirkinum í Sør-
vági!
Hóast ivingarsemi millum
fundarluttakararnar, hvert
p/f Fiskavirking kom at
hava stórvegis langt lív lag
að, soleiðis sum tað bygn
adarliga er skipað, so var
full semja um, at so leing
vidurskiftini er háttað á ver
andi hátt, er
vágafólk leggja allar kreftir
í at verja borg her vestur, og
tí fara vit at krevja okkara
rættvísa part av tf ulfeingi
sum Fiskavirking hevur
fingið litið upp í hendurnar
at fyrisita.
Vónandi frætta vit skjót-
ast, nær umbidni fundurin
kann fáast í lag!
Virðingarmest
Vegna arbeidarafeløgini í
Miðvági
Jóhannes Jacobsen
Sandavági
Harry Poulsen
Servági
Helgi Mouritsen
Bygdaráðsformenninir í:
Miðvági
Marianna Simonsen
Sandavági
Suni Joensen
Sørvågi
Petur Kruse
Våga Handverkarafelag
Hergeir Chnstiansen
Handverksmeistarafelag
Thorfinn Nielsen
Nevndarformadurin
i p/f Snarfrost
Jens Brik Nielsen
Formadur fyri Felags-
kommununa
Hervør Guttesen
Vegna fiskiskipaeigarar
Jens Eli Ellefsen
Vágatingmaðurin
Svend Áge Ellefsen
Vágatingmaðurin
Jóhannus Ellefsen
Frá WILLIAM HEINESEN
-døgunum
Tilmeldingarfreistin er longd til 12. de-
sember.
NEVNDIN
Norðurlandahúsið, tif. 17900
akslar.
| BÁTAAKSL
verða gjørdir bíliga úr syruføstum, rust-
fríum stáli (SS2324) — góðkent til báta-
Tlf. 17942