Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 109 - 13. juni 2003 Nr. 109 - 13. juni 2003 3 Týr klárar ikki at fíggja ætlaðu ferðina til Russlands, og tí má bólkurin siga nei takk til gyltan møguleika at gera vart við seg haryviri. Bólkurin harmast um støðuna, men kann fegnast um, at teir skulu til Póllands at spæla síðst í juli mánaði TÓNLEIKUR Pop.fo Týr varð herfyri biðið um at koma til Russlands at spæla til tvey spennandi tiltøk síðst í juni mánaði. Annað tiltakið var í St. Petersburg, har Týr kundi spælt fyri 10.000 fólkum, og hitt tiltakið var í Petro- zavodsk. Harafturat var møguleiki fyri fleiri øðrum framførslum. Men Týr hava takka nei til innbjóðingarnar úr risa- stóra landinum fyri eystan. Bólkurin klárar ikki at fíggja ferðina til Russlands, og so er einki at gera. – Vit kláraðu ikki at finna stuðlar til ferðina. Vit hava heldur ikki fingið allar pengarnar inn fyri stuðuls- avtalur í fjør, og nú hava vit brúkt pengar upp á upptøk- ur til okkara næstu fløgu, greiðir bólkurin frá á heimasíðu síni. Til Póllands Týr heldur, at ferðin til Russlands kundi verið spennandi fyri bólkin og føroyskan tónleik sum heild. Týr gjørdi herfyri út- gávur avtalu við russiska felagið CD-Maximum, sum skal geva fyrstu útgávuna hjá Týr út í fleiri londum eystanfyri. Hóast møguleikin at sleppa til Russlands reyk, so er okkurt spennandi á skránni hjá Týr í summar. Bólkurin skal til Póllands at spæla frá 25. juli til 8. august, og nýggja fløgan hjá bólkinum, sum hevur fingið navnið Eric The Red, verður givin út í Póllandi í samstarvi við Polish Delnet Distribution. Í næstu viku viku byrjar promotion- átakið í Póllandi. Lidnir við upptøkur Upptøkurnar til Eric The Red eru lidnar, og Tutl fer at geva fløguna út síðst í juni mánaði. Týr hevur verið í Jacob Hansen Studio í Jútlandi, har upptøkur og ljóðbland nú er gjørt. Sangirnir á fløguni byggja millum annað á før- oyskar sagnir og kvæði, og tónleikurin er sum vit kenna tað frá Týr – rockur. Lenhert Kjeldsen hevur mastrað fløguna, sum verð- ur í sølubúðunum um tvær ella tríggjar vikur. Týr missir russiskan møguleika Rover 620 2,0 SI 131 hk Árg.sept.2000,bert koyrt 12.300 km. Bilurin hevur aircondition, alufelgur, fjarstýrt sentrallás, el- síðuspegl v. hita, CD-anlegg v.m. Prísur: kr. 180.000 P/f D.B. Bilar Jónas Broncksgøta 15 Tel. 310600 Fax 310650 Hans Mortensen gjørdist ikki gamal í sessinum sum nevndarformaður í P/F Smyril Line. Í júst útsend- um tíðindaskrivi boðar Hans Mortensen frá, at hann hevur sagt seg úr starvinum. - Orsøkin til uppsøgnina er, at eg ikki kundi fáa meiriluta í nevndini fyri at gera neyðugar broytingar, fyrst og fremst í stjórn fel- agsins. Hetta var ein treyt fyri at eg tók við sum nevndarformaður, boðar fráfarandi formaðurin frá í tíðindaskrivi sínum. Hans Mortensen hevur annars onga viðmerking til málið. -jm TÍÐINDASKRIV FRÁ OLJUMÁLARÁÐNUM Seinnapartin í dag fer Oljumálaráðið at lata italienska oljufelagnum ENI UK Ltd góðkenning at fara undir leitiboring eftir olju í loyvisøki 002 á før- oyska landgrunninum. ENI UK Ltd er fyristøðu- felag í samtakinum. ENI Denmark BV og Føroya Kolvetni umboða ávikavist 75% og 25% av loyvinum. Boriskipið Belford Dol- phin, sum skal bora brunnin hjá ENI samtakinum, er á veg móti Føroyum og verður væntandi á boristaðnum ein av nærmastu døgunum. Loyvisøkið liggur í ein landssynning úr Føroyum við landgrunsmarkið mill- um Føroyar og Bretland. Brunnurin verður boraður á Marimas leitimiðinum á 60° 29’ 46.78’’N og 04° 47’ 30.85’’ V. Havdýpið á staðnum er 1048 metrar. Boringin er mett at taka slakar 2 mánaðir. ENI er nýggja navnið hjá oljufelagnum Agip. Brunn- urin skuldi sambært leiti- loyvinum verið boraður í 2002, men ENI søkti um og fekk loyvi at útseta boringina eitt ár, av tí at úrslitini frá leitiboringunum í 2001 vístu, at jarðfrøðiligu viðurskiftini á føroyska økinum sum heild vóru øðrvísi, enn roknað varð við frammanundan. Hetta kravdi, at arbeiðið, sum til tá var gjørt á økinum, varð endurskoðað. Borigóðkenning til ENI UK Ltd Hans Morten- sen sagt seg úr Smyril Line Ungi tónleikabólk- urin Páll Finnur Páll hevur givið út eina fløgu, sum millum annað telir nøkur heldur sermerkt løg ÙTGÀVA Heri á Rógvi – Øll hava vit ein bermann í búkinum, kunsturin er at lurta eftir honum. Soleiðis ljóðar ein av orðingunum í fløguhúsan- um í nýggju fløguni hjá bólkinum Páll Finnur Páll. Hetta er sitat frá limunum í bólkinum. Og hesin góði bermaður er nakað, sum gongur aftur á hesari fløg- uni. Heitið á fløguni er eisini Bermenn. Men vit einki at vita, hvør hesin bermaður er. – Tað fyrsta lagið vit gjørdu sum bólkur kallast Ber og røtur, og hesin sang- urin snúði seg um ber- mannin, sum deildi seg í fýra. Og hann hevur líka- sum fylgt okkum allanveg- in – ein reyður tráður í tón- leikinum, sigur Finnur Jen- sen, sum er annar av odda- monnunum í bólkinum. Bólkurin telist ikki mill- um teir mest kendu í Føroy- um. Teir vóru við á Prix Føroyum, men spældu seg ikki í finaluna. Hæddar- punktið hjá bólkinum er at hava ligið nummar tvey á 15 tær bestu eitt skifti her- fyri. Bólkurin hevur eisini verið við á Livandi tónleik- ur, sum FUT gav út í fjør. Í student Bólkurin Páll Finnur Páll eigur millum limirnar tveir, sum kallast Páll, og ein Finnur. Harav navnið við upplagda tvímerkingini. Manningin á fløguni er: Páll Oddur Rubeksen sang, Finnur Jensen sang, Páll Georg Hammer ljóm- borð, Høgni Fagraberg gitt- ar og bass, Ìsak Sambleben fiól, Høgni Reistrup, sello og Rúni Mourtitsen trumm- ur. Fleiri av tónleikarunum kenna fólk kanska aftur frá bólkinum Lawetz. Aldurin á tónleikarunum er millum 19 og 21. Upp- runan til bólkin finna vit í Studentaskúlanum í Hoy- dølum, har ein partur av manningini gongur og ein annar partur hevur gingið. – Vit byrjaðu at spæla til smærri tiltøk, og tá ein fløgu skuldi gerast við tón- leiki úr Hoydølum, so funnu vit útav, at hetta var nakað, vit høvdu hug til at halda áfram við, sigur Finn- ur Jensen. Limirnir kennast fleiri frá fyrr av, og teir hava nýtt nógva tíð til at fáa fløguna tikna upp og útgvina. – Vit keyptu ein upptøku- pult og hava tikið fløguna upp heima hjá okkum sjálv- um og í ymsum húsum. Við góða stuðulinum, vit hava fingið, hevur tískil ikki verið so dýrt at framleiga fløguna, um vit eitt nú vóru farnir í studio, sigur Páll Oddur Rubeksen. Nú fløgan er komin í handlarnar, so eru teir bara heilt væl nøgdir. – Hetta hevur tikið sína tíð, men nú eru vit spentir at síggja. Vit meina eisini, at fløgan er feit, sigur Finnur Jensen, sum leggur dent á, at teir longu eru farnir ígongd við teirra næsta útgávu. Sermerkt Á fløguhúsanum stendur at lesa, at fløgan telir tíggju løg. Finnur Jensen og Páll Oddur Rubeksen hava skrivað hvør sína helvt av løgum og tekstum. – Tað er ein munur á okk- um báðum. Vit skriva hvør sítt slag av tónleiki. Páll Oddur er meira eksperi- menterandi og súrgaður, og eg eri kanska meira lættur í stílinum, sigur Finnur Jen- sen. Í øllum førum ferðast bólkurin víða á løguni. Heilt frá universinum við bermanni og øðrum undar- ligum verum til ólukkuliga forelskaða sjónleikaran. Bólkurin er stundum ser- merktir við heldur fúlum og ágangandi tekstum. Hetta kann tykjast fjákut, og teir hava eisini fingið nøkur hørð ummælaraorð við á vegnum. Sjálvir vissar teir um, at hetta hevur meining. – Tað býr nakað aftanfyri tónleikin hjá okkum. Hetta er kanska fyrst og fremst ein máti at takla tabuir, sigur ein sannførandi Páll Oddur Rubeksen. Serliga lagið Lær at siga noy, sum snýr seg um ein misnýttan drong, hevur fingið toyggið frá fleiri, men sjálvir halda teir hetta vera misskilt. – Vit eru eisini ungir og hava kanska lættari við at syngja um hetta. Vit flenna sjálvandi eisini við hvørt eftir sangunum, men er nakað galið við tí, spyr Finnur Jensen. Jón McBirnie hevur ljóð- blanda fløguna, Thomans Koba hevur gjørt húsan, Lehnert Kjeldsen mastrað og Páll Finnur Páll geva sjálvir fløguna út. Páll Finnur Páll og Bermaðurin Bólkurin Páll Finnur Páll og teirra egna Bermaður eru komnir út við einari nýggjari fløgu Mynd: Heri á Rógvi Nýggjasti millíóning- urin í Føroyum, Karin Maria Mogensen, fór beina leið umborð á Norrønu á harmoni- kutúr, sum hon hevði vunnið í bingo LOTTO Heri á Rógvi Millum ferðafólki við Nor- rønu á Harmonikutúrinum fyrr í vikuni hevði eitt teirra eina serliga orsøk at fegnast. Karin Maria Mogensen vann leygardagin 3,5 mió. kr. í lotto. Undan hesum hevði hon vunnið ein har- monikutúr i Bingo! Jú, eydnan hevur fylgt henni seinastu tíðina. Dansk Tipstjeneste, sum hevur lotto undir hond, lýsir dúgliga við spurningin, hvat ein hevði husað, um ein vann. Og hetta kann Karin Maria nú seta seg at hugsa um. Karin Maria er úr Grøn- landi, og hon hevur bert búð í Føroyum í eina tíð. Hon er gift Jaspur Eliasen, Jaspur hjá Erik, í Fugla- firði. Tá vit hittu hana við ferjuleguna hjá Norrønu var hon ikki so prátingar- som, eftir drúgva túrin á sjónum. Sjálv tosar hon ikki nógv føroyskt, men hon vildi fegin siga okkum, at tað kendist sera gott at hava vunnið. Lottoseðilin varð keyptur hjá Haraldsen í Fuglafirði, og hann bygdi á eitt system við átta krossum. – Eg segði, at mítt system fór at rigga, sigur Karin Maria við smíli. Og hvør kann siga hana ringa fyri at smíla, tá tað gongur so mikið væl. Sosialurin ynskir henni hjartaliga til lukku við vinninginum. Karin Maria Mogensen vann 3,35 mió.: Lottovinnarin á harmonikutúr Karin Maria Mogensen fekk leygardagin 3,35 milliónir orsøkir at fegnast um, tá lottotølini vórðu almannakunngjørd. Mynd: Jens Kristian Vang. Kamarkór í Dómkirkjuni Leygardagin hevur Tórshavnar kamarkór á matiné í Dómkirkj- uni. Konsertin byrjar kl. 11.30. Hetta skjótt farna kórárið hevur Leif Hansen stjórnað Tórshavnar kamarkóri. Framførslur hava verið í Nólsoy og í Havn. Skránna siga tey sjálvi vera fjøllbroytta og áhugaverda: Tradi- tionellur kórtónleikur og nýggjari føroyskur kórteinleikur, eftir eitt nú Kára Bæk og Paula í Sandagerði og víðari út í stóru verð til verk eftir m.a. Barholdy og Mauersberger. Tórshavnar kamar- kór vónar, at talan verður um eitt hugaligt og spennandi uppliv- ilsi hjá teimum, sum hava hug at støkka inn á gólvið. -HR C M Y K 3 2