fríggjadagur 13. juni 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 109 - 13. juni 2003
Nr. 109 - 13. juni 2003
5
Fleiri tiltøk á Torginum í Runavík
Fleiri spennandi til-
tøk verða á Torginum
í Runavík nú um
vikuskiftið. Eystan-
stevnan byrjar nevni-
liga í dag, og er nógv
fjølbroytt á skránni
EYSTANSTEVNA
Ingrid Bjarnastein
Runavík: Longu í kvøld,
fríggjakvøld, byrja tiltøkini
á Torginum í Runavík.
Okkara kendi country-
sangari, Ragnar í Vík, fer at
syngja countryløg í ein
tíma frá klokkan 21-22.
Leygardagin klokkan 14
verður sjálv setanin av
stevnuni. Sæunn Ólavsdótt-
ir Hansen, setir stevnuna,
og skrúgongan kemur frá
Ítróttarhøllini og inn á
Torgið. Nes Sóknar Mus-
ikkfelag spælir og Eystan-
kórið skal eisini syngja.
Tivoliøkið letur upp aftaná.
Tey vælumtóktu M´as
Blues Band hava frá kl.
15.30 konsert og samstund-
is byrjar eitt stórt barnatiltak
á Torginum við sjúkrabilum,
brandbilum og møguliga
eisini politibilum.
Seinni um kvøldið syng-
ur sangbólkurin Salt, og
aftaná verður sangmøti við
dansiframførslu og øðrum.
Tað er Keldan í Skálafirði,
sum skipar fyri.
Hálvan tíma áðrenn mid-
nátt spælir Nes Sóknar
Musikkfelag, og á midnátt
verður midnáttarsamkoma
við luttøku av Eystankórin-
um, og Marja Lamhauge
flytir fram røðu. Felags-
sangur verður sjálvandi
eisini á skránni, og midnátt-
arsamkoman endar við ein-
um braki, tí tá verður fýr-
verk sent upp í luftina.
Sunnudagin
verður
Magni Christiansen á Torg-
inum frá klokkan 16.
Spælimenninir
spæla
spælimanstónleik úr Norð-
urlondum,
Hetlandi
og
USA frá kl. 17, og síðani
kl. 19, verður skipað fyri
ymsum
kappingum
av
ítróttarfeløgum og skótum.
Seinast á skránni er ein
sangløta klokkan 20 við
Lívsins Orði.
Annað
Sjálvandi er eisini nógv
annað spennandi á skránni.
Tivoli hevur sum vanligt
opið, og fleiri fótbóltsdystir
verða. Fleiri dystir verða
hjá teimum yngru deildun-
um, og kl. 18.00 verður
stevnudysturin millum NSÍ
og grannarnar B68 á vøllin-
um í Runavík.
Málningaframsýning
verður í býrássalinum við
Anju Hentze og Karolinu
Danielsen, eystanstevnuka-
barett, felagssangur í café-
ini í Hæddini við Jónsvein
og Birgir eru nakað av tí, ið
eisini er á skránni.
Fríggjakvøldið klokkan
22 er opið hús í Missións- og
Ungdómshúsinum á Glyvr-
um og leygarkvøldið somu
tíð, er opið hús í Berøa.
Rennikapping
verður
leygardagin kl. 15 fyri børn.
Fleiri konsertir verða
eisini. Fríggjakvøldið verða
stórar útikonsertir í grót-
brotinum. Fyrst verður ein
barna- og ungdómskonsert
við luttøku av Brandi Enni,
Arnfríð Lützen, Vit eru
glað, Trølla Pæturi og omm-
uni. Hon byrjar klokkan 19.
Kl. 23 byrjar eystan-
stevnukonsertin í grótbrot-
inum við Gestum, All That
Rain og Braquet.
Handilsmiðdepilin hevur
mótasýning til báðar kon-
sertirnar.
Sjálv stevnan endar so at
siga við eini kvøldsetu í
ítróttarhøllini í Runavík.
Hilmar Jan Hansen og Ro-
bert McBirnie standa fyri
undirhaldinum, og eisini
verður Stjørna í eitt kvøld
við næmingum úr Tofta
skúla og Runavíkar skúla.
Tónleikur og sangur er eisini
á skránni, og tað er Mentan-
arhúsfelagð, sum skipar fyri.
Eystanstevnan verður hetta
vikuskiftið hildin í Runavík
við nógvum spennandi
tiltøkum
Savnsmynd
Familjan í Snarskivini
FRAMSÝNING
Ingrid Bjarnastein
Í gjár lótu Kári Svensson
og dótturin, Ásla Rannvá
Svensson upp listaframsýn-
ing á torginum í Snar-
skivuni.
Snarskivan, ið er av-
greiðslan hjá Tórshavnar
Kommunu, húsast saman
við
postavgreiðsluni
í
gamla posthúsbygningin-
um í miðbýnum í Havn.
Hugnaliga forhøllin, sum
verður kallað Torgið, verð-
ur eisini brúkt til framsýn-
ingar, sum mentamála-
deildin skipar fyri.
Síðani Snarskivan lat
upp, hava skiftandi fram-
sýningar verið á Torginum,
har føroysk listafólk hava
sýnt fram, og nú er Torgið
aftur karmur um enn eina
framsýning. Hesuferð hjá
Kára og Áslu Ránnvá.
Kári man teljast millum
kendastu listarmálararnar í
Føroyum, og dótturin Ásla
Ránnvá, hevur luttikið á
bæði ólavsøku- og várfram-
sýningum. Nú verður høvið
at síggja faðir og dóttir
saman á hesi felagsfram-
sýning.
Til ber at síggja lista-
framsýningina tá opið er í
snarskivuni. Tað er mána-
dag – fríggjadag frá klokk-
an 9 á morgni til klokkan
16 seinnapartin. Tó er tað
opið hósdag til klokkan 18.
Kári Svensson sýnir í hesum
døgum fram málningar sam-
an við dóttrini Áslu Ránnvá
fram í Snarskivuni í Havn
Savnsmynd
GONGUTÚRAR
Ingrid Bjarnastein
Kunningarstovan í Havn
skipar leygardagin 14. juni
fyri gongudegi í Havn.
Fimm ymiskir túrar verða á
skránni, og byrjað verður á
Vaglinum.
Teir ymsu túrarnir eru 1,5
– 8 kilometrar til longdar, og
allir túrarnir eru av Vaglin-
um og niðan á Tórsvøll.
Stimbur byrjar klokkan
15 á Vaglinum hita gongu-
fólkið upp. Borgarstjórin,
Jan Christiansen, sendir
gongufólki
avstað
eitt
korter seinni.
Tá gongufólkið kemur
niðan á Tórsvøll, spælir
Havnar Hornorkestur, og
gongufólkið fær høvi at
strekkja út við Stimbur,
meðan Jákup Magnussen
sigur frá.
Beint eftir klokkan fimm
halda Katrin Dahl Jacobsen
og Sølvi Winther Olsen
røðu.
Síðani fara gentur og
dreingir úr Havnar Fim-
leikafelag at vísa síni fim-
leikakynstur, og aftaná
syngur Havnarkórið og tað
verður felagssangurin.
MBM bjóðar øllum teim-
um, sum fara til gongu Pop
Top at leska sær við, og
boða fyrireikararnir frá, at
ongin tilmelding er neyðug.
Tað einasta, ið kravt er, at
fólk hava beinini við.
Verkskeið og
konsertir
TÍÐINDASKRIV
Suzukifelag Føroya
Suzukifelag Føroya, ið er
eitt felag fyri tónleika-
lærarar og næmingar, ið
nýta Suzuki frálæruhátt-
in, hevur í hesum døgum
vitjan av Koen Rens,
Wilfried van Gorp og
Jeanne Janssens, ið eru
violinlærarar úr Belgia. Í
hesum sambandi verða
verkskeið hildin í Vest-
manna og í Tórshavn.
Fríggjadagin 13. juni kl.
19.00 verður konsert
hildin í Gøtugjógv, har
næmingar og lærarar fara
at framføra tilfarið, ar-
beitt hevur verið við í
samband við verkætlan-
ina. Konsertin er ókeypis.
Fimm ymiskir vegir til Tórsvøll
– Svartskygni er stórt
allastaðni, so útlitini
eru døpur, sigur
Jákup Sólstein,
formaður í Reiðara-
felagnum
FISKAPRÍSUR
Áki Bertholdsen
– Tað sær svart út.
Jákup Sólstein, formaður
í Reiðarafelagnum sigur, at
í komandi tíðum fer inntøk-
an hjá øllum, sum hava við
fiskivinnu at gera, at fella
munandi.
Hann sigur, at hesa sein-
astu tíðina er prísurin á
fiski fallin minst 20% sum
heild.
Hann sigur, at tað er prís-
urin á marknaðinum, sum
vit selja fiskin til, sum er
nógv fallin seinastu tíðina.
Hetta er galdandi fyri
allan fisk, líka frá rækjum
til flakið av flakatrolarun-
um.
– Og tá ið prísurin á
heimsmarknaðinum fellur,
ávirkar tað prísin ígjøgnum
øll liðini, heilt til avreiðing-
arprísin.
Tí er eisini avreiðingar-
prísurin, sum føroysk skip
fáa, eisini nógv lækkaður
av tí sama.
Hann nevnir, at avreið-
ingarprisurin á stórum toski
er ikki meiri enn 20-22
krónur kilo, men hann
skuldi helst ligið uppi á 26-
28 krónum, men hann var
heilt uppi á yvir 30 krónur
fyri kilo.
Á minni toski, hevur av-
reiðingarprísurin verið yvir
20 krónur kilo, men nú er
hann ikki meiri enn 14
krónur fyri kilo.
Og á Upsa er avreiðing-
arprísurin farin niður í
helvt, tí nú er hann ikki
meiri enn einar tríggjar
krónur fyri kilo.
Jákup Sólstein sigur, at
hetta fer at merkjast í øllum
samfelagnum, tí inntøkurn-
ar hjá teimum, sum hava
við fisk at gera, fara at
lækka munandi, samstundis
sum inntøkurnar hjá skip-
unum eisini fara at lækka
munandi.
Jákup Sólstein sigur, at
tað ringasta er, at sum heild
eru útlitini í longdini onki
serlig.
– Allastaðni, haðani vit
frætta, er svartskygni rætti-
liga stórt, tí búskapirnir í
londunum, sum vit selja til,
er farin at rilla og summa-
staðni er búskapurin næst-
an steðgaður og tað trýstir
prísin niður á marknaðin-
um og so mugu øll liðini í
fiskivinnuni, heilt aftur til
sjálv skipini, fylgja við.
Hann væntar tó, at í heyst
fara prísirnir at vera eitt
sindur betri aftur, enn teir
eru nú.
Og hann vísir eisini á, at
skipini hava havt nøkur góð
ár nú, so nakað er at standa
ímóti við hjá teimum flestu.
– Men standa tær vána-
ligu tíðirnar við, elle versna
tær enn meiri, er tað skjótt
uppi, leggur hann afturat.
Rokningin endar á
einum staði
Jákup Sólstein stúrir fyri, at
nú lønirnar á landi eru
hækkaðar, fer tað eisini at
ávirka avreiðingarprísin.
– Allar rokningar enda á
einum staði og tað er á
avreiðingarprísurnum.
Prísurin á lidnaru vøru hava
fiskavirkini í Føroyum als
onga ávirkan á, tí hann
verður avgjørdur í markn-
aðarlandinum. Fáa fiska-
virkini øktar útreiðslur er
sostatt bara ein máti at
vinna peningin innaftur og
tað er at lækka útreiðsl-
urnar. Og tað kann bara
gerast upp á tveir mátar og
tað er antin at rationalisera
ella at lækka prísin á rávør-
uni.
– Tí er tað avgjørt ikki til
gagns fyri fiskaprísirnar, at
lønirnar eru farnar upp og
eg stúri fyri at tað fer at
trýsta avreiðingarprísin enn
longri niður, sigur Jákup
Sólstein.
Hann sigur, at hvussu
nógv prírirnir fara at lækka
av hesum ávum, veldst eis-
ini um kappingarførið hjá
virkjunum.
– Fiskaprísirnir á
marknaðinumeru
falnir í botn og tað er
ómetaliga tungt at
selja fisk nú, sigur
Meinhard Jacobsen á
Føroya Fiskavirking
ÚTFLUTNINGUR
Áki Bertholdsen
– Marknaðurin er í skelja-
sori.
Føroya Fiskavirking er
ein av teimum stóru fiska-
seljarunum Og stjórin har,
Meinhard Jacobsen, sigur,
at tað er ómetaliga tungt at
selja fisk í løtuni.
Hann sigur, at tað er
nakað síðani at marknaður-
in fór at svíkja og at hann
nú er í botni.
Og hann leggur afturat, at
tað er ringt at fáa eyga á
nakran glotta fyri framman.
– Alt gongur ímóti okk-
um í løtuni. Búskapurin
niðri í Evropa er steðgaður
og vit ganga ímóti summar-
inum, og tá verður ikki
nógvur fiskur etin.
– Og tá ið tað so fellur
saman, at marknaðurin er
vánaligur frammanundan
og at summarið nærkast,
verður tað bara so mikið
verri og tað er støðan í løt-
uni, sigur stjórin á Fiska-
virking.
– Og fyri at fáa stein
oman á byrðuna, gjørdi
verkfallið tað, at vit vóru
heilt úti av marknaðinum í
fýra vikur.
– Men at gera metingar
av, hvat freamtíðin hevur at
bjóða, er heilt ómøguligt,
leggur hann afturat.
Hann sigur, at búskap-
irnir í teimum londum, vit
selja til, eru undir hørðum
trýsti og í Evropa eru tíð-
irnar við at versna aftur og
tað ávirkar eisini fiskaprís-
irnar.
Ávirkar prísirnar
nógv
Meinhard Jacobsen sigur,
at hetta fer sjálvsagt eisini
at ávirka avreiðingarprísin
rættiliga nógv, men tøl vil
hann ikki seta á, tí tað
veldst um, hvønn fisk, talan
er um.
Hann vísir ikki aftur, at
støðan á summum virkjum
hjá Fiskavirking kann ger-
ast líka hættislig sum støð-
an hjá flakvirkjunum í
Hvalba og á Eiði, sum eru í
vanda fyri at lata aftur.
Men hann vil heldur ikki
seta nøvn á virki.
– Vit hava akkurát ligið
eitt metlangt verkfall av
okkum. Og tað fyrsta, vit
mugu gera, er at royna at
lappa viðurskiftini aftur við
tey
viðskiftafólk,
sum
kanska enn tíma at bíða
eftir okkum.
– Men tað er alt annað
enn lætt, serliga hesa árs-
tíðina er tað trupult.
Meinhard Jacobsen sigur,
at verkfallið er ikki júst
fremjandi fyri umdømið
hjá Fiskavirking úti í heimi.
– Tá ið vit eru úti av
marknaðinum so leingi
aftur í ár, eftir at vit eisini
vóru úti fyri tveimum árum
síðani, bøtir tað ikki um
álitið.
– Og júst álitið hevur ein
sera stóran týdning, serliga
tá ið marknaðurin er vána-
ligur, tí álit er ikki nakað tú
fært, tá er nakað tú vinnur
tær, sigur hann.
Er tað so verkfallið, sum
ger støðuna so vánaliga,
ella er tað vánaligur markn-
aður?
– Tað veit eg ikki. Men
tað er heilt greitt, at er
marknaðurin
vánaligur,
fara viðskiftafólk okkara at
brúka tað sum eina um-
bering fyri at leita aðra-
staðni, at vit eru so óálit-
andi leverandørar.
– Tað sigur seg sjálvt, at
viðskiftafólkini brúka tað,
at vit ikki hava kunna
leverað til tíðina, til at
trýsta prísin so langt niður
sum gjørligt.
Meinhard Jacobsen sigur,
at tí hevur verkfallið skrykt
beinini undan Fiskavirking.
Og tá ið marknaðurin
frammanundan er ógvuliga
trupult, er tað ikki óhugs-
andi, at endin verður, at
okkurt virki má lata aftur.
Hann sigur, at sum støð-
an er í dag, verður nógv
framleitt á goymslu og tað
er lítil framtíð í tí.
Samstundis er summarið
í hondum og skjótt fara
virkini hjá Fiskavirking
fara í summarfrí um stutta
tíð og tá liggja tey aftur
still.
Prísurin á fiski fallin minst 20%
Útflutningurin av fiski:
Marknaðurin í skeljasori
– Eg stúri fyri, at lønarhækkingarnar á landi, fara at trýsta fiskaprísin niður, sigur Jákup Sólstein,
formaður í Reiðarafelagnum
– Tað er ómetaliga trupult at selja fisk í løtuni og ongin dugir
at síggja nakrar glottar fyri framman, sigur Meinhard
Jacobsen, stjóri á Fiskavirking
C
M
Y
K
5
4