fríggjadagur 13. juni 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 109 - 13. juni 2003
Nr. 109 - 13. juni 2003
7
Kostar einki at biðja tyrlu koma eftir
sjúkum manni
- Tá ið maður gerst
sjúkur umborð ella
fær skaða, verður
avgerðin um, hvussu
fram skal farast,
vanliga tikin í samráð
við lækna, sigur
Mortan Johannesen,
sum eigur Ljósafelli
ARBEIÐSSKAÐAR
Vilmund Jacobsen
Fyrr í vikuni høvdu vit
grein um ungan drong,
Rógva Danielsen, sum fekk
skaða í hondina umborð á
trolaranum, Ljósafelli, sum
er á kongafiskaveiði í Irm-
ingarhavinum.
Í samrøðu við blaðið,
vísti pápi drongin, Gunnleif
Danielsen á, at tað tók heil-
ar 19 timar, áðrenn sonurin
kom undir læknahond í Ís-
landi.
Tað lá líkasum í luftini, at
langa
siglingartíðin
til
lands hevði gjørt viðgerð-
ina í Reykjavík truplari, tí
drongurin hevði fingið kol-
brand ella byrjan til kol-
brand í hondina.
Skipari og lækni
Mortan Johannesen, sum
eigur Ljósafelli, harmast
um skaðan, sum drongurin
fekk. Hann er tó onga løtu í
iva um, at skiparin gjørdi
tað, hann helt vera rætt.
- Tá ið skaði hendur, sum
krevur læknaráð, ella sjó-
maður gerst sjúkur umborð,
tosar skiparin við lækna.
Eru teir samdir um, at mað-
urin eigur at koma undir
læknahond, verður eisini
tosað um, hvussu best er at
gera, og støðan verður tikin
hareftir.
Hann vísir á, at tá ið
drongurin í hesum førinum
fekk skaða umborð á Ljósa-
felli, varð hildið, at skipið
átti at flyta mannin til
stytstu havn í Íslandi.
- Eg ivist onga løtu í, at
henda avgerðin er tikin eftir
bestu sannføring, sigur
Mortan.
Tyrla kostar einki
- Vit hava ongantíð fingið
rokning fyri tyrlu, sum
hevur verið umborð eftir
sjúkum manni, men hetta er
ein avgerð, sum skipari og
lækni taka í felag.
Mortan vísir á, at tað er
dýrari fyri reiðaríið at sigla
til lands við sjúkum manni
enn at boðsenda tyrluni.
- Í hesum førinum hevði
Ljósafelli langan veg til
lands, og tí hevði tað verið
bíligari fyri reiðaríið, um
tyrla fleyg ímóti skipinum
og flutti mannin á sjúkra-
hús. Men hetta er sum
nevnt ein avgerð, ið tikin
verður í samráð við lækna.
Mortan leggur dent á, at í
slíkum føri, tá ið skaði
hendur umborð, ella maður
gerst sjúkur, verður ikki
hugsað um, hvat tað kostar
at fáa hann til lands.
- Tá ið drongurin í hesum
førinum fekk skaða um-
borð á Ljósafelli, avgjørdi
skiparin at hála beinan-
vegin og seta kós móti
nærmasta landi.
Hann vísir á, at Ingolf
Rasmussen, sum er skipari
umborð á Ljósafelli, er
nógv avhildin maður, sum
er kendur fyri at vilja
manningini tað besta.
- Tí eri eg onga løtu í iva
um, at hann gjørdi tað, sum
hann helt vera tað besta fyri
drongin, soleiðis sum støð-
an
var,
sigur
Mortan
Johannesen at enda.
- Vit hava ongantíð fingið
rokning fyri tyrlu, sum hevur
verið umborð eftir sjúkum
manni, men hetta er ein
avgerð, sum skipari og lækni
taka í felag, sigur Mortan
Johannesen, sum eigur
Ljósafelli
Fyrst í vikuni vitjaðu
80 amerikumenn um-
borð á Clipper Ad-
venturer í Mykinesi
og Vestmanna
SUMMAR
Vilmund Jacobsen
Fyrst í hesi vikuni kom lítla
ferðamannaskipið, Clipper
Adventurer, til Føroya úr
Hetlandi.
Henda vitjan var rættiliga
nógv øðrvísi enn tær vitj-
anir, vit vanliga kenna, tá ið
ferðamannaskip leita higar.
Tað, vit vanliga síggja,
eru risastór ferðamanna-
skip, sum koma á Havnina,
og síðan fara ferðafólkini
úr Havnini og í ymsar ættir.
Mykines og Vest-
manna
Men leiðin hjá Clipper Ad-
venturer
bar
ikki
á
Havnina.
Fyrst vitjaði ferðamanna-
skipið í Mykinesi, men hó-
ast skipið er lítið í mun til
ferðamannaskip, vit van-
liga síggja, slapp tað sjálv-
sagt ikki at har úti.
Bátar fluttu nevniliga
meginpartin av teimum 80
amerikansku ferðafólkun-
um, sum eru umborð á
Clipper Adventurer, í land í
Mykinesi.
Veðrið var av tí besta
hendan dagin, og fingu
ferðafólkini tískil nakrar
góðar tímar har úti saman
við mykinesfólki og súlun-
um, sum munnu hava hug-
tikið meira enn nakað
annað.
Úr Mykinesi bar leiðin til
Vestmanna, har skipið lá til
morgunin eftir.
Aftur til Føroya
Úr Vestmanna bar leiðin hjá
Clipper Adventurer til Ís-
lands, har skipið vitjar í
fleiri býum og bygdum
kring um landið.
Ferðin í Íslandi endar í
Reykjavík, har ferðafólkini
flúgva heim í flogfari, og
nýtt fólk kemur umborð.
Clipper Adventurer kem-
ur aftur til Føroya, 24. juni.
Skipið er bygt í Jugo-
slaviu í 1975. Tað siglir
undir Panama-flaggi, og
ivaleyst eru tað hálendarar,
sum eiga skipið.
Ferðamannaskip í Mykinesi og Vestmanna
Tað er ikki so vanligt, at útlendsk ferðamannaskip vitja í Mykinesi og Vestmana, har henda myndin er tikin. Clipper Adventurer
verður aftur í Føroyum, 24. juni.
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Vandi er fyri, at
verkfalsrætturin hjá
fakfeløgunum verður
skerdur. Tað sigur
Ingeborg Vinther,
forkvinna í Føroya
arbeiðarafelag, nú
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í
arbeiðsmarknaði,
hevur boðað frá, at
fleiri politisk inntriv í
arbeiðsmarknaðin
eru í væntu
ARBEIÐSRÆTTUR
Ingi Rasmussen
Føroya arbeiðarafelag ótt-
ast, at rætturin hjá fakfeløg-
um verður skerdur, nú
landsstýrismaðurin við ar-
beiðsmarknaðarmálum
hevur boðað frá, at hann
ætlar at leggja fleiri upp-
skot fyri løgtingið í heyst,
sum skulu dagføra viður-
skifti á føroyska arbeiðs-
marknaðinum.
– Eg eri alt annað enn
trygg við tey politisku inn-
trivini, sum Fólkaflokkurin
ætlar at gera. Bjarni Djur-
holm er í ferð við at skerja
rættin hjá fakfeløgunum at
fara í verkfall. Hann tekur
ein part burturúr og gloym-
ir við vilja, at tað eru tveir
partar í einum stríði, sigur
Ingeborg
Vinther,
for-
kvinna í Føroya arbeiðara-
felag.
Fleiri broytingar
Sostatt er alt við tað gamla
á arbeiðsmarknaðinum, og
tað tykist at verða heldur
enn ikki torført at fáa broytt
viðurskifti, sum hava gjørt
sítt til fleiri maratonverk-
føll síðstu árini.
Við Sosialin í síðstu viku
segði Bjarni Djurholm frá
sínum ætlanum, sum hann
nú hevur fingið grønt ljós
frá landsstýrinum at ar-
beiða víðari við. Lógin um
seming, sum er frá 1928
skal broytast. Eitt nú skal
vera loyvt semingsmonn-
unum at útseta eitt verkfall
í tvær ferðir tvær vikur.
Sum nú er kann semings-
maðurin bara útseta eitt
verkfall í eina viku.
Landsstýrismaðurin ætlar
eisini at gera undantøk, so
ávísar vinnur, har vandi er
fyri at sjúka breiðir seg,
sleppa undan at vera raktar
av verkfalli. Í triðja lagi
ætlar Bjarni Djurholm at
taka framaftur arbeiðsrætt-
in, sum fakfeløgini ikki
hava vilja vitað av.
Deyðadømur rættur
Tað tykist, sum arbeiðs-
rætturin er deyðadømdur av
fakfeløgunum
framman-
undan.
– Vit hoyra onki gott um
arbeiðsrætt, tí tað vísir seg
ofta, at arbeiðsgevararnir
fáa fyrimun av honum. Vit
hava í staðin skotið upp, at
vit fáa ein víðkaðan gerða-
rætt, men tað hevur verið
blokerað higartil. Munur er
á, hvussu ein gerðarættur er
mannaður, og hann kann
ikki geva bøtur, sigur Inge-
borg Vinther.
Ein arbeiðsrættur verður
útnevndur av báðum pørt-
um á arbeiðsmarknaðinum.
Endamálið er at savna ser-
frøðina, so trætur á arbeiðs-
marknaðinum verða loystar
skjótt. Kunningarstjórin hjá
LO, Rune Nørgaard, segði
við Dimmalætting í gjár, at
ongin orsøk var at halda, at
arbeiðsrætturin er partísk-
ur. Men Ingeborg Vinther
hevur onga tiltrúgv til, at
tað ber til at fáa ein óheftan
arbeiðsrætt í Føroyum.
– Tað hevði verið torført
at útnevnt dómarar í Føroy-
um, sum høvdu verið heilt
óheftir. Danski arbeiðsrætt-
urin hevur seks dómarar,
sum arbeiðsgevarar og ar-
beiðstakarar
hava
valt.
Skulu vit arbeiða eftir
donskum leisti, verður tað
vónleyst at finna dómarar,
sum ikki onkursvegna hava
felags áhugamál við ar-
beiðsgevararnar,
sigur
Ingeborg Vinther.
Kolldømd freist
Heldur ikki broytingarnar í
lógini um seming, sum er
frá 1928, hóva forkvinnuni
í Føroya arbeiðarafelag.
Bjarni Djurholm royndi seg
longu fyri tveimum árum
síðani og sendi ætlaðu
broytingarnar fyri fakfeløg-
ini. Tey kolldømdu ætlan-
ina.
– Vit kenna ikki hetta
seinasta uppskotið, tí vit
hava ikki sæð tað enn, men
sambært tí seinasta upp-
skotinum, sum vit sóu,
skuldi tað bera til at útseta
eitt verkfall í eina óendalig-
heit, og tað kunnu vit ikki
góðtaka, sigur Ingeborg
Vinther.
Bjarni Djurholm sigur
seg ætla at geva semings-
monnunum møguleika at
útseta eitt verkfall í fyrst
tvær vikur og síðan aftur
tvær vikur, um tað er neyð-
ugt. Í LO sigur tey seg vera
væl nøgd við hesa skipan, tí
hon gevur pørtunum longri
freist at finna eina semju
sínámillum, so tað slepst
undan verkfalli.
Lógleys undantøk
Aftur í hesum verkfallinum
var nógv at hoyra um ali-
vinnuna, sum segðist at
vera á deyðastrá, tí ILA-
sjúkan breiddi seg sum
ringar í vatninum.
Hesum og líknandi støð-
um ætlar Bjarni Djurholm
at forða fyri í framtíðini, og
tað skal gerast við at gera
undantøk fyri ávísar vinnur,
so tær sleppa undan at vera
raktar av verkfalli.
– Verður noktað ávísum
arbeiðsfólkum at fara í
verkfall, tá tey eru í sátt-
málaloysi, so eru øll ikki
líka fyri lógini. Hetta er enn
ein roynd at brúka alivinn-
una ímóti fakfeløgunum,
sum tað er hent, hvørja ferð
eitt verkfall hevur verið. Vit
vita, at Fólkaflokkurin er í
lummanum hjá arbeiðsgev-
arunum, og tí vil Bjarni
Djurholm so fegin gera
undantøk. Men tað er reint
anarki og lógloysi at skerja
rættindini
hjá
ávísum
arbeiðsfólkum, sigur Inge-
borg Vinther.
Eftir øllum at døma skal
óvanliga gott hegni til, um
Bjarni Djurholm skal fáa
undirtøku frá fakfeløgun-
um til fráboðaðu broyting-
arnar. Og fær hann ikki tað,
verður eisini torført at fáa
politiskt viðhald í løgting-
inum, sum altíð lurtar væl
eftir fjøldini av løntakarum.
FA ræðist politisk inntriv
Tað skal vera torførari at steðga samfelagshjólunum at mæla, ætlar Bjarni Djurholm. Men tað er at skerja rættin hjá fakfeløgunum at forða verkføllum, sigur
Ingeborg Vinther
Mynd: Jens K. Vang
Dreymurin hjá Djurholm:
– Lógin um seming, sum er frá 1928, skal
broytast. Semingsstovnurin skal hava størri
heimildir og longri freist. Semingsmenn skulu
hava loyvi at útseta verkfall í tvær ferðir tvær
vikur, og skulu hava loyvi at fara uppí, longu
meðan partarnir samráðast.
– Ætlanin við arbeiðsrætti er eisini tikin framaftur.
Ein arbeiðsrættur verður útnevndur av bæði
arbeiðsgevarum og arbeiðstakarum. Endamálið er
at savna serfrøðina á einum stað, so ósemjur
kunnu loysast skjótari enn í sivila rættinum.
– Alivinnan og landbúnaðurin skulu verjast ímóti
verkfalli í serligum førum, so hóttandi sjúka ikki
fær loyvi at breiða seg.
Fakta
C
M
Y
K
7
6