fríggjadagur 13. juni 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 109 - 13. juni 2003
Nr. 109 - 13. juni 2003
9
SEV og Maskinmeistarafelagið funnið semju
Nú er líkt til at SEV
og Maskinmeistara-
felagið hava funnið
fram til eina semju á
sáttmálatrætuni, sum
báðir partar kunnu
liva við. Nú er tað
bara upp til Karsten
Hansen, um hann vil
góðkenna hesa
semjuna
SÁTTMÁLATRÆTA
Stefan í Skorini
SEV og Maskinmeistara-
felagið eru komin ásamt
um at gera eitt ískoyti til
tann tvey ára sáttmálan, ið
varð
undirskrivaður
28.mars, soleiðis at sátt-
málin verður longdur við
einum ári. Hækkingin tað
seinasta árið verður heldur
lægri enn tvey tey fyrstu
árini
av
sáttmálanum.
Nýggi sáttmálin verður so-
statt galdandi til 2006.
Poul Arne Jacobsen, stýr-
isformaður í SEV, upplýsir,
at
lønarhækkingin
tað
síðsta árið eftir ætlan skal
vera 3 prosent. Hækkingin í
lønini hini bæði árini var
umleið 4,6 prosent. Stýrið
hjá SEV hevur tikið undir
við hesum leistinum.
– Miðalhækkingin yvir
hesi trý árini verður sam-
svarandi við tað, sum ar-
beiðarafeløgini
og
ar-
beiðsgevararnir skrivaðu
undir uppá, sigur Poul Arne
Jacobsen.
Stýrisformaðurin sigur,
at SEV og Maskinmeistara-
felagið hava samskift nógv
seinastu vikurnar, síðan
Karsten Hansen alment
vrakaði sáttmálan, og hetta
var ein loysn, sum partarnir
báðir kundu góðtaka.
Hann sigur, at Fíggjar-
málaráðið er kunnað um
støðuna ígjøgnum telefon,
og at leikluturin hjá SEV er
liðugur beint nú. Nú verður
bíðað í spenningi eftir, at
Karsten Hansen fer at gera
sína niðurstøðu.
Alt skal vera klárt
Formaðurin í Maskinmeist-
arafelagnum, Jógvan Nybo,
sigur, at felagið ikki fer at
skriva undir eitt ískoyti til
sáttmálan uttan at alt er
klárt og góðkent av Fíggjar-
málaráðnum.
– Tað, sum vit hava verið
vitni til seinastu vikurnar,
fara vit ikki at góðtaka
einaferð afturat. Vit fara
ikki at skriva undir og síð-
ani uppliva, at Karsten
Hansen vrakar sáttmálan.
Alt skal gerast undir einum
hesuferð,
sigur
Jógvan
Nybo. Hann vil sostatt
tryggja sær, at sáttmálin er
góðkendur, áðrenn hann
verður undirskrivaður.
Hann váttar, at partarnir
eru komnir ásamt um eitt
ískoyti til sáttmálan, men
hann slær rimmarfast, at
tann tvey ára sáttmálin,
sum varð vrakaður av
landsstýrismanninum, ikki
verður broyttur ella avtikin.
Nevndin í Maskinmeist-
arafelagnum hevði í gjár
fund við maskinmeistarar-
nar hjá SEV um støðuna,
og har var greiður meiriluti
fyri at royna hesa loysnina.
Á henda hátt varðveita
maskinmeistararnir lønar-
hækkingina uppá góð 10
prosent við eftirløn yvir
tvey ár, men teir ganga við
til eina heldur lægri hækk-
ing tað síðsta árið.
Jógvan Nybo leggur aft-
urat, at felagið ikki fer at
bíða leingi eftir eini góð-
kenning úr Fíggjarmála-
ráðnum, tí støðan hjá hans-
ara limum als ikki kann
góðtakast, og um sáttmála-
viðurskiftini ikki koma
uppá pláss, mugu tiltøk set-
ast í verk.
Sosialurin fekk fatur í
Karsten Hansen hósmorg-
unin, men av tí at hann var
staddur uttanlands og ikki
hevði sæð semjuna millum
SEV og Maskinmeistara-
felagið, vildi hann ikki
uppá standandi fót siga, um
hann góðkennir hendan
leistin. Væntandi fer Kar-
sten Hansen at gera við-
merkingar til málið í blaðn-
um í morgin.
Jógvan Nybo, formaður, og
hinir í nevndini í Maskin-
meistarafelagnum hava
góðtikið at gera eitt ískoyti til
tann tvey ára sáttmálan,
soleiðis at hann fevnir um
eitt trý ára skeið við eini
heldur lægri lønarhækking
tað seinasta árið
MYND: Jens Kr. Vang
Týsdagin lat handilin
hjá Heimavirkinum
upp í bygninginum í
Niels Finsensgøtu,
har Radiohandilin
eisini heldur til. Hetta
er aðru ferð, at
Heimavirkið flytir,
eftir at tað helt til
niðri á Kongabrúnni í
eitt mannaminni
FLYTING
Stefan í Skorini
Nú letur Føroyskt Heima-
virki uppaftur í Havn.
Sølubúðin, sum hevur selt
ymiskt føroyskt hondar-
beiði, hevur verið stongd
síðan 1. februar, tá lykilin
varð snaraður um. Týsdag-
in lat sølubúðin uppaftur í
snotiligum hølum mitt í
býnum.
– Vit máttu lata handilin
aftur tann 1. februar, tí
sølan heilt einfalt gekk ov
illa, sigur Óluva Húsgarð,
virkandi formaður í nevnd-
ini fyri sjálvsognarstovnin
Føroyskt Heimavirki.
Síðan 2001 og hevur
handilin hjá Heimavirkin-
um verið í Vágsbotni, men
hetta royndist ikki nakað
serliga væl, og tí flytir
handilin enn einaferð.
Heimavirkið varð annars
sett á stovn í 1935, og frá
1937 til 2001 var handilin á
Kongabrúnni.
Men
tá
Tryggingarfelagið skuldi
flyta alt sítt virksemi oman
í tann bygningin, mátti
Heimavirkið
finna
sær
nýggj høli.
Væl nøgd
Síðan 1. februar hevur
Heimavirkið so leitað eftir
nýggjum hølum, og eftir
ein steðg uppá góðar fýra
mánaðir, eydnaðist at finna
eini høli, sum liggja sera
væl fyri mitt í býnum.
– Vit eru væl nøgd við
nýggju hølini, tí tey liggja
væl fyri. Tað var snøgt sagt
ikki livandi í Vágsbotni,
sigur Óluva Húsgarð. Hon
sigur, at fólk ikki vistu hvar
Heimavirkið var, og tað er
ikki so nógv fólk, sum
gongur framvið har.
Og tey hava longu merkt
munin, nú handilin liggur
betri fyri, hóast hann bara
hevur verið opin í nakrar
fáar dagar. Fleiri fólk
støkka inn á gólvið á veg
niðan í býin, og nakrir út-
lendingar hava eisini verið
á gátt.
Óluva Húsgarð sigur, at
hetta er ein royndartíð.
Handilin verður opin í
summar, og um tað ikki
gongur, so steingir hann
møguliga aftur í september
og letur uppaftur á jólum.
Heimavirkið letur uppaftur í nýggjum hølum
Føroyskt Heimavirkið hevur
nú latið uppaftur, eftir at
handilin hevur verið stongd-
ur í góðar fýra mánaðir.
Snotiligu hølini liggja sera
væl fyri mitt í býnum
MYND: Jens Kr. Vang
Nú ber aftur til at keypa
føroyskt hondarbeiði í
Heimavirkinum. Handilin
lat uppaftur týsdagin
MYND: Jens Kr. Vang
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
11. juni fingu 11 næmingar
prógv í dugnaskaparroynd
í motorlæru. Tað er Tórs-
havnar Kvøld- og Ung-
dómsskúli, ið skipar fyri
hesi undirvísing. Dugna-
skaparprógvið veitir rætt-
indi at passa motorar við
framtøkumegið upp til 612
HK í heimasigling, t.e.
innan fyri 200 fjórðingar.
Undirvísingin
var
á
Maskinmeistaraskúlanum,
skeiðið byrjaði í oktober
2002. Undirvíst varð í
maskinlæru,
ravmagns-
læru, kølitøkni, eldsløkking
og tænastukunnleika.
Dagurin
13. juni. Kyrillos. Fleiri halgimenni eru við hesum navni,
helst er her talan um ein biskup í Aleksandriu, sum doyði
í 444. Erlendur biskupur doyr hendan dagin í 1308.
Eiler Poulsen
50 ár
12. juni fylti Eiler Poulsen í
Havn 50 ár. Eiler er føddur
og uppvaksin í Saltangará.
Hann er triðelst av teimum
níggju
børnunum
hjá
Henny og Jens á Líknar-
gøtu í Saltangará. Liðugur
við barnaskúlan fór hann til
skips og sigldi í 12 ár, til
1979, tá hann fór at arbeiða
sum sjálvstøðugur vinnu-
rekandi. Frá 1984 til 1993
arbeiddi
hann
sum
maskinførari hjá byggi-
felagnum Dekkon. Hann
arbeiddi á Havsbrún í
Fuglafirði frá 1993 til
2001, tá hann mátti gevast
vegna sjúku.
Eiler er giftur við Hall-
bjørg Hansen úr Fuglafirði,
tey eiga tvey børn, dóttrina
Henny, fødd í 1976, og
sonin Arthur, føddur í
1980.
Familjan
búði
í
Saltangará til 1989, tá tey
fluttu til Kambsdal at
búgva. Fyri stuttum fluttu
tey til Havnar.
Fremra rað: f.v. Alfred Haraldsen, Tórshavn, Heini Heinesen, Argir, Tórshavn, Páll Nielsen, Tórshavn. Aftara rað: f.v. Napoleon
Nólsoy, skúlastjóri, Bárður Olsen, Tórshavn, Grethard Poulsen, Tórshavn, Jógvan Hendrik Sigurstein, Tórshavn, Kaj Vilhelmsen,
Hoyvík, Gordon Hofgaard, lærari. Á myndini vanta: Petur Elias Debes, Miðvágur, Kartni Fornagarð, Tórshavn, Ragnar
Justinussen, Tórshavn, og Terji Sigurdsson, Tórshavn
Dugnaskaparroynd í motorlæru
Tíggju systkin
av Strondum
Aftara rað: f.v.Jóhanna M. Lund, býr í Vejle, Jóhan Kass, býr á Strondum, (Jóhanna og Jóhan eru tvíburar), Judith Johansen, býr
í Vejle, Ernst Kass, býr í Havn, Hans Jákup Kass, býr í Helsinki, Anna Bertha Mohr, býr í Havn. Fremra rað: f.v. Sólborg Dulavík,
býr á Argjum, Jákup Kass, býr á Strondum, Nicolina Jensen Beder, býr í Havn, og Hilmar Kass sum býr í Havn
Við takkarkvøðuni hjá Peturi Müller, sendi eg bestu
tøkk til øll tykkum, ið mintust meg føðingardagin 26.
apríl.
Takkarljóð
Eg takklætislag lati ljóða –
til ein hvønn í huga meg bar.
Tann dagin, ið eg hevði slóða –
til sjeytifimmárs varðan hjá mær.
Til vinnufelagar allar,
og øll ið meg vitjaðu her.
Hav tøkk bæði moyggjar og kallar –
Til tykkum mítt takkarljóð fer.
Ein serstøk tøkk til øll systkin míni.
Bestu heilsanir
Nicolina
Tá Nicolina Jensen Beder í
Havn fylti 75 ár tann 26.
apríl, komu øll systkin
hennara til føðingardagin.
Tey eru tilsamans 10 systk-
in, børn hjá Sannu, f.
Lamhauge, og Bartal Jo-
hansen á Strondum. Staðið
har tey har tey búðu á
Strondum verður nevnt " í
Kass", tí fingu allir synirnir
sær eftirnavnið, Kass. Á
myndini eru øll systkini.
C
M
Y
K
9
8