fríggjadagur 13. juni 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 109 - 13. juni 2003
Nr. 109 - 13. juni 2003
11
Sólvit Simonsen
Ja, so var verkfallið liðugt
tíbetur, ja, lat meg siga
beinanvegin, at eg havi
gingið og krimpað meg við,
hvussu verður vorðið við
virkjunum hjá Sandoy Sea-
food? Rísa tey undir hes-
um? Tíverri ljóðar tað
aðrastaðni í landinum sum
um virki eru, sum koma at
snara lykilin um, og má tað
sigast at vera ein bygda- og
landsskaði. Hvat er so fing-
ið burtur úr verkfallinum.
Jú, frá fyrsta semingsupp-
skoti og til verkfalslok
bleiv tað ein króna afturat
tímalønini. Hetta er ikki tað
stóra, tað er jú nemt at
rokna seg fram til, at hetta
gevur ca. 2.000 kr. um árið.
Túsund av teimum fara í
skatti og vónandi hendir tað
ikki, at vøran fer upp, sum
oftast hendir; men um so er,
tá verður ikki nógv eftir, tá
ið hugsað verður um ein
mánaða mista inntøku.
Sjálvur meti eg um leiðaran
í Føroya Arbeiðarafelag, at
hon er alt ov barsk og
ódiplomatisk, tað kann væl
ikki vera soleiðis, at hvør
arbeiðsgevari er ein lítil
bandittur. Vit hava roynt
her í oynni at ligið við ong-
um, so tað vita vit hvat tað
hevur at týða.
Tað bleiv tosað nógv
undir verkfallinum um
gjónna, sum ikki skuldi
breiðka, og tað er rætt. Men
so eitur eitt eisini at byggja
brýr, tí tað er sera týdn-
ingarmikið við einum ar-
beiðsplássi, at tað er góður
andi millum arbeiðsfólk og
leiðslu, og í einigheit kann
nógv vinnast.
Tað bleiv arbeitt fyri
skattalætta til sjófólkið,
sum kom ígjøgnum, og tað
var sera gott at høvuðs-
vinnan verður stuðlað á
slíkan hátt. Eftir mínari
metan hevði tað verið ein
góð loysn, um arbeiðsfólk-
ið hjá fiskavirkjunum á
landi kundi fingið ein tílík-
an skattalætta, tí tey gera
eitt dygdargott arbeiði fyri
Føroya land, sum vit hava
brúk fyri, og sum vit øll liva
av. Tað hevði eisini verið
við til at smalkað gjónna,
og smalari gjógvin er, betur
liggur fyri at byggja brúna.
Mikukvøldið vóru vit vitni til størstu ítróttarhending nakran-
tíð í Føroyum. Fleirfaldu týsku heimsmeistararnir vitjaðu. Í
sær sjálvum er tað framúr, at Føroyar hava møguleika at fáa
sovorna vitjan. Europeiska og altjóða fótbóltssamgongurnar
eiga stórt rós uppiborið fyri, at tær geva smáu tjóðunum
møguleikan at kappast undir somu treytum, sum tær stóru
gera. Eitt nú Franz Beckenbauer, kendi týski spælarin og
venjarin, hevur fleiri ferðir sagt, at tað hevði verið rættari, um
smáu tjóðirnar í innanhýsis kapping gjørdu av, hvør av
teimum skuldi kappast við stóru tjóðirnar. Tíbetur hevur hetta
sjónarmiðið ikki vunnið frama, og vónandi fer tað ikki at gera
tað.
Síðani Føroyar í 1990 fóru upp í altjóða fótbóltskappingar
hevur gongdin fyri tað mesta verið rætta vegin. Mikukvøldið
varð við sjey tumma seymi sligið fast, at tað er upp á sítt
pláss, at Føroyar eru við í altjóða kappingum. Tað er at vóna,
at FIFA og UEFA lurta meiri eftir tí, ið gekk fyri seg á vøll-
inum, enn teir lurta eftir formonnum og stjórum í stóru euro-
peisku feløgunum, sum vilja, at spælararnir heldur brúka
meiri tíð og orku upp á Europa Cup, enn at teir brúka tíð og
orku upp á at spæla landsdystir ímóti smátjóðunum.
Í sær sjálvum er tað altíð fasinerandi, tá ið tann lítli stríðist
ímóti tí stóra. Serliga tá ið tann stóri ikki fær tey nógvu málini
og vinnur stórsigurin, sum tað eigur at verða roknað við, at
hann skal gera. Heilt víst er tað, at tað mikukvøldið sótu
nógvar milliónir frammanfyri sjónvarpsskíggjar kring heimin
og tóku á við Føroyum. Føroyar vunnu sær kreditt kring
heimin.
Hvønn týdning tað hevur fyri Føroyar,at taka lut í so stórum
kappingum, ber tað neyvan til at gera upp í pengum. Men tað
er einki at ivast í, at tað eru nógvar milliónir. Eitt eru pengar-
nir, sum FSF og fótbóltsfeløgini fáa frá UEFA og FIFA. Tað
eru nakrar milliónir um árið. Men tað eru heilt víst nógv fleiri
milliónir, ið á annan hátt renna inn í føroyska húsarhalds-
kassan, og tað kann kanska renna uppaftur meiri henda vegin.
Ferðavinnan eigur í framtíðini at fáa gagn av, at kunnleikin
um Føroyar í síni heild hesa tíðina er vaksin so nógv, tí
Føroyar eru í bólki við Týsklandi. Stóri spurningurin er nú,
hvussu Føroyar og ferðavinnan fara at megna at arbeiða
víðari við hesum møguleikunum. Tað er upp til okkum sjálvi
at gera tað av.
Eitt annað er, at Føroyar og útflutningsvinnan eigur at fáa
goodwill burturúr positivu umrøðuni, ið fótbólturin gevur.
Tað munnu vera nógvar samrøður við útlendsk viðskiftafólk,
sum hesa seinatu tíðina hava havt ein fótbóltsligan inngang
og kanska eisini útgang. Tað ber illa til at gera hetta upp í
pengum, men tað eru heilt víst pengar í hesum, og vit kundu
tikið onnur dømi um goddwill, ið fótbólturin ber við sær.
Føroysku fótbóltsfeløgini, FSF og spælararnir eru fremsta
orsøkin til, at hetta ævintýrið er og vónandi framvegis verður
ein góður veruleiki. Kommunurnar og landið hjálpa væl til
við vøllum og karmum, og soleiðis eigur tað framvegis at
vera.
Spælararnir vístu mikukvøldið, at tá ið teir arbeiða saman, og
ein spælir fyri allar og allir fyri ein, sum Frank Arnesen og
danska landsliðið sungu fyri næstan tjúgu árum síðani, so
hilnast tað væl.
Hóast týskararnir at enda gjørdu tvey mál, eigur føroyska
avrikið at vera undirstriking fyri øllum føroyingum um, at vit
kunnu. Hóast vit eru smáir, kunnu vit vera knáir, og vit eiga
ikki at smæðast burtur. Ikki í fótbólti og øðrum ítrótti, ikki í
aðrari mentan og heldur ikki í vinnulívi, búskapi, politikki og
á øllum øðrum økjum. Tað ræður um at arbeiða saman innan-
hýsis og at skapa gleðina og sjálvsálitið, ið skulu til. So skal
tað nokk ganga væl. Tað vístu fótbóltsspælarnir aftur
mikukvøldið, at tað kann gera. Takk fyri tað og góða eydnu.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Samhaldsfesti og sjálvsálit
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Høgni Hoydal
Lisbeth L. Petersen, fólka-
tingskvinna fyri Føroyar,
hevur skrivað eina grein,
sum eitur "framhaldandi í
ríkisfelagsskapi".
Greinin er eftir mínum
tykki ótrúliga góð og upp-
lýsandi.
Hon sigur okkum so
greitt, hvar vit høvdu verið
í Føroyum, um sambands-
afturhaldið hevði vunnið.
Vit høvdu sitið afturi í
skjútstíðini. Nøkur fá tand-
ur her á klettunum. Uttan
egið mál, uttan egnar lógir
og uttan nakran framburð í
einum danskari koloni. Har
politikkur hevði snúð seg
um at liffra fyri donsku
stjórnini, og billa "det
fattige folk udi Færø" inn,
at danskir myndugleikar
vita best og vit eiga bert at
lurta eftir teimum.
Verjan hjá donsku
stjórnini
Eitt er, at greinin hjá Lis-
beth sum vanligt onki boð
hevur uppá nakran politikk
ella framtíðarhugsan. Tað
hava vit vant okkum við.
Men annað er, at greinin er
ein long verjurøða fyri
grovheitum hjá donsku
stjórnini
mótvegis
før-
oyskum myndugleikum.
Lisbeth L. Petersen ber
beinleiðis í bøtuflaka fyri,
at danska stjórnin enn eina-
ferð setur føroyskt fólka-
ræði til viks í málinum um
hernaðarlógirnar.
At danska stjórnin lýsir
hernaðarlógir, sum eitt
samt Løgting hevur sam-
tykt skulu strikast, rópar
Lisbeth "eitt óheppið mis-
tak". Men um tað var eitt
"óheppið mistak", hví varð
tað so ikki rættað í Fólka-
tinginum, tá Torbjørn Ja-
cobsen legði uppskot fram
um tað?
Og Lisbeth L. Petersen
sigur ósatt fyri øllum
Føroya fólki, tá hon skrivar
í síni grein at lógirnar bert
galda fyri danskar hermenn
í Føroyum. Tað passar als
ikki, hóast danska stjórnin
hevur ført somu ósanndini
fram í Fólkatinginum.
Lógirnar taka rættindi
frá tær og mær
Lógirnar og kunngerðirnar,
sum danska stjórnin hevur
sett í verk beint ímóti ein-
um samdum Løgtingi, geva
m.a. donskum myndugleik-
um heimild:
- at taka fasta ogn frá før-
oyingum, um tað verður
mett neyðugt
- at seta fólk úr sínum
egnu húsum, um tað
verður hildið verða neyð-
ugt
- at handtaka og revsa
fólk, ið verða hildin
ganga ímóti áhugamálum
hjá donsku stjórnini í eini
krígsstøðu (sum tildømis
nú Irak-kríggið vardi).
Tí tekur danska stjórnin
beinleiðis rættindi frá øll-
um føroyingum við at lýsa
hesar lógir og hetta hevur
onki við danskar hermenn
at gera.
Villeiðing
Men tað er nokk eitt "mis-
tak" og hevur nakar feilin,
so má tað vera landsstýrið,
heldur Lisbeth.
Lisbeth L. Petersen vill-
leiðir altso beinleiðis um
eitt mál, sum hon ikki færri
enn tríggjar ferðir hevur
havt til viðgerðar. Tvær
ferðir sum Løgtingslimur,
tí fyrst undirritaði og síðani
javnaðarflokkurin
løgdu
uppskot fram um at taka av
hernaðarligu revsilógirnar.
Og eina ferð sum fólka-
tingslimur, tí Torbjørn Ja-
cobsen legði fram uppskot
um at seta lógirnar úr gildi
aftur.
Antin hevur Lisbeth L.
Petersen als ikki sett seg
inn í, hvat málið snýr seg
um, og hevur bert endur-
tikið
ósannindir
sum
danska stjórnin og hennara
fólkatingsbólkur (Venstre)
hava skrivað og ført fram
Ella sigur hon ósatt við
vilja.
Hvørgin hesin møgu-
leikin er tespiligur at hugsa
sær.
Hurrá fyri donskum
valdi í Føroyum
"Framhaldandi í ríkisfe-
lagsskapi" sigur Lisbeth.
Ja, tað skal eg halda við.
Hurrá fyri tí fantastiska
ríkisfelagsskapinum - har
danska stjórnin gongur
beint ímóti okkara samtykt-
um og enntá fær ein før-
oyska fólkatingslim at verja
seg og endurtaka ósannind-
ir í føroyskum fjølmiðlum.
Tillukku við tí, Lisbeth.
Nú kunnu vit øll ganga við
røttum ryggi.
Framhaldandi afturi í skjútstíðini
Um verkfall
Jógvan við Keldu
løgtingsmaður
Eyðsýnt er, at teigurin
"hinvegin" á aftastu síðu í
Dimmalætting, "skal út-
fyllast", og ábyrgdin verður
síðani "skematisk" býtt
millum blaðfólk. Hvørji
legu hann liggur í, verður
hareftir. Av og á kreppir tú
tærnar undan hesum hug-
leiðingum. Upprunaætlanin
við teiginum hevur helst
verið, at her skal sigast eitt
og annað, sum "fáur annar
hugsar".
Hósdagin í seinastu viku,
stóð so Pól á Kletti fyri
tørni. Helst átti greinin hjá
Jákupi Sverra Kass fyri
kortum í Dimmalætting um
"valdømisskipanina" hug-
flogið og upprunan til orð-
ini.
Sammetingin við
Grønland
Jákup Sverri Kass tók
sjálvandi, sum flestu, tá teir
viðgera hetta málið, dømi
um Grønland sum eitt
mynstursamfelag,
hetta
landið sum samfelt fevnir
um meiri enn Norðurlond,
Polen, Týskaland, Niður-
londini, Stóra Bretland og
Frakland tilsamans.
Grønland hevur íbúgv-
aratalið til felags við Før-
oyar og kanska partar av
fiskivinnuni. Annars er
einki sammetingargrundar-
lag.
"Interessantir
lokalpolitikarar"
Av og á síggja vit politik-
arar úr høvuðsstaðnum,
sum vilja gera seg "inte-
ressantar", siga, at okkara
valdømisskipan
hevur
ábyrgd av, at samfelagið
ikki virkar.
Sluppu vit av við "lokal-
politikararnar"
uttanfyri
Havnina, men varveittu teir
í høvuðsstaðnum, varð bert
gjørd ein "yvirskipan" fyri
alt landið, so vóru eingi ør-
vitisprojekt.
Síðani tekur hesin verd-
ugi og vitandi blaðmaður
Dimmalættingar
til,
at
"eingin fer at atkvøða sess-
in undan sær", "broytingin
kemur ikki, uttan við
revolvaranum í rygginum",
"ov nógvur heimabeitis-
politikkur verður rikin",
(tað vil siga av útjaðara-
politikarum) og síðani sigur
hann, at "upp undir val
verða mong ørvitisprojekt-
ini samtykt".
Spurningar til kjakið
Eg skal í fyrstu syftu ikki
fara nærri inn á hesi viður-
skifti, og áðrenn eg geri
nakað meiri, fari eg at biðja
Pól á Kletti svara mær hes-
um spurningum, Jákup
Sverri Kass, má gjarna
verða við:
Hvørji ørvitisprojekt eru
farin í gongd, sum ikki áttu
at verið framd?
Hvør munur er á heima-
beitispolitikarunum í Høv-
uðsstaðnum, og teimum,
sum búgva úti um landið,
og hvat er ætlanin við økj-
unum uttan fyri høvuðs-
staðin?
Hvar aðrastaðni hava vit
bert eitt valdømi uttan um
okkum uttan í Grønlandi?
Hvørja
trygd
geva
politikarar okkara, sum
ynskja Føroyar sum eitt
valdømi, at vit fáa lands-
stovnar, t.d. sum Lands-
sjúkrahúsið og almennu
fyrisitingina at gerast bí-
ligari og at hesir fáast at
virka, at vit fáa ein dyggari
dynamikk?
Hvørja trygd hava vit
fyri, at valdømisskipanin
ikki verður broytt uttan við
"eini "álvarsligari" hóttan í
rygginum"?
Hvussu
veit
ein,
at
politikarar sum búgva í út-
jaðaranum fara at "atkvøða
sessirnar undan sær", tá
Føroyar gerast eitt val-
dømi?
Eingin ivi er um, at tá
omanfyrinevndu spurning-
ar eru svaraðir við skili, fáa
vit veruligt kjak um evnið,
sum ikki hevur verið semja
um, tí her hongur so nógv
uppi í málinum.
Greinin hjá Pól á Kletti er
kanska ikki so løgin, tí her
er talan um ein gløggan
blaðmann.
Anna Grástein
Århus
Ein spurningur, ið verður
stillaður mær ta seinastu
tíðina í størri og størri um-
fang og eg helt meg hava
fingið
henda
spurning
nøktaðan við móðurmjólk-
ini. Men má sanna at eg eri
meir og meir í iva um týdn-
ingin av hesum og hvussu
hesin verður umsitin av
næsta tínum.
Johannes
Møllehave,
okkara kendi rithøvundur,
ja, eg sigi okkara, moralskt
havi eg ongan rætt at kalla
hann okkara, men eg havi
rætt til tað, tí eg eri danskur
statsborgari, líkasum allir
aðrir føroyingar eru tað –
enn.
Neyvan hevði hann kom-
ið so langt í verkum sínum,
um hann skuldi roynt seg
sum føroyskan rithøvund.
Hansara teologiska og filo-
sofiska vitan er bæði rund,
ikki dømandi og kærleikin
streymar gjøgnum hansara
teologisku frálæru, har
ongin er minni ella størri
enn tín næsti. Har tann
kristni boðskapurin kemur
fram í fullum blóma.
Mínar royndir kunnu bert
staðfesta, at millum lands-
menn mínar finna bert
svartskygdir og falskir pro-
fetar fram í hjørtum teirra
føroyinga.
JM sigur einastaðni, at
næsti tín er t.d. hann, ið
situr við síðuna av tær í
einari tokkupé. Ein vakur
og sannur tanki. Men tey
flestu vildu svarað, nei, tín
næsti er tín móðir, faðir,
bróðir ella systir. Nú hava
vit ikki tok ella tokkupé’ir í
Føroyum. Men vit hava
nógv hol, so har møtir tú
neyvan nøkrum uttan sús-
andi bilum, ið fara framvið
tær. Og hvør er so næsti
tín? Jú, heilt givið, »tín
granni«.
Føroyingar hava altíð
breggjað sær av at vera tann
tjóðin, ið tekur sær av sín-
um næsta, men hetta má eg
tíverri avsanna uppá tað
kraftigasta. Hetta, tí eg eigi
eina mammu, ið slett og
aldeilis ikki nýtir ágóðan av
hesum. Eg havi altíð verið
trygg við tankan um at hon
flutti til Føroya fyri trimum
árum síðan. Har vita øll alt
um øll, tískil var eg vís í, at
næstrakærleikstankin fór at
hjálpa henni, um á stóð, nú
hon var byrjað at eldast.
85 ár verður hon um
nakrar fáar dagar. Seinastu
jól fóru eg og familja mín
til Føroya at halda jól, at
halda jól saman við henni.
Komin inn í stovu hennara
síggi eg eina gamla kvinnu,
ið tosar ørvitistos, hon er
sterkt undirernerað og hev-
ur ikki etið matartuggu í
fleiri dagar og veit heldur
ikki nær hon hevði etið
seinast.
Gamal,
spiltur
matur lá runt um hana og
ógoldnu rokningarnar vóru
nógvar. Hon var við at
hvørva í egnari armóð og
avmakt, men sat bert og
ruggaði og helt væl standa
til.
Eg bleiv ikki óð, men eg
bleiv veruliga so uppøst, at
eg hevði mestan hug at rópa
og skríggja út yvir hav, fjøll
og fólk, so alt Føroya fólk í
tað minsta hoyrdu mína
avmakt. Men ístaðin spyrji
eg hana: Mamma, hvar er
næstrafólk títt, síðan tú
liggur í slíkari evju og ert
misrøkt av fúlasta slag?
Hon svarar: Tey eru til ar-
beiðis. Jamen, hvar eru
heilsumyndugleikarnir og
heimarøktin? Eg veit ikki,
svarar hon.
Hon hevur ikki havt skil
fyri at ringja til røktina og
boða frá, at hon var heim
aftur komin fyri fýra mán
aðum síðan, heim aftur
komin eftir rekreatións-
uppihald á hvíldarheimin-
um Nainu. Eg skilti á lag-
num, at mamma var vorðin
dement og skuldi hava
hjálp í skundi. Síðan setti
eg lækna- og heilsurøktar-
myndugleikar
í
gongd.
Søkti um umlætting á
lokala røktarheimi hennara.
Jú, hon kom inn í sein-
astu helvt av apríl mánaði í
ár, fyrst í mai ringi eg heim
og vildi fáa eina samtalu
við mammu. Men hetta
bleiv heilt og aldeilis nokt-
að mær og svarið var:
»Henni er noktað alt sam-
skifti við síni børn«. Børn-
ini, ið sjálvandi eru hálv-
gomul í dag og sjey í tali,
fingu ikki samband við
hesa gomlu og verjuleysu
kvinnu.
Tankarnir
byrjaðu
at
svirra í mínum hugaheimi.
Eg kom til ta niðurstøðu, at
flest teirra høvdu sálar-
ligar- ella stórar alkohol-
trupulleikar, so tey høvdu
sikkurt verið ágangandi
móti
heiminum
og
mammu. Hetta hevði óivað
gjørt støðu teirra ótolandi
og hættisliga, tískil var
personalið noytt – ella
rættari sagt – leiðari fyri
røktini í Eysturoynni hevði
ordrað personalinum at
nokta øllum samskifti við
hana.
Jú, eg skilti hetta væl,
men góðtaka hetta vildi eg
ikki. Tí, tá ið ein stillar seg
fram sum roynd innan al-
menna og heilsurøkt, so
eigur tann at skilja millum
»skidt og kanel«, og lata
vera við at taka øll hesi
systkin yvir ein kamb. Eg
bað um eina frágreiðing
gjøgnum teldupost, men
hetta nokar leiðarin heilt og
aldeilis.
Síðan tók eg ferðaseðil til
Føroya, fór inn á heimið og
endiliga kom eg í samband
við mammu mína. Eitt
samband, ið sjálvandi ikki
vartað, ið plagdi at vera, tí
hon er andaliga langt vekk,
men virkar tað sum um at
hon hvílir í sær sjálvum.
Gleðin yvir at hon hevur
tað betur sosialt, psykiskt
og fysiskt ger, at eg velji at
longja uppihald hennara.
Nú verði eg uppringd av
leiðaranum fyri røktina í
Eysturoynni, hon noktar
áhaldandi at grundgeva
sína avgerð um at nokta
mær alt samskifti við
mammu. Víðari sigur hon,
at tað einasta forkerta eg
havi gjørt í hesum sam-
bandi er, at eg nakrantíð
havi lovað henni til um-
lætting á heiminum!!!
Einaferð enn verði eg
kastað út í spurningin um
næstakærleika. Er tað ikki
bæði ábyrgd og plikt hjá
røktarfólki í Føroyum at
taka sær av teimum gomlu?
Teimum gomlu, ið ikki
longur kunnu fylgja við tí
ómetaliga stóru vælferðar-
framgongd, ið er farin fram
tey seinastu seksti árini?
Teimum gomlu, ið ein lang-
an menniskjaaldur hava
tænt landið og fólki?
Men heim egnu hús, tað
skuldi hon, varð sagt. Hon
skuldi aftur til tað um-
hvørvi, ið tey so fitt og
dúgliga høvdu vart hana
ímót. Hetta hóast hon bæði
er byrjandi dement og
hevur fingið sjúkuna alz-
heimer.
Og nú, ja, nú situr hon
aftur í egna húsi og ókrútið
er við at kvala hesa gomlu,
útstríddu kvinnu. Øll vita
og kenna sosialu støðu
hennara, men ongin ger
nakað við tað, og hon, ja,
hon situr bert og ruggar og
heldur væl standa til.
Hvat gera tit egentliga
har í Føroyum, tit ið seta
tykkum sum ábyrgdarhav-
arar fyri røktina? Hava tit
annað at taka tykkum til
enn at vaska fingrar, reinsa
negl, trýsta á røttu knøtt-
arnar, so bert tey útvaldu
gomlu við røttu eftirnøvn-
unum kunnu fáa pláss í
hitastovum á heimunum hjá
teimum gomlu?
Tey einastu ráð, eg fekk,
áðrenn eg fór til Danmark-
ar vóru: Tak mammuna við
tær og bið donsku myndug-
leikarnar hjálpa við hesum
vandamáli. Er hetta tann
almenni
loysingartankin
hjá tykkum, at deportera
borgaran til Danmarkar?
Næstakærleiki hvat er tað?
VIÐMERKINGAR
Løgin grein frá gløgga blaðmanni Dimmalættingar
Møguliga fáa vit skil á føroyskum politikki uttan "við revolvaranum í rygginum", sum Pól á Kletti tekur til, og uttan at broyta valdømis-
skipanina, hesa skipan, ið hevur givið landinum ávísan dynamikk
C
M
Y
K
11
10