fríggjadagur 13. juni 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 109 - 13. juni 2003
Nr. 109 - 13. juni 2003
13
Landssjúkrahúsið
FO 100 Tórshavn
Læknaskrivari
Á Medisinska deplinum er fulltíðarstarv sum
læknaskrivari leyst at søkja fyri læknaskrivara í
farloyvi til setan 01. august 2003 til 31. juli 2004
ella eftir avtalu.
Førleikakrøv:
•
útbúgving sum læknaskrivari
•
dugir at raðfesta arbeiðið, sum til tíðir er
krevjandi
•
góð samstarvsevni
•
góður røkjuskapur
•
teldukunnleiki
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
Sæunn Ólavsdóttir Hansen, telefon 313540, lokal
232.
Umsóknarfreistin er 26. juni 2003 kl. 12.00.
Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og við-
mælum skulu sendast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
100 Tórshavn
Avloysari
fyri pedagog
til dagstovnin í Fuglafirði
Til stovuna undir Hamri verður søkt eftir 1 peda-
gogi 40 tímar um vikuna at byrja 1. august 2003.
Starvið er tíðaravmarkað frá 1.august til 31.desem-
ber 2003.
Starvið er á stovu við 12 børnum í aldrinum 0-3 ár.
Dagstovnurin er ætlaður 60 børnum og er stovnur-
in skipaður í tvey hús við eini barnagarðsstovu og
eini vøggustovu í hvørjum húsi.
Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag-
ið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Juliannu Næs leiðara tlf. 225222/444940.
Um eingin pedagogur søkir starvið, kunnu hjálpar-
fólk verða sett.
Umsóknir saman við avritum av prógvum og við-
mælum skulu verða býráðsskrivstovuni í hendi í
seinasta lagi 27. juni 2003. kl. 10.00.
Býráðið skilir sær rætt til at velja millum innkomnu
umsóknirnar ella onga at taka.
Fuglafjørður, 11. juni 2003
Fuglafjarðar býráð
Hús til sølu á
Tvøroyri
Hús 55 m2 í trimum hæddum.
Grundøki 355 m2.
Privat parkeringspláss.
Áhugað kunnu ringja 371980
Dagrøktari
Søkt verður eftir dagrøktara at ansa børnum frá 0
til 2 ár, at byrja 18.08.2003.
Umsøkjarin skal vera vanur við børn og somu-
leiðis hava hegni og áhuga í at menna børnini í
spæli og álvara, bæði innan- og uttandura.
Krøv
Tað er eitt krav, at umsøkjarin hevur góðar um-
støður innandura og hevur girðing uttandura, so
børnini kunnu spæla í tryggum umstøðum.
Løn sambært sáttmála H.K og F.A.
Skrivlig umsókn verður at senda til:
Dagrøktarskipanina í Hósvíkar Kommunu
Rættarvegur 10
420 Hósvík
í seinasta lagi 27.06.2003.
veitst tú ikki tað?
C
M
Y
K
13
12