fríggjadagur 13. juni 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 13. juni 2003
15
Leiðandi fólk í Bush-
stjórnini ætla at fara
undir eitt loyniligt
átak í Iran og mæla til
at stuðla einum út-
lagnum iranskum
felagsskapi, sum
frammanundan
stendur á ameri-
kanska listanum yvir
yvirgangsfelagsskapir
USA - IRAN
Árni Joensen
Tað er bretska blaðið Daily
Telegraph, sum avdúkar
ætlanina hjá leiðandi fólk-
um í amerikansku stjórnar-
umsitingini. Ætlanin hevur
sín uppruna í verjumála-
ráðnum Pentagon.
Sambært blaðnum hava
hesi skotið upp, at USA
skal stuðla iranska and-
støðufelagsskapin Muja-
heddin-e Khalq, sjálvt um
hesin felagsskapurin síðani
1997 hevur verið millum
teirra, sum USA metir sum
yvirgangsfelagsskapir.
MKO, sum tann iranski
felagsskapurin
vanliga
verður róptur, hevur einar
30.000 vápnaðar menn, og
USA hevur fleiri ferðir
skuldsett felagsskapin fyri
at hava skipað fyri bumbu-
spreingingum og avrætting-
um í Iran. USA hevur eisini
skuldsett MKO fyri at hava
beint fyri amerikanskum
sivilum og hernaðarligum
ráðgevum, sum arbeiddu í
Iran í sjeytiárunum.
Men nú hevur verjumála-
ráðið við Donald Rumsfeld
á odda mælt stjórnini í
Washington til at nýta
MKO í Iran, eins og USA
nýtti Norðursamgonguna í
krígnum ímóti Taliban í
Afghanistan, skrivar Daily
Telegraph. Ein kelda í
Bush-umsitingini sigur við
blaðið, at samstarvið við
MKO verður hildið at vera
tann einasti vegurin at
ganga fyri at fáa eitt stjórn-
arskifti í Teheran eins og í
Kabul á sinni.
- Munurin er bert, at
hesaferð verður ikki talan
um nakað kríggj. Ætlanin
er at máða støðið undan
prestastýrinum, og vit tosa
als ikki um at leypa á, sigur
keldan við bretska blaðið.
Hugsjónarliga er MKO
ein samanrenning av is-
lamismu og marxismu.
Felagsskapurin fekk í mong
ár fíggjarligan stuðul frá
Saddam Hussein, sum á
tann hátt royndi at hevna, at
Iran lat shiamuslimska
irakska
andstøðufelags-
skapin SCIRI hava høvuðs-
støð í Teheran.
Loynilig vápnahvíld
Tá USA og Bretland í vár
lupu á Irak, bumbaðu
amerikansk flogfør støðir
hjá MKO, men eftir loyni-
ligar
tingingar
gjørdu
amerikanarar av at gevast
við hesum álopunum. Hetta
var ein loynilig vápnahvíld
millum USA og ein felags-
skap, sum landið sjálvt
leggur undir yvirgangs-
virksemi, skrivar Daily
Telegraph.
Sambært blaðnum skal
Donald Rumsfeld, verju-
málaráðharri, vera vorðin
hugtikin av hernaðarligu
evnunum hjá felagsskapin-
um, og hann skal hava mælt
felagsskapinum til at fáa
sær annað navn og at sam-
starva við Pentagon aftur
fyri loyniligan fíggjarligan
stuðul úr USA.
Millum teirra, sum hava
tikið undir við hugskotin-
um
hjá
Rumsfeld,
er
Douglas Feith, sum er
ríkisskrivari í Pentagon.
Hann sigst hava víst á, at
tað er so langt síðani, at
MKO søkti at amerikansk-
um málum, at tað ber til at
strika felagsskapin av yvir-
gangslistanum. Ein annar,
sum eisini sigst stuðla
samstarv við MKO, er John
Ashcroft, løgmálaráðharri.
Skrivstovu í
Washington
Hóast USA alment í mong
ár hevur lagt MKO undir
yvirgangsvirksemi, hevur
felagsskapurin fingið loyvi
at hava sína egnu skriv-
stovu í sjálvum Washing-
ton, men undir heitinum
Tjóðskaparliga
iranska
andstøðuráðið. Í 1999 kom
amerikanska
uttanríkis-
ráðið til ta niðurstøðu, at
Tjóðskaparliga
iranska
andstøðuráðið var bert eitt
eiti, og at talan í veruleik-
anum var um eina deild hjá
MKO, og tí varð ráðið
eisini skrásett sum yvir-
gangsfelagsskapur.
Sjálvir siga iranararnir í
Washington seg vera eit
demokratiskt alternativ til
stýrið í Teheran, og hetta er
ein tulking, sum alt fleiri
leiðandi
politikarar
á
amerikanska høgravongin-
um nú tykjast hava hug at
góðtaka,
skrivar
Daily
Telegraph.
Men uttanríkisráðið í
Washington
tekur
ikki
undir við hesari uppfatan-
ini. Tvørturímóti er hugs-
anin har, at tað hevði verið
hykl, um USA brádliga
góðtekur MKO, bert tí
felagsskapurin kann tæna
amerikanskum áhugamál-
um.
Hvat George W. Bush,
forseti, sigur um ætlanina
hjá Pentagon, er ikki greitt,
men sambært Daily Tele-
graph skuldi ætlanin leggj-
ast fyri forsetan seinasta
vikuskiftið.
Trupult at fáa eina
stjórn
Seinastu tíðina hevur USA
fleiri ferðir lagt Iran undir
at elva til ófrið í Irak, og
amerikanarar hava bein-
leiðis sagt, at Iran hevur
loyvt áðurnevnda felags-
skapinum SCIRI at senda
hermenn inn um irakska
markið at gera seg inn á
amerikansku hermenninar
har. Tá ein amerikanskur
hermaður doyði í einum
granatálopi í síðstu viku,
segði Pentagon, at tað vóru
hermenn hjá SCIRI, sum
høvdu skipað fyri álopin-
um.
Donald Rumsfeld hevur
ávarað stýrið í Teheran og
sagt, at tað fer at fáa av-
leiðingar, gevst stýrið ikki
við at órógva amerikansku
hermenninar í Irak.
Upprunaliga vildu amri-
kanararnir vera við, at tað
vóru sunnimuslimakir við-
haldsmenn hjá Saddam
Hussein, sum skipaðu fyri
álopunum á amerikansku
hermenninar. At USA nú
leggur
shiamuslimskar
felagsskapir undir tað sama
fer sambært eygleiðarum at
gera tað trupult hjá USA at
skipa eina stjórn í Bagdad.
USA hevur roynt at stuðla
hóvligar shiamuslimskar
leiðarar, men uttan stór-
vegis úrslit. Ein teirra,
Abdul Majid al-Khoei,
sendu
amerikanarar
úr
London til Irak við 100
milliónum dollarum í við-
førinum, men hann hevði
ikki meiri enn sett føturnar
á irakska jørð, tá hann varð
myrdur. Eitt annað ameri-
kanskt evni er Ahmed
Chalabi. Hann er framvegis
á lívi, men fáir irakar vilja
vita av honum.
UTTAN ÚR HEIMI
USA ætlar at nýta yvirgangsfelagsskap
ímóti prestastýrinum í Iran
Amerikanskir hermenn
framman fyri moskuna í
irakska býnum Falluja.
Amerikanarar ætla ikki at
senda sínar hermenn til Iran,
men ætla heldur at lata
iranar koyra prestastýrið frá
við hjálp frá eitt nú einum
yvirgangsfelagsskapi og
amerikanskum vápnum
Mynd: Reuters
15
14
Nr. 109 - 13. juni 2003
Ísraelska blóðið í
Jaffa-gøtuni í Jerusa-
lem var valla storkn-
að, tá palestinskt blóð
aftur fleyt í Gaza-býi.
Friðarætlanin, sum
báðir partar søgdu
seg vilja góðtaka, er
sprongd í luftina
ÍSRAEL
Árni Joensen
- Eftir ísraelsku royndina at
myrða Abdul Aziz Rantissi
eru allir ísraelsmenn lóglig
álopsmál (Hamas-leisðlan
mikudagin).
- Aftan á sjálvmorðs-
bumbuspreingingina
í
Jerusalem eru øll, sum
styðja Hamas, lóglig álops-
mál (Útvarpið hjá ísraelska
herinum í gjár).
Hamas-limurin,
sum
seinnapartin mikudagin fór
upp í buss nummar 14 í
Jaffa-gøtuni í Jerusalem
við einari bumbu um miðj-
una og drap 16 ísraelsmenn
gav eftir øllum at døma
teirri seinastu friðarætlan-
ini mønustingin.
Hann skuldi hevna ís-
raelsku royndina at myrða
Hamas-leiðaran
Abdul
Aziz Rantissi í Gaza týs-
dagin. Fáar tímar seinni
skutu
ísraelskar
tyrlur
rakettir inn í Gaza bý og
drupu níggju palestinar.
Eitt blóðbað kemur eftir
eitt annað.
Kríggj
Í gjár kunngjørdi útvarpið
hjá ísraelska herinum, at
herurin hevur fingið boð
um at fara í veruligt kríggj
við Hamas. Sagt varð, at
herleiðslan hevur fingið
heimild til at nýta øll vápn í
krígnum, tí nú skal Hamas
oyðeleggjast einaferð med
alla.
Útvarpið hjá herinum
gjørdi samstundis vart við,
at herurin fer ikki at taka
dagar ímillum, hvørja støðu
teir einstøku limirnir í
Hamas hava. Tann niðasti
limurin er sami fíggindin
sum tann ovasti andaligi
leiðarin hjá felagsskapin-
um, Sheikh Ahmed Yassin.
Samstundis hevur Ariel
Sharon, forsætisráðharri,
kunnað george W. Bush,
forseta og Colin Powell,
uttanríkisráðharra um, at
Ísrael fer ikki at slaka ein
tumma í bardaganum ímóti
yvirgangi.
Hamas
hevur
somu
støðu. Teir eru eisini til
reiðar at fara í kríggj.
-Zionistarnir skulu gjalda
dýrt fyri síni brotsverk. Vit
helma ikki í, fyrr enn tann
seinasti zionisturin er rikin
av landinum, segði tann
særdi Abdul Aziz Rantissi í
gjár.
UTTAN ÚR HEIMI
Ein av fremstu ráð-
gevunum í ameri-
kanska verjumála-
ráðnum heldur, at
USA má fyrireika seg
til at bumba kjarn-
orkuverk í Norður-
korea fyri at forða
landinum í at gera
kjarnorkuvápn
USA-NORÐURKOREA
Árni Joensen
Richard Pearle, sum er ein
av fremstu ráðgevunum hjá
amerikanska verjumálaráð-
harranum, Donald Rums-
feld, sigur, at eydnast tað
ikki at noyða Norðurkorea
at sleppa sínum kjarnorku-
vápnaætlanum, kann tað
gerast neyðugt hjá USA at
bumba
Yongbyon-reak-
torin.
USA, Kina, Russland,
Suðurkorea og Japan royna
við diplomatiskum stigum
at fáa stýrið í Norðurkorea
at sleppa ætlanini at gera
kjarnorkuvápn, men Ric-
hard Pearle sigur, at hann er
als ikki vísur í, at hesar
royndirnar fara at bera á
mál.
- Vit mugu altíð vera til
reiðar at taka okkara egnu
stig, sigur hann.
Bush missir undirtøku
Fyri tveimum mánaðum síðani vísti ein kanning, at
73 prosent av amerikanska fólkinum stuðlaðu George
W. Bush, forseta, men nú vísir ein nýggj kanning, at
stuðulin er minkaður niður í 57 prosent.
Tann stóri stuðulin, sum forsetin fekk í apríl, komst
ivaleyst av krígnum í Irak, men nú veljararnir hava
lagt tað aftur um seg, eru tað onnur viðurskifti, sum
gera seg galdandi, tá tey verða spurd, hvat tey halda
um forsetan. Eftir teirri nýggju kanningini er tað nú
eitt nú búskaparpolitikkurin, sum fólk hugsa meiri
um. 61 prosent av teimum spurdu svaraðu, at tey stúra
mest fyri búskapargongdini í USA.
Sum er bendir alt kortini á, at Bush kann vinna
forsetavalið næsta ár, tí einki av teimum demo-
kratisku mótvalevnunum fær so nógvar atkvøður sum
forsetin. Best umtóktur millum mótvalevnini er
Joseph Lieberman, sum fær stuðul frá 40 prosentum
av teimum spurdu. Næstur honum er John F. Kerry
við 37 prosentum.
Fleiri fátæk í ES
Sum er eru umleið 50 milliónir fólk í ES-londunum
skrásett sum fátæk fólk, men hetta talið fer at veksa
nógv, tá tey eysturevropeisku londini gerast limir í
samveldinum um eitt lítið ár.
Amindo Silva, sum stendur á odda fyri arbeiðinum
at bøta um fátækradømið í ES, sigur, at tá tey fátæku
vórðu skrásett á fyrsta sinni í 1994, vísti tað seg, at 18
prosent av ES-borgarunum livdu í fátækradømi. Í dag
er parturin 15 prosent, og sambært Amindo Silva
kemst batin av betri viðurskiftum á arbeiðsmarkn-
aðinum.
Hann sigur seg vera greiðan yvir, at uppgáva
hansara verður uppaftur størri, tá londini í Eystur-
evropa koma uppí, men samstundis uggar hann seg
við royndunum í Spania og Portugal, sum vístu, at
londini fingu munandi fleiri arbeiðspláss, tá tey komu
upp í ES. Tað sama kann henda í Eysturevropa, sigur
Amindo Silva.
Dýrir oljusáttmálar
Myndugleikarnir í Iran eru næstan komnir á mál við
fleiri nýggjum oljusáttmálum, sum ætlandi eru einar
25 milliardir krónur verdir.
Bijan Zanganeh, oljumálaráðharri, sigur, at ætlanin
er at útbyggja fleiri oljuleiðir, og at teir nýggju sátt-
málarnir fara at bera í sær, at landsins oljuframleiðsla
verður einar 400.000 tunnur størri um dagin, enn hon
er nú.
Fleiri útlendsk oljufeløg hava samráðst við iransku
myndugleikarnar. Eitt japanskt samtak hevur fingið
sáttmála um at útbyggja eina oljuleið í Azadegan.
Bijan Zanganeh sigur, at stjórnin tingast framvegis
við bretska BP og franska Total um at útbyggja eina
oljuleið í Bangestan. Hvør av sáttmálunum er einar
12 milliardir krónur verdur.
Rendi á hval
Menninir umborð á norsku tvíkiljuni "Siste skrik"
gjørdust ikki sørt skakkir, tá báturin rendi á ein hval
mitt úti í Atlantshavinum nú um dagarnar. Norð-
menninir vita ikki við vissu, hvat tað var fyri ein
hvalur, sum teir rendu á, men teir halda, at tað mundi
vera ein avgustur.
Teir fýra menninir fingu ikki skaða av saman-
stoytinum, men annað róðrið brotnaði. Seinni setti
hitt róðrið seg fast, og tað ger, at teir kunnu bara sigla
undan vindinum. Kortini hava teir segl, gerst tað
neyðugt.
Tann 40 fót stóra tvíkiljan var á veg úr Azorunum
til Falmouth-oyggjarnar í Suðuronglandi, tá hon rendi
á hvalin. Teir vænta at koma til Onglands týsdagin í
næstu viku.
USA má vera til reiðar at bumba
Norðurkorea
Friðarætlanin flýtur í blóði
Hendan smágentan var í bussi nummar 14 í Jerusalem seinnapartin mikudagin. Hon var
heppin
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
14