fríggjadagur 13. juni 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 109 - 13. juni 2003
Nr. 109 - 13. juni 2003
17
Kæra kirkjulið, og kæra
menniskja, ið situr heima
og lurtar og kæru Norðoya-
stevnu gestir. Jesus ynskir
at sannleikans andi skal liva
í okkara hjørtum. Tann and-
in, ið er ginign út frá Fað-
irinum sjálvum. Tí eiga vit,
sum trúgva á sannleikans
anda og sum siga okkum at
hava sannleikans anda í
okkum, at ganga ímóti
streyminum.
Tað verður mangan sagt,
at vit trúgvandi eiga at
verða ein opin Bíblia fyri
næsta okkara. Um hetta er
ein veruleiki, ja so er tað
ikki so undarligt, at vit hava
so mangar ymiskar áskoð-
anir uppá Bíbliu okkara, tí
lið um lið í kirkju okkara
liva trúgvandi, hyklarar og
vanligir syndarar.
Nei skulu vit finna sann-
leikan og fáa lut í sann-
leikanum, so mugu vit fyrst
av øllum lata Jesus siga
okkum sannleikan um okk-
um sjálvi.
Tí kann tað mangan bæði
verða gott og neyðugt at
grípa í egnan barm og rann-
saka seg sjálvan, og tað er
nakað sum Bíblia okkara
støðugt áminnir okkum um
at gera.
Eisini tit skulu vitna,
sigur Jesus. Ja, hvat fyri
vitnisburður er tað vit bera
víðari. Er tað ein vitnis-
burður, ið dýrmetir Jesu
navn? Ella er tað ein vitn-
isburður, ið skaðar næsta
okkara? Eitt sætt vitni, er
eitt vitni, ið hevur sæð við
egnum eygum ella uppliva
við sær sjálvum. Kvinnur-
nar,
sum
páskamorgun
komu til ta tómu grøvina,
og sum møttu tí upprisna
Jesusi, tær kundu vitna um
tað, sum tær sjálvar høvdu
sæð og upplivað. Læru-
sveinarnir,
trúðu
ikki
kvinnunum fyri vitnisburð
teirra. Nei, teir trúðu ikki
fyrr enn teir sjálvir høvdu
sæð og upplivað hin upp-
risna Jesus Kristus.
Paulus, ið bleiv steðgaður
á vegnum til Damaskus,
bleiv ein av kirkjunnar
fremstu vitnum, tí at hann
kundi vitna um tað, sum
hann sjálvur sá og upplivdi,
tá Jesus vísti seg fyri
honum.
Soleiðis kundu vit hildið
áfram og víst á tey sonnu
vitnini. Men í dag verða so
hesi orðini søgd til okkara.
"Eisini tit skulu vitna!" Vit
eru ikki komin saman her í
kirkju okkara fyri at minn-
ast ein stóran persón frá
fortíðini. Nei, vit eru her
fyri at uppliva og síggja hin
upprisna Jesus Kristus.
Hann er her veruliga til-
staðar, í orði sínum. Hann
vil nýta okkum sum síni
vitni, soleiðis at sannleik-
ans boðskapur kann koma
víðari til onnur menniskju.
Vit hoyrdu lisið frá
altarinum úr fyrra Pæturs
brævi: "Um einhvør talar,
tá tali hann sum Guðs
orð!" Ja, vitnisburður okk-
ara her í kirkjum og sam-
komum okkara eigur altíð
at roynast á Guðs heilaga
orð. Er tað sannleikans
vitnisburður? Hetta er eis-
ini galdandi fyri tann vitn-
isburð vit bera víðari frá
persóni til persón. Tað er
ikki mín persónliga mein-
ing, ella slatur og sleyg, ið
eg skal bera víðari í vitnis-
burði mínum, men bert tað
sum kemur frá Guði. Tað er
bert tað sum eg sjálvur havi
upplivað og sæð ígjøgnum
sannleikans anda, ið eg eigi
at bera víðari til mín næsta,
soleiðis at eisini hann ella
hon kann koma til trúgv á
hin upprisna Jesus Kristus.
Lærusveinarnir hjá Jesusi
blíva settir til eina megnar
uppgávu, at vitna um alt
tað, sum teir hava upplivað
og sæð saman við Jesusi.
Men hesa uppgávu skulu
teir ikki standa einsamallir
í. Teir skulu bíða eftir gávu
Heilaga Andans, ið skal
styrkja og leiða teir í tæn-
astuni. Hesa gávu fáa teir
hin fyrsta Hvítusunnudag
og hitt fyrsta hvítusunnu-
undurið, hvar 3000 menn
og kvinnur koma til trúgv á
hin upprisna Jesus Kristus,
kann ei skiljast uttan gern-
ing Heilaga Andans.
Tí standa vit í dag eisini
yvir fyri hesi somu megnar
uppgávu. Heldur ikki vit
eru einsamøll. Vit hava
gávu Heilaga Andans okk-
ara millum, ið skal styrkja
og leiða okkum í tænastu
okkara.
Sannleikans andi fær
okkum altíð at bera sann-
leikans vitnisburð fram.
Sannleikans Andi kann á
ongum sinni signa okkara
mongu følsku vitnisburðar.
Tí standa vit ikki yvir fyri
eini lættari uppgávu, tað
fingu Jesu fyrstu læru-
sveinar eisini at uppliva.
Men eru vit trúgv í hesi
uppgávu, vilja vit at enda
sigra, sjálvt um vit kunnu
uppliva , sigur Jesus, at
blíva koyrd út úr samkomu-
húsinum.
Latum okkum tí biðja
um, at eisini vit mugu verða
Sannleikans vitnir í hesum
syndiga
heimi.
Latum
okkum tí biðja um, at Guðs
Andi má fylla hjarta, sál og
sinn okkara, soleiðis at
Kristus má koma at týða so
nógv fyri okkum, at vit ikki
kunnu annað, enn at vitna
um hann – í orði og í verki.
Amen.
Latum okkum øll biðja.
Lov og tøkk og allur heiður
veri tær, Guði várum, faðir,
syni og heilagum anda, sum
altíð hevur verið, er og altíð
verður ein sannur tríeinigur
Guð, hálovaður frá fyrsta
upphavi og um allar ævir.
Vit biðja teg, himmalski
faðir okkara, um at tú má
verða hjá okkum øllum við
náði og hjálp tíni. Verð hjá
øllum teimum, sum hava
tað ringt og eru stødd í
neyð, veit tú teimum hjálp
frá tær. Troysta øll tey, ið
syrgja, ja síggj í kærleika til
faðirleys og móðurleys,
einkjur og einkjumenn og
ver hjálpin hjá øllum teim-
um, sum ongan góðan eiga.
Vit biðja fyri børnunum
og teimum ungu. Halt tú
tey á lívsins rættu og góðu
gøtum. Harri, styðja og
styrk tey gomlu gev tú
teimum í friði og náðum at
leggja frá sær, tá teirra tími
kemur. Hjálp so okkum
øllum, soleiðis at vit verða
varðveitt í trúnni á teg. Leið
tú okkum við tíni náðigu
hond eftir lívsins vegi, so at
vit at enda mega fáa ein
gleðiliga uppreisn!
Vælsigna tú, faðir, fólk
títt um allan heimin, og í
fólki okkara. Vælsigna og
varðveit kirkjufólkið her í
Klaksvík, og allar teir lurt-
arar, ið sita runt Føroya
Land í hesi løtu. Hjálp okk-
um øllum at goyma orð títt
í hjørtum okkara.
Halt tína sterku hond yvir
sjófólki okkara, varðveit tú
teir og før teir aftur í øllum
góðum.
Vegleið tú teir, sum tú
hevur sett til at stýra og
ráða, eisini her heima á
landi. Her hugsa vit serliga
um løgting og landsstýrið
og kirkjunnar leiðslu, bæði
biskop og próst. Og væl-
signa og varðveit eisini all-
ar orðsins tænarar.
Vælsigna og varðveit
drotning okkara, og alt hús
hennara.
Fylg okkum so á øllum
leiðum okkara, og hjálp
okkum til altíð at fylgjast
við tær. Tað biðja vit teg um
í Jesu navni. Amen!
Latum okkum so við
apostlunum ynskja hvør
øðrum:
At Harrans Jesu Krists
náði og kærleiki Guðs og
samfelag heilaga andans
má vera við okkum øllum!
-Hetta er eitt drep-
andi eitur, ið drepur
samfelag okkara,
kirkjur og samkomur
okkara. Ja, vit drepa
hvønn annan sálarl-
iga við følskum vitn-
isburðum um næsta
okkara, við lygnum,
við øvundsjúku, við
sleygi og slatri. Og
aloftast er tað sum vit
bera í bý falskir
vitnisburðar segði ein
sera opinskáraður
klaksvíksprestur,
Hans Eiler Hammer í
prædikuni á Hvítu-
sunnu, sum vit prenta
í heilum líki
Lagt til rættis og myndir:
Jan Müller
Sálmar til 6.s.e.páskir: 241,
353, 106, 232 | 522, 78
1. Tekstarøð (Klaksvík 2003
– útvarpsg.)
Prædika til
6.s.e.páskir
Bøn: "Kannað meg, Guð,
og kenn mítt hjarta,
rannsaka meg og kenn
mína hugsan! Vita um eg
gangið á glatunarvegi, og
leið meg hin æviga vegin!"
Hetta heilaga evangeliið
til 6.s.e.páskir skrivar
Jóhannes Evangelistur í
tí 15. kapitli, ørindini 26
og út, og í 16 kap.
ørindini 1-4 og tað ljóðar
so í Jesu navni.
Heilgi Faðir! Vit takka
tær fyri títt heilaga orð
til okkara í dag. Orð títt
er sannleiki, læt tað vísa
okkum vegin til sannleika
og til sælu. Amen.
Tú mást ikki bera falskan
vitnisburð
ímóti
næsta
tínum! Soleiðis ljóðar 8.
boð, givið okkum av Guði
til tað besta fyri okkum
menniskju og næsta okk-
ara. Hvat er tað so vit eiga
at læra av hesum boði?
Luther svarar og sigur:
Tað er at "Vit eiga at óttast
og elska Guð, so at vit ikki
ljúgva uppá næsta okkara,
ikki svíkja hann, baktala
hann ella spilla hann út;
men vit eiga at umbera
hann, tala gott um hann og
taka alt væl upp og leggja
tað besta í alt."
Við hesum boði, vil Guð
hava
okkum
at
skilja
hvussu týdningarmikið tað
er at verða upptikin av sær
sjálvum, ístaðin fyri øllum
øðrum. Tí okkum tørvar
ongan frelsra, fyrr enn vit
týðiliga síggja okkara egnu
syndir. Tí annars verða tað
bert hini, sum hava frelsu
fyri neyðini.
Ein oyðileggjandi og
drepandi setningur fyri
okkara medmenniskju og
samfelag okkara sum heild,
verður mangan havdur á
lofti millum manna: "Eg
havi hoyrt í býnum í
dag!" Og í kjalarvørinum
av hesum setningi kemur so
ein frásøgn, um hvat tað er
ein nú hevur hoyrt í býnum.
Og tað er ikki at koma utt-
anum, at ofta er tað, sum
ein hevur hoyrt, nakað
negativt um ein annan
persón, ella persónar. Og so
er ein fúsur til at bera hetta
víðari til aftur ein persón,
sum eisini ferð víðari við tí,
og soleiðis byrjar slaturin,
sum so mangan fýkur um
oyruni á okkum. Hetta er
oyðileggjandi og drepandi
fyri okkum sjálvi, og fyri
okkara medmenniskju. Og
eg havi ikki valgt at byrja
við hesum í dag, tí at eg
haldi meg verða nakað betri
enn nakran annan. Men eg
havi valgt at steðga á við
hetta tí at eg má erliga
viðurkenna, at tað mangan
nívir meg at hoyra slaturin,
sum fýkur so hjartaleyst um
oyrini á okkum, um allar
atfinningarnar, sum vit
nýta um næsta okkara. Og
grípa vit í egnan barm,
mugu vit mangan viður-
kenna: Ja, vit eru fús til at
taka lut í tí sjálvi.
Og tað, sum verri er, er at
hetta hevur spreitt seg langt
inn í kirkju okkara, inn í
samkomur okkara. Har ein
skuldi trúð at friður og
kærleiki til hvønn annan
valdaði, har valdar mangan
ófriður og oyðilegging. Tí
kann ein av røttum mangan
verða ivasamur, tá ið trúgv-
andi menniskju sita saman.
Tað er sum um ein er fúsur
til at tosa um hvønn annan,
ístaðin fyri við hvønn
annan. Og mangan verður
tað undirstrikað, at tað ein
ber í bý veit ein frá álítandi
keldum ella við 100%
vissu, og tá alt kemur til alt,
so hevur tað hóast alt einki
hald í veruleikanum.
Hetta er eitt drepandi
eitur, ið drepur samfelag
okkara, kirkjur og sam-
komur okkara. Ja, vit drepa
hvønn annan sálarliga við
følskum vitnisburðum um
næsta okkara, við lygnum,
við øvundsjúku, við sleygi
og slatri. Og aloftast er tað
sum vit bera í bý falskir
vitnisburðar.
Tí er tað at eg eisini altið
sigi við konfirmantarnar í
undirvísingini um 8.boð, og
sum eg eisini vil áminna
hvønn einstakan av okkum
um í dag, at í tí løtu vit
blíva freistaði at tosa um
onnur fólk, eiga vit at
spyrja okkum sjálvi:
• Er tað sum eg sigi sann-
leiki?
• Er tað sum eg sigi neyð-
ugt at siga?
• Er tað sum eg sigi til
skaða fyri onnur, fyri mín
næsta?
Kunnu vit svara "JA" uppá
hesar spurningar eiga vit at
tiga, og á tann hátt fyri-
byrgja at enn ein falskur
vitnisburður fer út millum
manna.
Tú mást ikki bera falskan vitnisburð ímóti næsta tínum!
Slaturin er eitt drepandi eitur
Hans Eiler Hammer,
sóknarprestur við Klaksvíkar
býi í baksýninum á
norðoyastevnu: -Ein
oyðileggjandi og drepandi
setningur fyri okkara
medmenniskju og samfelag
okkara sum heild verður
mangan havdur á lofti
millum manna: "Eg havi
hoyrt í býnum í dag"
Hákun Dam, deknur, Hans Eiler Hammer, sóknarprestur og Niels Juul Arge, klokkari
C
M
Y
K
17
16