fríggjadagur 13. juni 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 13. juni 2003
19
Dysturin í Føroyum í Týsklandi
Eg eri í stóra býnum
Stuttgart. Klokkan er
ikki eitt enn, hitin er
øgiligur, eini 33 hita-
stig. Frankfurter
Allgemeine Zeitung,
hevur eina mynd av
føroyska málmannin-
um hjá føroyingum,
tey kalla hann ”Tor-
wart Mikkelsen”. Tað
er mikudagur, eg fari
inná eina Café vid
eini rúgvu av bløðum
og avísum. Í dag
spæla týskarar í
Føroyum.
FÓTBÓLTSEYGLEIÐIN
Kim Simonsen – Tübingen
Eftir lestur í ein tíma, haldi
eg at greinin hjá ”Bild” ið
annars er ein rein tabloida-
vís, er best í dag, við tveim-
um síðum, við mynd av
týsku spælarunum á for-
síðuni. Vegna føroyska ljós-
ið um summarið er yvir-
skriftin ”Kann Kahn síggja
bóltin?”, við eini stórari
mynd av Oliver Kahn.
(Kahn forvinnir yvir 42
milliónir euro um árið í
løn). Greinin er stutt og er
mest um ljósið í Føroyum
um summarið, ið kann geva
spælarnum trupulleikar at
sova.
Ein onnur grein snýr seg
um Henrik Larsen, ið helt,
at føroyingar hava 20 %
møguleika at vinna. Í lið-
uppsetingini hjá fólksliga
blaðnum ”Bild”, gera tey
nógv burturúr, at føroying-
ar eru lærarar, næmingar,
lesandi, koyra ølbil og selja
ís. Ein týskari segði mær, at
hetta dámar týskarum sera
væl, at tað júst eru púra
vanligir fólk, ið spæla á før-
oyska landsliðnum, tí týsku
spælarnir eru alt annað enn
fólksligir lonur. Khan og
Ballach forvinna t.d. meiri
um árið enn føroyskur fót-
bóltur í eini 10 ár. Tað
hjálpir ikki um støðuna, at
ein týskur landsliðsspælari
hevur sagt okkurt býtt um
arbeiðsleys í Týsklandi.
Tað eru tvær barrir í
Føroyum
Í Havn eru tvær barrir, eitt
diskotek, ein biografur og
ein útvarpsrás, meinar Bild.
Í vanliga heldur vil skapa
sensatiónir enn at umboða
sannleikan og veruleikan.
Tað er stórur munur á t.d.
FAZ (Frankfurter Allge-
meine Zeitung), ið hevur
eina góða grein um verk-
fallið í Føroyum, og bløð-
um sum Bild.
FAZ hava eisini tosa við
russaran Ivan Eginson í
Føroyum, ið flutti til Føroy-
ar eftir 1:0 sigurin á Eystur-
ríki í 1990. Nú er Ivan tals-
maður fyri FSF. FAZ, tulka
tó føroyskan fótbólt sum
ein samanrenning ímillum
veruleika og folklorismu,
ið er heldur niðursetandi á
ein hátt, tí teir ikki siga hvat
teir meina við orðið ”folk-
lorismu”. Gregor Derichs
er fyri FAZ í Havn, har
hann tosaði við m.a. Dánjal
Andreasen, ið meinti at
hetta var stórsti dysturin
nakrantíð fyri Føroyar.
Seinni gongur púra galið
hjá hesum týska journalist-
inum, ið m.a. meinar at í
Føroyum búgva 484.000
fólk. Hetta er vánaligt at
eitt so kent og virt blað
skrivar slíkar feilir
Die Färöer gegen
Deutschland
Seinni um kvøldið um
sjeytíðina eri eg í ótrúliga
kenda og hugnaliga univer-
sitetsbýnum Tübingen. Utt-
anfyri eru barrir ið lokka
við fótbólti ímillum Týsk-
land og Føroyar í kvøld.
Fólk eru longu farin at seta
seg frammanfyri stórskígg-
ar.
Eg keypti eina Neckar-
müller Hefeweisse frá Tüb-
inger
Gästhausbräuerei.
Tað er ótrúliga heitt um
summarið í Suðurtýsk-
landi. Tey duga tó at taka
sær av løttum við einari
góðari øl. Eg fór víðari til
eina fótbóltsbarr mitt í
býnum, har tey bjóða stór-
skíggja. Her eru nógv meiri
fólk. Klokkan er ikki meir
enn hálvgun sjey enn, men
uttanfyri stendur at í kvøld
vísa tey Føroyar og Týsk-
land. Eg fór tó áðrenn hetta
inn á eitt stað at fáa okkurt
til matna áðren dystin.
Sjálvt staðið líktist onkrun
úr Asterix og Obelix, ella
eini vínstovu har Hitler og
hansara
vinir
smíðaðu
ætlanina fyri ølstovukvettið
í 1924 í München. Her var
bæði matur og vín framúr-
skarandi. Eitt stað uttan
hug til stórum skeltum,
slíkt hevði helst oyðilagt
góða tónan á hesum stað.
Eitt ótrúligt glas av Risling
víni fekk eg afturvið verð-
anum. Fólk á hesum stað
líkjast professarum ella
doktarum í summeriskari,
egyptologi, indoeuropeisk-
um ella fólk í familju við
Thomas Mann.
Nær byrjar dysturin?
Tað er sum um lívið skínur
sterkari her suðuri, og tað
er sum um tað er langt til
Føroyar. Maðurin yvir av
mær, líkist einum vín-
bónda, hann vildi bert
drekka vín av einum serlig-
um víngarði her í økinum.
Tá eg tosaði við hann kendi
hann alt til Føroyar, hann
sat bert og bíðaði eftir at
dysturin fór at byrja í
kvøld. Hann var ikki vín-
bóndi men verkfrøðingur.
Meðan vit tosaðu spurdi
tænarin meg hvaðani eg
kom. Hann hugdi eftir
diktafonini og myndatólin-
um eg hevði við mær. Á
borðinum lág ein diktafon
og eitt stórt Canon kamera,
ið ger tað torført at fella
inní mongdina hjá einum
ferðamanni.
Dysturin byrjar
Týska sjónvarpið byrjaði
við eini stuttari sending um
Føroyar. Teir nevndu nakað
um oyggjarnar, um verk-
fallið, at føroyingar hava
væntað vøru leingi og ikki
minst, at onkur hevur
smuglað vørur til oyggjar-
nar meðan verkfallið hevur
hildið á. Vit sóu enn eina-
ferð John Petersen, bæði
læra børn at lesa og ar-
beiðið við seyði. John
hevur tókst myndaeydnu,
tey dáma hann væl, hann
riggar til nærum alt. Seinni
sóu kanska eini 20 milliónir
fólk gummibátar og rok um
vørur í Føroyum, hetta í
týska Statssjónvarpinum.
Teir vístu eisini myndir at
donsku løgreglufólkunu, ið
vóru komin til oyggjarnar.
Ein samrøða var við
Henrik Larsen, ið var á
týskum. Oliver Kahn segði
okkurt um vánaligt veður
og speakarin fyri Týskland
lat illani at, meðan syrgi-
tónleikur ljóðaði. Hjálpar-
venjarin Skibbe royndi at
siga okkurt, meðan hann
tosaði byrja føroyingar at
syngja týska tjóðsangin,
har Brandur Enni sang fyri.
Millum brotini komu stutt-
ar lýsingar fyri Bitburger
øl, ið segði seg hava stuðla
týska landsliðnum.
Lagi var gott í hesi
barrini. Týskarar byrjaðu
væl, men føroyska verjan
var ótrúliga góð. Eingin
skilti at týskarar kunnu vera
so óeydnusamir í einum
dysti. Eftir 33 minuttir vóru
týskarar í hesi barrini ikki
so larmandi meiri. Meiri
bangnir.
Vit sóu Týskland tapa
møguleikar, meðan Ballack
sat á beinkinum. Eftir eini
15 ella 23 málmøguleikar
fingu týskarar tó mál í hvat
eg helt vera 84.minutti.
Hetta er sera vánaligt av
eini so stórari fótbóltstjóð,
ið hevur eini tíggju túsund
ferð størri tilgongd av
nýggjum talentum enn vit
hava í Føroyum hagfrøðis-
ligani sæð.
Týskarnir vóru stillir í
kvøld og søgdu einki einki,
teir vistu eg var úr Føroy-
um, Men seinni vóru teir
glaðir, tá fysta málið kom.
At eitt mál skuldi koma
afturat var óluksáligt.
Føroyingar virdir
Saman um tikið eru føroy-
ingar virdir her niðri mill-
um fólk við skili fyri fót-
bólti, sum ein verulig Fót-
bóltstjóð millum aðrar.
Sjálvandi
vil Týskland
vinna, men ikki var tað lætt
í gjár, føroyingar bardust
sum vargar um hvønn bólt.
Fólk hava nú stóra virð-
ing fyri føroyingum eftir
hetta avrik, ið kundi kosta
týskarum 0:0 støðuna, ið
dysturin nærum endaði við.
Teir høvdu meiri málmøgu-
leikar og stóran part av
spælinum, men kláraðu ill-
ani at bróta føroysku verj-
una.
Tá dysturin var liðugur
tosaði eg við fleiri týskarar,
ið vóru sera illani við at
vána týska spælinum. Á
veg heim vóru nógv fólk í
býnum, ið høvdu týskar
litir í høvdinum og týsk
fløgg, men tey vóru friðar-
lig og søgdu seg hava lítið
at reypa av.
Týsku áskoðararnir heima
fyri skíggjarnar hildu seg
hava lítið at reypa av, nú
Kahn og hinar stjørnurnar úr
stórveldinum við bit og slit
fingu togað seg til sigurs móti
lítlu Føroyum
Mynd: Álvur Haraldsen
19
BT skrivar, at Henrik
Larsen nú kann
sanna, at orðini hjá
Gary Lineker um, at
Týskland altíð vinn-
ur, tá avtornar, eru
sonn.
ÚTLENDSKIR
FJØLMIÐLAR
Páll Holm Johannesen
Týska blaðið, Bild, fer ikki
væl týska landsliðnum eftir
avrikið
ímóti
Føroyum
mikukvøldið. Í stórari yvir-
skrift stendur, at týska av-
rikið var ein stór skomm.
Teir siga seg ikki skilja,
hvussu tað ber til, at HM-
finalistarnir kunnu brúka
88 minuttir um at skjóta
mál ímóti nummar 114 á
altjóða styrkislistanum hjá
UEFA.
Týska
liðnum
manglar orku, vantar eina
spæliskipan og framherj-
arnir
eru
fullkomiliga
vandaleysir, sigur týska
blaðið eftir dystin.
Úrslitið ímóti Føroyum
dekkar ikki yvir vánaliga
avrikið hjá týska landsliðn-
um ímóti føroyingum. Fjøl-
miðilin biður HM-finalist-
arnar taka seg saman, tí
avrikini eftir HM í fjør hava
verið út av lagi vánalig.
Tekur týska landsliðið ikki
annað skinn um bak, so
kann plássið í EM-kapp-
ingini komandi summar
vera í stórum vanda, sigur
Bild.
Sensatiónin lúrdi
Reuter skrivar eftir dystin,
at týska landsliðið, sum
hevur vunnið HM og EM
tríggjar ferðir, var um reppi
bara at fáa pínligan javnleik
ímóti amatørunum úr Før-
oyum. Hevði tað ikki verið
fyri Miroslav Klose, sum
bjargaði týsku æruna, so
hevði talan verið um eina
rættiliga stórhending miku-
kvøldið.
Um dystin sigur Reuter,
at føroyingar megnaðu ikki
at skapa nakran málmøgu-
leika, og at týskararnir
høvdu leikliga yvirvág all-
an dystin. Uttan Michael
Ballack vantaði Týskland
ein leikara, ið kundi gera
nakað eyka, og framman-
fyri føroyska málinum vóru
gestirnir klossuttir.
Henrik kann taka
Lineker upp á orðið
Danskir fjølmiðlar hava
eisini varnast góða før-
oyska avrikið mikukvøldið.
BT skrivar, at Henrik Lar-
sen nú kann taka Gary
Lineker á orðið, um at
fótbóltur er eitt spæl við 22
leikarum, har Týskland
altíð vinnur, tá avtornar.
Fjølmiðilin vísur á, at
føroyingar stríddust manni-
liga, og við einum væl skip-
aðum liði, mundu teir veru-
liga tikið fótbóltsheimin á
bóli. Kortini gjørdust teir
ov stuttir, tí líkt týskarum,
endaðu teir omaná, tá av-
tornaði. Ósigurin mátti
kennast beiskur hjá føroy-
ingum, sum enn einaferð
vóru so nær við at skaka
fótbóltsheimin.
Nr. 109 • fríggjadagur • 13. juni 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Bild:
-Týska avrikið ein stór skomm
Týska blaðið, Bild, fer illa við týska landsliðnum, eftir avrikið
ímóti Føroyum mikukvøldi. Á forsíðini stendur, at hóast
Týskland vann, so var avrikið stór skomm fyri Týskland
Týsku leikararnir eru
á einum máli um, at
teir eru nøgdir við
úrslitið, hóast avrikið
ikki var av tí besta
FØROYAR-TÝSKLAND
Páll Holm Johannesen
Tað var ómøguligt hjá okk-
um at hitta nakran av týsku
landsliðsleikarunum eftir
dystin, og tí loyva vit okk-
um at endurgeva nakað av
tí, teir hava sagt við týskar
fjølmiðlar eftir dystin
Liðskiparin, Oliver
Kahn:
-Vit spældu frammanfyri
teirra mál í 90 minuttir, og
vit høvdu eitt ótal av mál-
møguleikum, men inn vildi
bólturin ikki. Av og á var eg
bangin fyri, at dysturin fór
at enda málleysur, og at vit
bert skuldu fáa tað eina
stigið við okkum heimaftur.
Eg havi spælt nógvar
slíkar dystir sum í kvøld,
har mótstøðuliðini hava
verið undir stórum trýsti,
og tað er altíð strævið at
spæla slíkar dystir. Saman-
umtikið var hatta ikki ein
av okkara bestu dystum,
men úrslitið var á einari
leið og vit liggja framvegis
á odda í bólkinum.
Christian Wörns:
- Vit máttu bíða leingi, og
eg var bangin fyri at vit ikki
fóru at fáa øll stigini við
okkum. Dysturin gjørdist
júst so trupul, sum vit
høvdu væntað framman-
undan, og Føroyar høvdu
ein eingil í málinum.
Fredi Bobic:
- Slíkan dyst hava eg aldrin
spælt. Teir høvdu ein stóran
múr frammanfyri málinum,
og stríddust ótrúliga væl.
Eg má bara takka Gudi, vit
fingu bóltin í málið, og tað
verður eisini tað einasta, eg
fari at minnast av dystinum.
Formaðurin í týska
fótbólts-
sambandinum, Ger-
hard Mayer-
Vorfelder:
- Tá endin er góður, er alt
gott. Dysturin endaði væl
fyri okkara viðkomandi. Vit
spældu væl betri enn ímóti
Skotlandi, og høvdu átta til
tíggju 100% málmøguleik-
ar. Eg eri bara fegin um at
vit fingu sigurin í hús.
Týsku leikararnir eftir dystin:
Bólturin vildi bara ikki inn
Við týskar fjølmiðlar eftir dystin, segði Bayern Munchen stjørnan, Oliver Kahn, at dysturin avgjørt
ikki var av teimum bestu hjá týska landsliðnum, men samanumtikið var úrslitið á einari leið.
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
18