fríggjadagur 13. juni 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 13. juni 2003
21
20
Nr. 109 - 13. juni 2003
um Føroyar síðstu løtuna,
tá ið týskararnir høvdu sett
turboina frá, høvdu havt
fingið eitt mál.
Hildu høvdið kalt
Týskararnir, sum høvdu
Neuville og Bobic heilt
frammi,
meðan
Bernd
Schneider ofta stakk fram
ímillum teir báðar, høvdu
ikki marginalirnar í sínum
parti. Teir sendu fýra ferðir
í trærammuna aftanfyri
Jákup Mikkelsen, og tað
tóktist, sum um teir avgjørt
ikki hildu 23. mannin, sum
var granni úr Hollandi,
vildi hjálpa teimum nakað
sum helst.
Mest fegin um hjálpina
frá stólpunum mundi Jákup
Mikkelsen vera miðskeiðis
í 1. hálvleiki. Eftir aftur-
legging skuldi hann, sum
hann við sínum stóra bólt-
førleika plagar, senda út í
høgra borð, har Óli Jo-
hannesen bjóðaði seg til.
Men ólukkutíð fyri Jákup,
føroyska liðið og øll, sum
ikki hildu við Týsklandi
(tað mundu vera so at siga
øll alla staðni kring heimin
uttan týskararnir sjálvir), so
fekk Fredi Bobic fatur á
bóltinum, og úr 20 metrum
og eitt vet til vinstru skuldi
hann senda í tóma málið.
Bólturin tók innaru síðuna
á nærru stólparótini, fór
framvið linjuni og kitlaði
hina stólparótina!
Á hálva tímanum var
bólturin á tvørtrænum, og
aftur í 2. hálvleiki hjálptu
stólparnir til. Ikki minst tá
ið Carsten Ramelow eftir
eitt av hornaspørkunum og
út frá aftur smekkaði
klokkureint til úr 18 metr-
um. Nógv fólk var fyri,
Jákup Mikkelsen, sum í 2.
hálvleiki var sera sannfør-
andi, hevði vánaligt sýni,
og hann og øll onnur hugdu
bara at og hoyrdu, tá ið
týska kanónskotið brast í
stólpan.
Týskararnir settu ferðina
alt longri upp. Føroysku
spælararnir stríddust alt
tað, sum teir orkaðu og eitt
sindur afturat. At trýstið var
so stórt, hevði við sær, at
tað síðsta fjórðingin av
tíðini ofta varð sparkað
nógv og minni spælt. Men
tað var framúr, hvussu væl
tað alla tíðina eydnaðist at
varðveita verjuskipanina.
4–4–2 uppstillingin við
flytingum og skjótingum
millum borðini var framúr.
Jón Rói Jacobsen og Óli
Johannesen
vunnu
tað
mesta av luftkrígnum, Juli-
an Johnsson og Fróði
Benjaminsen vóru óførir
aldubrótarar, og tað eydn-
aðist leingi heilt væl at tetta
fyri í borðunum.
Okkara vápn
At gera mál í sambandi við
deyðstøður hevur verið
eyðkenni hjá føroyska lið-
num seinastu árini. Miku-
kvøldið komu tvey mál, tey
komu bæði eftir deyðbólts-
støður, og tað vóru í báðum
førum týskararnir, sum
gjørdu málini.
Okkurt annað mótstøðu-
lið hevði verið fallið í fátt,
tá ið tað ikki hevði eydnast
at gera mál upp á stóru
møguleikarnar, sum Týsk-
land síðsta korterið hevði
eftir innlegg úr vinstru, har
tað ikki var heilt so tætt,
eftir at tað var neyðugt at
gera broytingar í føroysku
verjuni.
Men
týskararnir
eru
kendir fyri ikki at falla í
fátt. Teir trummaðu og
trummaðu. Tað var ikki so
hugflogsríkt, men teir tókt-
ist sannførdir um, at tað
skuldi
eydnast,
áðrenn
dómarin fór at bríksla fyri
síðstu ferð. Munurin á
fulltíðar
yrkisspælarum,
sum fleiri ferðir um vikuna
eru í leikligum ódnarveðri,
og føroyskar amatørar átti
at koma til sjóndar í mál-
muninum, og soleiðis gekk
tað. Klose var púra leysur
omanfyri allar hinar, tá ið
hann stútaði frísparksinn-
legg úr høgru í kassan, og
Bobic – ein metur frá
mállinjuni – var fyrstur á, tá
ið Jákup Mikkelsen eftir
horan
úr
høgru
ikki
megnaði at halda stútara úr
stuttari fjarstøðu niður í
vøllin.
Harvið endaði tað, sum
tað átti, og væl betri, enn
tað kanska kundi havt gjørt,
men sjálvandi ikki, sum tað
hevði verið ynskiligt, at tað
gjørdi.
Men føroyska liðið hevði
verið annar parturin av
alheims undirhaldi. Nervin
og spenningurin vóru varð-
veitt til evstu sekundini, og
sjálvt um tað ikki eydnaðist
Davidi at fella Goliat, og at
kalvin enn eina ferð varð
mistur á stokkinum, so
eigur føroyska liðið og
føroyskur fótbóltur stóran
heiður uppibornan fyri
avrikið. Eisini tey kring
vøllin, sum støðugt stuðl-
aðu og bóru.
Enn eina ferð varð
stóri kalvin mistur á
stokkinum. Týskar-
arnir vístu ikki
størsta hugflogið,
men tá ið teir ikki
høvdu hepnið við sær,
vístu teir, hví teir
kortini altíð enda
ímillum teir allar
bestu í heiminum
FØROYAR–TÝSKLAND
orð: Jóannes Hansen
myndir: Álvur Haraldsen
At Týskland er tann størsta
av øllum europeisku fót-
bóltstjóðunum var øllum
føroyingum greitt undan
mikukvøldinum. So verður
tað harvið, um franskmenn
verða eitt sindur knotnir av
hesi staðfestingini. Nú eru
týsku
heimsstjørnurnar
komnar aftur at húsum eftir
turbulentu lendingina í Før-
oyum týsdagin, og nú fyri-
reika týsku landsliðsspæl-
ararnir seg til summar-frí-
tíðina. Tað hava teir væl
uppiborið eftir so at siga
tvey kappingarár út í eitt.
Síðsta summar vóru teir
stóran part av tíðini upp-
tiknir av HM endaspæl-in-
um, har teir vóru annar
parturin av finaluni.
Hesin veruleikin og tann
veruleikin at okkara menn
mikukvøldið í 89 minuttir
megnaðu at halda heims-
veldinum í fótbólti frá at
gera mál, boðar frá einum
framúr føroyskum liðav-
riki. Og tað bar eina
fantastiska fótbóltsløtu við
sær fyri tey stívliga seks
túsund kring vøllin og
øllum teimum kring allan
heimin, sum fylgdu við, tá
ið Dávid stríddist ímóti
Goliati, og tá ið møguleikin
fyri størstu sensatiónini
nakrantíð í glæsiligu týsku
fótbóltssøguni lúrdi.
Miðlar av øllum handa
slagi kring allan knøttin
sótu og spískaðu blýantar-
nar, men í evstu løtu vístu
týskararnir, hví teir eru eitt
heimsveldi í fótbólti. Før-
oyar taptu, og harvið hvarv
fyri aðru ferð í fýra dagar
javnleikurin í evstu løtum
sum døgg fyri sól. Spell at
FIFA í síni tíð kom við
ásetingunum um eyka leik-
tíð!
Sum seinna umfarið leið,
og Týskland framvegis ikki
hevði fingið málið, ið
skuldi bera sigurin við sær,
sleptu teir alt meiri í verju-
partinum, sum teir annars
høvdu tikið í stórum álvara.
Tað bar við sær, at tað var
lættari hjá heimamonnun-
um at fáa pláss frammi á
vøllinum, og tí kundi
møguleikin fyri, at Føroyar
skuldu fáa mál, ikki av-
skrivast. Tí var síðsta kor-
terið eyka spennandi, sjálvt
um gongdin mesta partin av
tíðini var tann, at týskar-
arnir høvdu bóltin, at teir
royndu at spæla eitt tvey,
yvirlappa í borðunum og
leggja innfyri og at stinga
fram ímillum.
Áskoðarafjøldin var um
at fara upp frá, tá ið føroy-
ingarnir komu fram á týska
slættan. Eitt hornaspark
stutt undan leikloki var tað
næsta, sum Føroyar komu
at seta málverjan undir
trýst. Í einum snarálopi
fekk Julian Johnsson, sum
gekk undan allar 90 minutt-
irnar og vísti mest sann-
førandi føroyska avrikið,
alt tað týska liðið við sær út
í borðið, men tíverri kom
sendingin ikki, sum kundi
havt tagað verjuna sundur.
Tað var sera hugaligt at
vera føroyingur, men sam-
stundis var uppgerðin stað-
festing av, at tyngdin og
broddurin í føroyska álops-
spælinum er ikki, sum tað
hevur verið. Har er eingin
av Toda Jónsson slagnum,
sum á allar hægsta støði er
førur fyri einsamallur at
skræða seg leysan av verju-
spælarum í heimsflokki, og
John Petersen hevur higar-
til í ár ikki víst kvalitetir-
nar, sum eitt nú á heima-
vølli ímóti Skotlandi gjørdu
hann so ógvuliga vanda-
miklan.
Allan Simonsen plagdi at
siga, at øll lið fáa onkran
møguleika at gera mál í
einum fótbóltsdysti. Miku-
kvøldið var tað ikki soleið-
is. Føroyar høvdu ongan
málmøguleika.
Í Íslandi skoraði Rógvi
Jacobsen eftir frísparks-
innlegg. Kenslan miku-
kvøldið var, at skuldu Før-
oyar fáa mál, so skuldi tað
verða eftir deyðbóltsstøðu.
Men hesa ferð eydnaðist
tað ikki – ivaleyst eisini tí
mótstøðumenninir høvdu
gjørt lektiur og vistu,
hvussu og hvørjum teir
skuldu ansa í sovornum
støðum.
Men tað hevði eisini
verið ov mikið av tí góða,
Føroyar–Týskland 0–2 (0–0)
EM undankapping í bólki 5
mikudagin 11. juni 2003, kl. 19.45 á Tórsvølli
Dómarakvartett úr Hollandi: Jan WEGEREEF, Jan
VAN DIJK, Gyuri TAKACS og Peter OSKHAM
UEFA umboðsmaður úr Sveis: Michel PRALONG
Dómarraeygleiðari úr Russlandi: Nikolay
LEVNIKOV
6.130 áskoðarar
0–1: Miroslav KLOSE 89.
0–2: Fredi BOBIC 90
Føroyar: 1. Jákup MIKKELSEN, 30/–56, Molde – 3.
Jóhannis JOENSEN, 16/0, FS Vágar, 2. Óli
JOHANNESEN 61/1 liðformaður, Hvidovre IF, 5.
Jón Rói JACOBSEN 12/0 Brøndby IF, 4. Pól
THORSTEINSSON 28/0 B36 – 9. Jákup Á BORG
28/1 B36 (14. Hjalgrím ELTTØR, 8/0 KÍ, 62.), 8.
Julian S. JOHNSSON 51/3 B36, 7. Fróði
BENJAMINSEN 22/1 B68, 6. Rógvi JACOBSEN
21/2 HB – 10. John PETERSEN 47/6 B36, 11.
Christian Høgni JACOBSEN 17/2 NSÍ (18. Jann
Ingi PETERSEN 4/0 B68, 74.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Heðin Á
LAKJUNI 10/1 B36, 13. Johan B. HANSEN 8/0 AC
Horsens, 15. Atli DANIELSEN, 1/0 KÍ, 16. Jens
Martin KNUDSEN 58/–146 NSÍ, 17. Jónhard
FREDERIKSBERG 1/0 Skála
Gult kort: Chrisitan Høgni JACOBSEN 30., Fróði
BENJAMINSEN 33., John PETERSEN 55.
Venjari: Henrik LARSEN
Hjálparvenjari: Jógvan Martin OLSEN
Málmansvenjari: Lars HØGH
Liðleiðari: Birgir HANSEN
Lækni: Jens Pauli MARSTEIN
Fysioterapeutur: John–Reid SKORALÍÐ
Týskland: 1. Oliver KAHN 59/- liðformaður Bayern
München (12. Frank ROST 3/- FC Schalke 04, 46.)
– 2. Arne FRIEDRICH 8/- Heertha BSC Berlin, 5.
Carsten RAMELOW 38/1 Bayer 04 Leverkusen, 4.
Christian WÖRNS 45/- Borussia Dortmund, 3.
Tobias RAU 3/- VfF Wolfsburg (15. Michael
HARTMANN 2/- Hertha BSC Berlin, 72.) – 6. Paul
FREIER 9/- VfL Bochum, 16. Jens JEREMIES 47/1
FC Bayern München (11. Miroslav KLOSE 28/15 1.
FC Kaiserlautern 67.), 10. Bernd SCHNEIDER 24/1
Bayer 04 Leverkusen, 8. Sebastian KEHL 16/3
Borussia Dortmund – 7. Oliver NEUVILLE 41/4
Bayer 04 Leverkusen, 9. Fredi BOBIC 24/5
Hannover 96
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 13. Marko
REHMER 31/4 Hertha BSC Berlin, 14. Andreas
HINKEL 1/- VfB Stuttgart, 17. Benjamin LAUTH
2/- TSV München 1860, 18. Kevin KURANYI 2/-
VfB Stuttgart
Gult kort: Carsten RAMELOW 30., Tobias RAU 70.
Oliver NEUVILLE 80.
Venjari: Rudi VÖLLER
Týski risin skinklaði og rillaði
Besti – og helst einasti – føroyski møguleikin kom, tá Óli Johannesen sendi fríspark innfyri úr høgru, men í evstu løtu fekk Kehl tveitt seg fram og stútað bóltin burtur
Saman við Julian
Johnsson leikti
Fróði Benjamin-
sen ein framúr
dyst sum
aldubrótari á
miðvøllinum
At missa á stokkinum:
At missa kalvan beint
áðrenn hann er fingin
innanborða
(máldeildin)
C
M
Y
K
20